• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Guttormur í Hattarmóti

 

Guttormur í Hattarmóti

 

CCF 58 Aa

TSB E 39

 

1 Viljið tær nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

hvøssu frúgvin Margreta

henni lukkan ann?

 

Stígum fast á várt gólv,

sparum ei vár skó!

Gud man ráða, hvar vit dansa

onnur jól.

 

2 Mangir hana bóðu,

eingin hana fekk,

Guttormur Knútsson

við ynskum gekk.

 

3 Mangir hana bóðu,

kongasynir og sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

4 Hann bar upp síni bønarorð

við so góðum vilja,

øllum fell tað væl í lag,

sjálv læt hon ikki synja.

 

5 Lótu tá til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

6 Tríati vóru silvurføt,

annaðslíkt av skálum,

tá leyp av á Hesló,

alt var sett í málum.

 

7 Drukkið var teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Guttormur og hans vív.

 

8 Tey vóru ikki longur saman

enn í mánar tólv,

tá vóru tey til veitslu boðin

aftur í Hesló.

 

9 Svaraði frúgvin Margreta,

glógvar øll sum gull:

“Gjarna tak tey ráðini,

tey eru av svikum full!”

 

10 Og so letur Guttormur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

11 So letur hann Guttormur

byggja skipin stór,

letur laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

12 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

13 Vinda upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Hesland.

 

14 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

15 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Guttormur

sínum fótum á land.

 

16 Fyrstur stígur Guttormur

sínum fótum á land,

so hon frúgvin Margreta

undir hans høgru hand.

 

17 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin ganga tey

í høgar hallir inn.

 

18 Og so búgvin ganga tey

í høgar hallir inn,

sum drotningin við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

19 Drotning tekur gullstól,

skúgvar fram á gólv:

“Har skalt tú nú, Guttormur,

drekka á um jól.”

 

20 Svaraði frúgvin Margreta,

glógvar hon sum gull:

“Gjarna tak tey ráðini,

tey eru av svikum full!”

 

21 Fimti vóru edilingar

sárir undir skinn,

áðrenn teir høvdu Guttorm

í myrkastovu inn.

 

22 Fimmti vóru edilingar

sárir undir hond,

áðrenn teir høvdu Guttorm

í myrkastovubond.

 

23 Minka tók tá gleði,

vaksa tók tá sút,

tá teir vógu Guttorms lík

um hallardyrnar út.

 

24 Tá teir vógu Guttorms lík

niður til sjóvarstrand,

bókina tá fekk hann

ternuni í hand.

 

25 Bókina tá legði hann

ternuni íhjá:

“Hetta skalt tú goyma,

ungum soni ár.”

 

26 Tað var enn, sum oftum er,

dult er døpult mein,

frúgvin gekk seg í høgaloft,

føðir dóttur og svein.

 

27 “Tak tú mín hin unga son,

ber á skógvin svá,

lat tú ikki drotningina

síggja har uppá!”

 

28 Tí svaraði drotningin,

rennur henni í grun:

“Nú man frúgvin Margreta

hava átt bæði dóttur og son.”

 

29 Tað var hon drotningin,

sveipar at skinn,

so gár hon í høgaloft

for frú Margretu inn.

 

30 “Tak tú hesa ungu kind,

sker henni klæði reyð,

al hana upp í Hosló,

til hon tolir deyð!

 

31 Tak tú hesa ungu kind,

sker henni klæði grøn,

al hana upp í Hosló,

av Guði tak tú løn!”

 

32 Tað var hon drotningin,

sínum svørði brá,

hon kleyv hennara ungu kind

sundur í lutir tvá.

 

33 Hon kleyv hennara ungu kind

sundur í lutir tvá,

síðan læt hon bera tað

á brennandi bál.

 

34 Í ótíð tá var tann

høvurdúkur vigin,

hann var á frúnni Margretu

fast um hálsin drigin.

 

35 Í ótíð var tann

høvurdúkur gjørdur,

tað var frúgvin Margreta,

hon var í dýnum køvd.

 

36 Tað var hin ungi Magnus,

tekur til at tala:

“Hví eru vit so einsligir

komnir burt í haga?”

 

37 “Tegi, tegi, Magnus,

tegi nú so svá,

tú hevur fleiri óvinir

enn tungan tala má!”

 

38 “Hoyr tú, unga ternan,

dyl tú við meg,

onga skal eg jomfrú lova

uttan sjálva teg!”

 

39 Tað var ungi Magnus

reið eftir vegnum fram,

føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á arm.

 

40 Tað var unga ternan,

kleiv seg upp í træ,

bókina tá legði hon

Magnusi á knæ.

 

41 Bókina tá legði hon

Magnusi íhjá,

manga mansævina

sá hann hará.

 

42 Manga mansævina

sá hann har uppá,

sjálvs síns faðirs deyða

standa har íhjá.

 

43 Føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á arm,

tað var hon heiliga Ata,

faðirssystir hans.

 

44 Tað var hin heiliga Ata,

tekur til at tala:

“Hvar man ungi Magnus

nú til ferðar fara?”

 

45 Svaraði ungi Magnus,

mælir á tungu inna:

“Eg fari meg innan Hosló

mína móðurmóður at finna.

 

46 Hoyr tað, heiliga Ata,

faðirsystir mín,

legg góð ráðini

for bróðursonin tín!”

 

47 “Eg kann einki góð ráðini

leggja fyri teg,

enn eg veit so fá

fyri sjálva meg.

 

48 Hoyr tú, ungi Magnus,

fyrst tú húsini sær,

bið tú hesa sendivættur

náðir veita tær!

 

49 Indan tekur drotningin

orðinum so nær,

biður ganga í dansin

fyri herkonur tvær.

 

50 Indan tekur drotningin

teim orðunum for seg,

biður ganga í dans

fyri herkonur seg.

 

51 Indan vil hon drotningin

skeinkja tær eitur í vín,

enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli tín!

 

52 Enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli góð,

sveitkast tekur títt fingurgull,

tað rodnar sum eitt blóð!”

 

53 Fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Far heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl!

 

54 Bæði heil og happadrúgv

skiljast vit á sinni,

Magnus, goym væl hesi orð,

legg tey væl í minni!”

 

55 Tað var ungi Magnus,

fyrst hann húsini sær,

biður hann hesa sendivættur

dugnað veita tær.

 

56 Indan tekur drotningin

teim orðunum nær,

biður hann ganga í dans

fyri herkonur tvær.

 

57 Indan tekur drotningin

teim orðunum for seg,

biður hann ganga í dans

fyri herkonur og teg.

 

58 Hann segði seg vera troyttan,

hann sigur seg vera móðan,

hann sigur seg vera harra Stíg

eystan úr Fjón.

 

59 “Her siti eg og hugsi

í mínum huga enn,

nær mín bróðir átti

teir synirnar fimm.”

 

60 “Ein eitur Stígur,

annar eitur Stavn,

bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn.

 

61 Bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn,

triði er í Noregi

og fjórði í Keypinhavn.

 

62 Fjórði er í ríkinum,

konginum gár so nær,

hetta er tann fimti,

tú her for eygum sær.”

 

63 Indan vil hon drotningin

skeinkja honum eitur í vín,

enntá hugdi Magnus

at fingurgulli sín.

 

64 Enntá hugdi Magnus

at fingurgulli góð,

sveitkast tók tað fingurgull,

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

65 “Hoyr nú tað, tú drotningin,

móðursystir mín,

hví vilt tú forráða

bróðursonin tín?”

 

66 “Her siti eg og hugsi

í mínum huga enn,

nær mín bróðirin átti

teir synirnar fimm.”

 

67 “Ein eitur Stígur,

annar eitur Stavn,

triði er í Noregi,

ræður for Keypinhavn.

 

68 Fjórði er í ríkinum,

konginum gár so nær,

hetta er tann fimti,

tú her for eygum sær.”

 

69 Hon læt upp eina búð

full við silki smá:

“Hetta átti Guttormur,

kongins mágur.

 

70 Hetta átti Guttormur,

kongins mágur,

átti tað Sjúrður Fávnisbani,

ormin ið hann vá.

 

71 So mangt eitt borðprýði,

so mong ein silvurskál,

hetta átti Guttormur,

kongins mágur.

 

72 Hetta átti Guttormur,

kongins mágur,

átti tað Sjúrður Fávnisbani,

ormin ið hann vá.”

 

73 Til tað svaraði Magnus,

í trappum tar hann stóð:

“Kalli so miklan fíggjaskaða,

brenna slíka búð.”

 

74 Til tað svaraði ternan,

stóð í mannatrongd:

“Ofta hevur manni verið

tungan alt for long.”

 

75 “Tegi, tegi, ternan,

dyl tú við meg,

onga skal eg jomfrú lova

uttan sjálva teg!”

 

76 “Hoyr tað tú, drotningin,

tað tali eg til tín:

hvøssu gjørdi tú frú Margretu,

higar kom til tín?”

 

77 “Eg tók av frúnni Margretu

allan hennara eyð,

hon ikki undan

í einum kyrtli reyð.

 

78 Fjøruti havi eg konur dripið,

annaðslíkt í moyggjum,

ætli mær leika annaðslíkt,

áðrenn eg man doyggja.”

 

79 “Hevur tú fjøruti konur dripið,

annaðslíkt í moyggjum,

aldri leik tú annaðslíkt,

áðrenn tú manst doyggja!”

 

80 “Hoyr tað, harra Stígur,

bróðursonur mín,

undarliga falla

orðini tíni!

 

81 Her siti eg og hugsi

í mínum huga enn,

nær mín bróðir átti

teir synirnar fimm.”

 

82 “Ein eitur Stígur,

annar eitur Stavn,

bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn.

 

83 Bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn,

triði er í Noregi,

hann ræður for Keypinhavn.

 

84 Fjórði er í ríkinum,

konginum gár so nær,

hetta er tann fimti,

tú her for eygum sær.”

 

85 Enntá mintist Magnus,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

86 Legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

brendi inni drotningina,

alt tað valdra lið.

 

87 Tí svaraði drotningin,

tá rann henni í grun:

“Hatta mundi vera Magnus,

Margretu son.”

 

88 Magnus hann tekur

í ternunnar klæði,

logandi gingu tey

úr bálinum bæði.

 

89 Tað var ungi Magnus,

reið eftir vegnum fram,

føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á arm.

 

90 Føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á arm,

tað var hin heiliga Ata,

faðirsystir hans.

 

91 Tað var heiliga Ata

tekur til at tala:

“Hvar skal ungi Magnus

nú til ferðar fara?”

 

92 Til tað svaraði Magnus,

bæði við tukt og sinni:

“Eg fari meg í Vallalíð

mín sæla abba at finna.

 

93 Hoyr tú, heiliga Ata,

faðirsystir mín,

legg góð ráðini

fyri bróðursonin tín!”

 

94 “Eg kann eingi góð ráðini

leggja fyri teg,

tí eg veit so fá

fyri sjálva meg.

 

95 Hoyr tú, ungi Magnus,

tá tú húsini sær,

bið tú hesa sendivættur

dugnað veita tær!

 

96 Kongurin talar

til allan sín her,

bið tú hesa sendivættur

vita hvøssu fer!

 

97 Higar ið tær hvítu bjarnir

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

98 Enntá talar kongurin

til allan sín her,

biður loysa úlvhundar

at vita hvussu fer.

 

99 Higar ið teir úlvhundarnir

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

100 Enntá talar kongurin

til allan sín her,

biður loysa staddurnar

at vita hvussu fer.

 

101 Higar ið tær staddurnar

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.”

 

102 Fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Far væl heilur og happadrúgvur.

alt gangi tær væl!

 

103 Bæði heil og happadrúgv

skiljast vit á sinni,

Magnus, goym væl hesi orð,

legg tey væl í minni!”

 

104 Inn kom ein av sveinunum,

sigur øllum frá:

“Eg sær mann mót borgum ríða,

miklan í brynju blá.

 

105 Eg sær mann mót borgum ríða,

miklan í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Guttormi at sjá.”

 

106 Tað var ungi Magnus,

fyrst hann húsini sær,

biður hesa sendivættur

dugnað veita sær.

 

107 Enntá talar kongurin

til allan sín her,

biður loysa hvítabjarnir,

vita hvussu fer.

 

108 Higar ið tær hvítubjarnir

vildu at honum leggja,

brádliga mundi hann vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

109 Tá ið tær sóu

svørðseggjar við,

allar duttu hvítubjarnir

steindeyðar niður.

 

110 Fullu niður á jørðina,

feldu móðig tár:

“Hetta átti Guttormur,

kongins mágur.

 

111 Hetta átti Guttormur,

kongins mágur,

átti tað Sjúrður Fávnisbani,

ormin ið hann vá.”

 

112 Enntá talar kongurin

til allan sín her,

biður loysa úlvhundar,

at vita hvøssu fer.

 

113 Allir vildu úlvhundarnir

at honum leggja,

brádliga mundi hann vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

114 Fullu niður á jørðina,

feldu móðig tár:

“Hetta átti Guttormur,

kongins mágur.

 

115 Hetta átti Guttormur,

kongins mágur,

átti tað Sjúrður Fávnisbani,

ormin ið hann vá.”

 

116 Enntá talar kongurin

til allan sín her,

biður loysa staddurnar,

at vita hvussu fer.

 

117 Allar vildu staddurnar

at honum leggja,

brádliga mundi vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

118 Higar ið tær staddurnar

svørðseggjar sá,

fullu niður á jørðini,

feldu móðig tár.

 

119 Fullu niður á jørðini,

feldu móðig tár:

“Hetta átti Guttormur,

kongins mágur.

 

120 Hetta átti Guttormur,

kongins mágur,

átti tað Sjúrður Fávnisbani,

ormin ið hann vá.”

 

121 Tað var ungi Magnus,

hugsar so við sær,

bant hann eina stadduna

við høgru lið á sær.

 

122 Tað var henda staddan,

var bæði galin og óð,

ikki undir fimmti mans

hon for fótum tróð.

 

123 Og so reið hann Magnus

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar,

móti honum rann.

 

124 Klývur hvønn um tvørar,

móti honum rann,

eftir stóð tá kongurin

við sín triðja mann.

 

125 Niður feldi hann herin allan,

alt tað valdra lið,

kongurin er kropin

undir borgarlið.

 

126 Kongurin er kropin

undir borgarlið:

“Mín keri dótturson,

gev mær grið!”

 

127 “Slíkan skalt tú griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi gá.”

 

128 Tað var ungi Magnus,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan kongin

sundur í lutir tvá.

 

129 Festi aftur ternuna

við so góðum meingi,

ráddi fyri Vallalíð,

var har kongur leingi.

 

Stígum fast á várt gólv,

sparum ei vár skó!

Gud man ráða, hvar vit dansa

onnur jól.

 

CCF 58 Aa

TSB E 39

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 53, s. 563.

 

Útgávur: 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982. s. 141.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 375.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 87.

 

Heimild: Úr Streymoy: Maren Sibille Augustinidatter (1775-1830), f. í Tórshavn, 1822. 

 

E 39 Guttormur í Hattarmóti (Man kills grandparents to revenge his father’s death)

Margreta giftist Guttormi. Tey verða boðin til foreldur Margretu. Hóast tey gruna ilt, fara tey. (Frábr. B, D: Á ferðini brennur hann á, men Guttormur leggur sjógv niður.)

Tá ið tey koma, fær mamma Margretu, drotningin, Guttorm dripnan. Margreta eigur son, sum hon sendir burtur, so drotningin ikki skal fáa hendur á hann. (Frábr. A: Hon eigur eisini eina dóttur, og drotningin drepur bæði Margretu og dóttrina.)

Sonurin Magnus vil hevna deyða faðir síns. Pápasystirin Ata gevur honum ráðini, ið eru honum ein hjálp, tá ið sleppast skal undan royndunum hjá ommuni at eitra hann. Hann festir eld í húsini, og hon brennist til deyða. Síðani heldur Magnus av stað eftir abbanum. Ráðini frá Atu eru honum til hjálpar, tá ið hann heldur villini djórunum niðri, ið vaka yvir slottinum hjá abbanum, og síðani drepur hann hann. Hann verður kongur aftan á abban.

á føroyskum: CCF 58 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017