• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ísmal fræga kempa

 

Ísmal fræga kempa

 

CCF  5 Aa

TSB E 74

 

1 Mangar bróta á havinum

brattar og bráðar bylgjur,

tað kom Ísmali fyrst í hug

Hermund sín at spyrja.

 

Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av reiði,

            Sjúrður vann av orminum,

            og Grani bar gullið av heiði.

 

2 Tað kom Ísmali fyrst í hug

Hermund sín at spyrja:

“Vit skulu ríða í kongins garð

Hjálpreks dóttur at biðja.”

 

3 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

4 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hjalprek kongur at borði sat

við manna hundrað fimm.

 

5 Ísmal stendur á hallargólvi

við silkikneptari húgvu,

kinnin er reyð sum hummarklógv

og eygað blátt sum í dúgvu.

 

6 Ísmal stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit heil, reystur kongurin,

tú gev mær dóttur tína!”

 

7 Leingi sat hann kongurin

og hugsaði um tað ráð,

hvussu hann skuldi Ísmali

eitt hánligt andsvar fá.

 

8 “Jomfrúgvin eigur ein raskan bróður,

eitur Sjúrður frægi,

stóð hann tær til høgru hand,

hann tóktist vera tín maki.”

 

9 Tað var Svanhild sólarljóma,

inn í hallina gekk,

tað fyrsta hon Ísmal við eygum sá,

hon yndi til hann fekk.

 

10 Leingi sat hann kongurin

og hugsaði har uppá,

hvussu hann skuldi Ísmali

eitt blídligt andsvar fá.

 

11 Tá svaraði Hjalprek kongur

alt foruttan ekka:

“Tær gevi eg nú mína dóttur

og hartil brúdleypsdrekka.”

 

12 Ísmal stendur á hallargólvi

gyrdi seg og vendi,

festi Svanhildu sólarljóma,

Hjalprek kongur sendi.

 

13 Ísmal stendur á hallargólvi,

á flestøllum veit hann skil:

“Hvør skal bjóða Sjúrða

mína samkoming til?”

 

14 Tí svaraði Hjalprek kongur,

tann hin ríki alvur:

“Eg veit einki annað ráð,

enn tær bjóði honum sjálvur.”

 

15 Ísmal leyp á góðan gangara,

burtur á skógvin reið,

møtti honum Sjúrður Sigmundarson

mitt á sínari leið.

 

16 Møtti honum Sjúrður Sigmundarson

mitt á sínari leið,

tað er mær av sonnum sagt,

hann var ikki 'brûnabaj'.

 

17 Ísmal stendur á grønum vølli,

á flestøllum veit hann skil:

“Tær bjóði eg nú, Sjúrður,

mína samkoming til.”

 

18 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann situr á baldum hesti:

“Hvaðan av londum er tann frúgv,

ið tær havið, Ísmal, fest?”

 

19 “Hjalprek kongur, hennara faðir,

frúgv Hjørdis hennara móðir,

tað er mær av sonnum sagt,

at tær eruð jomfrúgvans bróðir.”

 

20 “Hevur tú mína systur fest

og eg ikki til tess frætt,

eg skal teg við lurkum lemja,

tú bíður ei annan rætt.”

 

21 “Hóað eg havi tína systur fest

og tú ikki til tess frætt,

áðrenn tú meg við lurkum lemur,

eg bjóði tær annan rætt.

 

22 Eg havi tína systur fest,

tó eg teg ei kendi,

áðrenn tú meg við lurkum lemur,

sveittast tær um enni.”

 

23 “Hevur tú mína systur fest,

høvisk yvir allar kvinnur,

hoyr tú, Ísmal, fræga kempa,

tú skalt mær treytir vinna.”

 

24 Svaraði Ísmal, fræga kempa,

vaksin yvir allar seggjar:

“Hvat eitur tann fyrsta treyt,

ið tær skuluð um meg leggja?”

 

25 “Fram út í tann grøna skógv

har liggja ormar seks,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur á brúðarbekk.

 

26 Fram út í tann grøna skógv

har liggja ormar tólv,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur á brúðargólv.”

 

27 “Fram út í tann grøna skógv

har liggja ormar tveir,

sig mær, Sjúrður Sigmundarson,

hvussu langir eru teir?”

 

28 “Ein er átjan alin langur,

annar tríggjar og tjúgu,

øll mín  hirð er vitnisfør,

eg sigi tær sanna søgu.”

 

29 “Er hann átjan alin langur,

annar tríggjar ella tvá,

eri eg sonur Samsons sterka,

ræðist eg ikki tá.”

 

30 Allar vá hann ormarnar,

tað tókti honum ongan vanda,

Finna spýði eitur á hann,

hann náddi ikki haðan at ganga.

 

31 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann heim í garðin fór,

úti er Svanhild sólarljóma,

hon fyri honum stóð.

 

32 Sjúrður gekk í borgina,

og gott er í honum alvið,

so settist hann í hásætið,

so borgin øll hon skalv.

 

33 “Plaga so, faðir, høviskir menn

sína dóttur so geva,

eg vildi títt hálsbein sundur í sjey

varð sligið við mínum neva.”

 

34 Fram kom Svanhild sólarljóma,

høvisk yvir allar kvinnur:

“Hevur tú, Sjúrður, lagt tað ráð,

Ísmali treytir at vinna?”

 

35 “Gakk tú burtur frá mínum eygum,

eg vil teg ikki hoyra,

sámir tað ei mín  búgvin brand

at rjóða í kvinnudroyra!”

 

36 Tað var Svanhild sólarljóma,

tekur so høgt at gráta,

eftir spurdi Sjúrður,

í hví hon mundi so láta.

 

37 “Gakk tú burtur frá mínum eygum,

grát ikki longur á sínni,

enn var maður mentur fyri moyggj,

*ið ei var maður minni!”

 

38 Sjúrður leyp á góða gangara,

hann *var dreingja maki,

so ríður hann á skógvar burtur

fyri systur sínar sakir.

 

39 Ísmal liggur á grønum vølli,

staddur í ormavanda,

fegin er hann, at hann hoyrir

Grana hóvar ganga.

 

40 Ísmal liggur á grønum vølli,

staddur í ormablóði,

fegin er hann, at hann hoyrir

Grana bresta hóvum.

 

41 Tekur hann hann í saðilin upp

og sára um hann kvíðar,

leitar nú í tasku síni

smyrsl á hann at ríða.

 

42 Tekur hann hann í saðilin upp,

førir hann heim til hallar:

“Tak við, Svanhild sólarljóma,

grøð tann garpin snjalla!”

 

43 Hon grøddi hann í dagar,

hon grøddi hann í tvá,

fyrsta dag í fjórðu viku

fór hann í brynju blá.

 

44 Fyrsta dag í fjórðu viku

fór hann í brynju nýggja,

leiddi hon hann í hallina inn,

so vænur var garpi at síggja.

 

45 Lótu tá til brúdleyps laða,

tá var ei at tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað menn úr hvørji.

 

46 Lótu tá til brúdleyps laða,

næst var komið til sams,

átjan borgum boðið var,

og har var kongur av Frans.

 

47 Ikki fattaðist Ísmali

brúðarmannin ein,

við høgru hand gekk Hjalprek kongur

og vinstru Gunnar svein.

 

48 Ikki fattaðist Svanhildu

brúðarkonur prúðar,

við høgru hond gekk Gunnhild Buðla

og vinstru Grimhild Júka.

 

49 Ikki fattaðist Svanhildu

brúðarmoyggjar prúðar,

við høgru hand gekk Brynhild Buðla

og vinstru Guðrun Júka.

 

50 Har var maður, ið harpu slerdi,

nevndur Ørvaroddur,

Hjálmar, kappi frægi,

við Sjúrða moyggjar studdi.

 

51 Tríati vóru silvursteyp

og annaðslíkt av skálum,

tað leyp av í kongins høll,

tá ið alt var sett í máli.

 

52 Tríati silvurføt,

og nýsmídd vóru øll,

Sjúrður stendur á hallargólvi,

hann sigur frá gørpum snjøllum.

 

53 So stardi hann Sjúrður

á Brynhildar mál,

hann breyt yvir borðinum

forgylta mjaðarskál.

 

54 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

er um tann ljósa dag.

 

55 Tríati vóru kerti tendrað,

og fjøruti vóru logar,

fylgdu teirri ríku frúgv

fyrstu nátt at sova.

 

56 Tríati vóru kerti tendrað

og hartil vaksljós,

Hjalprek kongur og hirðin øll

tey fylgdu í svøvnhús.

 

57 Har varð urgan í garðin troðin,

harpur og mikil meingi,

Hjalprek kongur og hirðin øll

tey fylgdu teim til seingir.

 

58 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Ísmal og hans vív.

 

59 Drukkið varð teirra brúdleypið

bæði væl og leingi,

kom so mangur ein hovmann til

sum fjøður í fuglaveingjum.

 

60 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og so er komið til mín,

síðan fór hvør, sum biðin var,

haðan heim til sín.

 

61 Nú skal lata ljóði av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

og ítari leggja í minni.

 

Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av reiði,

            Sjúrður vann av orminum,

            og Grani bar gullið av heiði.

 

CCF  5 Aa

TSB E 74

 

Uppruni: H. C. Lyngbye: “Færøiske Qvæder”, 1822, s. 100.

 

Útgávur:

1. H. C. Lyngbye: “Færøiske Qvæder”, s. 100.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 254.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 114

 

Heimild: H. C. Lyngbye: “Færøiske Qvæder”, 1822

 

E 74 Ísmal fræga kempa (Suitor is put to the test by future brother-in-law)

Ísmal fer til Hjálprek kongs og biður um dóttur hansara, Svanhild. Tikið verður við bønarorðum hansara.

Síðani fer Ísmal at bjóða hálvbeiggja Svanhildar, Sjúrði, í brúdleyp. Men tá ið teir hittast, vil Sjúrður royna Ísmal og áleggur honum setningin at drepa nakrar stórar eiturormar. Tað eydnast Ísmali at drepa allar, men so illa fyri er hann av eitrinum frá teimum, at hann verður liggjandi á staðnum.

Sjúrður fer heim at siga systur síni frá tí, sum hent er, og hon er so ørkymlað, at Sjúrður fer eftir Ísmali. Svanhild lekir hann, og tey giftast.

á føroyskum: CCF 5 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017