• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Drósin á Girtlandi

 

Drósin á Girtlandi

 

CCF 43

TSB E 166

 

1 Drósin dró av Girtlandi,

fell so væl í lag,

grótu dreingir á Girtlandi

nátt sum ljósan dag.

 

Tøkum lætt her í lundum,

leikum várs menn,

latum vera dans, svein falla.

 

2 Kongurin aðra konu fekk,

gjøgnum grøna líð,

kynjað var hon av Sjólondum,

ójøvn vóru vív.

 

3 Kongurin aðra konu fekk,

gjøgnum grøna lund,

kynjað var hon av Sjólondum,

ójøvn vóru sprund.

 

4 Tað er upp á ein halgan dag,

dreingir drekka vín,

Ringur var ungur og óstiltur,

hann kundi ei goyma sín.

 

5 Tað var upp á ein halgan dag,

dreingir drekka bjór,

Ringur sló frúnna Borrakku,

for breiða borði stóð.

 

6 Hansara vánda stjúkmóðir,

henni vaks av tí móð,

hann sló tann hin dýra saks

úr drotningar hond.

 

7 Hann sló tann hin dýra saks

úr drotningar hond,

ætlaði kæru kongins dóttur

skilja við lív og ond.

 

8 Svaraði kongins dýra drotning:

“Tað skal systir gjalda,

reika skal hon í Botnar norður

úr sínum faðirs veldi.

 

9 Reikar tú av Girtlandi

úr tínum faðirs veldi,

kom ikki fyrr til Botnar norður

enn triðja dag at kvøldi!

 

10 Kom ikki fyrr til Botnar norður

enn triðja dag at kvøldi,

síðan alla ævina

tú liv við lítið veldi!”

 

11 “Reikar tú av Girtlandi,

lítla ber tú ró,

fastur tín fótur á borgararmi,

annar úti á sjó!

 

12 Reikar tú av Girtlandi,

lítlan ber tú prís,

fastur tín fótur á borgararmi,

annar úti á ís!

 

13 Hvønn dag tú á borgararmi,

rív har grót og grund,

tá tú kemur í faðir míns song,

tá ver tú eitt fagurt sprund!

 

14 Hvønn dag tú á borgararmi,

rív har tíni bein,

fyrstur síggi teg faðir mín,

hann kemur av skógnum heim!”

 

15 Svaraði svinna Silkieik

bæði av ilsku og bræði:

“Tóast vit hava neyðir skapt,

nú skulu haldast bæði.”

 

16 Svarar svinna Silkieik,

kinn ber hon so balda:

“Tóast vit hava neyðir skapt,

nú skulu bæði haldast.”

 

17 Reikaði hon av Girtlandi

úr sínum faðirs veldi,

kom ikki fyrr í Botnar norður

enn triðja dag at kvøldi.

 

18 Hon kom ikki fyrr í Botnar norður

enn triðja dag at kvøldi,

síðan alla ævina

hon livdi við lítið veldi.

 

19 Hin var eftir á Girtlandi,

lítla bar hon ró,

fastur stóð fótur á borgararmi,

annar yvir á sjó.

 

20 Hin var eftir á Girtlandi,

lítlan bar hon prís,

fastur stóð fótur á borgararmi,

annar úti á ís.

 

21 Hvønn dag hon á borgararmi

reiv har grót og grund,

tá hon kom í kongins song,

tá var hon eitt fagurt sprund.

 

22 Gleiv stóð hon á borgararmi,

reiv har síni bein,

fyrstur sá hana kongurin,

hann kom av skógnum heim.

 

23 “Í ótíð festi eg drotningina,”

kongurin mælir av bræði,

“hon hevur [svikið] Beimalín,

onkarbørnini bæði!

 

24 Í ótíð festi eg drottningina,”

kongurin mælir av stríði,

“hon hevur svikið Beimalín,

onkarbørnini míni!”

 

25 Ei vildi kæra kongins dóttir

liva við sorg og trega,

hvørt eitt trøll í Botnum norður

mátti henni skattir geva.

 

CCF 43

TSB E 166

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 62, s. 642.

 

Útgávur: 

1. Rikard Long: Sandoyarbók II, 1982, s. 193. 

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 108.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 50

 

Heimild: Úr Sandoy. Lauritz Olesen, Læars í Stórhúsi (1779-1871), Dali, 1823.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017