• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haka rekkar

 

Haka rekkar

 

CCF 60

TSB E 9

 

1 Haki býr fyri handan á

- at dansa ‑

raskar eigur hann synir tvá;

- væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

hóið tú vilt mær vívil venda,

væl er mær ansað ‑.

 

2 Raskar eigur hann synir tvá,

væl kunnu teir leika við brandi blá.

 

3 Nevndir eru synir tveir,

Sjúrður og Heiðrikur eita teir.

 

4 Teir vóru har at Reiðuborg,

góvu so mongum armum sorg.

 

5 Teir vóru har at Reiðubý,

vunnu so mongum harm og stríð.

 

6 Teir feldu niður á náttartíð

eitt seksti sveinar í Vallarlíð.

 

7 Teir feldu niður á teirri stund

eitt seksti sveinar í Vallarslund.

 

8 Skikkaðu boð bæði skjótt og brátt,

her hava bardagar hildist í nátt.

 

9 Her var røvað gull í lund,

nú verji eg á hvørji stund.

 

10 Vallar heitir á sveinar tvá:

“Dreingir, gangið yvir um á!

 

11 Tær takið Sjúrða og Heiðrik svá,

setið teir í heita bál!”

 

12 Fimtan valdi hann yvir um á

at fanga Haka synir báðar.

 

13 Teir fóru inn við knívi

Haka synir at níva.

 

14 Teir fóru inn við brandi

Haka synir at fanga.

 

15 Sjúrður tekur sítt gylta spjót,

høggur til við makt og mót.

 

16 Fyrst vá hann ein, so vá hann tvá

øllum gav hann banasár.

 

17 “Tað kemur eingin yvir um á,

sum ikki skal fáa sítt banasár.

 

18 Her kemur eingin inn á hall,

sum ikki skal fáa sítt síðsta fall.”

 

19 Vallar frætti aftur um á:

“Nú er fallið liðið frá.”

 

20 Vallar gerst tá ill og grumm:

“Eg skal manna á øðru stund.

 

21 Nú skal manna út annan her,

tretivu skal stýra ferð.”

 

22 Tretivu valdi hann yvir um á,

fanga Haka synir báðar.

 

23 Fóru inn við brandi

Haka synir at fanga.

 

24 Fóru inn við svørði

Haka synir at gera.

 

25 Sjúrður reysti út av høll,

tretivu banaðu teir niður á vøll.

 

26 “Her ríður eingin yvir um á,

ikki skal leggja lívið á.”

 

27 Vallar frætti aftur um á:

“Enn er fallið herliðið frá.

 

28 Triðja liðið er fallið frá,

nú skal taka betur ráð.”

 

29 Vallar gjørdist ilskur við:

“Nú skal manna hundrað trý.”

 

30 Klæddust teir í brynju blá,

grímir vóru skjøldir á.

 

31 Ljótir gingu hestar fram,

tryktu skjøld við kvørðum and.

 

32 Ljótir renna hestar út,

aktaðu hvørki pílir ei skot.

 

33 Allir stoyttust yvir um á,

so skal leggja liðið á.

 

34 Fóru inn við brandi

Haka synir at fanga.

 

35 Fóru inn við miklum reiði,

ætlaðu tá at gera mein.

 

36 Sendiboð gongur inn á høll,

Halgir drakk tann brúna mjøð.

 

37 “Drekk ei mjøð, drekk ei vín,

enn er lið at fanga tín!”

 

38 “Her kemur ei tað liðið fram,

meg kann gera mindri mann.

 

39 Takið henda øskudrong,

leggið hann niður í salta song!”

 

40 Hann vendi seg snart tilbaka,

teir kundu hann ikki taka.

 

41 “Eg bar tey boðini fram,

eg fekk bæði spott og skamm.”

 

42 “Tað skulum vit hevna,

gitnir av góðum evni.

 

43 Takið vára skjøld í hand,

so skal spenna inn á høll!”

 

44 Tann fyrsti inn á hallina gekk,

bráðan bana hann tá fekk.

 

45 Tann annar inn í hallina leyp,

Sjúrður sterki eftir skeyt.

 

46 Tann triði gekk tá væl so nær,

ikki fekk hann banasár.

 

47 So var mikil mannatrongd,

fangaðu so teir reystu dreingir.

 

48 Bundu Sjúrða og Heiðrik svá,

lótu teir í myrkastovu gá.

 

49 Settu teir av tungum ekka.

hvørki skaffaðu teim mat ei drekka

 

50 Frætti teirra systir fín:

“Nú skal loysa út brøður mín.”

 

51 Gyðan talar til sveinar tvá:

“Fylgið mær at torni blá!

 

52 Fylgið mær at torni blá

til at loysa brøður vár!”

 

53 “Gjarna vit tær fylgja má,

royna okkara skjøldir blá.”

 

54 Tá ið hon kom har mitt á leið,

møtir hon reystar garpar tveir.

 

55 Frúgvin sínum svørði brá,

hon kleyv garpar í lutir tvá.

 

56 Hon kleyv garpar í lutir tvá,

so fingu teir sítt banasár.

 

57 Gongur hon at myrkastovuhall:

“Dreingir, gangið út [á] vøll!”

 

58 “Fáið okkum vákn og svørð,

so skal hevna hesi ferð!”

 

59 Gyðan teim tá svørðini fekk,

glaðir teir á vøllin gekk.

 

60 Tá ið teir komu á vøllin út,

aktaðu hvørki pílar ei skot.

 

61 Tá ið teir náddu á víðan vøll,

spardust hvørki konur ei børn.

 

62 Vallar hetta undur sá,

leysir ganga báðir tá.

 

63 Vallars herur teim gekk ímót,

aktaði at fella niður for fót.

 

64 Illa kundi tað ganga ein,

Haka synir teir riðu fram.

 

65 Sjúrður gav tað høggið vænt,

feldi niður eitt hundrað mans.

 

66 Heiðrikur gav tað høggið størst,

feldi niður eitt hundrað seks.

 

67 Vallar frætti aftur um á,

fjórða liðið er fallið frá.

 

68 Vallar sínum borðum skeyt,

brúni mjøður á gólvi fleyt.

 

69 Vallar seg frá durum brá,

brúni mjøður á gólvi lá.

 

70 “Nú býst ei tað hólið meir,

fanga hesar dólgar tveir.

 

71 Teir skulu ikki, dólgar tveir,

blóðga mær ein mannin meir.

 

72 Nú skal manna út fimta her,

seks hundrað skal hann regera.”

 

73 Riðu út av Vallarslund

seks hundrað á teirri stund.

 

74 Riðu út av Vallarslíð

seks hundrað á teirri tíð.

 

75 Herurin reið seg yvir um á,

Haka synir stóðu har.

 

76 Tann fremsti í herum segði meir:

“Her standa teir dólgar tveir.”

 

77 “Vit eru eingir dólgar tvá.

geva kunnu vit banasár.”

 

78 Sjúrður fram í herin brá,

hann kleyv tann fyrsta í lutir tvá.

 

79 Hann kleyv tann fyrsta í lutir tvá,

har fekk hann sítt banasár.

 

80 Dólgar riðu í herin fram.

feldu niður so mangan mann.

 

81 Høgga títt, teir líva lítt,

Sjúrður hann breyt svørðið sítt.

 

82 Sjúrður stendur við stubba í hand,

feldi niður so mangan mann.

 

83 Sjúrður kendi sær møðin vand:

“Lovið mær at binda hosuband!”

 

84 Dólgar riðu í herin fram,

fella niður so mangan mann.

 

85 Sjúrður fram í herin brá,

stubburin gekk í lutir tvá.

 

86 Sjúrður stendur við tanga í hand,

feldi niður so mangan mann.

 

87 Dólgar runnu í herin fram,

fella niður so mangan mann.

 

88 Sjúrður høggur til sveinar tvá,

tangin brast í lutir tvá.

 

89 Tangin brast í lutir tvá,

tá tók Sjúrður eini onnur ráð.

 

90 Tá tók Sjúrður eini onnur ráð,

ein mann hevði hann til veipu tá.

 

91 Sjúrður heldur um garpins bein,

gevur mongum deyðamein.

 

92 Heiðrikur sínum skjøldi rørir,

Sjúrður hevur ein mann til svørð.

 

93 “Hetta er eitt undarligt svørð,

sum tú stýrir í hesi ferð.”

 

94 “Lítið man tað bíta,

væl skal eg á tað líta.”

 

95 Sjúrður sveipar garpin umkring,

hundrað feldi hann í ein ring.

 

96 Garpur slitnaði av um miðju,

Vallar misti fimta liðið.

 

97 Vallar tekur til orða svá:

“Her skal løða streingir á.”

 

98 Teir høgdu allan vegin fram,

eftir stóð Vallar við triðja mann.

 

99 Vallar tekur til orða svá:

“Eg biði fyri mítt lív í dag.”

 

100 “Lívið skalt tú av mær fá,

eg skal yvir tínum ríki ráða.”

 

101 Sjúrður ráddi yvir Vallarslíð,

Heiðrikur tænti sín faðirs bý.

 

102 Ráddu yvir Vallarsríki,

- at dansa ‑

sømdi væl, teir dólgar slíkir.

- væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

hóið tú vilt mær vívil venda,

væl er mær ansað ‑.

 

CCF 60

TSB E 9

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 43, s. 199. Fyri 1854.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 405.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 162.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík.

 

E 9 Haka rekkar (Vallar loses all his men in repeated fights with Haki’s sons)

Báðir synir Haka herja í Vallarlíð og drepa seksti menn har. Vallar sendir menn at fáa hevnd, men teir verða eisini dripnir. At enda verða synir Haka tiknir til fanga. Systir teirra fríar teir, og teir drepa stórt tal av monnum Vallars. Vallar sendir ein herflokk, ið telur seks hundrað mans. Aftur sigra synir Haka og drepa allar. Vallar biður fyri lívi sínum og verður eirdur, men hann má geva frá sær ognir sínar.

á føroyskum: CCF 60 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017