• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ormar Tóraldssons kvæði

 

Ormar Tóraldssons kvæði

 

CCF 24 A

CCF E 118

 

1 Viljið tær nú lýða,

ljóð geva mær,

Tórald nevni eg høvdingin,

sum fyri Ísland ræður.

 

2 Hann hevur átt ein ungan son,

komin til góðar at evna,

hann er vænur og vøksturligur,

Ormar munnu teir nevna.

 

3 Tað var pá tann sama dag,

sum Ormar á skógin reið,

faðir hans fekk helsóttina

mitt á síni leið.

 

4 “Tað síggi eg á sjálvum mær,

at hel er komin til hendi,

heintið mær inn mín unga son,

ímeðan eg kann hann kenna!”

 

5 Hann var fimur á fótunum,

sum tey boðini bar

hagar á tann sama skógv,

sum Ormar fyri var.

 

6 “Hoyr tað, Ormar Tóraldsson,

hel vil seggjan henda,

gakk inn fyri tín sæla faðir,

meðan hann teg kann kenna!”

 

7 Tað var Ormar Tóraldsson,

skeyt tann leik av hendi:

“Heilur var mín sæli faðir,

tá eg á skógvin rendi.”

 

8 Inn kom Ormar Tóraldsson,

fellur á síni knæ:

“Gud signi tygur, mín veldigi faðir,

hvat viljið tær nú mær?”

 

9 “Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

legg tær væl í munn,

trinni vildi eg heilræðini

lagt fyri teg á sinni.

 

10 Hvat heldur tú ert í víggi staddur

ella í búnum talvi,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa av tínum alvi.

 

11 Hvar tú ert í víggi staddur,

sæli sonur mín,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa roysni tín.

 

12 Ormar, legg tær væl í minni,

tann veg vil eg tær vísa,

Ólavur kongur fyri Noregi ræður,

tann harra skalt tú prísa!

 

13 Hvørja ta bøn, ið hann teg biður,

skalt tú siga ja,

men leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað!

 

14 Leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað,

tí kongurin hann fer heilur til himna,

men dreingir søkka í kav.”

 

15 Ormar *leyt* tá síggja á,

hans faðir mundi doyggja,

síðan gróv hann dreyg í heyggj,

sum dreingir dalin hoyggja.

 

16 Vindur hann upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Tróndheims vág.

 

17 Eg kann ikki telja frá,

hvør leingi hann á vegnum var,

kom ikki fyrr til Tróndheim norð

enn triðja jóladag.

 

18 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

19 Kongurin talar til Tambarskeggja:

“Stíg um borðið fram,

lat hann sita, ið komin er,

tí eldri sýnist hann!

 

20 Lat hann sita, ið komin er,

tí eldri sýnist hann,

tær gleðið um tann ókenda,

tí úlv er ókend mann!”

 

21 Upp stóð Einar Tambarskeggi,

tók tey orð til vanda:

“Tað má vera mikil maður,

eg skal fyri upp standa.”

 

22 Upp stóð Einar Tambarskeggi

av so miklari reiði,

manga dýra nossugávu

brýtur hann í teirri.

 

23 Kongurin kemur inn árla morgun,

lítur á skikkjuna fríða:

“Hvat skulum vær til skemtar hava,

hesi jólini líða?”

 

24 Svaraði Sjúrður erkibiskup

væl í góðan tíma:

“Tað er siður í kongins landi

at hava javna glíman.”

 

25 Upp gingu tá kongins menn,

so er greint fyri mær,

eingin stóð mót Ormari

meir eina syftu og tvær.

 

26 Upp stóð ungi Einar,

teirra gaman veks,

hann stóð seg mót Ormari

væl fullar syftur seks.

 

27 Einar var so grimur í tøkum,

er mær ei á tí hól,

hann stóð seg mót Ormari

væl fullar syftur tólv.

 

28 Tá var brak í breiðu høll,

tá ið Einar leyt at falla,

kappin mátti til jarðar ganga,

slíkt mugu kempur kallast.

 

29 Kongurin so til orða tók,

letur reiði renna:

“Tær skuluð, eingin av mínum monnum,

Einari hetta kenna.

 

30 Er tað nakar av mínum monnum

Einari hetta smáir,

hann skal hanga í hægsta træ,

sum rótum rennur frá!”

 

31 Kongurin kemur inn árla morgun,

mælti so for sær:

“At leggja árar á Ormin langa

tað skulu tit fara í dag!”

 

32 Ormar fell á síni knæ,

mælti so fyri sær:

“Hvørja ta bøn, ið tær meg biðið,

gjarnan fari eg ta.

 

33 Hvørja ta bøn, ið tær meg biðið,

gjarna fari eg ta,

men leggja árar á Ormin langa,

sigi eg ikki ja.

 

34 Leggja árar á Ormin langa,

sigi eg ikki ja,

kongurin hann fer heilur til himna,

dreingir søkka í kav.

 

35 Hoyr tað, kongurin harri mín,

tað mæli eg um minni,

leggjum os heldur for helli Dolls,

vær grípum tann greppin inni!”

 

36 Tað var signaður Ólavur kongur,

væl líkaði honum tað,

snarliga helt for Ytra norð

at hitta kappan har.

 

37 Tað var signaður Ólavur kongur,

sigldi norð for Ytra,

hann førir skeið á skamri stund

og mangar brandar bitrar.

 

38 Helli síggja teir undan koma,

yvir stóð fjallið langa,

síggja ein so griman risa

oman úr fjalli ganga.

 

39 Dollur skeyt sín jarnnokka,

út á sjógvin knógvar,

Ólavur læt tá eftir honum

bæði sigla og rógva.

 

40 Tríggjar reisur kongurin skeyt

sín brand mót helliskinn,

so hæt hann á sannan Gud,

at tá flýddi Dollur inn.

 

41 Ormar so til orða tók,

hann kundi væl tukt og sinni:

“Eina skal eg í hellið ganga

tann grima risa at vinna.

 

42 Falli eg fyri risanum,

og eri eg har til feigur,

tær skuluð ei av tygara monnum

spilla garpar fleiri.”

 

43 Tað var Ormar Tóraldsson,

hann inn í hellið steig,

hesping undir hendi á sær,

tí vøtnini vóru breið.

 

44 Ormar gekk inn skundiliga,

vítt um hellið sá,

ikki náddi menskur maður

upp, sum risin lá.

 

45 Risin mælti av grimd og bræði,

tókti í tí vanda:

“Hvaðan er hesin mikli maður,

her torir inn at ganga?”

 

46 “Eg eri føddur í Íslandi,

sum ísur á streymum rennur,

faðir mín æt Tóraldur,

Ormar skalt tú meg kenna.”

 

47 “Eg skal seta teg upp á teinar,

tað skal eg tær gera,

tú skalt víst mín føðsla veita,

til krásir skalt tú vera.”

 

48 So tókust teir hondum saman,

er so greint fyri mær,

so tróðu teir hellisgólv,

sum tað var bleyta træ.

 

49 Teir ryktust bæði hart og leingi,

bæði av grimd og reiði,

so fullu fjøll fyri fótum teirra,

sum teir høvdu troðið í leiri.

 

50 Kongins menn í døplum huga

tykja ei um tí tattur:

“Ormar er í helli deyður,

vær væntum hann ikki aftur.”

 

51 Bardust henda dag at kvøldi

á tí sama sinni,

Dollur gerðist í tøkum frekur,

tussanum stóð til at vinna.

 

52 Tá var brak í breiða helli,

tá ið Ormar komst á knæ:

“Gud og milda Maria moyggj,

dugnað veit tú mær!

 

53 Eg skal tæna Óla[vi] kongi

lívs og allan aldur,

um eg verði hiðan leysur!”

segði tann menjarbaldur.

 

54 Ormar hann fekk megi tá,

tók hann á so fast,

so kom tussin á hellisgólv,

hans ryggur sundur brast.

 

55 Ormar gjørdist í tøkum frekur,

slíkt var mikið undur,

so kom tussin á hellisgólv,

hans riv og ryggur sundur.

 

56 Tað var Ormar Tóraldsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv henda grima risa

sundur í lutir tvá.

 

57 Tambarskeggi til orða tók,

svór á sína trúgv:

“Kongurin, sigl til Tróndheim suður,

tí deyður er Ormar nú!”

 

58 “Tegi, Einar Tambarskeggi,

lat ikki á tær kenna,

tað veit eg við sjálvum mær,

hann er ikki deyður enn!

 

59 Tað var ikki feig mans reyst,

ið tann greppin segði,

takk havi tann móðurdóttir,

ið mat í munnin legði!

 

60 Tað var ikki feig mans reyst,

ið eg higar kendi,

takk havi tann móðurdóttir,

sum føddi seggin henda!”

 

61 Síðan leitar Ormar sterki

aftur á Óla[v]s fund,

níggju eðilsteinar í barm,

og hvør stóð meir enn pund.

 

62 “Hoyr tað, kongurin harri mín,

tær vóruð so treyðir til ferðar,

tær havið meiri gull herinni,

enn hirðin øll kann bera!”

 

63 “Hoyr tað Ormar Tóraldsson,

lat fara tín gamla vanda,

hevði tú latið kristnað teg,

tín líki var ikki í landi!”

 

64 Mælti tað signaður Ólavur kongur,

ljómin av honum skín:

“Tak við kristnari trúgv í dag,

eg gevi tær jomfrú fína!”

 

65 Ormar so til orða tók,

hann lítur upp í fjøll:

“So manst tú at í øllum fara,

at burt smækkast vørildin øll.

 

66 Ikki lati eg kristna meg,

eg taki við trú so treyður,

eg skoyti ei, hvat beinini tola,

síðan eg eri deyður.”

 

67 Ikki lýddi hann kongins orð,

til trúnna var hann seinur,

kongurin siglir við gull og fæ

aftur til Tróndheim heim.

 

CCF 24 A

CCF E 118

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 2, s. 19.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): “Svabos Færøske Visehaandskrifter”, 1937-1939, s. 13.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 498.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 9.

 

Heimild: Úr Vágum. J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017