• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 A

TSB E 30

 

1 Ólavur kongur kristnum býður,

Gud og mildar miskunnstíðir.

 

            Noregis menn, dansið væl í friðum,

            stillið *ydur* allar

riddar[ar], Noregis menn,

            dansið væl í friðum.

 

2 Ólavur heitir á sveinar tvá:

“Heintið mær Sigmund inn fyri vár!”

 

3 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

tá var Sigmund inn fyri borð.

 

4 Sigmund fellur á síni knæ:

“Góðan dag, harri, hvat vilt tú mær?”

 

5 Kongurin tekur í Sigmunds hond:

“Eg gevi tær helvtin av Føroyaland.”

 

6 Tú skalt fara til Føroya vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.

 

7 Tú skalt fara til Føroya land,

tær skal fylgja Tannebrand.

 

8 Í Føroyum býr ein *finskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

9 Tróndur í Gøtu eitur hann,

mín keri Sigmund, flýggj mær hann!”

 

10 Sigmundur tekur til orða svá:

“Hann verður ikki góður at fá.”

 

11 Hvørt heldur er hann tann kappin reysti,

ella er hann í gandi treystur?”

 

12 “Ikki er hann tann kappin reysti,

heldur er hann í gívum treystur.”

 

13 Sigmundur í eystur leyp,

besta skúta, í Noregi fleyt.

 

14 Sjógvurin brýtur sum boðafles:

“Haldum beint í Lindinsnes!”

 

15 Vindur sítt segl so høgt í rá,

siglir til Føroya í mánar tvá.

 

16 Hann siglir í ein, hann siglir í tvá,

triðja fekk hann Føroyar at sjá.

 

17 Sjógvurin brýtur streyma strítt,

einki aktar Sigmund slíkt.

 

18 Sjógvurin brýtur sum boðafles:

“Haldum beint á Mjóvanes!”

 

19 Sjógvurin gerst nú gulur, nú blá,

sandurin uppi á tilju lá.

 

20 Tekur at rúka sandur og sjógvur:

“Nú er Tróndur vorðin óður.”

 

21 Náttina eina, dagarnar tveir,

Sigmundur úti fyri Gøtu lá.

 

22 Tó ið vær kostum lív og lund,

vær náum ei á Gøtu sund.

 

23 Tó ið vær kostum lív og and,

náum vit ei á Gøtu sand.

 

24 Vær náum ei á Gøtu sand,

Tróndur ristir mót os gand.”

 

25 Nú skal taka upp annan tátt,

sigla út til Svínoyar brátt.

 

26 Sigmundur vendir sín[i] skútu í hav,

næst øll skútan gekk í kav.

 

27 Sjógvurin brýtur streyma strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

28 Sigmundur siglir Svínoyar fjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

29 Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær!”

 

30 “Tú fert ei á land um sinnum,

tú skalt goyma skipi mínum!”

 

31 “Eg havi ei verið í Svínoyggj fyrr,

nú skal eg bróta bóndans dyr.”

 

32 Flóðið leyp í serki fram:

“Tær muguð ei gera so stóra skamm!

 

33 Tær muguð ei gera so stóra skamm,

drepa inni ein gamlan mann!”

 

34 “Bjarni, gakk á grønan vall,

sig mær, hvar mín faðir fall!”

 

35 “Eg gav tær lív, og *tað var væl,

Tróndur sló tín faðir í hel.”

 

36 Tað var bóndans fyrsta orð,

biður nú bera mat á borð.

 

37 Tað var bóndans annað orð:

“Latið nú bera drekka á borð!”

 

38 Einki gjørdu teir annað tá,

drukku og dansaðu í dagar tvá.

 

39 Einki gjørdi hann annað har,

kristnaði bóndan og alt, har var.

 

40 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla nú til Suðuroyar brátt.

 

41 Sjógvurin brýtur streyma strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

42 Sigmundur siglir Skúgvoyar fjørð,

skútan bognar sum ein gjørð.

 

43 Á bunkanum stendur drongur treystur:

“Haldum nú millum oyggjar eystur!”

 

44 Sigmundur gongur í bæði borð:

“Haldum nú beint á *Grønuskor!”

 

45 Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær!”

 

46 Tú fert ei á land um sinnum,

tú skalt goyma skipi mínum!”

 

47 Sigmundur tekur sín kaðal í hond,

búgvið spjótið rennir á land.

 

48 Hann skeyt upp í grønan vall,

oddurin niður í grótið gall.

 

49 Tríati favnar var bjørgið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

50 Á gøtuni lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

51 Sigmundur við onga neyð

*reikar heim á Skorarheyg.

 

52 Inn kemur hústrú Guðrun á gátt:

“Eg síggi mann á henda hátt.”

 

53 “Sært tú mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.

 

54 Hann var ikki her á jólanátt,

nú ert tú at sova brátt.”

 

55 Øksur leyp eftir skreppi ný,

fjórðingur vatur(!) gingu tarí.

 

56 Kastar so øllum vákn í senn,

loypur í borg við níggju menn.

 

57 Øksur stendur við borgarlið,

*breiðari* øksi studdist við.

 

58 Vá hann seg inn, og vá hann seg frá,

eystan á borgini vá hann seg á.

 

59 Eystan á borgina vá hann seg á,

mann vá hann frá Øksir(!) tá.

 

60 Mann vá hann frá Øksir(!) tá,

Øksir(!) stóð og sá harpá.

 

61 Øksir(!) stóð og sá harpá:

“Ei skulu fleiri fara so.

 

62 Ei skulu fleiri fara so.”

Báðir ruku saman tá.

 

63 Teir bardust í dagar, teir bardust í tvá,

hvørgin mundi sigur av øðrum fá.

 

64 “Nú skal eg eg taka listir fyri seg,

sum Ólavur kongur lærdi meg.”

 

65 Hann vá til við opnum skildi,

fóturin av, so hondin fylgdi.

 

66 Øksur talar við miklan trong:

“Tær skuluð føra meg vestur á *Drong!”

 

67 Tað var Øksurs síðsta orð:

“Høvdið skal venda á Grønaskor!”

 

            Noregis menn,

            dansið væl í friðum,

            stillið *ydur*allar

riddar[ar], Noregis menn,

            dansið væl í friðum.

 

CCF 22 A

TSB E 30

 

Handrit: Handrit Svabos (1781-82). Ny kgl. Saml. 344, 8vo. No. 1, p. 1.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 489.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 453.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 60

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

E 30 Sigmundar kvæði (Sigmundur as missionary on the Faroe Islands)

Ólavur kongur sendir Sigmund til Føroya at doypa fólkið.

Fyrst ætlar Sigmundur sær at fara til Trónd, men við gandi ger Tróndur storm, og Sigmundur sleppur ikki til hansara. Síðani fer hann til aðra oyggj og heldur til hjá einum bónda, sum verður doyptur og alt húskið hansara við.

Sigmundur heldur leiðina fram til brøttu bergini í Dímun. Hann megnar at klíva í bjørgunum, kemur sær í bardaga við bóndan og menn hansara har og drepur teir allar.

á føroyskum: CCF 22 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017