• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllini í Hornalondum

 

CCF 28 A

TSB E 116

 

1 Ein er ríman av Íslandi komin,

skrivað í bók so víða,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summar kann eg at týða.

 

            Ólavur kongur herjar hann á trøll,

            hansara segl av silki reytt,

            Ormurin rennur, árar leika í tolli.

 

2 Ein er ríman av Íslandi komim,

skrivað í bók so breiða,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summar kann eg at greiða.

 

3 Ólavur situr í suðurlondum,

biður sær Gud til bótar:

“Eg vil síggja tann fjallatussa,

ein vil øllum njóta.«

 

4 Ólavur situr í suðurlondum,

biður sær Gud til 'Jaa':

“Eg vil síggja tann fjallatussa,

ein vil øllum ráða.«

 

5 Ólavur kemur inn árla morgun,

onkun morgun snimma:

“Nú lystir meg í Botnar norð,

tey leiðu trøll at finna.«

 

6 Ólavur kemur inn árla morgun,

talar til sínar  dreingir:

“Nú lystir meg í Botnar norð,

tað havi eg hugsað leingi.«

 

7 Svaraði Torstein oksamegi,

fellur upp á síni kníggju:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

tey eru ikki góð at síggja!«

 

8 Tað var Torstein oksamegi,

fellur upp á síni knæ:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

lat meg fylgja tær!«

 

9 Gud og signaður Ólavur kongur

siglir norður við landi,

hevur nú skeið á skamri stund

og mangan bitra brand.

 

10 Av Gudi signaður Ólavur kongur

siglir norð við Ytra,

hevur nú skeið á skamri stund

og mangar brandar bitrar.

 

11 Ólavur siglir við landi norður,

eykst honum streymur og vindur,

hvør tann alda yvir Oksan stígur,

hann við krøftum bindur.

 

12 Blánaði æl í Botnum norður,

streymur við bylgjugerð,

visti vond og leiðingar,

at kongurin var á ferð.

 

13 Risin kemur úr fjalli oman,

tá ið dagurin setti,

so bar hann sítt helmarreip

og streingjabita eftir.

 

14 Síggja teir allir, hesin tussi

vil at skipi venda,

hevur eitt tog, eitt helmarreip

og stóran krók á enda.

 

15 Ólavur gongur úr lyftingini

fram á bunkabrún:

“Hvaðan er hesin fjallatussi,

hvar byggir hann tún?«

 

16 “Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið háa,

tað hevur eingin aftur komið,

her hava skeiðir vágað?

 

17 Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið inn,

leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn?

 

18 Leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn,

hoyr tú tað, hin reyðskeggjuti,

hvør vinglaði teg her inn?«

 

19 “Hoyr tað, Ari bukkabjálvi,

eg dvølji teg ikki longur,

tak nú á tað fyrsta tak

og vita, hvussu gongur!«

 

20 So tók Ari á fyrsta tak,

at skipið vildi røkka,

reystir allir Ólavs menn

aftur í stavn at støkka.

 

21 So tók Ari á fyrsta tak,

tað turkaðust súðir tríggjar,

hann sakk niður í helluna

upp um síni kníggjum.

 

22 Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í skál,

Tormann skvald á bunka stendur,

*troystir á rúnarmál.

 

23 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

teg bjóði eg til mála,

mangar hevur tú veiðimenn

heim í tínum skála?«

 

24 “Meira spyrt tú meg, enn eg teg,

er mær ei á tí hól,

ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv.

 

25 Ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sekstan selir á hvørt føri,

koma so heim av sjógv

 

26 Verða so tíggju fjósir ristar

av hvørjum aldansfiski,

so fer hvør í niggju sundur,

tá eru trý um stykkið.

 

27 Eg havi ráðið fyri Hornalondum,

kosin dagur á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt

fyri hvønn nagl á fingri.«

 

28 “Hevur tú ráðið fyri Hornalondum

fimtan hundrað vetur,

tó ið tú livir annaðslíkt,

tað verður ei heimi betur.

 

29 Hoyr tað, Ari bukkabjálvi,

eg dvølji teg ikki longur,

tak nú á tað annað tak

og vita, hvussu gongur!«

 

30 So tók Ari á annað tak

og skipið vildi venda,

hann sakk niður í helluna

upp um sínar  lendar.

 

31 Tað var Ari bukkabjálvi,

mælti sær fyri munni:

“Manga havi eg størri skútu

niðan í fjallið runnið!«

 

32 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

eg dvølji teg ikki longur,

tak nú á tað triðja tak

og vita, hvussu gongur!«

 

33 So tók Ari triðja tak,

turkaðust súðir sjálvar,

sjógvurin tók í skýggja við,

tað rymur á Toskabjálv.

 

34 “Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi av øðrum londum,

togna tekur mítt helmarreip,

tá brotnaði stál í hondum.«

 

35 “Hvat vilt tú taka við kristnigerð

av míni høgru hendi,

gera so fyri sterk 'Li Jøør',

at eingin blívur har endi?«

           

36 Svaraði Ari bukkabjálvi:

“Eg taki við trú so treyður,

eg skoyti einki, hvat beinini tola,

síðani eg eri deyður.«

 

37 Av Gudi signaður Ólavur kongur

hyggur seg upp í bjørg,

óspilt var nú góðari veiði,

tvey vóru hjúnini ørg.

 

38 Inni sita smátrøllini,

nú er um tey at røða:

“Seinur er Ari heim til hall,

osum krásir at føra.«

 

39 Gívurin stígur frá árini upp,

stígur á stinnar stólpar:

“Nú skal fara av *Grimli út

og ganga honum til hjálpar.«

 

40 Gívurin kemur út árla morgun,

rekkir upp hálsin langa,

glíggjar við eygum, glettir á tonn,

sankt Ólavur bað so standa.

 

41 Inni sita smátrøllini,

halda sær at gaman:

“Hvat man bagga móður vár,

hon fær ikki kjaftin saman?«

 

42 Av Gudi signaður Ólavur kongur,

alt var sum hann mælti,

eingin náddi av helli út,

alt hann inni læsti.

 

43 Trøllini í Hornalondum

búgvast út við stong:

“Nú er hann komin, hin reyðskeggjuti,

os hevur hatað leingi.«

 

44 Svaraði tann hin gamli kall:

“Elli tekur onga pínu,

størri havi eg dyrnar brotið

við geituknokki mínum.«

 

45 Fimtan fóru undir hvørja hond,

studningin hann fekk,

førdu hann so á hallardyr,

at hálsur av liði gekk.

 

46 Trøllini í Hornalondum

ríða seg til tinga,

førdu hann so at hallardurum,

hálsur av liði springa.

 

47 Trøllini í Hornalondum

búgvast út so víða,

út við stórum jarnstongum,

nú tekur hellið at síga.

 

48 Trøllini í Hornalondum,

hvørt á sínum sinni,

hann livdi longst, sum sterkast var,

hvørt át annað inni.

 

49 Trøllini í Hornalondum

skuldu leypa bukk,

alt fór niður til meinvitis,

har kom einki upp.

 

            Ólavur kongur herjar hann á trøll,

            hansara segl av silki reytt,

            Ormurin rennur, árar leika í tolli. 

 

CCF 28 A

TSB E 116

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 11, s. 155.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): “Svabos Færøske Visehaandskrifter”, 1937-39 s. 62.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 566.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 202.

 

Heimild: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017