• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tiki-Álvs kvæði

 

Tiki-Álvs kvæði

 

CCF 33 A

TSB E 22

 

1 Eina veit eg rímuna,

er gjørd av høgum monnum,

um hann reysta Tiki-Álv

og Holgir Eyðlands son.

 

Høviskir sveinar, stígið á gólv um tíma,

latið so dynja dans um stund!

Tað er ei leingi, ið meg lystir at ríma.

 

2 Eina veit eg rímuna,

sum væl má ganga í dans,

gjørd um reysta Tiki-Álv

og Holgir av Eyðlands.

 

3 Holgir eigur ein stjúkfaðir

og nevndur Bráðodd sterki,

enn ber hann Holgir

Eyðlands kongamerki.

 

4 Tað stendur í hesum kvæðinum,

enn vil eg siga meir:

Tiki-Álv og Bráðoddur

og vinir so vóru teir.

 

5 Til svaraði Bráðoddur,

hann stendur á hallargólv:

“Tú skalt fara við mínum brøvum

til hann Tiki-Álv!”

 

6 “Tað eg fari við tínum brøvum,

tað er mær síðsta gongd,

enn má eg vekja blóð,

tá ið eg komi á trongd.

 

7 Tað eg fari við tínum brøvum,

tað er strítt ímót,

valda mást tú kempu vita,

sum mær torir at ríða mót.”

 

8 Holgir letur knørin virka,

sum gitið má verða leingi:

“Nú skal fara til Álvins land

at royna raskar dreingir.”

 

9 “Hoyr tað, tú Holgir ungi,

tú akta væl mítt ráð,

tá ið tú kemur til Tiki-Álv,

hav teg við akt sum tá !”

 

10 “Eg kann meg væl fyri reiða,

tóast hann er so led,

vera beráddur í umbúnað

for Tiki-Álvs ónda snet.”

 

11 Holgir tók við brøvunum tá,

sum Bráðoddur hann fekk,

so hevði 'haist' til strandar oman.

sum Holgir ungi gekk.

 

12 Gingu so til strandar oman,

teir høvdu so fagurt ljóð,

glaður var hann Holgir ungi,

tá hann tók knør ímót.

 

13 Vant hann upp síni silkisegl,

gull og við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Álvins land.

 

14 Vant hann upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Álvins vág.

 

15 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Holgir ungi

sínum fótum á land.

 

16 Fyrstur steig hann Holgir ungi

sínum fótum á land,

síðan akslar kápu blá

og gongur niðan frá strand.

 

17 Holgir er tann reiðimaður,

niðan frá strondum ríða,

møtir hann reysta Tiki-Álv,

hann stendur í borgarlið.

 

18 Holgir gekk frá strondum niðan,

tíggju hevði hann við sær,

møtir hann reysta Tiki-Álv,

í borgarliði hann var.

 

19 “Vert vælkomin, Holgir ungi,

higar heim til mín!

“Hvussu livir Bráðoddur,

stjúkfaðir tín?”

 

20 “Væl livir Bráðoddur,

stjúkfaðir mín,

eg eri komin við brøvum hans

higar heim til tín.”

 

21 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høga hallina inn.

 

22 Og so búnir ganga teir

í hallina høgu inn,

sum Tiki-Álv á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

23 Spretti hann bræv frá bringu á sær

Tiki-Álv hann fekk,

tað var mær á sonnum sagt.

hann miðjan kálvan gekk.

 

24 Spretti hann bræv frá bringu á sær

hevði 'tea løster' full,

bjarta brúður á beinki sat

og leikti við reyðargull.

 

25 Tiki-Álv tók við brøvunum,

og hart hann á tað koyrdi,

so las hann tað raðið út,

sum Holgir ungi hoyrdi.

 

26 Tiki-Álv tók við brøvunum,

reystliga at lesa,

biður so Holgir hoyra nú,

hvat ljóða má í hesum.

 

27 “Tað stendur í hesum brøvunum”,

sum sigist í hesum kvæði:

“Tú skalt mína dóttur festa,

mær tykir at vera raðið.”

 

28 Til svaraði Holgir ungi,

hann stendur á hallargólv:

“Eg havi ikki tína dóttur,

hoyr tað, tú Tiki-Álv!”

 

29 “Eg bjóði tær mína dóttur,

væl má tað av ganga,

antin skalt tú ekta hana

ella í gálgan hanga.”

 

30 Til svaraði Holgir ungi,

á hallargólvi stóð:

“Áðrenn eg fari í gálgan upp.

skal eg vekja blóð.”

 

31 Tað var reysti Holgir ungi,

tekur so fagurt at renna:

“Áðrenn eg fari í gálgan upp,

til møði skuluð tær kenna.

 

32 Eg havi mann við mína lið,

sí, Skemmri er hans navn,

hann kann mangan reystan riddar

skilja við gleði og gagn.

 

33 Eg havi meir enn ein ella tveir,

gitið er av tí verki,

Skemmri og snarpi Nornagestur,

Sjúrður og Holgir sterki.

 

34 Eg havi meir enn ein ella tvá,

eri meir enn sjálvur triði:

Skemmri og snarpi Nornagestur,

Sjúrður hann fylgir við.”

 

35 Fóru teir á leikvøllin,

ei var mjúkt at fatta,

Álvur hevði fimm hundrað

og Holgir sjálvur sætti.

 

36 Fyrstur reið hann Holgir ungi,

so reið Skemmri víða,

Holgir feldi fimm hundrað

niður fyri aðrari síðu.

 

37 Holgir hann reið tá fyri,

og Skemmri mundi eftir ríða,

Skemmri feldi annaðslíkt

niður fyri aðrari síðu.

 

38 Tiki-Álvur stendur á høgalofti,

sær hann út so víða:

“Tit skulu ikki, kempur tvær,

longur á stundum bíða.”

 

39 Tiki-Álvur tók sín hest við sporar,

tá var einki at baga,

ætlaði at høgga Holgir unga,

meinti at gera honum skaða.

 

40 Har kom gangandi Nornagestur,

sum gitið má vera ofta,

hann tók reysta Tiki-Álv

og hevði hann leysan á loft.

 

41 Svaraði snarpi Nornagestur,

hann mælir títt og hart:

“Vilt tú ikki av trúnni

 ganga,

so skalt tú doyggja snart.”

 

42 Hartil svarar Tiki-Álvur,

hann tekur síni orð at venda:

“Eg vil binda frið og ró

allar ævir til enda.”

 

43 “Hoyr tú, frægur ungi,

statt nú væl við meingi,

nú skal halda frið um stund

bæði gott og leingi!”

 

44 Svaraði frægur Tiki-Álvur(!),

góðgitin mundi hann vera:

“Nú skal sleppa Tiki-Álvi(!)

aftur í ríki at regera.

 

45 Tú skalt av tínum ríki skatta

fyri títt unga lív

hundrað tunnur av reyðargulli

og so tað væna vív.”

 

46 Hundrað tunnur av reyðargulli

skattaði hann Tiki-Álv,

fyri sítt lív loysa vildi,

og øðrumegin tólv.

 

47 Hundrað tunnur skattaði Tiki‑Álv,

síðan skundar síni ferð

at tí stóru útreiðini,

sum har var løgd í gerð.

 

48 Og so skattaði hann Tiki‑Álvur,

sum har gingu søgur frá,

síðan gár til strandar oman

ímót teirri bylgju blá.

 

49 Holgir skundaði sínari ferð,

at strondini læt hann stá,

alt so mikið av reyðargull

sømdi hann har at ráða.

 

50 Holgir skundaði sínari ferð,

at strondini læt hann standa,

síðan fór við gull og frakt

út av Álvins landi.

 

51 Holgir heldur í havið út,

alt hvat sum hann má,

Álvin klæðir sínar menn

við skjøldur og brynju blá.

 

52 Holgir setir sínar menn

bæði við váð og runda,

Álvin [tonkti] tá í sítt sinni

tað versta, sum hann kundi.

 

53 Fimtan valdi hann herskipini,

tá var ikki at eira,

trekti so á sjógvin út

eftir Holgir at koyra.

 

54 Fimtan valdi hann herskipini,

um tað vóru ikki meira,

hildu so í havið út

eftir Holgir at koyra.

 

55 Fimtan letur hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við skjøldur og brynju blá.

 

56 Fimtan letur hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annaðsllíkt skal eftir koma

upp undan tí loynitanga.

 

57 Vant hann upp síni silkisegl,

tá galt um at sigla

fóru so fram við rúnarverki,

hvør sum mest kann gykla.

 

58 Sterkar setir hann illgerðir

út í havið at senda,

roynir at ráma Holgirs skip,

so tað skal aftur venda.

 

59 Bylgjan breyt, og aldan treyt,

sjógvar brutu á baki,

Skemri við so miklari ferð

*vísir seg dreingja maki.*

 

60 Svaraði snarpi Nornagestur,

heldur á bjørtum brandi:

“Hvat er hetta fyri hestarið,

eftir havinum ganga?”

 

61 “Hetta eru eingi hestarið,

ei heldur er hetta ross,

hetta eru ramar illgerðir,

sum Álvin sendir oss.

 

62 Hetta eru tær illgerðir,

sum undan seg má senda,

so kemur sjálvur Tiki-Álv

við sterkum vákn í hendi.”

 

63 Holgir liggur á víðum havi

við avdrignari skeið,

tretivu sær hann herskipini

á tí ringari leið.

 

64 Tretivu sær hann herskipini

eftir havinum koma,

Álvin hann stýrir øllum teim

við rúnarverki reina.

 

65 Svaraði snarpi Nornagestur

av so illum bræði:

“Fúsur vart tú, Holgir,

at sleppa hann aftur í ræði.”

 

66 Aftur svaraði Holgir

av so miklum ræði:

“Hann skal ongar sømdir vinna,

má eg standa í bræði.”

 

67 Álvin nærkaðist Holgirs skipi

av so miklum skreyt,

rúnir sterkar fyri læt

av tí stóru treyt.

 

68 “Hoyr tað, tú Holgir ungi,

tað tali eg til tín,

tí komi eg við skip og frakt

at hevna skaðan mín.”

 

69 “Hví komst tú við illgerðir

strektar út í hav at senda?

Latið nú okkara verkið royna

við sterkum boga spentum!”

 

70 Holgir gongur eftir bunkanum,

ger tað versta hann kundi,

Skemri stendur við róðrið tá,

gerst av miklum undri.

 

71 “Nú skal taka tey hyggjuráð,

vitum. 'oug' tá at lætta,

hvat ið vit halda at um stund,

skulu vit betur rætta.”

 

72 Holgir sprakk for borðið út

við svørði og hjálmi í hendi,

hann kom upp í *læaborð,

deyðan Álvin tá rendi.

 

73 Nornagestur sprakk for borðið út

við váknum seg í hond,

hann kom upp í *læaborð,

mongum gav hann nógv.

 

74 So bardust tær kempur tvær

við svørð og hjálmi reyða,

einki gól eftir á Álvins skipi,

øllum vá teir at deyða.

 

75 Tá kom Skemri á skipið upp.

kappin var tann fríði:

“Nú skal seta illgerðir

á øll hans skipini dýru.”

 

76 Skemri tekur at blása hart,

tað flyksaði tog og tagl,

glaðan stóð í himmal hátt,

ei var mjúkt á fjall.

 

77 Glaðan stóð í himmalin upp.

so mundi teim tykkja,

tað vóru øll Álvins skip,

tey gingu í hundrað stykki.

 

78 Summi drivu í havið út,

og summi slitu upp landið,

brotna tóku teir breiðu knørir.

so gjørdist sjógv at grandi.

 

79 Holgir stýrir sínum skipum

líka fort til lands,

Álvins knørir til landa drivu,

brotnaðu í ein krans.

 

80 Tað fell mangur deyður niður,

niður á Álvins vág,

ei var blítt at síggja ímót,

tá Holgir kom aftur á.

 

81 Fullu teir í havið niður,

løgdu seg til at svimja,

Holgir tekur fyri hendi sær,

hvat sum var at finna.

 

82 Holgir ungi og hansara menn

ganga við sjóvarstrand,

berja deyðar Álvins menn,

hvørt sum kemur á land.

 

83 Eingin har á landið náddi,

sum teir vóru frá,

allir doyðu við sjóvarstrand,

teir lendu ikki har uppá.

 

84 Holgir gongur á Álvins landi,

hevur tað ódnarmál,

skal fara til hallar heim

at drekka mjøð úr skál.

 

85 Allir sótu Holgirs menn,

drukku tann brúna mjøð,

høvdu tað snakk um Álvins menn

í alla teirra døgum.

 

86 “Hoyr tú, Skemri, frændi mín,

vilt tú vera mín besti,

tak tær væna Álvins dóttur,

og lat tær hana festa!”

 

87 Svaraði frægur Skemri,

hann kerdi seg lítið eftir:

“llt er slagið, av Álvi sprottíð,

so er slag og slekt.

 

88 Hoyr tað, tú Holgir ungi,

eg geri tað nú at loyna,

fylgið mær í tað høga loft,

sum væl má inni skína!”

 

89 Skemri kemur í salin upp,

hann biður tá øllum frið:

“Hoyr tú, væna Álvins dóttir,

eg komi teg nú at biðja!”

 

90 Leingi tagdi Álvins dóttir,

einki tordi at svara.

“Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

væl mást tú hann hava.”

 

91 Tað var frúgvin Adalus,

hon rekkir hond yvir borð,

lystiligt var at lýða á

teirra festnarorð.

 

92 Skemri hann rekkir henni

hondina tá fram,

lystiligt var at lýða

pá teirra festnarbond.

 

93 Skemri tekur Adalus

sjálvum sær til festi,

snarliga læt til brúdleyps ætla

og læt ikki longur fresta.

 

94 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

95 Lótu tá til brúdleyps ætla,

har var eiti at tvørra,

átjan borgum boðið varð,

og tólv hundrað á hvørji.

 

96 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

hann Skemri og hans vív.

 

97 Gingu so bæði í eina song,

Skemri og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

98 Skemri hevur jumfrú fest,

sum sigist í hesum tátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Tiki‑Álvur átti.

 

99 Holgir fór til Eyðland aftur

við hundrað tunnur gull,

Sjúrður var tann hægsti maður,

og honum gekk *virðin full.

 

100 Skemri ráddi fyri Álvins landi

og hevði tað kongaveldi,

hann vildi vera adil og prúð

so tær ævir og aldur.

 

Høviskir sveinar, stígið á gólv um tíma,

latið so dynja dans um stund!

Tað er ei leingi, ið meg lystir at ríma.

 

CCF 33 A

TSB E 22

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, no. 64, s. 260.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 13

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 8

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík.

 

E 22 Tiki-Álvs kvæði (Attempt to force man into unwanted marriage leads to fight)

Stjúkfaðirin sendir Holgir til Tiki-Álv við brævi, har ið skrivað stendur, at Holgir skal giftast dóttur Tiki-Álvs. Holgir hevur seg undan, og í bardaganum, sum stendst av hesum, drepur hann meginpartin av monnum Álvs.

Álvur noyðist at rinda stórt loysigjald, skal hann liva, og Holgir fer.

Álvur jagstrar hann við skipum at hevna seg. Bæði Álvur og Holgir nýta gand í bardaganum, og Álvur verður vegin við øllum monnum sínum.

Holgir kemur aftur og gevur einum av vinum sínum land Álvs og dóttur hansara.

á føroyskum: CCF 33 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017