• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gríms ríma

 

Gríms ríma

 

CCF 52 Aa

TSB E 125

 

1 Ein er ríman gjørd í lund,

hon man vara eina lítla stund.

 

2 Ein er ríman gjørd í líð

hon man vara eina lítla tíð.

 

3 Ein er ríman gjørd í land

um hann Grím, son Hildibrand.

 

4 Grímur snakkar um sín vilja:

“Nú lystir meg út at sigla.”

 

5 Grímur letur sær skipini gera,

lysti el longur inni at vera.

 

6 Letur sær skip av nýggjum byggja,

lystir Grímur út at fríggja.

 

7 Grímur niður til strandar stillir,

møtir honum Ásmundur illi.

 

8 Ásmundur við sín skjøldin fríða:

“Grímur, eg bjóði tær út at stríða!”

 

9 Fyrsta sting, ið Grímur legði,

Ásmund burt úr saðli hevði.

 

10 Annan stingin legði tá,

svørðið hinum av hondum brá.

 

11 “So kanst tú tín hestin venda,

sláa annans svørð av hendi.”

 

12 Grírnur út í havið sigldi,

stormur og óveður honum fylgdi.

 

13 Sjógvarnir bróta á bunkan inn,

blikna dreingir undir kinn.

 

14 Sjógvarnir bróta á hamrahúðum,

drivu har inn, sum ein risi búði.

 

15 Hann kastar síni ankør á hvítan sand,

fyrst steig Grímur fótum á land.

 

16 Grímur tekur sítt svørð í hand,

gár so niðan frá sjóvarstrand.

 

17 Grímur gekk í hallir tá,

stórur risi á beinki lá.

 

18 Risin svør á sína trú:

“Mikil maður, hvussu eitur tú?”

 

19 “Mítt rykti gongur vítt um land,

eg eiti Grím, son Hildibrand.”

 

20 Risin tykir í tí gleim:

“Bíða, til sonur mín kemur heim!

 

21 Bíða, til sonur mín kemur her,

hann gevur tær gull, so mikið tú ber.”

 

22 Grímur hugsar so for sær:

“Tá munnu báðir bana mær.”

 

23 Grímur sínum svørði brá,

høgg so risanum høvur frá.

 

24 Hann tók teirra gull og fæ,

snarliga aftur til strandar bar.

 

25 Grímur heldur sær á gleim,

sigldi so til hallar heim.

 

26 Risin kemur av skógnum tá,

hansara faðir á gólvi lá.

 

27 Hansara faðir á gólvi lá,

hansara høvur honum hjá.

 

28 “Hoyr tað, vanda móðir, sig mær frá,

sig mær, hvør mín faðir vá!”

 

29 “Hansara rykti gár vítt um land,

tað var Grím, son Hildibrand.”

 

30 Risin niður til strandar gekk,

stór jarnstong á økslum hekk.

 

31 Risin niður til strandar gongur,

stór jarnstong á herðum hongur.

 

32 Risin út í havið leyp,

stórur sjógvur frá honum breyt.

 

33 Sjógvurin brýtur í húnbor hátt,

veður bæði dag og nátt.

 

34 Aldan brýtur á hamrahúðum,

hann kom har inn, sum Grímur búði.

 

35 Risin inn at landi gár,

Grímur stóð har skamt ífrá.

 

36 Higar ið Grímur risan kendi,

brádliga aftur til hallar vendi.

 

37 “Hoyr tað, Grímur, harri mín,

nú kemur stórur gestur til tín!”

 

38 Grímur talar til sveinin sín:

“Blanda bæði mjøð og vín!”

 

39 Hann biður sveinin mjøðin blanda,

nú kemur risin av Blálandi.

 

40 Grímur svarar honum and:

“Ert tú ikki hans ovurmann?”

 

41 Risin niðan frá strondum gekk,

stór jarnstong á herðum hekk.

 

42 Risin niðan frá strondum gongur,

stór jarnstong á herðum hongur.

 

43 Risin gekk í hallina inn,

bliknaðu dreingir undir kinn.

 

44 “Hoyr tú, Grímur, vinur mín,

tú hevur vigið faðir mín!

 

45 Hvat skal eg hava for faðir mín:

høvur títt ella væna vív?”

 

46 “Eg gevi tær títt gull og fæ,

so verða vit forlíkt um tað.”

 

47 Risin reiggjar stongina hátt,

Grímur bar seg undan brátt.

 

48 Tá varð buldur og mikil duni,

royndu sínar sterku bunur.

 

49 Tá varð brak og mikið dundur,

brutu stong í miðjum sundur.

 

50 Risin sipaði til so fast,

jarnstongin í lutir brast.

 

51 Grímur talar til sveinin sín:

“Tak mær higar brandin mín!”

 

52 Hann skuldi hansara brandin syfta.

tá var hann ikki mentur at lyfta.

 

53 Grímur í stórum vanda stóð,

meðan hann svørð av slíðra dró.

 

54 Grímur sínum svørði brá,

kleyv so risan í lutir tvá.

 

55 Árla um morgunin, sól skein víða,

Grímur býr seg út at ríða.

 

56 Grímur reið eftir Hildarfjalli,

møtir honum garpin snjalli.

 

57 Grímur letur leikin venda,

hvørgin kappin annan kendi.

 

58 Grímur svør á sína trú:

“Mikil maður, hvussu eitur tú?”

 

59 “Mær tykir lítlan okra mun,

eg eiti Sjúrður Sigmundar son.”

 

60 Sjúrður svør á sína trú:

“Mikil maður, hvussu eitur tú?”

 

61 “Mítt rykti gongur vítt um land,

eg eri Grím, son Hildibrand.”

 

62 Sjúrður við sín skjøldin fríða:

“Nú lystir [meg við teg at stríða.”]

 

63 Fyrsta dystin, Grímur fekk,

hvørgin seggur úr saðli gekk.

 

64 Annan dystin, teir riðu á,

hvørgin [seggur] úr saðli gár.

 

65 Triðja dystin, teir riðu tá,

tá fekk Grímur eitt lítið sár.

 

66 Grímur mælir for sínum munni:

[“Hoyr tú, Sjúrður, tú hevur vunnið.]

 

67 Tó at tú ongar rúnir kann,

tín er eingin [yvirmann].

 

68 Men hevði eg rúnir havt í munni,

skuldi tú, Sjúrður, ikki vunnið .”

 

CCF 52 Aa

TSB E 125

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 46, s. 487.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 276.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 8.

3. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 94, Rikard Long greiddi til útgávu 1982.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen,  Hanus í Koytu (1779-1864), Sandi, 1822. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017