• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fípan fagra

 

CCF 48 A

TSB E 159

 

1 Skalli undir fjalli býr,

garpar til hann ríða,

tað var honum til eydnu lagað,

hann átti dóttur fríða.

 

2 Tað var henni til eydnu lagað,

hon skyldi akur goyma,

sat hon úti árla og síðla,

kundi ikki vánir gloyma.

 

3 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morguntíð,

hon sær skip eftir havi koma,

beint fyri grønari líð.

 

4 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morgunstund,

hon sær skip eftir havi koma,

beint fyri grønari lund.

 

5 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Eirikur

sínum fótum á land.

 

6 Eirikur gongur frá strondum niðan

ein við ongar sveinar,

hann sær frúgv við akur sita,

talar við hana eina.

 

7 Eirikur stendur á teiginum,

sínum orðum byrjar:

“Hví sita tygum so einliga?”

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

8 “Tað var mær til eydnu lagað,

eg skuldi akur goyma,

siti eg úti árla og síðla,

eg kann ikki vánir gloyma.”

 

9 “Eg skal tygum frá akri skilja,

ást og allan vilja,

føra teg so til hallar heim

og teg frá vánum skilja.”

 

10 Legði hann hendur um frúnnar háls,

biður hana sæla sitja:

“Skipið er tætt, tað liggur í ætt,

annar kemur tín at vitja.”

 

11 Eitt kom æl av útnorðri,

trælur og treystir veita,

frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa leita.

 

12 Frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa gá,

hon varð føst við jørðina,

náddi ikki upp at stá.

 

13 Hon varð føst við jørðina,

náddi ikki upp at stá,

gullkambur í hári á henni,

hondin omaná.

 

14 Frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa fýsa,

hon sær skip eftir havi koma,

ælið tók at lýsa.

 

15 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann risin

sínum fótum á land.

 

16 Risin gongur frá strondum niðan.

ein við ongar sveinar,

hann sær frú við akur sita,

talar við hana eina.

 

17 Risin stendur á teiginum,

sínum orðum byrjar:

“Hví sita tygum so einliga?”

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

18 “Tað var mær til eydnu lagað,

eg skuldi akur goyma,

siti eg úti árla og síðla,

kann ikki vánir gloyrna.”

 

19 Risin stendur á teiginum,

ristir skeggið svarta,

Fípan fagra møðig græt,

og bleytt er barnsins hjarta.

 

20 Kjaftur hans er ógvuligur,

nasarnar tær eru langar,

so eru hansara kjálkabein

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

21 Nasarnar eru sum neystadyr,

ennið hevur hann fatt,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

nú sigi eg tær satt.

 

22 Skeggið er sum sótið svart,

flýtur niður á bringu,

neglinar eru sum bukkahorn,

alin fram av fingri.

 

23 Risin stendur á teiginum,

ristir skeggið hvíta:

“Blás tú mær av einum strá!”

So vildi hann fljóðið svíkja.

 

24 Hon blæs honum av einum strá,

meinti, einki skuldi saka,

hon varð leys frá jørðini,

hann mundi hana burtur taka.

 

25 Tekur hann hana á bak sítt upp,

ongum sigur frá,

ber hana so til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

26 Tekur hann hennar gula hár,

fast við súðir bindur,

Fípan fagra møðig græt

og mest av harmi springur.

 

27 Rógva undir Álafossi

heim við átta árar,

so er lítil byrur hans,

at vindur foykir bárur.

 

28 Tekur hann hana á bak sítt upp,

tað man honum ikki bella,

ber hana so í fjallið upp,

tað eitur í Oknarhelli.

 

29 Tekur hann hennara gula hár,

fast við reipum bindur,

Fípan fagra møðig græt

og mest av harmi springur.

 

30 Risin liggur við árni fram

fullur av øskukrási:

“Grát ikki, Fípan, fárlig' fljóð!

Fátt verður tær á vási.”

 

31 Risin fer á skógvar burt

villini djúr at veiða,

kelling vappar vánir fram,

tekur nú bond at greiða.

 

32 Kelling vappar vánir fram,

ger nú fljóðið fegið:

“Verði nú enn, sum *jøtun segði

komin á endadegi!”

 

33 Kelling vappar vánir fram.

tekur nú fljóði at fagna:

“Tríggjar ónskir skal eg tær ynskja,

allar skulu tær gagna.

 

34 Tá ið tú kemur í skógvin fram,

tú sært risan renna,

ónsk tær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna!

 

35 Tá ið tú kemur í trongan skógv,

tá hav væl onnur klæði,

rív upp á teg bjørkuvið,

tað javnt við jørðina drag!”

 

36 Risin kemur av skógvum heim,

saknaðist fljóð av bondum,

hann visti sær eingi sømri ráð,

hann tók sína móður á hondum.

 

37 Tekur hann hennara búk og bein.

kastar á hurðarás:

“Ligg nú har, hvar jøtun segði.

stokt til øskukrás!”

 

38 Risin tekur jarnstongina,

titar títt um stund,

fljóðið varð ikki fegið við,

tað leit seg aftur á fund.

 

39 Tá ið hon kom í skógvin fram.

hon sær risan renna,

ónskti sær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna.

 

40 Drekka mundi hann vatnið,

sløkkja mundi hann bál,

tá ið hann kom at bjørginum,

springa mundi hann tá.

 

41 So ríður frúgvin henda dag

fagrar fløtur og fríðar,

hon sær heim í kongins garð

so mangar riddarar ríða.

 

42 Hon kom har so síðla á degi,

mikil var mannatrongd,

bað hon ein duravaktar

veita sær inngongd.

 

43 Uttarlaga sær sessin tók,

mist hevði gleði og teiti,

bjarta brúður á beinki situr,

spyr, hvat navn hon eitur.

 

44 “Mítt er ikki navnið títt,

tað til navns at leita,

tað er mítt hitt hægsta navn,

Nævurbussa eg eiti.”

 

45 Eirikur kemur av skógnum heim,

sær til merki stór:

“Hvør er her til hallar komin,

síðan eg heiman fór?”

 

46 Svaraði hansara sæla móðir,

silki situr og tvinnar:

“Her er eingin til hallar komin

uttan ein fátæk kvinna.”

 

47 Eirikur talar til sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Leiðið mær frúnna í hallina inn,

nú vil eg hana síggja!”

 

48 Hon reiv av sær bjørkuvið

umframt onnur klæði,

silkiserk og skarlak reyð

tað javnt við jørðina dregur.

 

49 Frúgvin varð leidd í hallina inn,

tá lýsa tók á enni,

allar tær, ið inni vóru,

bliknaðu tá fyri henni.

 

50 Frúgvin gongur at borðinum,

tekur í dúkin dýra,

seymar skjótt og skundiliga,

kundi væl nál at stýra.

 

51 “Lyfti havi eg lovað,

tað skal eg væl enda,

hesa frú at festa mær,

men hina aftur senda.”

 

52 Frúgvin varð sett millum moyar,

Eirikur millum dreingir,

eg kann ikki kvøða tað,

ið yrkt er ikki longur.

 

CCF 48 A

TSB E 159

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [5].

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I. bind, s. 27.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 163.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 129.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), úr Hvalba, um 1820. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017