• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnars kvæði (Fyrsti Ragnars táttur)

 

CCF 2 A

TSB E 156

 

1 Kongur býr á suðurlondum,

eigur dóttur mæta,

Ragnar kongur hana fekk,

ið hugan hevði kæran.

 

Vítt um vøll gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar, teir springa,

hoyrast mátti langa leið,

hussu teirra sporar ringja.

Vítt um vøll gyltir hjálmar syngja.

 

2 So tók hann sítt fingurgull,

legði í skrínið niður,

hann vóks upp á skamri stund

bæði mikil og digur.

 

3 Tí svaraði kongurin

í fyrsta orði tá:

“Hvør sum handa ormin vegur,

skal mína dóttur fá.”

 

4 Enntá frætti greivin

suður á sína landar(!),

ormurin, ringdur um moynnasal,

eggjar fljóði vanda.

 

5 Greivin kom inn árla morgun,

vekir upp dreingir snarar:

“Nú skulum vær tann ormin gista,

ei við mongum spara.”

 

6 Lótu út av lunni ganga

eina glæstriskeið,

ormin hoyrdu teir blása hátt,

skamt var komið á leið.

 

7 Ormin hoyrdu teir blása hátt

við ógvuligum sprota,

ov snart tóktist hann yvir koma

við sín sævarflota.

 

8 “Vendið aftur, mínir menn,

tær havið her ongan váða,

leingi man sá ormurin

fyri teirri frúnni ráða.”

 

9 Enntá frætti Ragnar,

sonur Sjúrðar Ring,

ormurin, ringdur um moynnasal,

hann bar meg so kring.

 

10 Inn kom Ragnar árla morgun,

vekir upp dreingir snarar:

“Nú skulum vær tann ormin gista,

ei við mongum spara.”

 

11 Lótu út av lunni ganga

eina glæstriskeið,

ormin hoyrdu teir blása hátt,

skamt var komið á leið.

 

12 Ormin hoyrdu teir blása hátt

við ógvuligum sprota,

ov snart tóktist hann yvir koma

við sín sævarflota.

 

13 “Heilir, allir mínir menn,

tær verið nú so spakir,

meðan eg fari her upp á land,

tann urðarseið at taka!”

 

14 Í tjøru kálkar hann klæði síni

uttan yvir í sand,

tí hann vildi einki njóta

av ormins eiturbland.

 

15 Í tjøru kálkar hann klæði síni

uttan yvir í stein,

tí hann vildi einki njóta

av ormins eiturmein.

 

16 Ragnar gekk at grasagarði,

sum ormurin fyri lá,

bæði mikil og ógvuligur,

kongur undrast á.

 

17 “Veki, veki teg frænarorm,

andsvar veit tú mær,

frætti tað Hóra Borgarhjørt,

og skal eg siga tær.”

 

18 “Hvør er sá hin hugadjarvi,

ið meg vekir úr blundi?

Tann man tora ætla sær

tað inniliga sprund.

 

19 Hvør er sá hin hugadjarvi,

ið meg vekir úr dvala?

Tann man tora ætla sær

tann Borgarhjørt at hava.”

 

20 Ragnar var so týstraður,

hann legði at ormins hjarta,

mátti hann hana frúnna njóta,

skínandi gullið bjarta.

 

21 Ragnar var á orminum,

maðurin er hann heppin,

skaftið førdi hann heim við sær,

oddurin stóð hareftir.

 

22 Ragnar fór úr tjøruklæðum

aftur í perlið hvíta,

moyggjar standa og hyggja at,

og fagurt var á at líta.

 

23 Ragnar fór úr tjøruklæðum

aftur í alin blá,

aftur í reyðan skarlakskjóla,

so vænur var garpur at sjá.

 

24 Prektigur var sá klædningur,

kongurin seg pá tók,

síðan var hann kallaður

Ragnar Lodbrók.

 

25 “Statt upp, Tóra Borgarhjørt,

skonk mær mjøð í skál,

teir halda, hvussu eg skundi mær

aftur til skipa vár.”

 

26 Upp stóð Tóra Borgarhjørt

foruttan allan drúður,

svaraði ein av moyggjunum:

“Hatta er maður prúður.”

 

27 Trællin vappar víða,

veitslu vil hann tiggja,

hann kom seg so síðla á dag,

sum ormurin vigin liggur.

 

28 Síðan gár for konungin

at siga honum frá:

“Eg havi vigið tann frænarorm,

tygara dóttur at fá.”

 

29 “Lat tær ikki illa líka,

tó ið eg gifti teg træli,

manninum, sá ið ormin vá,

dóttir mín hin sæla.”

 

30 “Trúgv ikki, trúgv ikki, faðir mín,

íhvat tann trællurin sagdi,

hann var á øllum mætari,

ið spjót í ormin lagdi.

 

31 Maðurin, sá ið ormin vá,

hann var ei líkur træli,

hann var seg av øðrum londum

kongasonurin sæli.”

 

32 Lótu tá til brúdleyp ætla,

har var ei at tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað í hvørji.

 

33 Fjøruti silvurføt,

annaðslíkt í skálum,

tað leyp av í kongins høll,

tá ið alt var sett á mál.

 

34 Inn kom ein so lítil svein,

sigur teim ífrá:

“Eg sær skip á havi fara,

ovur seglin blá.”

 

35 “Sært tú skip á havi fara,

ovur seglin blá,

tað man vera sá kongasonur,

mær verður lagað at fá.”

 

36 Higar ið hansa[r] snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

37 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur steig tá Ragnar kongur

sínum fótum í land.

 

38 Ragnar gekk um dyrnar inn,

fáir finnast slíkir,

trællin varð koyrdur úr hásætinum

uttar í durabrík.

 

39 Hann sær niður við durunum neig

hann gjørdist trællurin baldur:

“Tú skalt ei á tínari ævi

njóta frúnnar aldur.”

 

40 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði vórðu løgd í eina song,

Ragnar og hans vív.

 

41 Ragnar liggur í síni song,

blikna tók tann ríka.

“Seint man eg”, segði Ragnar kongur,

“fáa mær brúður slíka.”

 

42 Ragnar liggur í síni song,

blikna tók tann fagra.

“Seint man eg”, segði Ragnar kongur,

“fáa mær brúður aðra.”

 

43 Lógu tey í síni song,

snakkaðu um tað bæði:

“Tú skalt eina drotning fáa,

ið væl nýtir míni klæði.

 

44 Tú skalt eina drotning fá,

ið væl nýtir mín skó,

silkiserk og skarlak reytt

javnt við jørðin[a] dró.

 

45 Tað er Ásla Sjúrðardóttir,

býr fyri sunnan land,

væl er hon av ættum komin,

lítla hevur hon makt.

 

46 Tað er hon Ásla Sjúrðardóttir,

bæði von og vitur,

hon forstár alt fuglamál,

í glasglugganum situr.”

 

47 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

Ragnar gekk av borgini út

við deyðari drotning síni.

 

Vítt um vøll gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar, teir springa,

hoyrast mátti langa leið,

hussu teirra sporar ringja.

Vítt um vøll gyltir hjálmar syngja.

 

CCF 2 A

TSB E 156

 

Handrit: Svabos Kvart Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 9, s. 775. Jens Christian Svabo skrivaði upp 1781-82.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter s. 311.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 215.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 12

 

Heimild: Jens Christian Svabo., 1781-82

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017