• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tormaður skald

 

CCF 27 Aa

TSB E 6

 

1 Torgerð og hann Tormaður

bjóða saman droyra,

eina veit eg rímuna,

um tær viljið hoyra.

 

Norðmenninir vunnu tann sigurin fríða,

            Torbergur ráddi for gørpum snjøll,

            til Íslands hava teir ætlað sær at ríða.

 

2 Torgeir og hann Tormaður

bjóða blað í bógvum,

kunnu so væl við vápnum vega,

taka ei aðrar glógvur.

 

3 Tormaður byggir breiðan knørr,

Torgeir var ikki har,

mangan mann av lívi tók,

for ongan bøtti hann fæ.

 

4 Mangan mann av lívi tók,

for ongan fæ hann bøtti,

Torgrím trølla søkti hann,

í stórum vanda møtti.

 

5 “Heilur og sælur, mín fosturbróðir,

eg vil tað ikki loyna,

hvøssu fer nú leikurin tann,

ið vit skuldu royna?

 

6 Heilur og sælur, mín fosturbróðir,

vit halda leikir saman,

tak ikki upp í álvara,

tað eg mælti í gaman!”

 

7 Tað var Hergeir ‘uj rani’

lagdur var við spjóti,

hin vá mann frá tjøldum upp,

annan aftur ímóti.

 

8 Tormaður fer á kongins fund,

ger eftir sínum vilja:

“Ríðið nú snart og skundiliga

teirra felag at skilja!”

 

9 Tormaður fór til Ólav kong

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Grønalanda

mínar  frændur at finna.”

 

10 “Fert tú teg til Grønaland,

eg veit væl ørindi tíni,

heintið mær higar Bjarna bónda,

bið hann koma til mín!

 

11 Bjarnir, tú skalt Tormann flyta

til Grønaland við tær,

fylg honum á so blíðan ást,

sum tú unti mær!

 

12 Bjarnir, tú skalt Tormanni

bitra øksi smíða,

stóra og so hamartunga,

munnan ikki víðan.

 

13 Eggja væl um beggja bugar,

ei mikið í skaftið ganga,

eingin síggja lýti á,

um hvøssu hyrnur hanga.”

 

14 Tormaður gekk til strandar niður,

vendi síni skútu í hav,

har kom maður av bjørgum oman:

“Tormaður, veit mær far!”

 

15 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

farið veiti eg teg,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann sjó for meg.”

 

16 Gestur gekk til stýra at stá,

gott skal slíkum fagna,

so stýrdi hann allan dag,

hvørgum borði hallar.

 

17 Teir fingu ein so stóran sjógv,

at ráin mátti bresta,

seglini fullu á bunkan niður,

tá var ælið mesta.

 

18 Teir fingu ein so stóran sjógv,

øllum tókti undur,

seglini fullu á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

19 Skúgvur gongur for Gest hin unga,

biður hann ráina fella:

“Nú er tørvur á vára smiðum,

sigla munnu vit valla.”

 

20 Gestur so til orða tekur,

heldur sær at gaman:

“Tormaður, tú ert orðahagur,

yrk nú ráina saman!”

 

21 Tá ið teir høvdu ráina felt,

segl var komið til seggja,

tordi eingin at loysa av

og ikki á at leggja.

 

22 Gestur stoytti byttu niður,

gjørdi Tormann vátan,

gripu so báðir til vápna í senn,

hvørgin var meiri kátur.

 

23 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman bøkum,

Gestur sat í sessi kyrrur,

tí hann var førur í tøkum.

 

24 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman herðum,

Tormaður leit seg meiri um tað,

at hann var frægur í ferðum.

 

25 Sigldu bæði nátt og dag,

byrin fingu teir blíðan,

tóku havn í Eiriks høll

skamt frá Brattalíðum.

 

26 Loðin læt sær liðið samla,

so teim 'gjilbuns' ráði,

har kom Skúgvur á Stokkanesi,

so hann Bjarnir báðir.

 

27 Loðin gekk í búðina inn,

ný tíðindi fekk,

sovnaður lá tá Tormaður

fram í brúðar bekk.

 

28 Loðin gekk í búðina inn,

mangir við honum vóru,

nívdu Tormann fram úr beinki

og illa við honum fóru.

 

29 Torgerð so til orða tekur,

væl kann hyggi stilla:

“Roytið ikki Tormann skvaldur,

tað man ljótast illa!”

 

30 Torgerð so til orða tók,

tá ið teir royttu hans hár:

“Hann er út av Ísalandi,

skyldur frændi vár.”

 

31 Tormaður skundar síni ferð,

síðan gekk hann fram,

hann tók til øksi, Bjarnir smíddi,

so ta kápu blá.

 

32 Øksi bóndans feta feldi,

henni vá hondin hátt,

báðar kleyv hann í herðar niður,

hann vá tað víggið brátt.

 

33 Torkil hann er ráðagóður,

fullvæl royndur á sundi:

“Kjós tær mann av mínum liði,

Tormanni til funda!

 

34 Edilingur er seyðamaður,

hann kann einki sund,

um enn hann fer í ferð við teg

at royna tann leik á lund.

 

35 Verður tú á tingi staddur,

hoyrir stóran brest,

tak tú tá til føtur tínar,

loyp, sum tú kanst best!”

 

36 Tormaður skundar síni ferð

fram at Torgríms stóli,

haðan er tann ríman komin,

dreingir gita á máli.

 

37 Øksi bóndans feta feldi,

henni vá hondin hátt,

Torgrím kleyv hann í herðum niður

hann vann tað víggið brátt.

 

38 Edilingur var staddur á tingi,

hoyrdi hvøllan brest,

so tók hann til føtur sínar,

leyp, sum hann kundi best.

 

39 Settust undir herðar hans,

Tormaður sigur so:

“Loypið eftir manninum tann,

ið Torgrím trølla, vá!”

 

40 Fingu hond á ediling,

tá dagurin tók at halla,

brutu bein í baki hans,

tá skulvu æðrar allar.

 

41 Fingu hond á ediling,

tá dagurin tók at líða,

brutu bein í baki hans,

brotnaðu riv í síðu.

 

42 Eitt kom æl av útnyrðingi,

glumdi ein harður skúrur,

allir krokaðu Torgríms frændur

inn í eina búð.

 

43 Gingu teir í búðina inn,

hvør á øðrum fagna,

tann ið Torgrím trøllið vá,

hann man óndskap magna.

 

44 Vreiðir vóru Torgríms frændur,

login leikti um hann,

sóu ein í hvítum feldi

fyri ein døkkan mann.

 

45 Tormaður skundar síni ferð,

niður til strandar leitar,

møtir honum ein mikil maður,

Lúsoddur hann eitur.

 

46 “Hoyr tú, frægur Lúsoddur,

hvat eg sigi tær,

eru teir heima Torgríms frændur,

dyl tað ei for mær!”

 

47 “Heima eru Torgríms frændur,

sannheit sigi eg tær,

men Falgeir er á fiskiklakki

í tað salta hav.

           

48 Tórður og Torkil fylgja honum,

frægastir menn í landi,

kunnu so væl teir tríggir brøður

vega við búnum brandi.”

 

49 “Hoyr tú, frægur Lúsoddur,

tak mær brynju tína,

eg bjóði tær ímóti henni

bjørtu kápu mína.”

 

50 Hann fór aftur í kápuna,

men Tormaður snúðist til neysta,

Lúsoddur leyp á føtur upp,

hann roynir 'bidur' treystar.

 

51 Falgeir leggur skútu sína

inn at slættum sandi,

allir hyggja at Lúsoddi,

fyri stendur á landi.

 

52 Falgeir leggur sína skútu

inn at hvøssum gróti:

“Latið ikki ússala Lúsaodd

stjala tygra krókar!”

 

53 Falgeir so til orða tekur:

“Gevið nú tað í geyma,

latið ikki ússala Lúsaodd

stjala tygra teymar!”

 

54 Falgeir so til orða tekur:

“Goymið vára fonglar,

latið ikki ússala Lúsaodd

stjala vára onglar!”

 

55 Draga teir sína skútuna

eftir slættum gróti,

Tormaður er í neysti uppi,

fáum er hann ímóti.

 

56 Draga teir sína skútuna

eftir slættum steini,

Tormaður er í neysti uppi,

fáum er hann at meini.

 

57 Tormaður er í neysti uppi,

mangt er honum at meini,

tríggjar vá hann reystar kempur,

hvønn við sínum teini.

 

58 Falgeir gekk frá síni skútu,

læt at hinum skunda,

hjartað lætnaði í Tormanni,

síðan helt hann undan.

 

59 Gingu teir eftir bjørgunum

og inn á oynna róku,

har kom harður uttanat,

hann gjørdi eitt ravnaróp.

 

60 Øksi bóndans feta feldi,

henni vá hondin hátt,

Torkil kleyv hann í herðar niður,

hann vann tað víggið brátt.

 

61 Ryktust teir um gjónna inn,

so er greint fyri mær,

leys fell øksi av Tormans hendi

í tað salta hav.

 

62 Ryktust teir um gjónna inn,

fullu bjørgum av,

Falgeir legði at Tormanni,

hann helt honum leingi undir kav.

 

63 “Gud og signaður Ólavur kongur,

dugnað tú mær veita,

lat meg sigur av Falgeiri fá,

tann avrekskempan eitur!”

 

64 Lindin gekk í buksum sundur,

tá var seggja grandi,

síðan doyvdi hann høvdi niður,

Falgeir misti anda.

 

65 Tormaður legði at einum skeri,

sjógvurin tók at fløða,

har læt hann tá kyrrur liggja,

sárur og troyttur av møði.

 

66 Skúgvur og hann Bjarni bóndi

byggja bát á sandi,

teir eru seg á sildarhavi,

tá aðrir liggja á landi.

 

67 Skúgvur og hann Bjarnir bóndi

byggja bát á steini,

teir eru seg á sildarhavi,

tá aðrir liggja heima.

 

68 Kelling gongur á tarabrúgv,

sær seg út frá landi,

hon fann Tormann á útskeri

staddur í stórum vanda.

 

69 Kelling gongur á tarabrúgv

við sítt búgvið spjót,

hon fann Tormann á útskeri,

stakk hon hann í fót.

 

70 Skúgvur og hann Bjarnir bóndi

búgvast út til ferða,

funnu frægan Tormann skvaldur

úti á einum skeri.

 

71 Skúgvur og hann Bjarnir bóndi

róðu á sildarhav,

funnu Tormann á útskeri,

neyðum komin av.

 

72 Skúgvur so til orða tekur,

heldur á Falgeira stáli:

“Tað skal eingin livandi vita,

Tormaður er á mál.”

 

73 Skúgvur so til orða tekur,

heldur á Falgeira knívi:

“Tað skal eingin livandi vita,

Tormaður er á lívi.

 

74 Torkil býr í brattari líð,

hann hevur hústrú ein,

hagar skulu vit Tormann flyta

bæði við búk og bein.”

 

75 Torkil býr í brattari líð,

sigst í hesum frøði,

hagar mundu teir Tormann flyta,

Halgu til at grøða.

 

76 Grøddi hon hann í dagar,

grøddi hon hann í tríggjar,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju nýggja.

 

77 Grøddi hon hann í dagar,

grøddi hon hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

78 Tað var Halga, Torkils frú,

læt við honum hvíla,

illa líkar Torkili,

tey søkja seingir síðla.

 

79 Torkil býr í brattari líð,

gjørt hevur hetta frøði,

Halga eitur kona hans,

toyggin vóru bæði.

 

80 Torkil hetta frøði gjørdi,

maðurin er hann baldur,

so gongur tað um allan heim,

teir kalla hann Tormann skvaldur.

 

Norðmenninir vunnu tann sigurin fríða,

            Torbergur ráddi for gørpum snjøll,

            til Íslands hava teir ætlað sær at ríða. 

 

CCF 27 Aa

TSB E 6

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk FolkemindeSamling 68, Nr. 81, s. 741.

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 252.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 550.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 157.

 

Heimild: Úr Sandoy. Joen Danielsen, Jógvan á Oyri, eldri (1758-1850), Skálavík 1824.

 

E 6 Tormaður skald (Man fights several combats, kills an ogre and escapes avengers)

Eftir at forsturbróðirin og Tormaður skald eru komnir til ilnar, fara teir hvør sína leið. Tormaður fer við skipi til Grønlands um Noreg.

Á skipinum fer hann til hendurs við ein annan mann, sum argar hann, men teir eru javnt sterkir. Tormaður kemur til Grønlands.

Á einari veitslu sovnar hann, men verður vaktur av manni, ið roytir hárið á honum. Hann drepur mannin. Seinni drepur hann skrímslið Torgrím og noyðist at flýggja. Hann verður jagstraður, og meðan hann berjist við ein av jagstrarunum, Falgeir, fara báðir á bláman. Falgeir druknar, og Tormanni eydnast at koma sær upp á ein klett. Sum hann liggur har, stingur gomul kona hann í fótin við spjóti. Nakrir menn, sum eru á floti, koma fram á hann og taka hann við sær til lands. Teir fara til hús við honum, har hann fjalir seg, og kona Torkils lekir sár hansara.

á føroyskum: CCF 27 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017