• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geyti Áslaksson

CCF 30 Aa

 

1. Geyta táttur (ør. 1-70)

TSB E 3

 

2. Galta táttur (ør. 71-120)

TSB E 14

 

1. Geyta táttur

 

TSB E 3

 

1 Áslakur droymdi dreymarnar,

segði teir ikki smærri:

“Mær tóktist sum Haraldur kongur

reið á fjalli hærri.”

 

            Nú siglir edilingur av Noreg,

            blíður rennur byrur millum borða.

 

2 Áslakur droymdi dreymarnar,

segði teir ikki margar:

“Mær tóktist sum Haraldur kongur

ráddi for grimmum vargi.”

 

3 Haraldur situr í gullstóli,

talar til sínar  dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi.”

 

4 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan hansara dýra drotning,

betur hevði tagað.

 

5 Svaraði hansara dýra drotning,

gull ber seg á hand:

“Bóndans son á Upplondum,

hann er tín ovurmann.”

 

6 Tí svaraði Haraldur kongur,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki   mín ovurmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

7 Tað var hansara dýra drotning

aftur svarar honum:

“Mongum verður ovtalað,

eg var tín egin kona.”

 

8 So letur hann Haraldur kongur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

9 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppland.

 

10 Tað var tá hann Haraldur kongur

sigldi við líðum fram:

“Eg veit ongan í verðini

at vera mín ovurmann.”

 

11 Svaraði ein so lítil svein,

hann stóð í fremra stavni:

“Bóndans son á Upplondum

hann tykist vera tín javni.”

 

12 Tað var reystur Haraldur kongur,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki mín ovurmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

13 Tað var tá hann Haraldur kongur

sigldi við líðum fram:

“Nú lystir meg upp á land

at síggja henda mann.”

 

14 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

15 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

16 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

sló hann sínar tjaldbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

17 Tað var reystur Haraldur kongur,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Áslakur

fyri honum stóð.

 

18 “Statt væl, illi Áslakur!

Hvar er tín menski arvi?

Eg vil roysni royna við hann,

vit eru ei um tað starvið.”

 

19 “Tú gert ikki at minna meg

á ta tungu neyð,

eg beri sorg í mínum hjarta

um mín sonar deyð.”

 

20 Tí svaraði Haraldur kongur

fyrsta orðið tá:

“Hvøssu eitur kirkjan tann,

tín son hvílir hjá?”

 

21 Svaraði illi Áslakur,

søgur ganga frá:

“Kolrín eitur kirkjan,

mín son hvílir hjá.”

 

22 Tá svaraði Haraldur kongur,

har hann stóð á fold:

“Deyðan skalt tú mær hamin taka

upp úr døkkari mold.”

 

23 Svaraði illi Áslakur,

svørðið stóð mót tonnum:

“Hvøssu skal eg tær beinini kenna

burt frá øðrum monnum?”

 

24 Tað var reystur Haraldur kongur,

skeyt sær yvir heiði,

hann sá ein so miklan mann

koma av djóraveiði.

 

25 Svartir vóru hógvarnir,

oyruni vóru grá,

hvítur var tann gangarin,

ið Geyti ríður á.

 

26 Tí svaraði Haraldur kongur,

heldur á ringinum reyða:

“Hetta man vera tann bóndason,

ið Áslakur segði deyður.”

 

27 Tí svaraði Haraldur kongur,

higar ið hann hann kendi:

“Kanst tú nakað stong at skjóta,

og stein at varpa av hendi?

 

28 Stong at skjóta og stein at varpa,

jútskan hest at temja,

síðan í øllum útreiggjum,

ið hvat tær viljið fremja?

 

29 Stong at skjóta og stein at varpa,

so til vákna at taka,

um enn vit prøvum stund á sund,

vit lata tó hvøngan saka.”

 

30 Lótu seg úr øllum klæðum,

góvu ei slíkt í geyma,

so fóru teir á sundið út

at leika í stríðar streymar.

 

31 Lótu seg úr øllum klæðum,

frá man frættast víða,

so fóru teir á sundið út

at leika í streymin stríða.

 

32 Lótu seg úr øllum klæðum,

tveir við ongar bátar,

konurnar og kvendini

tey tóku so sárt at gráta.

 

33 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

Geyti vann av konginum

ein silvurbúgvin pung.

 

34 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

Geyti vann av konginum

ein silvurbúgvin knív.

 

35 Leiktu teir á sundinum,

ilt var skap at eggja,

kongurin tóktist til møði kenna,

hann vildi at landi leggja.

 

36 Kongurin vildi at landi leggja,

sóu tað mangir menn,

Hemingur spælir á sundi út

í hvørji veglund enn.

 

37 Hvørki sá hann himmal ei jørð,

tá hann kom av sundi,

bóru hann inn í eina borg,

sum sterkir stólpar undir.

 

38 Hemingur spælir á sundi út

snimma á einum morgni,

hilmir komst á høga fjall,

eitur í Smalsarhorni.

 

39 Kongurin situr í hásæti,

leikar við sínar  ørvur:

“Enn skal eg boð eftir Geyta gera,

ongum garpa øðrum.”

 

40 Geyti gekk í hallina inn,

kastar pung á borð,

kongurin sat í hásæti

og talaði ikki eitt orð.

 

41 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

tað sigi eg tær fyrst,

at tað er Niklas, mágur mín,

hann trýr væl á Krist.

 

42 Tað er Niklas, mágur mín,

væl trýr á Krist,

hann vil teg á sundi spreingja,

hartil hevur hann lyst.”

 

43 Lótu seg úr øllum klæðum,

góvu ei í geyma,

so fóru teir á sundið út

at leika í stríðar streymar.

 

44 Lótu seg úr øllum klæðum,

frá man frættast víða,

so fóru teir á sundið út

at leika í streymar stríðar.

 

45 Lótu seg úr øllum klæðum,

tveir við ongar bátar,

konurnar og kvendini

tey tóku so sárt at gráta.

 

46 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

deyðan førdi kongins mág

aftur í grøna lund.

 

47 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

deyðan førdi hann kongins mág

aftur í grøna líð.

 

48 Kongurin situr í hásæti,

leikar við sínar  ørvur:

“Enn skal eg boð eftir Geyta gera,

ongum garpa øðrum.”

 

49 Geyti gekk í hallina inn,

kastar knív á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

50 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

hvat eg sigi tær,

tú skalt skjóta valnøtur

av høvdi bróður at tær.

 

51 Tú skalt skjóta valnøtur

av høvdi bróður at tær,

so skulu tit í skógnum standa,

hvørgin annan sær.”

 

52 “Hoyr tað, reystur Haraldur kongur,

tað sigi eg tær her,

tú skalt teg á skógvin burt,

at vita hvussu leikurin fer.”

 

53 Geyti legði ørv á strong,

Gud var honum við,

so skeyt hann tá lítlu nøtu,

hin stóð eftir í frið.

 

54 Geyti legði ørv á strong,

Gud var honum holl,

so skeyt hann tær nøtur tvær,

ikki rørdist koll.

 

55 Kongurin situr í hásæti,

leikar við sínar  ørvur:

“Enn skal eg boð eftir Geyta gera,

ongum garpa øðrum.”

 

56 Geyti gekk í hallina inn,

Hemingur æt hann har,

snarliga snúðist hann sekur úr sæti,

hann var bæði fimur og snar.

 

57 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

hvat eg sigi tær,

hví hevði tú tær ørvur tvær

í gjár á skóg við tær?”

 

58 “Tí hevði eg tær ørvur tvær

í gjár á skóg við mær,

hevði eg dripið bróður mín,

aðra hevði eg ætlað tær.”

 

59 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

lat tær tað bifalla,

nú skalt tú renna fjallið tað,

Hornið háa kallað!

 

60 Nú skalt tú renna for fjallið tað,

eitur Hornið háa,

har hevur eingin aftur komið,

har hava skeiðir vágað.

 

61 Fimtan favnar er fjallið breitt,

tretivu er tað hátt,

har hevur eingin aftur komið,

har hava skeiðir vágt.”

 

62 “Hoyr tað, reystur Haraldur kongur,

tað sigi eg tær her,

í morgin skalt tú á bergskorar,

at vita hvøssu leikur fer.”

 

63 Tað var í tann fyrsta svøvn,

riddarin Geyti fekk,

tað var signaður Ólavur kongur

honum í dreymar gekk.

 

64 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

tað tali eg til tín,

drep hann ikki Harald kong,

tí hann er bróðir mín.”

 

65 Tað var í tann fyrsta svøvn,

Haraldur kongur fekk,

tað var signaður Ólavur kongur

honum í dreymar gekk.

 

66 “Hoyr tú, Haraldur, bróðir mín,

tak tú teg væl vara,

leysa hav tú skikkjuna

í morgin yvir tær!”

 

67 Geyti rendi for fjallið tað,

kallaðist Hornið háa,

so treiv hann kongins skikkju,

hans lív tað stóð í váða.

 

68 Geyti rendi for fjallið tað,

tað var mest av neyð,

hann kom niður í bergskorar,

í ein kyrtil reyð.

 

69 Har kom signaður Ólavur kongur,

Gud mundi hann har til kalla,

hann bar Geyta úr bergskorum

fram á grønan valla.

 

70 Sællur er hann í verðini,

sum trýr so væl pá Krist,

hann komst niður í Onglandi,

har tugdi hann vetravist.

 

 
Galta táttur

 

TSB E 14

 

71 Tostan jall til Noregis fór

at kæra sína neyð:

“Mín bróðir hevur undir seg tikið

allan Onglands eyð.”

 

72 Tostan jall til Noregis fór

at kæra sína lund:

“Mín bróðir hevur undir seg tikið

alla Onglands grund.

 

73 Helvtina av ríkinum,

hálvt mítt bróðurveldi,

skalt tú, frægur *fylkis, hava,

fara vilt tú tá heldur.”

 

74 Vundu upp síni silkisegl,

út í havið løgdu,

funnu upp á Galta íslandsfara,

so kvikan í mongum brøgdum.

 

75 “Hoyr tað tú hin lítli maður,

situr í báti niðri,

veitst tú nakað fyrilit

at siga frá várum ferðum?”

 

76 Galti so til orða tók,

tungu bar so snjalla:

“Siglir tú til Onglanda,

tað man *lukkast valla.

 

77 Eg sá standa fyrsta træ,

glógvaði tað sum gull,

tey sortnaði hvørt av øðrum tá,

vit vóru av ótta full.

 

78 Eg sá standa annað træ,

tað var enn nú meiri,

harra, tað er fyri sjálvum tær

og øðrum dreingjum fleiri.

 

79 Eikina sá eg standa í sjó,

glógva sum gullið bjarta,

sortnaði hvørt av øðrum tá,

ið seinastu vóru tær svartar.

 

80 Eg sá flúgva álkur sjey,

brent var av teim fiðri,

framman vóru sum svørð at sjá,

tær møttust har á mýri.

 

81 Eg sá flúgva álkur sjey.

rann teim blóð til veingir,

harra, tað er fyri sjálvum tær,

tú missir lív og dreingir.

 

82 Ljósini sá eg í lofti brenna

við so fagran skara,

harra, tað eru sálir tygra,

tær munnu til himla fara.”

 

83 Tá svaraði Haraldur kongur,

vá við eggjatein:

“Tit skulu ikki lata Galta

livandi sleppa heim.”

 

84 Galti helt á vágina inn,

sum hann hevði verið fyrr:

“Kongurin, skunda fram tína ferð,

tú missir lív og lið!”

 

85 Galti helt á vágina inn,

sum hevði verið leingi:

“Kongurin, skunda fram tína ferð,

tú missir lív og dreingir!”

 

86 Vundu teir upp síni silkisegi,

gull við vovin rand,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

87 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

88 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

89 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

og hann sjálvur Tostan jall

undir hans høgru hand.

 

90 Og hann sjálvur Tostan jall

undir hans høgru hand,

teir slógu síni landtjøldur

skamt frá sjóvarstrand.

 

91 “Gakk á tal við bróður tín,

ríkið aftur at fáa,

allar hálvar landkostir,

at vera høvdingar báðir!

 

92 Gakk á tal við bróður tín,

ríkið aftur at leggja,

allar hálvar landkostir,

at vera høvdingar tveggja!

 

93 Gakk á tal við bróður tín,

sællur teim gott skal nýta,

sig: “Haraldur kongur fylgir mær,

hvat skulu vit honum býta?”

 

94 Bjóð honum ikki betri kor,

um enn hann vil tað kjósa,

hava hálvt landið sína tíð,

so lítlan sigur rósa!

 

95 Bjóð honum ikki betri kor,

um enn hann vil tað sanna,

kemur hann heilur av ferðini

út aftur til sína manna!

 

96 Bjóð honum ikki betri kor,

um enn hann vil tað tiggja,

hava hálvt landið sína tíð,

so nógv rúm í at liggja!”

 

97 Liggja teir í landtjøldrum,

drekka tann mjøðin hvíta,

eingin blæs nú vindur í vár,

sum norðmenn kunnu nýta.

 

98 Tí svaraði Haraldur kongur,

heldur á eggjastáli:

“Í hvat mælti riddarin tann,

í gjár fannst tú á máli?”

 

99 “Eg gekk á tal við bróður mín,

ríkið aftur at fáa,

allar hálvar landkostir,

at vera høvdingar báðir.

 

100 Eg gekk á tal við bróður mín,

ríkið aftur at leggja,

allar hálvar landkostir,

at vera høvdingar tveggja.

 

101 Eg gekk á tal við bróður mín,

sællur teim gott skuldi nýta:

“Haraldur kongur fylgdi mær,

hvar skuldu vit honum býta?”

 

102 Eg beyð honum ikki betri kor,

um enn hann vildi tað sanna,

kom hann heilur av ferðini út

aftur til sína *manna.

 

103 Hann læt sær líka tey korini,

hann sjálvur vildi kjósa,

hava hálvt landið sína tíð,

so lítlan sigur rósa.

 

104 Hann læt sær líka tey korini,

hann sjálvur vildi tiggja,

hava hálvt landið sína tíð,

so nógv rúm í at liggja.”

 

105 “Ov seint segði tú mær frá

slíkari góðs mans giftu,

ymsir skuldu vit Onglands kong

frá góðs og lívi fikta.”

 

106 Tað var um ein halgan dag,

sól tók fagurt at skína,

kongin lystir til hallar heim

at síggja landkostir sínar.

 

107 Tað var reystur Tostan jall,

letur so orðum svara:

“Havið vit okkum brynjað lið,

so gott er við frið at fara.”

 

108 Tá svaraði Haraldur kongur:

“Einki man um tað varða,

hvat skal okkum brynjað lið,

vit skulu til skemtan fara?”

 

109 Teir klæddu seg upp við skreyt og skart,

heim til hallir fóru,

søgdu so hinum góða nátt,

teim sum eftir vóru.

 

110 Tá kom út tað fyrsta lið,

glógvar sum gullið bjarta,

teir hopraðu at einum borgararmi

við stál og reystum hjarta.

 

111 Har kom út tað annað lið,

sett við marmor og torg.

“Norðmenn taka staðin inn,

tit verjið Lundiniborg!”

 

112 Tostan fell, og tað var spell,

frá tí rúnar veldi,

kongurin berjist eftir ein,

so sigst, for grimum feldi.

 

113 Tostan fell, og tað var spell,

frá tí gulli reyða,

kongurin berjist eftir ein,

tað sigst so, til hans deyða.

 

114 Ganga teir inn fyri Geyta í loft,

biðja hann dugna sær:

“Gott er at hevna fornar sakir,

deyðan vildi hann tær.”

 

115 Ganga teir inn fyri Geyta í loft,

biðja hann dubba seg:

“Gott er at hevna fornar sakir,

deyðan vildi hann teg.”

 

116 Geyti læt tá dubba seg

konginum ímóti,

stakk so gjøgnum stillis bróst

við sínum valdra spjóti.

 

117 Tað var Geysti Áslaksson,

kongin tók av lívi,

síðan vann hann ongan sigur,

hvar hann stóð í stríði.

 

118 Tað var Geyti Áslaksson,

kongin skilti við anda,

síðan vann hann ongan sigur,

hvar hann beitti branda.

 

119 Tað var Geyti Áslaksson,

kongin flutti til heljar,

so vóru falnir hundrað mans,

eingin kann tjúgu telja.

 

120 Aftur sigla Haralds menn

gjøgnum tann sjógvin salta,

kongurin fell í Onglandi,

út gekk gáta Galta.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

            blíður rennur byrur millum borða.

 

CCF 30 Aa

 

1. Geyta táttur (ør. 1-70)

TSB E 3

 

2. Galta táttur (ør. 71-120)

TSB E 14

 

Handrit: Savnið hjá Hentze. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 18, s. 134.

 

Útgávur:

 

1. Eivind Weyhe: “Hentzasavn – kvæðasavn Jóannesar í Króki frá 1819”, Fróðskapur 2011.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 626.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 122.

 

Heimild: Johannes Klemmensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.

 

 

 

E 3 Hemingur og Haraldur kongur (Man forced into contest by the king defeats him)

Haraldur kongur spyr, um nakar er hansara líki. Ein av monnunum nevnir son Áslak, Heming. Haraldur fer til Áslaks hús at royna Heming. Teir kappsvimja, og Haraldur tapir. Síðani fær hann Heming at skjóta eina nøt niður av høvdinum á beiggjanum. Hemingur fremur setningin, men umframt hevur hann tveir pílar. Tá ið kongur spyr hann, sigur hann, at hesar hevði hann nýtt til kong, hevði hann dripið bróður sín. Síðani gevur Haraldur honum boð um at aka á skíð oman eftir einum brøttum fjalli. Hetta ger hann eisini og sleppur sín veg.

á føroyskum: CCF 30 A: 1, B ør.1-54, C ør.59-70, D ør.1-76, E: I (eisini á norskum)

E 14 Galta táttur (King Harald trapped in banquet hall and killed by antagonist)

Tosti, jallur, biður Harald kong í Noregi hjálpa sær ímóti bróður sínum, sum hevur kúgað alt Ongland. Galti, ið sær fram, verður spurdur um, hvussu fer at gangast við bardaganum, og hann sigur, at sambært sjónum sínum tykjast Haraldur og menn hansara at fara at láta lív. Haraldur gevur monnum sínum boð um at taka Galta á hondum, men hann sleppur undan.

Haraldur kongur kemur til Onglands. Tosti møtir bróður sínum, og teir sættast. Kongur Onglands skipar fyri veitslu, og hóast Haraldur verður ávaraður, hevur hann ongan at fylgja sær uttan Tosta. Bardagi brestur á, og Tosti verður dripin, men Haraldur berjist manniliga ímóti mannsterkari fígginda.

At enda verða boð send eftir Geyta Áslakssyni. Hann hevur eitt gamalt mál at javna við Harald og drepur hann. Eftir tað vinnur hann ongantíð sigur. Menn Haralds fara aftur til Noregs.

á føroyskum: CCF 30 A: 2, B ør.55-81, C ør.71-87, D ør.77-128, E: II (bert á føroyskum). Seinni táttur av kvæðinum ”Geyti Áslaksson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017