• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur Aðalsson

 

CCF 36 A

TSB E 86

 

1 Nú skal stilla stavargrein,

ei skal niður falla,

um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakong at kalla.

 

Har var leikur, og har var troðið,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútland og Rípur.

 

2 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav skósvein hans,

so fáir finnast slíkir.

 

3 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav skósvein hans,

royndur í avreksverki.

 

4 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav skósvein hans,

so frægur í *Rúm at ganga.

 

5 Ásmundur ríður út árla morgun,

av øllum ber hann sigur,

Ingibjørg stendur í glasgluggum,

sær hon út so víða.

 

6 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon talar til móður sín:

“Ásmund hevði eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín.”

 

7 Hon hevði upp sína høgru hond,

hon gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

8 “Sjúrður fótur er frægari kappi,

honum skal eg teg gifta,

Ásmundur skal teg ikki njóta,

so skulum vit teg skifta.”

 

9 Sjúrður fótur moynna bað,

hann hana síðar fekk,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var henni tekk.

 

10 Sjúrður slaktar neyt og seyð,

nógv hevði hann til bestar,

snarliga letur til brúdleyps bjóða,

skal ikki longur fresta.

 

11 Øllum letur hann Sjúrður fótur

í sítt brúdleyp bjóða,

uttan Ásmundi Aðalssyni,

væl kann randir rjóða.

 

12 Uttan Ásmundi Aðalssyni,

væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,

vil mær eingin bjóða.”

 

13 Svaraði Ólavur skósvein hans:

“Ei er búgvið við frið,

Hvat skulum vit við skipum fara

ella við hestalið?”

 

14 Svaraði Ásmundur Aðalsson:

“Eg sigi tær satt tarav,

snarliga bera os gammar tveir

yvir tað salta hav.”

 

15 Út varð loystur gammurin

undir hallarvegg,

hann hevði etið eitt oksaverði,

tá ið hann kom úr høll.

 

16 Gammurin rendi í loftið upp,

vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

17 Gammurin rendi í loftið upp

við sínar stinnu streingir,

hann kom niður á Ríkaland,

hann flutti raskar dreingir.

 

18 “Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst

eftir mínum ráðum,

eg skal standa úti um stund

til givnar eru gávur.

 

19 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

prýði manst tú njóta,

tak tú av tín jútska hatt,

fyri báðum kongum lúta!”

 

20 Ólavur gekk í hallina inn,

prýði mundi njóta,

hvørgum vildi hann høvdinginum

bukka ella lúta.

 

21 Sjúrður situr í hásæti,

væl er dreingja maki:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

og bjóð honum sess og sæti!”

 

22 Sjúrður talar til skeinkisvein

alt fyri uttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

og bið hann sita og drekka!”

 

23 Skeinkjarin gjørdi, sum kongur bað,

tað fór eftir vón,

hesin stendur stoltsriddarin,

einki svarar honum.

 

24 Har kom inn ein annar maður,

hann var av øllum meiri,

konginum tókti lítlan táttur:

koma slíkir fleiri?

 

25 Garpar tveir á gólvi standa,

javnir vóru báðir,

brosti tá tann gamli kallur,

sum ytstur sat í ráði.

 

26 Kápa hans er long og síð,

sett við rósur víða,

hann læt sær ein jútskan hatt

yvir sítt andlit fríða.

 

27 Ásmundur gekk í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan frúgvin Ingibjørg,

reyðargull bar á hendi.

 

28 Uttan frúgvin Ingibjørg,

reyðargull bar á hendi,

svørji tann ei á mína trúgv,

hon eyguni at honum rendi.

 

29 Sjúrður talar til skeinkisvein

alt fyri uttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

tú bið hann sita og drekka.”

 

30 Skeinkjarin gjørdi, sum kongur bað,

tað fór eftir vón,

hesin stendur stoltsriddarin,

einki ansar hann honum.

 

31 “Hoyr tú tað nú, Ólavur,

tú skalt durum goyma,

eg skal sæta brúðrini,

vær skulum í leikum royna.”

 

32 Ólavur tók tann duravaktar

við trega og tunga neyð,

hann varpar hann so á hallargólv,

tá brotnaðu rivini sjey.

 

33 Kongurin talar til skeinkisvein

alt fyri uttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

tú bið hann sita og drekka!”

 

34 Skeinkjarin gjørdi, sum kongur bað,

tað fór eftir vón,

hesin stendur stoltsriddarin,

einki ansar hann honum.

 

35 Hondin kom undan skikkju fram,

hvít var hon sum flúur,

undraðust allir innan hallar,

hvar dreingir vóru komnir til.

 

36 Kápumaður við horni tók,

hann drekkur úr av øllum,

sløkkja ljós og tendra títt,

tá var myrkt í høllum.

 

37 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon skín sum gullið bjarta,

maðurin kastar kurteis klæði,

vil ikki longur skarta.

 

38 Maðurin kastar kurteis klæði,

vil ikki longur skarta,

skundar sær so at borðinum,

hann tók ta brúður bjarta.

 

39 Ásmundur tók ta bjørtu brúður

undir kápan blá,

skundar sær so av durunum,

teir gingu av borgum báðir.

 

40 Ásmundur tók ta bjørtu brúður,

fór ikki við tí hátt,

skundar sær so av durunum,

teir gingu av borgum brátt.

 

41 Settust tey á gammin upp,

fagurt var tað lið,

Ásmundur og Ólavur,

junfrú var tann triðja.

 

42 Gammurin rendi í loftið upp,

vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

43 Gammurin rendi í loftið upp

við sínar stinnu streingir,

hann kom niður á Húnaland,

gitið man verða leingi.

 

44 “Hoyr tað, Ásmundur Aðalsson,

vil eg tað boð lova,

hví munu tær ikki eina nátt

hjá Ingibjørgu sova?”

 

45 Svaraði Ásmundur Aðalsson:

“Eg man ráða mest,

tað verður ikki, meðan eg livi,

eg unni tað, annar hevur fest.”

 

46 “Hoyr tað, Ásmundur Aðalsson,

vil eg tað boð lova,

lova mær nú eina nátt

hjá Ingibjørg at sova!”

 

47 Svaraði Ásmundur Aðalsson,

hann er nýtur drongur:

“Søk tær junfrú, hvar tú kanst,

hjá henni svevur tú onga!”

 

48 “Títt man roysni gitið vera

vítt um verðina alla,

nú man vera, hvat Ólavur sigur,

nú tekur mót títt at falla.”

 

49 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav honum høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

50 Ólavur rýmdi av garði burtur,

tung mundi sorgin falla.

“Verði tann kargur herjansson,

teg skal aftur kalla!

 

51 Eg havi klætt og føtt teg væl

bæði við skrúð og skreyt,

hoyr tú tað nú, Ólavur,

burtur av míni breyt!

 

52 Eg havi klætt og føtt teg væl

bæði við skrúð og lín,

hoyr tú tað nú, Ólavur,

burtur av borgum mín!”

 

53 Ólavur rýmdi av garði burtur,

so er greint fyri mær,

hann var ikki longur frá Ásmundi

enn eina nátt ella tvær.

 

54 Ólavur kemur inn árla morgun,

fellur upp á síni knæ:

“Fyrigev mær, harri mín,

hvat dirvi eg hevði mót tær!”

 

55 Ljós varð borið í hallina inn,

lýsti fyri teim øllum,

burtur vóru komnir menn,

og horvin var brúður av pøllum.

 

56 Ljós varð borið í hallina inn

og lýsti í hvørs mans sæti,

burtur vóru komnir menn,

og horvin var bráður hin mæta.

 

57 Teir leitaðu úti, teir leitaðu inni,

bæði á sjógv og sandi,

tað var ilt at finna ta brúður,

burt var flutt av landi.

 

58 Tí svaraði Sjúrður fótur:

“Nú skal ikki longur fresta,

antin skal teir á gálga heingja

ella slíta millum hestar.”

 

59 Til svaraði gamli kall,

sum hevði tagað leingi:

“Sveinar, gevið kalli ljóð,

hann man kenna dreingir!

 

60 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, skósvein hans,

so fáar finnur tú slíkar.

 

61 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur í avreksverki.”

 

62 Tí svaraði Sjúrður fótur:

“Ilt er meg at arga,

synd tykir mær at høgga teg sundur

og kasta teg út for vargar.”

 

63 Svaraði tá hin gamli kall:

“Ikki er Ásmund at lasta,

sjáldan hevur hann havt tann sið,

tann fátæka út at kasta.”

 

64 Tí svaraði gamli kall,

ryður í brósti rennur:

“Áðrenn tú teir á gálga hevur,

tá sveittast tær um enni.

 

65 Tú tarvt ikki, Sjúrður fótur,

kurteisi lata hoyra,

áðrenn tá ert á Húnalandi,

tú manst teg av øllum royna.

 

66 Tú hoyrir so miklan fyrigang,

við harpur og við gný,

áðrenn tú ert á Húnalandi,

tú rósar einki av tí.”

 

67 Tí svaraði Sjúrður fótur:

“Meg man rætt um minna,

hvør vil vera mín leiðsakari

tann Húnakong at finna?”

 

68 Rani kemur úr fjalli oman

við sínar bustir stinnar:

“Eg vil vera tín leiðsakari

tann Húnakong at finna.”

 

69 Rani kemur úr fjalli oman,

buksur niður til kníggja:

“Eg vil vera tín leiðsakari

tann Húnakong at síggja.”

 

70 Ryggur hans er ógvuligur,

leggirnar hevur hann langar,

so er hansara kjálkabein

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

71 Skeggið er sum sótið svart,

ringlar í gullbjøllum,

brýrnar eru sum hamrar tveir,

uppi standa í fjøllum.

 

72 Skeggið er sum sótið svart,

loðar niður á bringu,

neglinar eru sum bukkakløur,

tonn sum í villini gelti.

 

73 Eyguni eru sum tjarnir tvær,

ennið er so fatt,

nasarnar eru sum neystadyr,

hartil sigi eg satt.

 

74 Teir sigldu upp undir Húnaland

eina morguntíð,

tað var sum í bál at líta,

tá skeiðir dynja í.

 

75 Teir sigldu upp undir Húnaland

eina morgunstund,

tað var sum í bál at líta,

tað dynur á skeiðarfund.

 

76 Borgir sóu teir undan koma,

á pílarum standa,

tornið stóð fyri hvørs mans durum,

dreingjum eykar vanda.

 

77 Ólavur kemur inn árla morgun,

tað man ongan vara:

“Eg sær so miklan skipaskara

higar at landi fara.”

 

78 “Sært tú miklan skipaskara

higar at landi fara,

tað man vera Sjúrður fótur

at hitta brúður vár.

 

79 Ólavur, gakk til strandar oman

eftir fornum vanda,

verður tær nakað meinboðið,

eg skal ikki langt frá standa!”

 

80 Rani kemur á bunkan upp,

buksur niður til kníggja:

“Hvar er nú tann avrekskappi,

eingin torir at síggja?”

 

81 “Her eri eg, Ólavur, lítin smásvein,

her skalt tú meg síggja,

hvørki tær ella tínum monnum,

man eg undan flýggja.

 

82 Her eri eg, Ólavur, lítin smásvein,

her skalt tú meg kenna,

hvørki tær ella tínum monnum

man eg undan renna.”

 

83 Tá var brak í breiða skipi,

Ólavur komst á knæ,

snarliga sær kongurin brá,

so er greint fyri mær.

 

84 “Góði harri, standið kyrrur,”

Ólavur ræður at svara,

“tað mundi vera tann størsta skomm,

eg tók meg ikki í vara.”

 

85 Ásmundur gongur á skipunum,

hann hevur ei fleiri orð,

hann klývur hvønn um tvørar herðar

og kastar út for borð.

 

86 Ásmundur gongur á skipunum,

hann hevur ei hondum hógv,

klývur hvønn um tvørar herðar,

kastar út á sjógv.

 

87 Ásmundur gongur á skipunum,

tað man ongan saka:

“Nú skulu vit eftir Føti leita,

hann úr droyra at taka.”

 

88 Svaraði Ólavur, skósvein hans,

sorgina man hann troyggja:

“Hvat skulu vit eftir Føti leita?

Latið tann trællin doyggja!”

 

89 Svaraði Ásmundur Aðalsson:

“Skipið eigur hann frítt,

løtum vær hann í droyra doyggja,

nógv hevur hann fyri sítt.”

 

90 Ásmundur gongur á skipunum,

ódnir mátti hoyra,

finnur upp á, hvar ið Sjúrður liggur,

flýtur í mannadroyra.

 

91 Ikki hevði hann andan mist,

tungu ber hann so snjalla:

“Gerið tað fyri Gudis sak,

tær førið meg heim til hallar!

 

92 Um eg eigi systur tá,

gitin man vera valla,

gerið tað fyri Gudis sak,

tær førið meg heim til hallar!

 

93 Um eg eigi systur tá,

bæði er væn og vitig,

hon kann allar fuglalistir,

í høgalofti situr.

 

94 Eg havi henni ein sal bygt

við alls umspentum eingjum,

har kann eingin livandi koma

uttan fuglur við veingjum.”

 

95 Gingu teir frá strondum niðan

á tann sama dag,

tá ið teir komu til hallar heim,

tað fell so væl í lag.

 

96 Sjúrður festi Ingibjørg,

so er greint fyri mær,

Ásmundur festi Randarsól,

tann vænasta, í verðini var.

 

97 Drukkið varð teirra brúdleyp,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað úr hvørji.

 

98 Drukkið varð teirra brúdleyp

skjótt og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

99 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Sjúrður og hans vív.

 

100 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Ásmundur og hans vív.

 

101 Drukkið varð teirra brúdleyp,

so er komið til mín,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

CCF 36 A

TSB E 86

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 21, s. 473.

 

Útgávur:

1. V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi, 1. bind, 1891 s. 51.

2. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939, s. 187.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 47

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 95

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017