• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnboga ríma

 

CCF 47 A

TSB E 59

 

1 Skopun býr ein menskur mann,

- undir mín saðiltóva ‑

Álvur sterki eitur hann.

Bú mín hers, í dag ríði eg til hóva.

 

2 Álvur hann er váknum verð,

heldur hann ferðina norð um fjørð.

 

3 Fyri situr Finnbogi á Sikilsoyggj,

nú lystir hann at søkja moyggj.

 

4 Finnbogi gár eftir sandi,

sum snekkjan fleyt fyri landi.

 

5 Finnbogi mælti so orðum frítt:

“Álvur, læna mær ferju títt!”

 

6 Løgdu so snekkjuna fram í gjálv,

Finnbogi rør nú eina mót Álvi.

 

7 Sigldi inn mót Tóravág,

síðan setti hann londum frá.

 

8 Sigldi fram við grønari lund,

setti nú beint á Høvdasund.

 

9 Sjógvurin breyt sum boðaslóð,

báran oman fyri róna stóð.

 

10 Náddi ikki um sundið fram,

setti aftur á Skopunar land.

 

11 Finnbogi mælti so orðum brátt:

“Nimman fari eg hiðan í nátt.

 

12 Álvur, læna mær loftið títt

til mín farm og ferju frítt!”

 

13 “Gjarna lovi eg loftið eitt

til tín farm og ferju greitt.”

 

14 Sótu og drukku mjøð av skál,

tá bar teim so mangt til mál.

 

15 Har vildi ikki vera kyrt um kvøld.

ketilin stoyttist niður í eld.

 

16 Nú vildi vera minna rús,

Finnbogi situr í myrka hús.

 

17 “Hvat heldur vilt tú, kempan høg.

kveikja eld ella søkja løg?”

 

18 Ikki kvaðst tann kempan høg

kunnugt vera at søkja løg.

 

19 Finnbogi legst at blása burr,

brenniviður var ikki turrur.

 

20 Munnbílan stendur bak við vegg,

tríggjar spannir fyri sín egg.

 

21 Álvur skreiðir øksi við lær,

Finnbogi hugsar við sjálvum sær.

 

22 Finnbogi hugsar við sjálvum sær:

“Hasa hevur hann ætlað mær.”

 

23 Álvur reiggjaði øksi hátt,

ætlar at brigða øði smátt.

 

24 Hann brá seg undan benjalín,

semjan niður í gólvið søkk.

 

25 Semjan fell í gólvið hálv,

Finnbogi loypur nú aftur á Álv.

 

26 Butaðust teir við nevum hart,

hvørgin gat á orku spart.

 

27 Hann brá hann fram á ringa stinn,

bringan leyt at falla inn.

 

28 Brotnaði riv og bringan hálv,

Finnbogi ræður nú á Álv.

 

29 Finnbogi sprakk yvir jarðarmein,

rykti hann Álv nú fram yvir stein.

 

30 Snarpan seg eftir semju brá,

síðan hjó honum høvur frá.

 

31 Gróv hann hann undir Grikkjulág,

gekk til song og fekk sær náðir.

 

32 Har svav hann, til sól skein bjørt,

líka sum hann hevði einki gjørt.

 

33 Finnbogi gekk at strandi,

skúgvar sína snekkju frá landi.

 

34 Finnbogi inn á snekkjuna steig,

snekkjan upp um naglan neig.

 

35 Sigldi síðan til sundið fram,

hiðan setti hann inn á Sand.

 

36 Í skemmu búgva møðgur tvær,

møðiliga gráta tær.

 

37 Moyggjar mæltu so fyri orð:

“Sást tá Álv í Skopun norð?”

 

38 “Álvur flutti norðan meg,

so var lokið, eg sló hann í hel.”

 

39 Grátið nú bæði konur og kall:

hetta man koma for Hákun jall.

 

40 Allir søgdu, hetta var rætt,

nú er at lúka kongi skatt.

 

41 So sára græt hon Guðrun Skor.

hon lútaði niður fyri skemmuborð.

 

42 “Tú yndisbrúður, ver nú kát!

Eg vil einki hoyra tín grát.”

 

43 Drukku har brúdleyp í dagar tvá.

síðan sigldu londum frá.

 

44 Finnbogi er sum 'høgrir Hoj',

siglir aftur á Sikilsoyggj.

 

45 Hetta frættist norð um fjall,

síðan inn fyri Hákun jall.

 

46 Mangur man jallinum elva sút,

Finnbogi skal til Noregis út.

 

47 Vindur segl nú hátt í rá,

sigldi so inn á Berinar vág.

 

48 Gongur so norð yvir Dorvafjall,

síðan inn fyri Hákun jall.

 

49 Finnbogi mælti so orðum fram:

“Her er skattur av Føroyaland.”

 

50 Jallin mælti so orðum tvist:

“Tú hevur alla veitslu spilt.

 

51 Tí tú hevur vigið í Føroyum ein mann.

Álvur sterki so æt hann.

 

52 Tú skalt ei koma hiðan so tvist.

nú skalt tú berjast við blámann fyrst.

 

53 Higar ið teir fóru borgum frá.

ógvuligur var blámann at sjá.

 

54 Finnbogi blámann í herðar tók,

grúkin niður í steinin sló.

 

55 Finnbogi blámann í herðar tekur,

grúkin niður í steinin rekur.

 

56 Finnbogi talar til jallin so:

“Vunnar eru treytir, tær løgdu á.”

 

57 Finnbogi tekur í jallins hond,

biður um frið til Føroyaland.

 

58 Jallin letur av ivri resta:

“Tú vá Álv í Skopun vestur.

 

59 Morgin skalt tú á Tarvatjørn,

royna sund við hvítubjørn.

 

60 Tá ið tú kemur um sundagarð,

skalt tú ikki hava vákn á tær.”

 

61 Finnbogi hevur ein lítin knív,

seymar hann upp í skjúrtu sín.

 

62 Finnbogi leggur sær klæði frá,

fór á sund í skjúrtu smá.

 

63 Higar ið bjørnin kappan sá,

leysan hon seg úr vatni brá.

 

64 Dýrið fell fyri honum í knæ,

tí tað vildi ei *dýva hann í kav.

 

65 Jallin hann sló dýrið á granar,

dýrið legði seg út og svam.

 

66 Leys brá hon og var væl kunn,

Finnbogi hirðir seg niður til grunn.

 

67 Snarliga seg við grunni brá,

síðan fram, sum bjørnin lá.

 

68 Finnbogi legði seg undir kav,

tók til muddin, hans móðir gav.

 

69 Finnbogi hevur í hondum hógv,

brá hann svá undir bjørnina bógv.

 

70 Leysan seg úr vatni bar,

dývir hann bjørnina so undir kav.

 

71 Helt so saman hold og skinn,

at *benin skuldi bløða inn.

 

72 Dýrið søkk í døkkan sand,

Finnbogi kom sær upp á land.

 

73 Dýrið søkk tá niður til grunn,

Finnbogi leikar nú glaður á sundi.

 

74 Finnbogi sveipar at sær skinn,

síðan gongur fyri jallin inn.

 

75 Finnbogi tekur í jallins hond,

biður um frið til Føroyaland.

 

76 Tá róstu honum allir og jallurin sjálvur:

“Hetta er betri maður enn Álvur.

 

77 Eg gevi frið til Føroya tær

at heinta saman veitslu mær.”

 

78 Finnbogi var so raskur mann.

sigldi við frið til Føroyaland.

 

79 Síðan fór hann um landið alt

at heinta jallinum saman skatt.

 

CCF 47 A

TSB E 59

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos, Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 6, s. 97.

 

Útgávur: 

1. Útvalg, Tórshavn 1986, I, nr. 3.

2. Dimmalætting 1885, nr. 9f.

3. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-1939 s. 42.

4. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 146.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 88

 

Heimild: Úr Vágum: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

 

 

E 59 Finnboga ríma (Man escapes penalty for manslaughter by accomplishing difficult tasks)

Finnbogi úr Føroyum hittir mannin Álv, sum leggur á hann við øks. Finnbogi fær hendur á øksini og drepur Álv við henni. (Frábr. A, B, D-G: Hann hittir kvinnu, sum syrgir deyða Álvs. Finnbogi uggar hana og giftist við henni.)

Hákun jallur í Noregi frættir, at Finnbogi hevur dripið mann, og sendir boð eftir honum. Hann býður Finnboga at berjast ímóti einum riddara og einari hvítabjørn, og hetta eydnast honum væl at fullgera. Frábr.: A, D-F: Jallurin ger hann til skattkrevjara í Føroyum.

á føroyskum: CCF 47 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017