• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Baraldur bóndason

 

Baraldur bóndason

 

 

 

 

 

 

CCF 40 Aa

TSB E 77

 

1 Sveinurin legðist í móður fang, 

hon kembdi hans gula hár: 

“Hvør skal nú fyri ríki ráða, 

faðir er fallin frá?

 

Tú avlat títt hovmót!

 

2 Hvør skal nú fyri ríki ráða,

sæli sonur mín?

Elska tær eina bóndadóttur,

so gjørdi faðir tín.”

 

3 “Tað er eingin í hesum landi,

ei í hesum ríki,

eg skal meg til frillu hava,

vera mín festarmoyggj líki.”

 

4 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

tú førir tíni orð so illa,

tað er so mangt eitt góðs mans barn,

sum ikki vil vera tín frilla.”

 

5 “Hoyr tú, mín hin sæla móðir,

eg sigi tær satt ífrá,

eg veit eina moyggj innan Uppsaland,

og hana skal eg fá.”

 

6 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

eyka tær ei tann vanda,

hevur so mangur góðs mans sonur

fyri honum sín anda.”

 

7 Tað var Baraldur bóndason,

hann leyp til gangara reyð:

“Eg skal sova innan Uppsaland,

tó ið tað kostar mín deyð.”

 

8 Tað var Baraldur bóndason,

leyp til gangara grá,

so reið hann innan Uppsaland

síni móður frá.

 

9 Tað var Baraldur bóndason,

hann leiðir sín hest í ong,

hann var komin innan Uppsaland,

fyrr enn alt var fólk í song.

 

10 Tað var Baraldur bóndason,

hann vindur sín fingur í ring:

“Statt upp, junfrú Svanhild,

og lat meg til teg inn! “

 

11 “Eg lovi ongum inn um nátt,

mínar hurðar eru stongdar,

gakk út í mín faðirs garð,

og dvølst har nakað leingi.”

 

12 “Eg fari ei í tín faðirs garð

at dvøljast har so leingi,

so bítskar hevur hann hundarnar,

so spotskar hevur hann dreingir.”

 

13 Tað var junfrú Svanhild,

hon talar til ternu sín:

“Gakk út í mín faðirs garð,

send boð eftir bróður mínum!”

 

14 Tað var Baraldur bóndason,

hann stígur sín fót á gátt:

“Eg svørji við meg og ei við Gud,

her fer eingin út í nátt!”

 

15 Tað var Baraldur bóndason,

hann fór ikki við tí hátt,

hann svav hjá junfrú Svanhild

alla hesa nátt.

 

16 Árla var um morgunin,

ið dagurin var ljós,

tá var Baraldur bóndason

til síni klæði fús.

 

17 Árla var um morgunin,

ið dagurin var ljós,

tá vóru junfrúans sjey brøður

til síni klæði fús.

 

18 Inn kom junfrúins elsti bróðir,

gull bar seg á hand:

“Hvør hevur verið innan Uppsaland

og brotið tað sterka band?”

 

19 Svaraði junfrúins elsti bróðir

í fyrsta orði tá:

“Hvør hevur verið innan Uppsaland

og brotið har lokur frá?”

 

20 Svaraði Baraldur bóndasonur,

gull bar seg á hand:

“Eg havi verið innan Uppsaland

og brotið tað sterka band.

 

21 Eg havi verið innan Uppsaland

og brotið tað sterka band,

eg havi hjá tíni systur sovið

og gjørt tær tað til skamm.”

 

22 “Hevur tú hjá vári systur sovið,

tann fagrasta moyggin ljósa,

harðan skalt tú deyðan tola,

sum nakar vil tær hann kjósa.”

 

23 Tað var Baraldur bóndason,

so snarliga hann sær vendi,

hann gav junfrúans elsta bróður

so ilt eitt sár um lendar.

 

24 Sundur gekk hans góða svørð

ímillum hans tveggja handa,

tað var Baraldur bóndason,

hann leyp til dyrnar at standa.

 

25 Inn kom junfrúns yngsti bróðir,

heldur sær at gaman:

“Sveinurin man nú vera so ræddur,

hann torir ikki aftur koma.”

 

26 Svaraði junfrú Svanhild,

hon tekur at sær tykki:

“Fyrr skulu tær svein í hondum royna,

áðrenn tær hava hann í stykki.”

 

27 Svaraði junfrú Svanhild,

henni rann tár á kinn:

“Hann hevur staðið allan dag

ein mót tykkum fimm.”

 

28 Svaraði junfrú Svanhild,

henni rann tár av eygum:

“Hann hevur staðið allan dag

ein mót tykkum sjey.”

 

29 Aftur kom Baraldur bóndason

bæði av ilsku og reiði,

hann vá junfrúins brøður sjey,

so eingin var eftir meiri.

 

30 Tað var Baraldur bóndason,

turkar sítt blóðiga svørð,

junfrúnna tók hann í sín favn,

so væl var hon tað verð.

 

31 Tað var junfrú Svanhild,

hon kembir sítt gula hár:

“Nú er tíð at ríða,

enntó tað skeddi í gjár.”

 

32 Tað var Baraldur bóndason,

hann setti hana til sín hest,

hann reið við junfrú Svanhild,

alt sum hann kundi best.

 

33 Tað var Baraldur bóndason,

hann heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

34 Tað var Baraldur bóndason,

hann talar orðum svá:

“Móðir, her er moyggin tann,

tú segði eg kundi ei fá!”

 

35 Tað var Baraldur bóndason,

alt varð, sum hann mátti,

hann settist aftur í ríkið tað,

hans sæli faðir átti.

 

CCF 40 Aa

TSB E 77

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. I, No. 13, s. 207.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter s. 82.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 97

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 30

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Chr. Svabo  (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 

E 77 Baraldur bóndason (Young man breaks into girl’s house, kills her brothers and marries her)

Baraldur arvar landið frá pápa sínum. Hóast mamman ávarar hann, fer hann burtur at biðja um eina gentu. Hann brýtur inn í hús gentunnar og er hjá henni um náttina.

Morgunin eftir noyðist hann at berjast við brøður hennara (F: hon hevur sent boð eftir teimum), men hann vinnur á teimum og drepur teir.

Gentan fer við honum til land hansara. cF: Tey giftast.

á føroyskum: CCF 40 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017