• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Risin og moyggin

 

Risin og moyggin

 

CCF 165 A

TSB E 160

 

1 Fólkið alt í kirkju gekk inn,

- stígið so -

heima sat hon moyggin ein.

- Riddarin vil til hóva gá,

stígið so, stígið pá

vár gangara fríða!

 

2 Heima sat hon moyggin ein,

hon var von við trøllagleim.

 

3 Hon risti kross í hvørja vrá,

men sjálv ræð hon at sita á.

 

4 Risin burtur frá garði gekk,

flættað hár á herðar hekk.

 

5 Pikkar á dyrnar við fingri sín:

“Statt upp, moyggin, lat meg inn!

 

6 Statt upp, moyggin, lat meg inn,

tí eg eri kongsins son so fín!”

 

7 “Ert tú kongsins son so klók,

so sig mær nakað av altarbók!”

 

8 “Lítið kann eg í bók at sjá,

betur kann eg mína hørpu slá.”

 

9 “Hví stendur tú so leingi,

hví slært tú ikki hørpustreingir?”

 

10 “Kalt veður, fellur á drív,

frystir eru streingir mín.

 

11 Kalt veður fellur á,

frystir eru streingir smá.”

 

12 “Skemta tú tær við gull og fæ,

men meiri fært tú ei av mær.

 

13 Skemta tú tær við lindarkvist,

sig so, tú hevur ta jomfrú mist!”

 

14 Risin burtur av garði gekk,

flættað hár á herðar hekk.

 

15 Risin heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

16 “Vælkomin, risin, sonur mín,

hvar er hin unga moyggin tín?”

 

17 “Har stóðu fyri naglar fimm,

mín fótur brann, eg náddi ikki inn.”

 

18 “Ikki gjørdi so faðir tín,

tá ið hann reið at biðja mín.

 

19 Kundi hann ikki inn um dyrnar ná,

tá mundi hann gjøgnum ljóaran gá.

 

20 Sveik hann ei tað unga kind,

miðjan veggin gekk hann inn.”

 

21 Risin legðist í tunga sótt,

men har kom eingin, sum honum ráddi bót.

 

22 Risin legðist í tunga trá,

tað kom eingin, sum honum visti ráð.

 

23 Tað batar ongan eftir at trá,

at lokka ta jomfrú, hann ei kann fá.

 

24 Tað batar ongan eftir at langta,

- stígið so -

at lokka ta moy, hann kann ikki fanga.

- Riddarin vil til hóva gá,

stígið so, stigið pá

vár gangara fríða!

 

CCF 165 A

TSB E 160

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), kvæðasavn hjá Napoleon Nolsøe, Føroya landsbókasavn, Tórshavn III, 1851, s. 89, nr. 106.

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Antiquarisk Tidsskrift 1849-51, s. 91

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 193.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 25.

 

Heimild: Úr Streymoy: Gudmund Effersøe (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017