• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gormunds kvæði

 

Gormunds kvæði

 

CCF 50 A

TSB E 109

 

(I)

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg gangi í dans,

kvøði um Gormund á Frankaríki,

tríggjar brøður hans.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góð

og lati renna.

 

2 Honum kom fylgjandi Atlar kongur,

tann hin sterki stokkur,

so kom Haraldur, bróðir hans,

tann hin føri kroppur.

 

3 So kom Haraldur, bróðir hans,

tann hin menskur mann,

triði eitur Høgni reysti,

og sterkur so er hann.

 

4 Gormundur situr í hásæti

og talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka vera?

Hugsað havi eg leingi. ”

 

5 Gormundur situr í hásæti

og talar til sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka vera?

Hugsað havi eg enn.”

 

6 Allir tagdu innan tanna,

og eingin tordi at svara

uttan Haraldur, bróðir hans,

hann tordi tó orð at mæla.

 

7 Uttan Haraldur, bróðir hans,

hann tordi tó orðið at mæla,

fyrstur hann av brøðrunum

ræður til at svara.

 

8 Til svaraði Haraldur,

tann hin sterki alvi:

“Væna veit eg frúnna tá,

hon *gersimi á gólvi.”

 

9 Hartil svaraði Atlar kongur,

so tók hann uppá:

“Væna veit eg frúnna tá,

kanst tú hana fá.

 

10 Væna veit eg frúnna tá,

kanst tú hana fá,

Hákun kongur í Danmark

*so væna dóttur ár*.

 

11 Hon má vera von og vitug,

við silki so er hon klædd,

hon kann ikki slíta

for uttan skarlak reytt.

 

12 Hon er vorðin og tekkilig,

sum víðum má ganga gitið,

hon kann allar rúnarlistir,

í høga torni situr.

 

13 Alt kann hon við hondum gera,

og sámir væl tí kvinnu,

bók kann hon og rúnarmál,

og reyðargull kann hon spinna.

 

14 Alt kann hon við hondum gera,

sum frúgvar læra má,

hon kann bæði at lesa og skriva

bók og rúnarmál.

 

15 Hákun kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.

 

16 Hákun kongur dóttur eigur

væna og so vísa,

bæði klók og *kynstrilig,

kann sítt lov væl prísa.

 

17 Henni buddust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði burtur allar.

 

18 Henni buddust mangir menn,

riddarar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.”

 

19 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendur mær hugur á.

 

20 Hana skal eg biðja,

tað stendur mær hugur á,

antin tað gongur við ella mót,

so skal eg hana fá.”

 

21 So letur hann Gormundur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

22 So letur hann Gormundur

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

23 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

24 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr varð drigin úr neysti.

 

25 Bræddir reyðir brandar,

borðini tey vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðalský.

 

26 Bræddir reyðir brandar,

skorin var hvør stokkur,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

27 Vindur hann upp síni silkisegl

bæði væl og leingi,

so sigldi hann til Danmarkar,

tað klingaði í hvørjum streingi.

 

28 Vindur hann upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Danmarks vág.

 

29 Kastar sínum akkerum.

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land.

 

30 Fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

31 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin tað gongur hann

í høgar hallir inn.

 

32 Og so búgvin tað gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hákun kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

33 Allar setir hann sínar menn

fram á hyggjubekk,

fyrstur sjálvur Gormundur

í hallina hann tá gekk.

 

34 Fyrstur sjálvur Gormundur

í hallina hann tá gekk,

kongurin sat í hásæti

og ymsar litir fekk.

 

35 Gormundur gekk í hallina inn,

sum fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

36 Gormundur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti kongurin,

tú gev mær dóttur tína!”

 

37 Leingi tagdi kongurin,

tyktist vera komin í vanda:

“Sig mær navn og eiti títt,

hvar ert tú av landi?

 

38 Sig mær snart títt eiti,

hvat tú hevur til veldi,

um tað verður til lukku lagað,

tú gistir her á kvøldi!”

 

39 Snarliga svaraði honum aftur

á teirri somu stund:

“Reistur eri eg frá Frankaríki

og eiti Gormund.”

 

40 Leingi sat hann kongurin

og tonkti seg til ráð,

hvøssu hann skuldi Gormundi

eitt hániligt andsvar fá.

 

41 “Eg havi leingi kongur verið

í mínum veldi,

aldrin gevi eg mína dóttur

nøkrum gorkalli.

 

42 Eg havi leingi kongur verið

yvir mínum landi,

aldri gevi eg mína dóttur

nøkrum heidnum dreingi.

 

43 Eg havi leingi kongur verið

og staðið fyri land og ríki,

ei gevi eg mína dóttur

tí versta gorkalssvíki.”

 

44 “Eg eri eingin gorkallur,

tóast tú talar tað svá,

hevði eg ikki gjørt fyri tína dóttur skyld,

tú skuldi lívið á.”

 

45 “Tú fært ikki mína dóttur,

hvat tú mælir um,

pakka teg aftur til Frankaríki,

verri enn nakar hund!”

 

46 “Eg eri eingin verri hund,

hvat tú biður meg rýma,

eg skal koma tær aftur um bak

við svørð og skjøld og brynju.

 

47 Fari eg aftur til Frankaríki

nú á hesari stund,

koma skal eg aftur í borg

at leggja garð og grund.

 

48 Tá skalt tú ongar sømdir vinna

og lítið vita til ráð,

festa skal eg tína dóttur,

títt lív skal standa í váða.

 

49 Eg skal taka mínar tríggjar brøður,

blóð skal av teim rína,

eg skal við mínum bitra brandi

í títt lívið týna.

 

50 Taka skal eg mínar tríggjar brøður,

blóð skal av teim røgga,

eg skal við mínum bitra brandi

teg í lutir høgga.

 

51 Taka skal eg mínar tríggjar brøður,

væl skal tað av ganga,

antin skalt tú lívið láta

ella mær til handa.”

 

52 Tað var Gormundur franski,

sínum svørði tá brá,

reiggjaði høgg til Hákun kong,

tá bað hann um náð.

 

53 Eina vóru teir innan halla,

so varð sagt ífrá,

ikki kundi Hákun kongur

burt av hallini gá.

 

54 Gormundur tekur sínar brøður,

gongur við teir í ráð:

“Skal eg festa dóttur tína,

og lívið skalt tú fá.”

 

55 Illa tyktist Hákun kongur

sær í borg at standa,

harðir lótust Frankisbrøður

tætt at honum ganga.

 

56 “Lovar tú mær ikki festi,

tað standist hvat av ið má,

vita skalt tú, Hákun kong,

lív skalt tú ikki fá.”

 

57 Tað var Gormundur

vildi høgga kongin í ennið,

honum avráddi Haraldur kongur.

tað hitt góðmenni.

 

58 “Hoyr tú, Gormundur, bróðir mín,

hví gerst tú so vígin?

Vilt tú nakrar sømdir vinna,

mást tú fara við blíðum.”

 

59 “Hoyr tað, Hákun kongurin,

hví ert tú so bráð?

Sært tú ikki mítt kongamerki

eg beri her uppi á?”

 

60 “Væl síggi eg títt kongamerki

bæði við gleði og gavn,

hví segði tú ikki eiti títt

og so títt konganavn?

 

61 Ert tú kongur í Frankaríki,

so ert tú mín frændi,

so gevi eg tær mína dóttur,

eg teg ikki fyrr kendi.”

 

62 Tað var reysti Hákun kongur,

tekur so uppá:

“Við góðum og við blíðum,

skalt tú mína dóttur fá.”

 

63 Tað var reysti Hákun kongur,

tók síni orð at skifta:

“Eg kann ikki mætari kong

mína dóttur gifta.”

 

44 “Hoyr tað, Hákun kongurin,

lat nú einki spara,

heintið frúnna í hallina inn,

og sjálv má fyri seg svara!”

 

65 Frúgvin varð leidd í hallina inn

í sítt faðirs veldi,

so skein hennara gula hár,

sum skygdi av tignareldi.

 

66 Frúgvin varð leidd í hallina inn

fram fyri faðir sín,

so skein hennara gula hár,

sum gullið glógvar í skrín.

 

67 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,

nú skalt tú biðlinum svara,

Gormundur kongur av Frankaríki

vil teg til ektar hava!”

 

68 Tað var frúgvin Ljósavá,

hon rekkir hvíta hond,

lystiligt var at lýða á

við teirra fastnarbond.

 

69 Tað var frúgvin Ljósavá,

hon rekkir hond yvir borð,

lystiligt var at lýða á

við teirra fastnarorð.

 

70 Tað var frægur Gormundur kongur.

tekur sær frúnna at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla

og læt ikki longur fresta.

 

71 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

72 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var einki at tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað á hvørji.

 

73 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var tá teirra lív,

bæði gingu í eina song

Gormundur og hansar vív.

 

74 Gingu so bæði í eina song

Gormundur og hansar vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

75 “Hoyri, fáur er tín ráð,

og eingin kann vera tín líki,

tú skalt fylgja mær sjálvum eftir

higar til Frankaríki.”

 

76 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki mátti frúgvin Ljósavá

á beru jørðini ganga.

 

77 Perlur og so reyðsilki

tað var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Ljósavá

niður til strondina leidd.

 

78 Teimum fylgdi fagurt lið

alt fyri uttan mein,

kongurin fylgdi síni dóttur

á ytsta sjóvarstein.

 

79 Hákun velur Gormundi kongi

bæði gull og fæ,

so siglir hann til Frankaríki,

glaður og fróur hann var.

 

80 Vant hann upp síni silkisegl,

forgylt var lyfting at síggja,

so helt Gormundur í havið út

við brúður og brøður tríggjar.

 

81 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir teir minnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frankaríki.

 

82 Føgur var tann snekkjan

og kendi so fagurt land,

kastar sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

83 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land.

 

84 Fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land

og so frúgvin Ljósavá

undir hans høgru hand.

 

85 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Ljósavá

á beru jørðini ganga.

 

86 Perlur og so reyðsilki

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Ljósavá

niðan frá strandini leidd.

 

87 Frúgvin sat við Gormunds borð,

sum drotning vera má,

drekkur mjøð og klára vín,

síðst hon svøvnin sá.

 

88 Frúgvin seg við barni gongur

níggu mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

føðir ein svein so baldan.

 

89 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

føðir ein svein so fínan.

 

90 Tað var tá, sum oftum er enn,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

91 Tað var tá, sum oftum er enn,

duld eru døpul huga,

frúgvin er gingin í høgaloft,

føðir ein svein so prúðan.

 

92 Svein varð borin til kirkjuna,

væl má sømdir falla,

svaraði frúgvin Ljósavá,

Hákun bað hon kalla.

 

93 Svein varð borin frá kirkju heim

aftur til móður sína,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

94 Svein varð borin frá kirkju heim,

sett á móður knæ,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

95 Svein varð borin frá kirkju heim,

sett á sín móður fang,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og sprang.

 

96 Svein varð borin frá kirkju heim,

síni móður hjá,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull, hon ár.

 

97 Meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull, hon ár,

áðrenn hann nam á gólvi ganga,

dró hann skarlaksklæði.

 

98 Gormundur var keisari

yvir Frankaríki,

Ranild æt teirra annar sonur,

og fáir finnast slíkir.

 

(II)

 

99 Gormundur setst í hásæti

um eina so morgun snimma:

“Nú lystir meg til røðu um tað,

sum dreingir hava í minni.”

 

100 Gormundur situr í hásæti

um eina morgun snimma:

“Lystir tykkum til Sakslanda

Hermund kong at finna?”

 

101 Haraldur svaraði snarliga aftur,

á hallargólvi stár:

“Eg fari mær til Sakslanda

í hetta sama ár.”

 

102 Atlar kongur og Høgni báðir

og tá góvu svar:

“Far tú teg til Sakslanda,

men vit skulum fylgja tær.”

 

103 Gormundur stendur á hallargólvi

og mælir so fyri ferð:

“Farið tit til Sakslanda,

og eftir tað skal eg verða!

 

104 Farið tit til Sakslanda

í hørðum stríði at standa,

sjálvur skal eg eftir verða

at goyma góðs og landa!

 

105 Havið við tygum tað góða svørð,

brynju og hjálmin blá

og so mikið reyðargull,

sum tykkum lystir at fá!

 

106 Nú skal samla liðið saman,

byggja sær knørrin sterka,

og sigla so til Sakslanda

at royna sær roysnisverk.

 

107 Nú skal lata sær knørrin byggja,

gera seg so væl klæddar,

sigla so til Sakslanda

og vera fyri ongum ræddir.”

 

108 Haraldur kongur læt byggja knørr

á teirri somu stund,

reisir upp við miklum alvi

á Frankaríkis grund.

 

109 Haraldur kongur læt byggja knørr

væl í góðum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølur ímillum stevni.

 

110 Haraldur kongur læt byggja knørr,

sum gylt var upp í rá,

navnið hevði tað heiðurligt,

og tað æt Rumsin snarabrá.

 

111 Langt so hevði tað bugsprytið,

og skipið sum ein reiði,

trýsinstjúgu alin høgur er,

og tretivu so er hann breiður.

 

112 Hann hevði latið sær snekkju bygt,

og um tað fagurt orð:

“Sitið nú, allir mínir brøður,

glaðir við innan borða!”

 

113 So letur hann Haraldur kongur

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

114 So letur hann Haraldur kongur

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

115 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tá hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

116 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr varð drigin úr neysti.

 

117 Bræddir reyðir brandar,

og skorin var hvør stokk,

stevn og stýri av reyðargulli,

so var seglið í topp.

 

118 Bræddir reyðir brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

uppi í miðalský.

 

119 Vundu teir upp síni silkisegl,

alt við gulli snarað,

hildu so í havið út,

til Sakslanda at fara.

 

120 Haraldur heldur í havið út,

og skútan gekk við ferð,

visti ei av hesum verki,

hvat teir høvdu í gerð.

 

121 Tá ið teir komu í miðja hav,

tá býðst meiri vandi,

bylgjan breyt at stóru rá,

og einki sóu teir landið.

 

122 Bylgjan brýtur um bæði borð,

skipið tekur at hella,

Haraldur gongur á bunkanum,

og tá mundi teim bella.

 

123 Haraldur gongur á bunkanum

og tykist at vera í vanda:

“Hoyr tú, Høgni, bróðir mín,

lat meg við stýrið standa!”

 

124 Haraldur stendur við róðrinum,

og stór er skipins reiði,

tá var ferðin ljót at síggja,

bylgjan hon brýtur breiða.

 

125 Haraldur stendur við róðrinum

og stýrir skipinum frá,

tá var ferðin ljót at síggja,

bylgjan hon brýtur breiða.

 

126 Haraldur stýrir herskipinum

av so miklum vanda,

heilar mundu bylgjurnar tá

líka yvir bunkan ganga.

 

127 Átta dagar Haraldur kongur

í eysturmáli stóð,

tá ið hann stýrdi tí breiða knørr,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

128 Átta dagar Haraldur kongur

í eysturmáli stendur,

tá ið hann stýrdi tí breiða knørr,

í blóði vant hann hendur.

 

129 Meðan hann stýrdi tí breiða knørr,

úr skjúrtu vant hann blóð:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

og ei verður ferðin góð.”

 

130 So var veður á sjónum hart,

øllum mátti tað bella,

meðan stýrir Haraldur kongur,

at hvørgum borði at hella.

 

131 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at kalla,

meðan stýrir Haraldur kongur,

at hvørgum borði at halla.

 

132 Haraldur stýrir skipinum

so beinan vegin fram,

allur hansara fagri litur

út um kinnar rann.

 

133 Haraldur stýrdi skipinum,

og væl kann fyri seg greiða,

hvør sum siglir Norðsjógvin,

hann má fyri seg reiða.

 

134 Atlar leyp í togini upp,

fimur var hann at ganga,

rópar til Harald, bróður sín:

“Nú síggi eg landið.”

 

135 Atlar leyp í togini upp,

fimur var hann til fóts:

“Nú síggi eg Saksland,

vær fáum nú góða troyst.”

 

136 Veðrið tók at stillast tá,

og stýrdu skipum til land,

lótu síni ankør falla

á tann hvíta sand.

 

137 Kastaðu sínum ankørum

har á tann hvíta sand,

fyrst so stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

138 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

slerdi sínar herbúðir

so skamt við sjóvarstrand.

 

139 Sveinur hyggur út árla morgun.

niður til strandar sær:

“Eg síggi knørr fyri bryggjum fljóta.

tey munnu vitja vár.”

 

140 Gongur so fyri kongin inn

og sigur tá honum frá:

“Eg sær knørr for strondum liggja,

herin landa tá.”

 

141 “Gakk tú teg til strandar oman,

spyr teir tíðindi ný:

eru teir komnir at halda frið

ella at reiðast til stríð?”

 

142 Sendisvein gekk til strandar oman,

sigur teim tíðindi frá:

“Hvat eru tygara ørindi?

Og greinið mær um tað!”

 

143 Haraldur ráddi fyrstur at svara,

bar tað upp á sinni:

“Tað eru míni sonnu ørindi

Hermund kong dóttur at biðja.”

 

144 “Hoyr tað, frægur Haraldur kongur,

hvat eg sigi tær frá:

Hvessbrandur av Svøríki

vil Hermunds dóttur fá!”

 

145 Hartil svaraði Haraldur kongur,

so tók hann uppá:

“Hann skal ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

146 Sendisvein gekk frá strondum niðan

alt for uttan pínu:

“Kongur er komin av Frankaríki,

biður um dóttur tína.”

 

147 “Her býðst mær tann størsti vandi,

hvat teir finna við spjóti,

Hvessbrandur er tann frægari maður,

har ræður hann ímóti.”

 

148 Haraldur hvessir sínum spjóti

bæði væl og leingi:

“Er hann reystur Hvessbrandur,

tá skal eg á hann streingja.”

 

149 Til svaraði Høgni,

hann mælir um seg so víða:

“Eg skal meg í bjørtu brynju,

lat meg fyri teg stríða!”

 

150 Haraldur hugsar við sjálvum sær:

“Mær sømir ei slíkt verk:

gjarna tú stríðast fyri meg,

og tú ert væl so sterk.”

 

151 Til tað svaraði Høgni,

hann mælir fyri munni sínum:

“Hoyr tað, Haraldur, bróðir mín,

tú læna mær brynju tína!”

 

152 “Tá skalt fáa brynju góða,

sum einki svørð kann bíta,

hestin skalt tú fáa við,

sum tú fast á skalt sita.

 

153 Tú skalt fáa svørðið tá,

ið mikið er tað vert,

tað er av tí bara stáli,

í eitur er tað hert.”

 

154 “Er tað nú so álítiligt,

sum tú mær býður til handar,

so manniliga skal eg fyri teg

fyrstur ímót Hvessbrandi standa.”

 

155 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir so ganga teir

í høgu hallina inn.

 

156 Og so búnir ganga teir

í høga hallina inn,

sum Hermundur kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

157 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Hermundur kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

158 Kongurin svaraði honum aftur

av so miklum vanda:

“Sig mær navn og eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi!”

 

159 “Nevndur eri eg Haraldur,

og prinsur frá Frankisland,

kongasæti í Afrika,

sum eg væl stýra kann.”

 

160 Leingi sat hann kongurin

og tonkti seg til ráð,

hvøssu hann skuldi Haraldi kongi

eitt vinligt andsvar fá.

 

161 “Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,

tú nýtur ikki mítt ja,

Hvessbrandur av Svøríki

vil mína sælu dóttur fá!

 

162 Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,

tú nýtur ikki mín vilja,

Hvessbrandur av Svøríki

vil teg av við lívið skilja!”

 

163 Hartil svaraði Haraldur kongur

av so vreiðum sinni:

“Er hann so sterkur, Hvessbrandur,

munnu vær hann ikki vinna.”

 

164 “Hvessbrandur hann er ógvuligur

av so miklum alvi,

hann er høgur fimm alin

upp frá fótum til nalva.

 

165 Hvessbrandur hann er ógvuligur

og er vaksin yvir allar menn,

hann kann fella við sínum svørði

væl hundrað niður í senn.”

 

166 Høgni leyp á hallargólv,

var grimur og harður til víggja:

“Heinta mær Hvessbrand í hallina

nú vil eg hann síggja!”

 

167 “Hoyr tað, frægur Haraldur kongur,

tað vil eg fyri tær greina,

Hvessbrandur situr í høgalofti

við øllum sínum sveinum!”

 

168 Hvessbrandur kemur í hallina inn

og slerdi so fótum í gátt:

“Eg skuldi vegið fýra sum tú,

um teir vóru átta.”

 

169 Tá ið Hermundur hetta hoyrdi,

sprakk hann yvir breiða borð.

Haraldi avráddu kongins vinir

at hava tað væna fljóð.

 

170 Høgni dregur sær brynju pá

um eina so morgun snimma:

“Farum vit á leikvøllin

við váknum saman at finnast.”

 

171 Høgni klæddist árla morgun

og dregur sær brynju pá:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

172 Hvessbrandur leyp um hallina

og tókti seg at vera skjótan:

“Tað skulu eingir Frankisbrøður

frúnna av mær njóta.”

 

173 Til tað svaraði Høgni,

var grimur og harður til víggja:

“Tá ið vit koma á vøllin út,

fært tú annað at síggja.”

 

174 Árla var um morgunin,

tá ið dagur var í høll,

Høgni var tá fimur og fús

út á grønan vøll.

 

175 Hvessbrandur dró sær brynju pá

tann sama morgun snimma,

fór so út á leikvøllin

tann Høgna reysta at finna.

 

176 Hvessbrandur leyp av hallini út,

sítt svørð av skeiðum dró,

kom so á tann leikvøllin,

sum Høgni fyri stóð.

 

177 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu sínum bardøgum

so skamt fyri kongins høll.

 

178 Hvessbrandur rópar á Høgna

av so miklum vanda:

“Tú skalt hava fyrsta høgg

her í hesum fræga landi.”

 

179 Tá kendi hann Hvessbrandur

sær tað høggið so tunga,

illa tóktist at standa tá,

um enn hann var ungur.

 

180 Høgni gav tað fyrsta høgg

bæði fyri góðs og garðar,

rakti við hjálm á høvdinum,

so hann feyk tá til jarðar.

 

181 Hvessbrandur leyp av hestinum,

dvaldist ei leingi eftir,

hann tók upp sín góða hjálm,

sær aftur á høvur sítt setti.

 

182 Hvessbrandur gav tá fyrsta høgg

av ilsku og miklum vreiði,

høgdi so til Høgna reysta

og aktaði hann tá at doyva.

 

183 Høgni vendi sínum hesti við,

og væl kundi hann seg akta,

Hvessbrandur rakti í saðilin,

tóast tað einki sakti.

 

184 Høgni gav tað annað høgg,

og tá mundi hann megi royna,

brynjan rivnaði tríggjar spannir

av hans akslarbeini.

 

185 Haraldur rópar á bróður sín,

hann sær tað høggið vanda:

“Statt væl, Høgni, bróðir mín,

mót hasum Hvessbrandi!”

 

186 Hvessbrandur bannaði fyri svørðinum

og so tí høgginum vanda:

“Tú hevur givið mær sárið stórt,

so illa tykist meg standa.

 

187 Tá ið eg var í Svøríki,

tá drap eg risar sjey,

av øllum ert tú sterkari,

tí verður tú mær at deyða.

 

188 Tá drap eg risar sjey

allar av einum landi.”

Hvessbrandur hugsar við sjálvum sær:

“Tú verður mær ein *at grandi.”

 

189 Hvessbrandur høgdi annað høgg,

ymsar litir hann fekk,

høgdi so pá Høgna helt,

at brynjan sundur gekk.

 

190 Tað var Høgni franski,

hann gav tað høggið triðja,

tá fekk Hvessbrandur banasár,

og kleyv hann av um miðju.

 

191 Høgni sprakk av sínum hesti,

væl má dreingir duga,

høgdi so høvdið av Hvessbrandi

og bant við saðilsbuga.

 

192 “Her hevur tú, bróðir, Hvessbrands høvur,

sum eg høgdi frá,

ber tað nú fyri kongin inn,

og lat hann tað nú sjá!”

 

193 Haraldur kongur for kongin inn

og tyktist einki at bella:

“Her er høvdið av Hvessbrandi,

sum aktaði okkum at fella.

 

194 Her er høvdið av Hvessbrandi,

sum mangur hevði undan flýggjað,

hvar er nú Valda, dóttir tín?

Nú vil eg hana síggja.”

 

195 Kongurin gekk til sína dóttur

og sigur henni frá:

“Hvessbrandur misti høvur sítt,

og hann Høgni høgdi tað frá.”

 

196 Svaraði hon frúgvin Valda,

heldur á ringinum reyða:

“Haraldur frá Frankaríki

honum lystir meg at eiga.”

 

197 Inn kom valdi Haraldur kongur,

ræður at frúnni at standa:

“Tú skalt vera mín festarmoy,

vit ráða fyri Afrikalandi.”

 

198 Haraldur tekur Valdu frúgv

og sjálvum sær til at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla

og læt ikki longur fresta.

 

199 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur ein hovmaður

sum fjøður á fuglaveingi.

 

200 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var einki at tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað á hvørji.

 

201 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Haraldur og hansara vív.

 

202 Gingu so bæði í eina song

Haraldur og hansara vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

(III)

 

203 Tey vóru sær á Sakslandi

væl í fullar vikur tvá,

áðrenn tey reiddust til strandar oman

at stýra Frakkland tá.

 

204 Tað var frægi Hermundur kongur,

tykist væl at gera:

“Høgni er ein reystur maður,

hann skal nú eftir verða.

 

205 Høgni er ein reystur maður,

men eingin kann hann fiksera,

vil hann eftir í Sakslandi,

og kongur so skal hann verða.”

 

206 Haraldur gekk til strandar oman,

leiddi sína frúgv so kera,

Høgni var eftir í Sakslandi,

kongakrúnu at bera.

 

207 Hermundur samlar gull og fæ,

sín sælu dóttur til handa,

alt so mikil herklæði

hann læt at strondini ganga.

 

208 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Valda

á berari jørðini ganga.

 

209 Perlur og so reyðsilki

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Valda

niður til strandar leidd.

 

210 Fagurt var tað mannaliðið,

ið teim var fylgi heim,

Hermundur fylgdi sínari dóttur

á ytsta sjóvarstein.

 

211 Høgni sínum brøðrum fylgdi

oman at snekkjuni fríðu:

“Heilsið nú aftur til Frankaríki,

sum míni orðin skal lýða!”

 

212 Svaraði frúgvin Valda,

hon tekur til orða svá:

“Áðrenn eg sleppi til Frankaríki,

eg komi á veguskál.”

 

213 Vant hann upp síni silkisegl

alt við gullið tað svara,

sigldi so í havið út

til Sakslanda frá at fara.

 

214 Vant hann upp síni silkisegl,

skútan gekk so snara,

hildu so líka mót havi út,

til Frankaríkis at fara.

 

215 Tá ið teir komu á miðja hav,

tá býðst meiri vandi,

skipið dreiv av leiðum langt,

og einki sóu teir landið.

 

216 Skipið dreiv av leið um langt

um tað breiða hav,

myrkar stundir komst teim fyri,

kendu ikki nátt fyri dag.

 

217 Tá kom skipið drívandi

at einum so villini landi,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

218 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

teir slerdu sínar herbúðir

so skamt frá sjóvarstrand.

 

219 Risin kemur úr fjalli oman

við sigurtalv í hand:

“Tað visti eg av mínum rúnum.,

at skipið tað kom til land.”

 

220 Risin kom úr fjalli oman,

sigurtalvið hann bar,

so gekk hann at strondini,

sum Haraldur kongur var.

 

221 So gekk hann at strondini,

sum Haraldur mundi vera:

“Antin skalt tú lívið láta

ella telva um brúður kera.

 

222 Hoyr tað, reysti Haraldur,

her skal eg teg elva,

antin skalt tú lívið láta

ella um bjarta brúður telva!”

 

223 Hartil svaraði Haraldur kongur,

tyktist hart á standa:

“Eg fáist ikki við at telva talv,

at koma í slíkan vanda.”

 

224 “Vilt tú ikki, Haraldur kongur,

talvið við meg nú leika,

eg kann best til sovorðið verk,

og so á eldi at steikja.”

 

225 Til tað svaraði Haraldur kongur

við reyðar kinnir og bleikar:

“Eg skal biðja Atlar bróður

talvið fyri meg leika.”

 

226 Tað var hesin bjarnarisi

væl kann hann leikin elva:

“Hoyr tað, Atlar franski,

vit skulum trý talv telva.”

 

227 Risin illur og fúsur gerst,

mælir um tað so títt:

“Tað skal kosta Valdu frúgv

ella høvur mítt.”

 

228 Risin tekur sigurtalvið,

setir so upp fyri seg,

biður so Atlar franska kong

at “leika tað móti meg”.

 

229 Risin setir upp tað fyrsta talvið

skjótt og ikki so leingi,

bjarnatussi mátið fekk

av tí reysta dreingi.

 

230 Risin setir upp tað annað talvið

bæði skjótt og snart,

bjarnarisi mátið fekk,

og tað mundi ganga skarpt.

 

231 Til tað svaraði bjarnarisi

av so miklum alvi:

“Eg kann ongan sigur vinna,

hvar eg komi í talvi.”

 

232 Til tað svaraði bjarnarisi

við so miklum elvi:

“Eg kann ongan sigur vinna,

hvar ið eg komi at telva.”

 

233 Risin setir talvið upp

av tungari hjartans neyð:

“Tapi eg nú triðja talvið,

tá biðist ikki fyri mín deyð.”

 

234 Leikaðu teir á terningin,

sigur á talvborðum rann,

Atlar kongur á Frankaríki

triðja talvið vann.

 

235 “Hoyr tað, hann Haraldur, bróðir mín,

eg vann talvini trý,

risin hevur sorgina fingið,

og hann skal missa sítt lív!”

 

236 Hartil svaraði Haraldur kongur,

heldur á brynju sterka:

“Hann skal upp í togini fara

og heingjast til at turka.

 

237 Takið hann nú snarliga,

og dvøljist ikki so leingi!

Hann skal eftir øðrum fóti

upp í togini heingjast.”

 

238 Tá ið risin hetta hoyrdi,

gráta so mundi hann tá:

“Tit skulu fáa bæði gull og silvur,

latið meg lívið fá!”

 

239 “Tú komst her so ilskufús

at telva um brúður bráð,

nú skal eg við svørðinum

títt høvur høgga nú frá.”

 

240 “Tit skulu fáa bæði gull og silvur,

meir enn sum eg kann valda,

sleppa tit mær úr hesari neyð

og lata meg lívið halda.”

 

241 “Tú komst her so ilskufús

at telva mót okkara vilja,

vit skulum nú á somu stund

teg av við lívið skilja.”

 

242 So rann tár av risans kinn

sum hagl úr stórum æli:

“Loysið meg úr hesi neyð,

eg skal tygum tað væl betala!

 

243 Hoyr tú, Atlar franski,

vilt tú geva mær lív,

eg vísi tær til Gjøtlanda,

har er so vænt eitt vív!

 

244 Eg vísi tær til Gjøtlanda

kongins dóttur at festa,

hana skalt tú njóta at har

sum kongaveldið tað besta.

 

145 Tit skulu fáa bæði brynju og hjálm,

svørð og gullið reyða,

hvar ið tit koma í víggi fram,

eingin verður tykkum at deyða.

 

246 Hvar ið tit koma í víggi fram,

eingin skal tykkum nakað gera,

tit skulu fáa so mikið gull,

sum tríggir gangarar bera.

 

247 Gullið liggur heima í míni høll,

sum loysa kann kongar tríggjar,

vilja tit loysa lívið mítt,

alt skal eg tykkum tá flýggja.”

 

248 Haraldur talar til bróður sín,

spyr hann so til ráð:

“Hvat skulu vit at risan gera?

Latið hann lívið fá!”

 

249 “Hoyr tað, breiði bjarnarisi,

væl skal tað so vera,

tú mást svørja okkum trygdareið.

trúgvur mást tú vera!”

 

250 “Hoyrið tað, Atlar og Haraldur,

væl skal tað so vera!”

So svór hann teim trygdareið:

“Trúgvur skal eg vera.”

 

251 Risin tekur talv í hand:

“Nú er ikki at sýsa,

komið nú heim í helli mítt,

eg vil tykkum gullið vísa!”

 

252 Risin skundaði síni ferð,

glaður hann slapp tá úr gildi,

Atlar kongur og Haraldur kongur

báðir eftir fylgdu.

 

253 Teimum fylgdi Valda frúgv

hasum breiða tussa eftir,

líka fort at hellisdurum,

bæði frægir og føttir.

 

254 Risin gekk í hellið inn

og Franskisbrøðra lið,

hann beyð teimum sessin og sætið:

“Setið tykkum niður!”

 

255 Tá vaknar upp tann risakona

og reisist uttar við eld:

“Verið vælkomnir, ungir menn,

mær til krásir í kvøld!”

 

256 Hon tók upp tveir jarnteinar

av so góðum huga,

leggur teir í heita bál

inn í reyðan loga.

 

257 “Vælkomin higar, Valda frúgv,

ber sigur og sterkar rásir,

tú skalt steikjast við heita bál

okkum til aftanskrásir.”

 

258 Risin tekur í sína konu:

“Ei má tað so vera,

eg havi svorið teim trygdareið,

eg skal teim einki gera.”

 

259 “Hvat býst tú, mín gamli risi,

at gera tað so fátt?

Setum teir heldur á sprytið upp

at steikja okkum til nátt!”

 

260 “Ikki steikjast nú hesir menn,

tað kanst tú einki valda,

eg havi svorið teim trygdareið,

tað má eg væl halda.”

 

261 Tað var henda risakona,

hon tyktist eingin royva,

hon treiv eftir jarnstongini,

allar vildi hon doyva.

 

262 Hon treiv eftir jarnstongini,

skuldi til teir reiggja,

risin loftaði høgginum,

so hvørgin skuldi doyggja.

 

263 Risin fekk um jarnstongina,

og bæði hart at toga,

neistar fuku um hellið tá,

sum glitra av reyðum loga.

 

264 Bæði tókust at toga hart,

hvørki vildi tá lúta,

hann rak hana um hellið langt

og trýsti á hennara búk.

 

265 Risin tekst við sína konu,

tað mesta sum hann kundi,

Haraldur reikar um hellið tá

og leingist nú um stundir.

 

266 Risin tekst við sína konu,

Haraldur má at lúra:

“Tú ert mær ókrút,

eg kann teg ikki stýra.”

 

267 Risin tekur jarnleinkjur,

bindur sína konu við trú:

“Eya meg!” segði Haraldur kongur.

“hvat ger Bjarni nú?”

 

268 Risin tekur jarnleinkjur,

bindur sína konu so fast,

ei var tað við hondum hógv,

at beinið tá sundur brast.

 

269 Risin tekur jarnleinkjur

og bindur so konu sína,

kastar so hana á hellisgólv

og hana liggja har og rína.

 

270 Haraldur runt um hellið reikar,

biður risan ei longur pjaka:

“Skulu vit fáa bæði gull og silvur,

tá mást tú skunda teg nakað.”

 

271 “Tit skulu fáa bæði gull og silvur,

hvat í staðin gekk,

fyri tit frelstu lívið mítt,

fyri tað, sum eg fekk.”

 

272 Risin tekur tað reyðargull

og samlar saman í høll,

laðar so á gangarar tríggjar,

reiðir út á vøll.

 

273 Hann fekk Atlari brynju og hjálm,

so tað góða svørð,

reiðir so at til strandar oman,

sum gitið má vera í ferð.

 

274 Haraldur gekk til strandar oman

við bjarta brúður á armi,

risin reiðir til strandar oman,

móður og troyttur av harmi.

 

275 Haraldur skeinkir mjøð úr skál,

glaður fyri uttan ekka,

rættir breiða bjarnarisa,

biður hann koma og drekka.

 

276 “Hoyr tað, breiði bjarnarisi,

eg skal teg aldri svíkja,

vilt tú vísa mær vegin fram

aftur til Frankaríki!”

 

277 Risin drekkur mjøð úr skál

við teim kinnum reyðu:

“Tú skalt sigla beinan vegin,

rætt sum vindur nú feyar.”

 

278 “Takk havi tú, bjarnarisi,

væl skal eg tað gera,

far teg aftur til konu tína,

sum bundin inni má vera!”

 

279 Vant hann upp síni silkisegl

við gull og glaskar reyðar,

sigldi so til Frankaríki,

rætt sum vindurin feyar.

 

280 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frankaríki.

 

281 Føgur var tann snekkjan,

hon kendi fagurt land,

kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

282 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur hann Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

283 Fyrstur stígur hann Haraldur kongur

sínum fótum á land

og so frúgvin Valda

undir hans høgru hond.

 

284 Gormundur hann tekur

í frúnnar Valdu hond:

“Vælkomin, Haraldur, bróðir mín,

her á Frankisland!”

 

285 Svaraði reysti Gormundur,

mælir so fyri sær:

“Hvar er hann Høgni, bróðir tín,

kom ikki aftur við tær?”

 

286 “Høgni situr á Sakslandi,

sum gitið er um tað leingi,

Hvessbrand hevur hann niður felt,

aðrar reystar dreingir.

 

287 Høgni situr í Sakslandi,

kongur her at ráða,

gull fekk eg frá risanum,

lív um talv at vága.

 

288 Gull fekk eg frá risanum,

tað stóð mær at velja.”

So mundi hann Gormundi

tíðindini telja.

 

289 Ganga teir frá strondum niðan

alt for uttan ekka,

snakkaðu mikið um risan tann,

sum teimum gullið fekk.

 

290 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki mátti frúgvin Valda

á berari jørðini ganga.

 

291 Perlur og so reyðsilki

tað var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Valda

niðan frá strondini leidd.

 

292 Skiftu bæði gull og silvur,

hartil góðs og garðar,

Haraldur skuldi við Valdu frúgv

til Afrikalandið fara.

 

293 Skiftu bæði gull og silvur,

so tað reyðargullband,

og Haraldur skuldi við Valdu frúgv

so líka til Afrikaland.

 

294 “Sit væl, Gormundur, bróðir mín,

so glaður í Frankaríki,

eg verði kongur í Afrika,

so fáur verður okkara líki!”

 

295 Haraldur sigldi til Afrikaland,

so hann tað fullvæl mátti,

setti seg aftur í stólin tann,

sum Ranild kongur átti.

 

296 Haraldur ræður fyri Afrikalandi

við sítt káta lív,

Atlar skal fara til Gjøtland

at festa so vænt eitt vív.

 

297 Atlar skal fara til Gjøtland

for uttan fólk og frakt,

hann leit upp á tey orðini,

sum risin hann hevði sagt.

 

298 Atlar fekk bæði brynju og hjálm,

svørð og gullið reyða,

so siglir hann til Gjøtlanda.

sum risin honum segði.

 

299 “Gormundur bróðir skal fylgja mær

til Gjøtlands kongaríki,

eg trúgvi gott tí bjarnarisa,

um hann má meg ikki svíkja.”

 

300 So bygdi hann sín knørr,

sum gitið má verða so leingi,

sigldi so til Gjøtlanda,

tað hurrar í hvørjum streingi.

 

301 Kastar hann sínum ankørum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Atlar kongur

sínum fótum á land.

 

302 Fyrstur steig hann Atlar kongur

sínum fótum á land,

síðan Gormundur, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

303 Uppi í miðjum grasagarði

har akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgu hallina inn.

 

304 Og so búgvin gongur hann

í høga hallina inn,

sum Jakil kongur á borði sat

við monnum og hundrað firrim.

 

305 Atlar stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, Jakil kongurin,

tú gev mær dóttur tína!”

 

306 Leingi tagdi kongurin,

tyktist vera komin í vanda:

“Sig mær navn og eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi?”

 

307 “Komin eri eg frá Frankaríki,

Atlar kongur nevndur,

risan havi eg í talvi vunnið,

tí eri eg higar sendur.”

 

308 Jakil kongur til orða tekur,

og mælir hann so fyri sær:

“Hvør er hesin ferðagarpur,

sum higar fylgdi tær?”

 

309 “Hetta er sjálvur Gormundur,

tann elsti bróðir mín,

sum ræður fyri Frankaríki

og slítur tað hvíta lín.”

 

310 Kongurin so til orða tekur:

“Ei skal slíkum spara,

leiðið nú frúnna í hallina inn,

og sjálv skal fyri seg svara!”

 

311 Leidd varð frúgvin Hilda

har í hallina inn,

eingin tordi av kongins monnum

at skoða ta føgru kinn.

 

312 “Vælkomin, mín sæla dóttir,

tú skalt nú biðlinum svara,

Atlar kongur frá Frankaríki

vil teg til ektar hava.”

 

313 “Takk havi tú, sæli faðir,

tú spurdi meg tað til ráð,

mær legðist hugur á Atlar kongi,

áðrenn sum eg hann sá.”

 

314 Atlar tekur sær har í Hildu hand,

letur sær hana festa,

snarliga letur til brúdleyps ætla

og læt ikki longur fresta.

 

315 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur ein hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

316 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var *einki at tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað á hvørji.

 

317 Har var mikið manna komið,

sum væl mundi ganga til,

Gormundur hægstur fyri øllum var,

hvat sum vera vil.

 

318 Drukkið varð teirra brúdleypið

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Atlar og hansara vív.

 

319 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott so var teirra lív,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

320 Atlar hevur sær jomfrú fest,

sum sigist í hesum tátti,

setti seg so aftur í stólin tann,

sum Jakil kongur átti.

 

321 Atlar ræður fyri Gjøtlandi,

sum gitið man verða leingi,

tað var Gormundur franski,

fer aftur til sínar dreingir.

 

(IV)

 

322 Tað leið ikki langt tá um,

sum gitið má verða leingi,

upp tá vuksu Gormunds synir

at stríðast mót kongins dreingir.

 

323 Tað leið ikki longur um,

sum gitið má verða enn,

upp so vuksu Gormunds synir

at stríðast ímót kongins menn.

 

324 Upp tá vuksu Gormunds synir,

teir bóru sær svørðið á,

teir høvdu bæði korðu og hjálm

og hartil brynjuna blá.

 

325 Tað var hildi Hákun,

hann var vaksin í kongins høll,

tá ið hann var fimtan ár,

tá bestóð hann øll.

 

326 Hákun kastar vákn á vøll,

hann lystir ikki longur at leika,

hann gár fyri sín sæla faðir

við reyðar kinnir og bleikar.

 

327 “Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong

hann eigur dóttur svá,

bæði klók og kynstrug, stór,

og kann eg hana fá.

 

328 Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong.

hann eigur dóttur vísa,

bæði klók og kynstrug, stór,

hon kann sítt lív væl prísa.

 

329 Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,

hann eigur dóttur svinna,

hon er klók og kynsturlig,

um eg kann hana vinna.

 

330 Grimmar kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram fyri kongins borði.

 

331 Henni buðust mangir menn,

bæði kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði so burtur allar.

 

332 Henni buðust mangir menn,

riddarar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

333 Hon er von og tekkilig,

sum so ganga søgur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendur mær hugur á.”

 

334 Til tað svaraði Gormundur,

hann segði, sum hevði frætt:

“Reiðrarisi í Onglandi

hann tekur frúnna í akt.”

 

335 Hákun vendi seg snarliga við,

á hallargólvi hann gekk:

“Eg skal fáa mær svørðið tað,

tín bróðir frá risanum fekk.

 

336 Eg skal fáa mær svørðið tað,

sum bítur á stáli sum steini,

síðan skal eg høgga tað

í reiðrarisans beinið.”

 

337 So snart fór boð til Gjøtlanda

og sømdi ei tá ferð,

sendi boð eftir brynju og hjálmi

og so tí góða svørði.

 

338 Hákun fekk tá svørðið tað,

sum bítur so væl á steini,

so reið hann í markina út,

hann búðist tað at royna.

 

339 Hákun var so raskur ein maður,

sum gitið má verða enn,

hann høgdi sundur so stóran stein,

og fimtan alin var hann.

 

340 Hákun var so raskur ein maður,

sum gitið má verða leingi,

hann høgdi sundur so stóran stein.

í hundrað partar sprongdi.

 

341 Hákun hann hugsar so við sjálvum sær:

“Nú er ikki longur at dvølja,

nú skal eg fara til Onglanda

Grimmars dóttur at gilja.”

 

342 So letur hann Hákun ungi

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

343 So letur hann Hákun ungi

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

344 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tóast hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

345 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr varð drigið úr neysti.

 

346 Bræddi reyðar brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðalský.

 

347 Bræddi reyðar brandar,

skorin var hvør stokkur,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var seglið í toppin.

 

348 Vant hann upp síni silkisegl

bæði væl og leingi,

sigldi so til Onglanda,

tað klingar í hvørjum streingi.

 

349 Vant hann upp síni silkisegl,

gull og glæstribrand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

350 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur hann Hákun ungi

sínum fótum á land.

 

351 Fyrstur steig hann Hákun ungi

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

352 Reiðrarisi kemur til strandar oman

við glavint og svørð í hond:

“Hvat vilja hesi vesaligu skrípi

higar til Ongland?”

 

353 “Tú gert einki, reiðrarisi,

at brigda mær tí orð,

tá ið vit finnast váknum saman,

tú kanst væl falla til jørð.”

 

354 “Tú gert einki brigda mær

við nøkru vesaligu hót,

høggi eg til við mín bjarta brand,

tað sker í hjartarót.”

 

355 Tað var ið hann reiðrarisi,

hevði ikki fleiri orð,

hann tók til sín bitra brand

og so sítt góða svørð.

 

356 Reiðrarisi gav tá høggið tunga

við so miklu fart,

Hákun hætti seg hann ímót,

hann gekk honum væl so skarpt.

 

357 Til tað svaraði reiðrarisi

av so grimu og ilskuvreiði:

“Tú ert mær ein harður hálsur,

eg kann teg ikki doyva.”

 

358 “Tað skal eingin reiðrarisi

sigur nú av mær vinna,

svørðið er frá bjarnarisa,

og væl kann stálið stinna.

 

359 Svørðið er frá risanum,

tað bítur væl stál sum klæði,

tú skalt ikki, reiðrarisi,

longur vera í ræði.”

 

360 Tað var reysti Hákun ungi,

sínum svørði brá,

so klývur hann reiðrarisa

sundur í lutir tvá.

 

361 Hákun tekur sítt blóðuta svørð:

“Nú er ikki at dvølja,

eg skal meg á slotið upp

Grimmars dóttur at gilja.”

 

362 Tað var reysti Hákun ungi,

gekk frá strondum niðan,

møtir hann Grimmar konginum

so mítt í borgarliði.

 

363 “Væl, Grimmar kongur, higar komin,

væl má eg tær tað siga,

hvat var hatta forgjørda trøll,

sum mær beyð av at stríða?”

 

364 “Hatta var tá trøllið tað,

sum mær má tykjast við,

hatta var sjálvur reiðrarisi,

sum altíð heldur stríð.”

 

365 “Hoyr tað, Grimmar kongurin,

tú skalt ikki fyri honum frykta,

eg havi dripið reiðrarisa,

hann sundur í hveiti siktað.

 

366 Eg havi dripið reiðrarisa

og skilt hans høvur frá,

eg begeri tína dóttur

at festa mær omaná.”

 

367 “Hevur tú dripið reiðrarisa,

sigur tú mær tað satt,

verdugur ert tú mína dóttu,

alt hvat best tú mátti.”

 

368 Tað var Grimmar kongurin,

hann vendi seg snarliga við,

so fór hann til sína dóttur,

bæði Hákun og hans lið.

 

369 “Hoyr, frúgvin Álunvá,

at eg skal ráða tí nú,

tú skalt eiga Hákun kong,

gifta teg við so trú!

 

370 Sit væl, mín hin sæla dóttir,

sveipt í hvítan lín,

Hákun kongur frá Frankaríki

er komin at biðja tín!”

 

371 Svaraði frúgvin Álunvá

fyrsta orðið tá:

“Mær legðist hugur á Hákun kongi.

fyrst sum eg hann sá.”

 

372 Tað var Hákun kongurin,

hann tekur sær frúnna at festa,

snarliga letur til brúdleyps ætla,

letur ikki longur fresta.

 

373 Lótu tá til brúdleyps ætla

við so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

374 Lótu tá til brádleyps ætla,

tá var einki at tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað á hvørji.

 

375 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Hákun og hansara vív.

 

376 Gingu so bæði í eina song

Hákun og hansara vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

377 Hákun klæðist árla morgun,

hann búðist ei longur at vera:

“Nú skal sigla til Frankaríkis

við gullið og alt sum við meira.”

 

378 Silki og so perlur

tað var eftir veginum tá prangað.

ei mátti frúgvin Álunvá

á berari jørðini ganga.

 

379 Perlur og so reyðsilki

tað var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Álunvá

niður til strandina leidd.

 

380 Vant hann upp síni silkisegl

við gull og vovin snór,

sigldi so av Onglandi

við alt tað gullið og bjór.

 

381 Vant hann upp síni silkisegl,

og fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frankaríki.

 

382 Føgur var tann snekkjan,

hon kendi so fagurt land,

kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

383 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Álunvá

undir hans høgru hand.

 

384 Hann var komin at landinum,

sum ei var búgvin við frið,

komin var hann vándi Svøríkis kongur

við alt sítt valdra lið.

 

385 Hann var komin tá á Frankisland,

sum ófriður var,

har var lagstur Svøríkis kongur

við alt sítt lið, hann ár.

 

386 Atlar kongur og Haraldur

høvdu frætt um Svenskin so víða,

har komu teir við skip og frakt

til Frankaríkis at stríða.

 

387 “Verið vælkomnir, faðirbrøður,

og her býðst so lítið gott,

higar er komin Svøríkis kongur

við alt sítt lið, hann átti!

 

388 Verið vælkomnir, faðirbrøður,

her býðst so lítil frið,

komin er hann Svøríkis kongur

við alt sítt valdra lið!

 

389 Hoyr tað, Atlar og Haraldur,

tó skal eg um tað nevna,

hetta er sjálvur Svøríkis kongur,

vil Hvessbrands deyða hevna!”

 

390 Hákun leiddi sína brúður bjarta

á sítt faðirs slot,

so reið hann mót Svøríkis kongi

við sítt vreiða mót.

 

391 Svøríkis kongur við miklum heri,

við tólv túsund mans,

hundrað í hvørjum hyrningi,

og so riðu teir um Frans.

 

392 Hákun læt sær einki lystra

og reið ímóti tí øllum,

tólv túsund valdi hann sær

at stríðast mót gørpum snjøllum.

 

393 Ranild vildi aldri víkja,

gjørdi sítt svørðið til reiða,

so reið hann mót Svøríkis kongi,

mangan mundi hann doyva.

 

394 Atlar kongur og Haraldur

ei so lupu teir undan,

litu tá pá risans orð,

vóru glaðir í góðum stundum.

 

395 Har vóru allir Frankisbrøður,

gitið er roysni at royna,

uttan Gormundur franski,

hann voktaði slotið heima.

 

396 Møttust teir á víðum vølli,

hvørgin helt vil flýggja,

tá royndi Hákun megi sítt

og læt tó á sær síggja.

 

397 Hákun gevur høggini tung

og letur fyri sær rapla,

hvørgin heltin flýggja vil,

og hvørgin vildi tapa.

 

398 Ranild rennur í herin fram,

har var mannatrongd,

høgdi frá sær við báðar síður

og ruddi so fyri sær gongd.

 

399 Atlar rennur í herin fram

við risans svørði í hand,

fellir mangan reystan riddar

við sín bitra brand.

 

400 Haraldur rennur í herin fram,

manndómsverkið vann,

klývur hvønn um tvørar herðar,

sum móti honum rann.

 

401 Svøríkis kongur tokar í herin fram,

heitir á hilmars menn,

fellir niður av Frankismonnum

væl seks hundrað í senn.

 

402 Hákun tokar í herin fram,

heitir á hilmars ljóð,

fellir niður av Svøríkis kongi

væl tá hundrað tólv.

 

403 Høgga títt, teir líva lítt,

hvør tonkti um sítt vív,

tað var mangur av Svenskinum,

sum tá mundi láta lív.

 

404 Høgga títt, teir líva lítt,

sum hvør tað mesta kann valda,

mangur reystur lívið læt,

men brynjur brustu baldar.

 

405 Høgga títt, teir líva lítt,

væl má fyri teim renna,

tað vóru allir Frankisbrøður,

møði tóktust at kenna.

 

406 Tað var ið hann Hákun ungi

klývur brynjuna balda:

“Hetta er eitt langsamt stríð,

vær kunnu tað ikki úthalda.”

 

407 Høgga títt, teir líva lítt,

har var so mikil rýggja,

fullu so niður av báðum pørtum,

hvørgin vildi flýggja.

 

408 So riðu teir Frankisbrøður

beinan vegin fram,

kluvu hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann.

 

409 Fram kom ein av Svenskinum,

var øgiligur at síggja,

hann mundi vera fimtan alin

høgur upp til kníggja.

 

410 Ranild hann reið honum ímóti,

svørðið á hann strongdi,

høgdi hann av um kníggjum tá,

hann røkk hann ikki longur.

 

411 Tá ið Svenskurin hetta sá,

at høvuðskempan fell frá,

óttaðist mikið um Frankisbrøður

at ríða ímóti tá.

 

412 So lótu teir Frankisbrøður

ímóti herinum síga,

tað var eingin av Svenskinum,

ímót teim tordi líta.

 

413 So riðu teir Frankisbrøður

beinan vegin fram,

teir kluvu so hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann.

 

414 Kluvu hvønn um tvørar herðar,

sum ímóti teimum rann,

eftir stóð hann Svøríkis kongur

við sín sjeynda mann.

 

415 Tað var ið hann Hákun ungi,

tekur á reiði renna,

Svøríkis kongur og salin

á heita báli brenna.

 

416 “Taka skulum vær Svøríkis kong

og leggja hann í bond,

hann skal ikki livandi sleppa

aftur til Svøríkis land.”

 

417 “Hoyrið tær, allir Frankisbrøður,

vilja tit geva mær grið,

fáa skulu tit reyðargull,

og halda so skal eg frið.

 

418 Vilja tit loysa lívið mítt

og sleppa mær til mítt land so gott,

friðin skal eg altíð halda,

í hvat mær gongur ímót.”

 

419 “Hvat vildi tú til Frankaríkis,

tín skammfulli kroppur,

trøllini í Svøríki

tey sova ikki hvørja nátt.

 

420 Trøllini í Svøríki

tey liggja ikki altíð heima,

leypa tá so víðum um

til ymsi lond at royna.

 

421 Leypa tá so víðum um

til ymsi lond at stríða,

tú skalt ikki, Svøríkis kongur,

longur á stundum bíða.”

 

422 So tóku teir Svøríkis kong

og høgdu hans høvur frá,

tað var eingin av Svenskinum,

sum eftir livdi tá.

 

423 Riðu teir úr vígginum

glaðir for uttan sorg,

drukku mjøð og klára vín

glaðir teir komu í borg.

 

424 Har vóru allir Frankisbrøður

manndóms verk at vinna,

drukku mjøð og kláran vín

glaðir á hvørjum sinni.

 

425 Glaðir sótu teir Frankisbrøður,

drukku mjøð og vín,

skiftu teir tá landanna

sundur ímillum sín.

 

426 Væl kundu teir váknum kanna,

sløkt høvdu allan vanda,

Atlar kongur og Haraldur sigldu

aftur til sína landa.

 

427 Ranild hugsar við sjálvum sær:

“Nú er av tað versta,

nú skal sigla til Svøríki,

adilsprund at festa.”

 

428 Ranild sigldi til Svøríki,

sum hann tað fullmátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Svøríkis kongur átti.

 

429 Víðan er gitið um Frankisbrøður,

eingin er teirra líki,

hann finst ikki her í landi,

ei nøkrum kongaríki.

 

430 Teir høvdu verið við mangari helt,

strítt av hørðum sinni,

bjarnarisi og reiðrarisi

gongur teim aldrin av minni.

 

431 Lopið hava teir víðan um

til manga handa ríki,

sodan eru Frankisbrøður,

fáir teir finnast slíkir.

 

432 So lítið tyktu teir um Svøríkis menn,

sum kvæðið ljóðar til enda,

reystan riddar at fella niður,

hvør ikki annan tá kendi.

 

433 Ranild varð kongur í Svøríki,

so er fyri mær talt,

Hákun keisar í Frankaríki,

kvøðið er um tað alt.

 

CCF 50 A

TSB E 109

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 35, s. 165.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 177.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 12.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017