• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sjúrður og Dvørgamoy - Dvørgamoy I

 

Sjúrður og Dvørgamoy - Dvørgamoy I

 

CCF 6 Aa

TSB E 153

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi:

Hjalprekur fyri ríki ræður,

reystar hevur hann dreingir.

 

2 Raskar hevur hann dreingirnar

og hartil mangar sveinar,

ein ber yvir allar teir,

hann glógvar í gulli reina.

 

3 Mangar hevur hann sveinar,

alir teir upp við gavni,

ein ber yvir allar teir,

Sjúrður nevndur á navni.

 

4 Hoyrt havi [eg] av gamal tíð,

at arin er eitt fok,

nú skal ríma um Sjúrð hin unga,

hansara fyrsta tok.

 

5 Snarliga kann arin flúgva

eina langa leið,

nú skal kvøða um Sjúrð hin unga,

tá hann fyrst út reið.

 

6 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

Sjúrður klæðist for síni song,

hann býr seg út at ríða.

 

7 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

8 Út varð loystur gangarin,

ið Sjúrður skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

9 Sjúrður klæðist for síni [song],

letst í brynju nýggja:

“Nú lystir meg á skógvin fram

undurverk at síggja.”

 

10 Sjúrður klæðist for síni song,

hann fekk so mikið í huga:

“Nú lystir meg á skógvin fram

undurverk at skoða.”

 

11 Sjúrður reið á skógvin fram

bæði av ilsku [og] bræði,

hvørki kundi fyri hann koma

kristið ella heiðið.

 

12 Sjúrður reið á skógvin fram

fult í dagar tríggjar,

einki ting tað kundi hann

hvørki hoyra ei síggja.

 

13 So reið hann tann fjórða dag,

tóktist vera í trota,

tá ið dagur at kvøldi kom,

sá hann ein stóran flota.

 

14 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

stillar síni ferð,

hann sær har í hasum flota

gull við búgvið svørð.

 

15 Sjúrður stillar síni ferð

ei í góðan tíma,

hann sær har [í] hasum flota

teirra skjøldar skína.

 

16 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

tekur til sítt svørð:

“Nú skal ríða longur fram

at vita, hvøssu fer.”

 

17 Sjúrður mundi til teir fara,

tað var ei til dans,

hann sær sita fyri sær

ein heilan dvørgakrans.

 

18 Hyggur hann upp á dvørgarnar,

teir hyggja upp á hann,

hvørgin partur talaði,

tóktist teim einki stand.

 

19 Svaraði ein av dvørgunum,

hann bar ikki kinnar bleikar:

“Hvat eru tíni ørindi?

Ert tú komin at leika?”

 

20 Svaraði annar av dvørgunum,

hann bar ikki kinnar bleikar:

“Ert tú komin at stríðast her,

ella ert tú komin at leika?”

 

21 Sjúrður situr á sínum hesti,

ongan veg kann fara,

enntá tegir Sjúrður til,

tordi ei aftur at svara.

 

22 Hundrað vóru dvørgarnir,

væl, tað var ikki fleiri,

allir upp á Sjúrðin sóu

bæði av ilsku og reiði.

 

23 Hugsaði Sjúrður Sigmundarson:

“Eg skal ikki hjartað selja,

gerið, hvat tykkum sýnist best,

tit skulu korini velja.”

 

24 Upp steig ein av dvørgunum,

hvessir hann sítt spjót,

ógvuligur annar tá,

hann snúðist honum imót.

 

25 Høggini vanka mong og tung,

syngur á dvørgabrynju,

hann sær hvørki himmal ei jørð,

tey yvir honum dynja.

 

26 Høggini vanka mong og tung,

summir falla á grúgvu,

hann sær hvørki himmal ei jørð,

tey yvir honum flúgva.

 

27 Har kom ein av dvørgunum

fast av miklum móði,

hann hevði upp sína høgru hond,

Sjúrða á nasar sló.

 

28 Tá fekk Sjúrður av dvørgum høgg,

tann hin menskur mann,

blóðið undan brynjuni

niður á saðil rann.

 

29 Yvrið dregur at Sjúrði,

søgur ganga frá,

dregur út sítt búgvið svørð

og tað í loftið brá.

 

30 Ógvuliga Sjúrður høgg,

tað syngur á gyltum ringi:

“Hetta er tað fyrsta sár,

eg havi á skógnum fingið.”

 

31 Sjúrður brá sín bitra brand,

tað mundi ongan vara,

sleri so til dvørgin tann,

hann feldi hann niður til jarðar.

 

32 Har kom fram ein annar dvørgur,

Sjúrði mundi hann siga:

“Slá tú ongan fleiri dvørg,

hann var ei av várum liði!

 

33 Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

eg sigi tær satt ífrá:

slært tú niður ein annan dvørg,

tú kemur har ikki frá.”

 

34 Burtur hvurvu dvørgarnir,

helst fyri uttan vanda,

síðan mátti Sjúrður

í kolmyrkri ganga.

 

35 So reið Sjúrður Sigmundarson,

frystir hans saðilgjørð,

rímfrost var tá yvir fallið

heidna manna jørð.

 

36 Sjúrður ríður til og frá,

ongan veg kann finna,

dvørgamoyggin til hann kom,

hin vitra og hin svinna.

 

37 Har kom fagra dvørgamoyggin,

skín sum sól á sjó,

hon mundi vera í gulli rend,

perlur á jørðina dró.

 

38 Svaraði hin ungi Sjúrður,

tungu ber hann so snjalla:

“Hoyr tað, yndig dvørgamoyggin,

flyt meg heim til halla!”

 

39 Tað var yndig dvørgamoyggin,

fylgdi honum so væl

av tí høga fjallinum

í ein djúpan dal.

 

40 Fylgdi hon honum í dalin niður

fram við eini á,

borgir sóu tey undan koma,

á pílarum stá.

 

41 Tá svaraði Sjúrður

av so tungari sorg:

“Hoyr tú, yndig dvørgamoyggin,

hvør býr her í borg?”

 

42 Svaraði yndig dvørgamoyggin,

øll í gulli skín:

“Hann býr her í hesi borg,

sæli faðir mín.

 

43 Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

tak teg fullvæl vara,

hvat mín faðir til tín sigur,

tú skalt ei aftur svara.

 

44 Hann biður teg í smiðju við sær,

tá verður skamt til dags,

men so snart tú kemur har,

tú rennur burt sum vaks.

 

45 Hann veit, at Sjúrður Sigmundarson,

honum er ikki at eggja,

hann biður teg í smiðju við sær

stórar stengur at sleggja.

 

46 Tá ið tú kemur í hallina inn,

legg teg niður sjúkan,

svarar tú honum eittans orð,

høvur av herðum fúka.”

 

47 Sjúrður kom í hallina inn,

var so síðla á kvøldi,

dvørgurin var í síni smiðju,

smíddi við stórum eldi.

 

48 Dvørgurin skuldi í hallir ganga,

sum hann plagdi fyrr,

hann sær standa ein stóran hest

bundnan við hallardyr.

 

49 Yvrið dregur at dvørginum,

hann gerst í kinnar reyð,

setti spjót í hallargátt,

hurð av hongslum fleyg.

 

50 Dvørgurin so til orða tekur,

tað var alt so brátt:

“Hvat er hetta fyri ein kempa,

her er komin í nátt?”

 

51 Dvørgurin tók sítt gylta spjót,

letst í brynju nýggja:

“Skaffið fram ta miklu kempu,

brádliga vil eg hann síggja!”

 

52 Tá svaraði dvørgamoyggin:

“Lat tað nú so vera,

hann er her av neyðum komin,

tú skalt honum einki gera.”

 

53 Tað var yndig dvørgamoyggin,

tekur at faðir at læra:

“Kempan er bæði mikil og mødd,

tú skalt hann ikki skaða.”

 

54 Dvørgurin brá sín bitra brand,

Sjúrða ætlar at vega,

dvørgamoyggin um oddin tók:

“Elva nú ongan trega!”

 

55 Dvørgurin kastar gyltum brandi,

allur í gulli skín:

“Sjúrður, gakk at breiða borði,

drekk bæði mjøð og vín!

 

56 Eg veit tað, Sjúrður Sigmundarson,

tær er ikki at eggja,

tú skalt koma í mína smiðju

stórar stengur at sleggja.”

 

57 Sjúrður upp frá borði steig,

skuldi í smiðju fara,

mintist aftur, at dvørgamoyggin

bað hann ikki svara.

 

58 “Eg skal geva tær brynjuna,

gjørd er av silvuri hvíta,

hvar tú verður í striði staddur,

hana man einki bíta.

 

59 Eg skal geva tær spjót so gott,

gjørt av góðum treysti,

stikk so manniliga til,

ikki skal tað bresta.”

 

60 Árla var um morgunm,

sólin skín so víða,

Sjúrður klæðist for síni song,

hann býr seg heim at ríða.

 

61 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

tungu ber so snjalla:

“Hoyr tú, yndig dvørgamoyggin,

flyt meg heim til halla!”

 

62 Svaraði yndig dvørgamoyggin

av so tungari sorg:

“Eg skal flyta teg so langt,

at tú sært Hjalpreks borg.”

 

63 Hon fylgdi honum so langt á leið

við trá og tunga sorg,

inntil, hyggi [eg], fyrst tey sóu

Hjalpreks kongins borg.

 

64 Har mundu tey skiljast at

við trá og tunga treyt,

hann kysti hana so søtan koss,

at vín á vørrum fleyt.

 

65 Dvørgamoyggin aftur vendi,

hon feldi tár á kinn,

Sjúrður gekk til hallar heim

for Hjalprek kongin inn.

 

CCF 6 Aa

TSB E 153

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, N3. 63, s. 649

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 194.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 263.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 139

 

Heimild: Úr Sandoy. Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840), Sandi, 1823

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017