• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fjallbøndurnir

 

Fjallbøndurnir

 

CCF 49

TSB E 91

 

1 Ámundur ríður út árla morgun,

sólin roðar úr kav,

stillaði síni ferðini

og ríður í Gudmundar garð.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíður rennur byrur millum borða.

 

2 Tað var ungi Ámundur,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Malfrú

fyri honum stóð.

 

3 Ámundur ríður í grasagarð

alt fyri uttan sorg,

hann tók frúnna Malfrú

og leiðir inn í borg.

 

4 Hann leiddi hana í borgina,

reystir ránir skilja,

lyfti hana í song við sær,

har framdi hann sín vilja.

 

5 “Eg bjóði tær av villum skógv

hjørt og hestar tvinnar,

vilt tú mær til ferðar fylgja

Óðin kong at finna.”

 

6 Riðu teir av garði burt,

raskir kappar báðir,

sóu tað hitt illa dýr,

ið gav teim ongar náðir.

 

7 Tað var tá, sum oftum er,

dagur tekur at halla,

nú er at taka til búgvin brand,

flýggja ella falla.

 

8 Síðla var um aftanin,

fellur yvir døgg,

Gudmundur brá sín brand á loft

og gav tað fyrsta høgg.

 

9 Síðla var um aftanin,

tað snæir yvir fjøll:

“Vendi eg aftur á mínari leið.

tað frættir ei blómantøll.”

 

10 Ámundur stendur á grønum vøll,

svikini vóru í huga:

“Ríð fram, Gudmundur, frændi mín.

vita, hvat tú manst duga!”

 

11 Gudmundur ríður á vegin fram.

vegur við váknaskjaldri:

“Líkari var tær, Ámundur,

tí tú ert ungur á aldri.”

 

12 “Ríð fram, Gudmundur, frændi mín,

forðum vart tú treystur,

frættir hon tað í Hildarheim.

at tú ert kappin reystur!

 

13 Ríð fram, Gudmundur, frændi

alt fyri uttan vanda,

verður tær nakað vanboðið,

eg skal ikki langt frá standa!”

 

14 Lyftir hon sínar lokur upp,

við kjaftinum vil hon gloypa,

reistist upp á labbum tveim

ferðafúsin at loypa.

 

15 Síðla var um aftanin,

tað stóð í evnum mest,

Ámundur snúðist honum frá

og spennir á herðar á hest.

 

16 Bardust tey við áargjó,

honum varð seggur at meini,

tók eitt stykki úr læri hans,

tað rivnaði inn at beini.

 

17 Rivnaði stykki úr læri hans,

tað neit inn at hjarta,

sá sær ikki svinri ráð,

hann treiv um brandin bjarta.

 

18 Sá sær ikki svinri ráð,

hann treiv um brandin bjarta,

rendi hann undir bógvin fram,

so oddurin stóð í hjarta.

 

19 “Deyður er nú ódnaljómur,

lítt havi eg tann vanda,

aftur skal eg Ámund finna,

um enn eg komi til landa.

 

20 Deyður er nú tann ódnaljómur,

lítt havi eg ta sorg,

aftur skal eg Ámund finna,

komi eg heilur í borg.”

 

21 Tað var reystur Gudmundur,

heim í garðin fór,

úti stendur og fagnar honum

tað inniliga fljóð.

 

22 “Eg beri undir lindini

barnið tað hitt fríða,

Ámundur var í garði í gjár

og vildi á meg níða.”

 

23 Árla var um morgunin,

sólin roðar úr kav,

Gudmundur reið á skógvin burt

og stevnir í Ámundar garð.

 

24 “Vælkomin, Gudmundur, frændi mín.

higar út til mín,

gakk tú teg í steinstovu

og drekk bæði mjøð og vín!”

 

25 Gudmundur inn í hallir fór,

mong er dømin ónd,

Ámundur honum á baki kom

og dartar við øksi í hond.

 

26 “Tú ert ungur á aldrinum,

eg eri gamal og tungur,

ikki skuldi tú sigrað meg,

hevði eg verið ungur.”

 

27 Ryktust bæði hart og skarpt,

semjan niður fell,

Gudmundur um skeggið treiv.

tá rivnaði fillan øll.

 

28 Gudmundur av durum helt,

har vóru fleiri í ferðum,

standsaði ikki ferðini

fyrr enn í Gudmundur gørðum.

 

29 Dvaldist so í níggju vintur,

Eirikur stóð til manna:

“Nú skal eg ríða í Ámundar garð,

hansara lið at kanna.”

 

30 Eirikur ríður út árla morgun.

sólin roðar úr kav,

stillar síni ferðini

og ríður í Ámundar garð.

 

31 Eirikur gekk í hallina inn,

Helfrú sat við eld:

“Sit væl, yndig bóndans frú,

húsið mær í kvøld!”

 

32 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

Eirikur snúðist at durum út,

festi hurð í klova.

 

33 Helfrú liggur í síni song,

Eirikur kundi skilja,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

har framdi hann sín vilja.

 

34 Hetta frætti Ámundur,

hans var frúva svikin,

sóu tað allir høviskir sveinar,

at har var dreingin gitin.

 

35 Ámundur leggur saðil á hest

við so nýtum orðum,

standsaði ikki ferðini

fyrr enn í Tróndheim norður.

 

36 Ámundur spennir sín hest við spora,

ríður norður um fjall,

so gekk hann í høgaloft

inn fyri Hákun jall.

 

37 “Ver vælkomin, Ámundur,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

38 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindi

higar í dag til tín.

 

39 Tað er Eirikur bóndans son,

hann er so kátt eitt lív,

hann hevur svikið Helfrú,

mítt tað væna vív.

 

40 Til tess eri eg higar komin

sjálvan teg at finna,

Eirikur hevur mær neisur vunnið.

sømdir vil eg vinna.”

 

41 Tá svaraði Hákun jall,

hann studdist fram á svørð:

“Tílíkar klagur Gudmundur

hann førdi fram í fjør.

 

42 Sigur tú mær, at Eirikur

hevur svikið títt vív hitt væna,

hvat skalt tú mær klagur føra,

tú hevur gjørt tað sama?”

 

43 Hákun setst at skriva bræv,

góður er borin til evna,

sendir hann tey í avdalar

bóndum inn at stevna.

 

44 Svaraði frúgvin Malfrú,

so sára ið hon græt:

“Tað síggi eg, mín veldigi harri,

at tú manst lívið lata.

 

45 Tað síggi eg, mín veldigi harri,

hann man lata lív,

fylg honum, Eirikur, sonur mín,

og statt honum alvæl bí!”

 

46 Riðu teir av garði burt

við so nýtum orðum,

standsaðu ikki ferðini

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

47 Gudmundur spennir sín hest við sporar,

ríður norður um fjall,

so gekk hann í høgaloft

inn fyri Hákun jall.

 

48 Jallin so til orða tekur:

“Slíkt er mikil villa,

ófríður er í avdølum,

tað líkar mær illa.

 

49 Tit skulu báðir av grundum ríða,

søkja hvat tit inna,

ella tit skulu í einakamp

sigur av øðrum vinna.”

 

50 Glaður Ámundur kappin var,

grimt var honum í huga:

“Gudmundur, kom á víðan vøll,

og royn, hvat tú manst duga!”

 

51 Riðu saman á grønum vøll

alt fyri uttan vanda,

Gudmundur fell til jarðar niður,

misti lív og anda.

 

52 Eirikur stóð har skamt ífrá,

hann sá sín faðir falla,

snarliga brá hann øksi sína,

Ámundur fekk í skalla.

 

53 Svaraði Sigmundur Brestisson,

so glaður í fremdarræði:

“Eirikur skal fyri góðsi stýra,

borin er hann til bæði.”

 

54 Bøndur tveir á bera jørð

1ótu har sítt lív,

Eirikur festi Helfrú,

bóndans væna vív.

 

55 “Tú skalt ráða for avdølum,

frá fjøru upp til fjall,

síðan skalt tú skattin reiða,

føra til Hákun jall.”

 

CCF 49

TSB E 91

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [5].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 174.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 158.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1853. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017