• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Nornagests ríma

 

CCF 4 A

TSB E 2

 

1 Eitt er frøðið um Nornagest,

- tú tarvt einki  ráð geva í vanda -

tílíkum góðum gekk tað best.

- Hvør tann svein geri so.

 

2 Oksar tólv vóru leiddir á torg,

og so fram á fríðu borg.

 

3 Kongurin aktar at høgga teim,

tílíkum góðum gekk tað við gleim.

 

4 Kongurin hjó so mikið høgg,

eitt bragdarbrá við benjardøgg.

 

5 Allir duttu deyðir niður,

øksin stóð í stokki við.

 

6 Allir lovaðu hilmar høgg,

og blóðið dreiv um benjardøgg.

 

7 Kongurin krevur kallin blítt:

“Hví lovar tú ikki høggið mítt?”

 

8 “Yvrið, harri, var høggið títt,

í forðum sá eg vænari slíkt.”

 

9 “Kanst tú siga frá Sjúrða svein,

hann var seg frægur av fornum ein?”

 

10 “Tað kann eg siga Sjúrða frá,

tílíkan ongan við eygum sá.

 

11 Tá skalv bæði leyv og lundur,

ormin høgg hann í miðjum sundur.

 

12 Høgni var ein heiðursmann,

ljótan av lit so kendi eg hann.

 

13 Høgni var ein heiðursmann,

døkkan av liti kendi eg hann.

 

14 Gunnar var so reystur og ríkur,

fróður og blíður og Grimhild líkur.

 

15 Gamal og gráur og Grimhild líkur,

seint man føðast annar slíkur.

 

16 Riðu teir um díkið heim,

Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.

 

17 Gunnars hestur sprakk um fyrst,

gjørdi so Gunnari góða list.

 

18 Høgna hestur sprakk um tá,

Grani fastur í feni lá.

 

19 Ofta havi eg inn um díkið trott

bæði dag og døkka nátt.

 

20 Allir stóðu úr søðlum teir,

Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.

 

21 Allir toga á dýran hest,

Sjúrður togar á teymar mest.

 

22 “Gestur, ger mær viljan ein,

tú fá mín  góða gangara rein!”

 

23 Riðu so fram at eini á,

eingin kundi til manna sjá.

 

24 Eg tváaði hans bróst og bringugrein,

hans lær og legg og longu bein.

 

25 Góðan gangara gjørdi eg rein,

síðan hevði Sjúrður svein.

 

26 Riðu so fram á Fávnis ból,

har skein gull, sum geisar av sól.

 

27 Eitt var hár í hala á hest,

tað var favn og feti mest.

 

28 Tað var favn og feti sítt

og glógvaði rætt sum silvur hvítt.

 

29 Kongurin gav honum skaft og skeið,

og sjálvur segði hann kalli leið.

 

30 Frakkaland við váknum vítt

tað er longd úr lívið mítt.

 

31 Tað er longd úr lívið mítt,

tí havi í forðum farið vítt.

 

32 Leingi kavaði kurtis mann,

beint á blýggið niður hann fann.

 

33 Kørnar prestur skirdi hann,

tann læt lív, sum ljósið brann.

 

34 Tá ið ljós í lyktu var brent,

            - tú tarvt einki  ráð geva í vanda -

tá var lív og levnað ent.”

            - Hvør tann svein geri so.

 

CCF 4 A

TSB E 2

 

Handrit: Handrit Schrøters av Sjúrðar kvæði, 1818. Ny kgl. Saml.  345, 8vo. Nr. 7, s. 138.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3), 1953, s. 57.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 248.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 100

 

Heimild: Úr Suðuroy. J.H. Schrøter (1771-1851), 1818

 

E 2 Nornagests ríma (King’s test of strength unfavourably compared with deeds of the past)

Kongur drepur tólv oksar í einum svørðshøggi. Øll rósa honum uttan ein gamalur maður, og kongur spyr hann hví. Gamli maðurin sigur seg einaferð hava tænt hjá Sjúrði sveini og sá hann fremja mætari brøgd. Síðani hevði hann ferðast víða um at finna ljósið í lívi sínum, uttan at tað hevði eydnast honum. Kongur sigur honum, at hann finnur tað í Fraklandi. Gamli maðurin fer hagar. Prestar doypa hann, og tá ið lívsljós hansara sloknar, unnist honum endiliga at doyggja.

á føroyskum: CCF 4 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017