• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jomsvíkinga vísa

 

Jómsvíkinga vísa

 

CCF 20 Aa

TSB E 15

 

1 Drekka teir í Jómsborg

bæði við gleði og gaman,

har mátti eingin stíga yvir borð

uttan tríati ára gamal.

 

2 Drekka teir í Jómsborg,

glaðir foruttan sút,

drekka fullar sjey vikur,

og har kom eingin út.

 

3 Drekka fullar sjey vikur,

eingin beyð sær út,

uttan Vagnur Ákason,

hann kom har fyrstur út.

 

4 Út kom Vagnur Ákason,

talar um sín vilja:

“Latið nú at skipum gera,

nú lystir meg at sigla!”

 

5 So letur Vagnur Ákason

búgva skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

6 Vmdur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

7 Vindur hann upp síni silkisegl,

við forgylta rá,

strykar ei á bunkan niður,

fyrr enn við Noregis vág.

 

8 Tá ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

9 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Vagnur Ákason

sínum fótum á land.

 

10 Fyrstur steig Vagnur Ákason

sínum fótum á land,

tá var Øgmundur hvíti

riðin niður til strand.

 

11 Fram reið Øgmundur hvíti,

við sítt silvurband,

har kom Vagnur Ákason,

hann høgdi av honum hand.

 

12 Inn kom Øgmundur hvíti,

fingið hevði mein:

“Komnir eru Jómsvíkingar,

ganga yvir allan heim.”

 

13 Inn kom Øgmundur hvíti,

mist hevði hann sær hand:

“Ófriður er í Noregi,

og gingin á kongins land.”

 

14 Svaraði kongur í Noregi:

“Nú man tað so vera,

nú skal lata boðini

til illgerðsbrúður gera.

 

15 Sá verði fimur á fótunum,

sum boðini tey skal bera,

øll lati eg klæði hans

við rósur og liljur skera.”

 

16 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar tá til landanna,

sum illgerðsbrúður var.

 

17 Tað var tann hin sendisvein,

heim í garðin fór,

úti Guðrun illgerðsbrúður

fyri honum stóð.

 

18 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

19 “Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálvt væl minni um vín,

tað var kongur av Noregi,

hann sendi meg til tín.

 

20 Tað var kongur á Noregi,

hann sendi meg á tín fund,

Noregi er av hondum gingið

um eina so lítla stund.”

 

21 “Hann torir ikki kongur av Noregi

senda mær boðini tey,

drepi eg tann hin sterka her,

hann kemur í størri neyð.

 

22 Hann torir ikki kongur av Noregi

senda tey boð til handa,

drepi eg tann hin sterka her,

hann kemur í størri vanda.”

 

23 Svaraði Guðrun illgerðsbrúður,

fáum kann hon hól:

“Fái eg hansara unga son

at blóðga í mín stól.

 

24 Fái eg hansara unga son,

og man tað so vera,

tá skal Guðrun illgerðsbrúður

miklar ódnir gera.”

 

25 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar tá til landanna,

sum kongur á Noregi var.

 

26 Tað var tann hin sendisvein,

heim í garðin feyk,

sjálvur kongur á Noregi

út mót honum leyp.

 

27 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

hvussu tók Guðrun illgerðsbrúður

við bøn og orðum tín?”

 

28 “Tú tarvt ikki kongur av Noregi

senda boðini tey,

drepur hon tann hin sterka her,

tú kemur í størri neyð.

 

29 Tú tarvt ikki kongur av Noregi

senda sær boð til handa,

drepur hon tann hin sterka her,

tú kemur í størri vanda.”

 

30 Svaraði Guðrun illgerðsbrúður,

fáum kann hon hól:

“Fær hon tín hin unga son

at blóðga í tín stól.

 

31 Fær hon tín hin unga son,

og man tað so vera,

tá skal Guðrun illgerðsbrúður

miklar ódnir gera.

 

32 Svaraði kongur á Noregi,

gull bar sær á hand:

“Fyrr vil eg missa mín unga son,

enn alt mítt ríki og land.”

 

33 Tað var kongur á Noregi,

feldi tár á kinn,

tá ið teir bóru hans unga son

um hallardyrnar inn.

 

34 Tað var kongur á Noregi,

feldi tár á dúk,

tá ið teir bóru hans unga son

um hallardyrnar út.

 

35 Eitt kom æl av Kingilsvág,

ilt var móti at líta,

Jómsvíkingar og raskar kempur

fast á kampi bíta.

 

36 Eitt kom æl av Kingilsvág,

harður var sá skúrur,

allir fluttu Jómsvíkingar

móti eini búð.

 

37 Eitt kom æl av Kingilsvág,

glymur á hamra húð,

allir krokaðu Jómsvíkingar

undir eina búð.

 

38 Eitt kom æl av Kingilsvág,

haglið vá eitt oyra,

voldi tað Guðrun illgerðsbrúður,

at allur herurin doyði.

 

CCF 20 Aa

TSB E 15

 

Handrit: Savn J. H. Schrøters. AM 972, 4to A, art. 8.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 448.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 7. bind, s. 45

 

Heimild: J.H. Schrøter  (1771-1851), Hvalba.

 

E 15 Jómsvíkinga vísa (Vikings threatening the peace of Norway are destroyed by weather magic)

Jómsvíkingar sigla til Noregs. Tá ið teir koma, kvettir oddamaður teirra hondina av einum manni, sum fer til kong og sigur honum, at í landinum býðst eingin friður longur.

Kongur sendir boð til Guðruna, sum er rom í gandi, at biðja hana um hjálp ímóti víkingunum. Hon ivast, men játtar við teirri treyt, at hon fær kongssonin at hava til offurs.

Hon ger heglingsæl, ið forkemur víkingaherinum.

á føroyskum: CCF 20 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017