• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hákun av Danaríki

 

Hákun av Danaríki

 

CCF 61a

TSB E 44

 

1 Hákun ráddi for Danaríki,

drekkur mjøð úr skál,

tá ið hann var fimtan ár,

tá doyði hans faðir frá.

 

Latið dans dynja, dreingir!

Stásiliga stígið í ring!

Stár hon væl frúva.

 

2 Tá ið hann var fimtan ár,

tá doyði hans faðir frá,

nevndur Sjúrður av Suðurlondum,

sum Hakkul vá.

 

3 Hakkul fór á langreisuna,

tað vil eg siga enn,

hann vá Sjúrð av Suðurlondum

við øllum sínum menn.

 

4 Hakkul eigur ein ungan son,

Hákun nevndur á navni,

hann er bæði fimur og snarur,

stýrir hvør skeið á stavni.

 

5 Hákun ráddi for Danaríki

í árini tvey,

alt hugsaði hann um faðir sín,

um hann mundi vera deyður.

 

6 Hákun ráddi for Danaríki,

væl er um tað nevnt,

hann kendi sær onga glaða stund,

fyrr hann fekk sín faðirs deyða hevnt.

 

7 Hákun ráddi for Danaríki,

drakk bæði mjøð og vín,

alt sat hann við sorg og sút

um faðirs deyða sín.

 

8 Sjúrður siglir á Suðurlondum,

stýrir sína skeið á stavni,

raskar eigur hann synir tríggjar,

allir nevndir á navni.

 

9 Tríggjar eigur hann synirnar

og allir nevnast við,

nevndur er Heini og Ranild

og Rasmus tá tann triði.

 

10 Sjúrður eigur tríggjar synir

og allir nevnast her,

nevndur er Heini og Ranild,

og Rasmus yngstur er.

 

11 Ranild hann er miðlingurin,

er satt at siga frá,

hann er bæði fimur og snarur,

sum føtur bera má.

 

12 Sjúrður siglir á Suðurlondum

við manna hundrað fimm,

bylgjan brýtur stór og strong

á báðum borðum inn.

 

13 Sjúrður vendi sínum skipi á leið

ímót teirri bylgju breiðu,

so siglir hann á trimum døgum,

og onga so sær hann leið.

 

14 Sjúrður vendi sínum skipi á leið

mót teirri bylgju blá,

so siglir hann á trimum døgum,

so fimtan róðu ikki á.

 

15 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Sjúrður á Suðurlondum

sínum fótum á land.

 

16 Fyrst steig Sjúrður á Suðurlondum

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

17 Hákun stendur á bakkanum,

mælir fyri munni sínum:

“Takk havi tú, Sjúrður, nú her,

fyri higarkomu tína! ”

 

18 Svaraði hann Sjúrður ungi,

hann stóð har skamt ífrá:

“Hoyr tað tú, Hákun ungi,

deyðan skalt tú fá! ”

 

19 Hákun so til orða tekur,

heldur á bjørtum brandi:

“Fyrr skal bresta stokkar og stein,

enn tú fært mína landa. ”

 

20 Hákun við sítt bitra brand

brá sítt svørð á loft:

“Nú skalt tú, Sjúrður, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

21 Hákun við sínum brandi upp

væl við sínum svørði má hyggja:

“Nú skalt tú, Sjúrður, síggja tað blóð,

sum teg skal ofta ryggja.”

 

22 Hákun við sínum brandi upp,

tá skulvu bæði torp og garðar,

miðjan kleyv hann Sjúrða sterka

deyðan niður til jarðar.

 

23 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Sjúrða sterka

sundur í lutir tvá.

 

24 Sjúrður datt á vøllin niður,

klovin í lutir tvá,

Heini sprakk tá fimur á føtur,

sínum svørði brá.

 

25 Hákun við sínum brandi upp

og blóðutum svørði á lofti:

“Nú skalt tú, Heini, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

26 Hákun við sínum brandi upp

væl við sínum svørði man hyggja:

“Nú skalt tú, Heini, síggja tað blóð,

teg man ofta ryggja.”

 

27 Hákun við sínum brandi upp,

tað skulvu bæði torpar og garðar,

miðjan kleyv hann Heina sterka

deyðan niður til jarðar.

 

28 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Heina sterka

sundur í lutir tvá.

 

29 Heini datt á vøllin niður,

klovin niður at læri,

Ranild sprakk tá fimur á føtur,

meinti tað hevði verið frægari.

 

30 “Tú hevur dripið bróður mín,

tað vil eg fyri tær mæla,

áðrenn dagur at kvøldi kemur,

vit skulu ikki báðir eitt tala.”

 

31 Hákun so til orða tekur,

mælir fyri munni sínum;

“Hesin sami bjarti brandur

skal gala í lívi tínum.”

 

32 Hákun við sínum brandi upp

við blóðutum svørði á loft:

“Nú skalt tú, Ranild, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

33 Hákun við sínum brandi upp

við svørðinum mundi hann hyggja:

“Her skalt tú, Ranild, síggja tað blóð,

teg má ofta ryggja.”

 

34 Hákun við sínum brandi upp

við svørðinum mundi hann renna,

so gekk høgg av Hákun sterka,

í miðjan belti at spenna.

 

35 Hákun við sínum brandi upp,

tað skulvu bæði torpar og garðar,

miðjan kleyv hann Ranild sterka

deyðan niður til jarðar.

 

36 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Ranild sterka

sundur í lutir tvá.

 

37 Ranild datt á vøllin niður,

klovin í lutir tvá,

Rasmus sprakk tá fimur til fóts,

sínum svørði hann brá.

 

38 “Tú hevur mínar brøður felt,

tað skalt tú her betala,

hesin sami bjarti brandur

skal í tínum lívi gala.

 

39 Tú hevur staðið í stríði her

og gjørt mær mikil mein,

óhent verður nú henda ferð

bæði til búk og bein.”

 

40 Hákun gav tað høggið tungt

av makt og meiri vanda,

dunin hoyrdist langan veg,

tá ið svørðið svinglaði í hendi.

 

41 Høgga títt, teir líva lítt,

og báðir til møði kenna,

neistar flugu í veðrið upp,

tá ið svørðini saman renna.

 

42 Høgga títt, teir líva lítt,

tá var ónt at síggja,

blóðið spruttaði av báðum,

og hvørgin vil undan flýggja.

 

43 Høgdust bæði hart og skarpt,

sum dreingir spæla við laða,

høgdust fullar átta dagar,

hvør loftaði annans skaða.

 

44 “Kastum frá okkum vákn og svørð,

spjót og hartil verju,

nú skulum vit á grønan vøll

hondum saman at berjast.”

 

45 Kastaðu frá sær vákn og svørð,

tyktist einki at bella,

ryktust hart og mikið skarpt,

hvør vildi annan fella.

 

46 Kastaðu frá sær vákn og svørð,

hartil tyktist eiti at síggja,

fóru so á grønan vøll

hvønn annan niður at leggja.

 

47 Stigu teir tá av hestunum

og gjørdu so tað at loyna,

fóru so á grønan vøll

roysnisverk at royna.

 

48 Tókust teir tá hondum saman,

grimir og harðir til viga,

báðir vóru reystir og sterkir,

hvørgin vil undan ríða.

 

49 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil dagin tann fjórða,

sólin til viðar gekk.

 

50 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil dagin fjórða,

sól til viðar rann.

 

51 Inntil dagin fjórða,

sól til viðar rann,

tá fell Rasmus,

tann hin raski mann.

 

52 Rasmus datt á vøllin niður,

tá tók hans liðið at gjalla:

“Báðir hava nú roysni roynt,

vit latum nú hvønngan gjalda.”

 

53 Rasmus datt á vøllin niður,

tað mundi honum baga:

“Báðir hava nú roysni roynt,

latið nú hvønngan skaða!”

 

54 Svóru teir seg í stallbrøðralag

og løgdu so tað í minni,

tað skuldi ikki annar úti vera,

tá ið annar var inni.

 

55 Settust teir á vøllin niður,

sum tingið lótu tá halda,

hvør svór øðrum trygdareið,

teir skuldu ikki lívið volda.

 

56 So fóru teir til hallar heim,

og hvør var annan tró,

Hákun ráddi for Danaríki,

var bæði glað og fró.

 

57 Hákun ráddi for Danaríki,

hevði so raskar dreingir,

Rasmus var hans ráðgevari,

sum gitið má verða so leingi.

 

58 Hákun hevði í mongum vasi

og barst við raskar dreingir,

eingin er líkur við Rasmus sterka,

so má frættast leingi.

 

59 Hákun hevði í mongum vasi

og barst við raskar menn,

eingin er líkur Rasmus sterka,

so má frættast enn.

 

60 Hákun ráddi for Danaríki,

so er tað at venda,

Rasmus var hans ráðgevari

teirra ævi til enda.

 

Latið dans dynja, dreingir!

Stásiliga stígið í ring!

Stár hon væl frúva.

 

CCF 61a

TSB E 44

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 33, s. 153. Fyri 1854.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 1.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 7.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík.

  

Hákun av Danaríki

 

CCF 61a

TSB E 44

 

1 Hákun ráddi for Danaríki,

drekkur mjøð úr skál,

tá ið hann var fimtan ár,

tá doyði hans faðir frá.

 

Latið dans dynja, dreingir!

Stásiliga stígið í ring!

Stár hon væl frúva.

 

2 Tá ið hann var fimtan ár,

tá doyði hans faðir frá,

nevndur Sjúrður av Suðurlondum,

sum Hakkul vá.

 

3 Hakkul fór á langreisuna,

tað vil eg siga enn,

hann vá Sjúrð av Suðurlondum

við øllum sínum menn.

 

4 Hakkul eigur ein ungan son,

Hákun nevndur á navni,

hann er bæði fimur og snarur,

stýrir hvør skeið á stavni.

 

5 Hákun ráddi for Danaríki

í árini tvey,

alt hugsaði hann um faðir sín,

um hann mundi vera deyður.

 

6 Hákun ráddi for Danaríki,

væl er um tað nevnt,

hann kendi sær onga glaða stund,

fyrr hann fekk sín faðirs deyða hevnt.

 

7 Hákun ráddi for Danaríki,

drakk bæði mjøð og vín,

alt sat hann við sorg og sút

um faðirs deyða sín.

 

8 Sjúrður siglir á Suðurlondum,

stýrir sína skeið á stavni,

raskar eigur hann synir tríggjar,

allir nevndir á navni.

 

9 Tríggjar eigur hann synirnar

og allir nevnast við,

nevndur er Heini og Ranild

og Rasmus tá tann triði.

 

10 Sjúrður eigur tríggjar synir

og allir nevnast her,

nevndur er Heini og Ranild,

og Rasmus yngstur er.

 

11 Ranild hann er miðlingurin,

er satt at siga frá,

hann er bæði fimur og snarur,

sum føtur bera má.

 

12 Sjúrður siglir á Suðurlondum

við manna hundrað fimm,

bylgjan brýtur stór og strong

á báðum borðum inn.

 

13 Sjúrður vendi sínum skipi á leið

ímót teirri bylgju breiðu,

so siglir hann á trimum døgum,

og onga so sær hann leið.

 

14 Sjúrður vendi sínum skipi á leið

mót teirri bylgju blá,

so siglir hann á trimum døgum,

so fimtan róðu ikki á.

 

15 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Sjúrður á Suðurlondum

sínum fótum á land.

 

16 Fyrst steig Sjúrður á Suðurlondum

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

17 Hákun stendur á bakkanum,

mælir fyri munni sínum:

“Takk havi tú, Sjúrður, nú her,

fyri higarkomu tína! ”

 

18 Svaraði hann Sjúrður ungi,

hann stóð har skamt ífrá:

“Hoyr tað tú, Hákun ungi,

deyðan skalt tú fá! ”

 

19 Hákun so til orða tekur,

heldur á bjørtum brandi:

“Fyrr skal bresta stokkar og stein,

enn tú fært mína landa. ”

 

20 Hákun við sítt bitra brand

brá sítt svørð á loft:

“Nú skalt tú, Sjúrður, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

21 Hákun við sínum brandi upp

væl við sínum svørði má hyggja:

“Nú skalt tú, Sjúrður, síggja tað blóð,

sum teg skal ofta ryggja.”

 

22 Hákun við sínum brandi upp,

tá skulvu bæði torp og garðar,

miðjan kleyv hann Sjúrða sterka

deyðan niður til jarðar.

 

23 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Sjúrða sterka

sundur í lutir tvá.

 

24 Sjúrður datt á vøllin niður,

klovin í lutir tvá,

Heini sprakk tá fimur á føtur,

sínum svørði brá.

 

25 Hákun við sínum brandi upp

og blóðutum svørði á lofti:

“Nú skalt tú, Heini, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

26 Hákun við sínum brandi upp

væl við sínum svørði man hyggja:

“Nú skalt tú, Heini, síggja tað blóð,

teg man ofta ryggja.”

 

27 Hákun við sínum brandi upp,

tað skulvu bæði torpar og garðar,

miðjan kleyv hann Heina sterka

deyðan niður til jarðar.

 

28 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Heina sterka

sundur í lutir tvá.

 

29 Heini datt á vøllin niður,

klovin niður at læri,

Ranild sprakk tá fimur á føtur,

meinti tað hevði verið frægari.

 

30 “Tú hevur dripið bróður mín,

tað vil eg fyri tær mæla,

áðrenn dagur at kvøldi kemur,

vit skulu ikki báðir eitt tala.”

 

31 Hákun so til orða tekur,

mælir fyri munni sínum;

“Hesin sami bjarti brandur

skal gala í lívi tínum.”

 

32 Hákun við sínum brandi upp

við blóðutum svørði á loft:

“Nú skalt tú, Ranild, síggja tað blóð,

teg má ryggja ofta.”

 

33 Hákun við sínum brandi upp

við svørðinum mundi hann hyggja:

“Her skalt tú, Ranild, síggja tað blóð,

teg má ofta ryggja.”

 

34 Hákun við sínum brandi upp

við svørðinum mundi hann renna,

so gekk høgg av Hákun sterka,

í miðjan belti at spenna.

 

35 Hákun við sínum brandi upp,

tað skulvu bæði torpar og garðar,

miðjan kleyv hann Ranild sterka

deyðan niður til jarðar.

 

36 Tað var ið hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Ranild sterka

sundur í lutir tvá.

 

37 Ranild datt á vøllin niður,

klovin í lutir tvá,

Rasmus sprakk tá fimur til fóts,

sínum svørði hann brá.

 

38 “Tú hevur mínar brøður felt,

tað skalt tú her betala,

hesin sami bjarti brandur

skal í tínum lívi gala.

 

39 Tú hevur staðið í stríði her

og gjørt mær mikil mein,

óhent verður nú henda ferð

bæði til búk og bein.”

 

40 Hákun gav tað høggið tungt

av makt og meiri vanda,

dunin hoyrdist langan veg,

tá ið svørðið svinglaði í hendi.

 

41 Høgga títt, teir líva lítt,

og báðir til møði kenna,

neistar flugu í veðrið upp,

tá ið svørðini saman renna.

 

42 Høgga títt, teir líva lítt,

tá var ónt at síggja,

blóðið spruttaði av báðum,

og hvørgin vil undan flýggja.

 

43 Høgdust bæði hart og skarpt,

sum dreingir spæla við laða,

høgdust fullar átta dagar,

hvør loftaði annans skaða.

 

44 “Kastum frá okkum vákn og svørð,

spjót og hartil verju,

nú skulum vit á grønan vøll

hondum saman at berjast.”

 

45 Kastaðu frá sær vákn og svørð,

tyktist einki at bella,

ryktust hart og mikið skarpt,

hvør vildi annan fella.

 

46 Kastaðu frá sær vákn og svørð,

hartil tyktist eiti at síggja,

fóru so á grønan vøll

hvønn annan niður at leggja.

 

47 Stigu teir tá av hestunum

og gjørdu so tað at loyna,

fóru so á grønan vøll

roysnisverk at royna.

 

48 Tókust teir tá hondum saman,

grimir og harðir til viga,

báðir vóru reystir og sterkir,

hvørgin vil undan ríða.

 

49 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil dagin tann fjórða,

sólin til viðar gekk.

 

50 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil dagin fjórða,

sól til viðar rann.

 

51 Inntil dagin fjórða,

sól til viðar rann,

tá fell Rasmus,

tann hin raski mann.

 

52 Rasmus datt á vøllin niður,

tá tók hans liðið at gjalla:

“Báðir hava nú roysni roynt,

vit latum nú hvønngan gjalda.”

 

53 Rasmus datt á vøllin niður,

tað mundi honum baga:

“Báðir hava nú roysni roynt,

latið nú hvønngan skaða!”

 

54 Svóru teir seg í stallbrøðralag

og løgdu so tað í minni,

tað skuldi ikki annar úti vera,

tá ið annar var inni.

 

55 Settust teir á vøllin niður,

sum tingið lótu tá halda,

hvør svór øðrum trygdareið,

teir skuldu ikki lívið volda.

 

56 So fóru teir til hallar heim,

og hvør var annan tró,

Hákun ráddi for Danaríki,

var bæði glað og fró.

 

57 Hákun ráddi for Danaríki,

hevði so raskar dreingir,

Rasmus var hans ráðgevari,

sum gitið má verða so leingi.

 

58 Hákun hevði í mongum vasi

og barst við raskar dreingir,

eingin er líkur við Rasmus sterka,

so má frættast leingi.

 

59 Hákun hevði í mongum vasi

og barst við raskar menn,

eingin er líkur Rasmus sterka,

so má frættast enn.

 

60 Hákun ráddi for Danaríki,

so er tað at venda,

Rasmus var hans ráðgevari

teirra ævi til enda.

 

Latið dans dynja, dreingir!

Stásiliga stígið í ring!

Stár hon væl frúva.

 

CCF 61a

TSB E 44

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 33, s. 153. Fyri 1854.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 1.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 7.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík. 

 

E 44 Hákun av Danaríki (Man kills father’s slayer and two of his sons but becomes foster-brother of the third.

Sjúrður hevur dripið faðir Hákun kong av Danaríki, og Hákun vil hava hevnd.

Sjúrður og tríggir synir hansara eru á ránsferð, og stormur førir teir til Danaríkið. Hálun drepur Sjúrð og tveir synir hansara. Í bardaganum við triðja sonin leggja Hákun og mótstøðumaður hansara vápnini frá sær til at royna styrki teirra óvápnaðir. Hvørgin teirra vinnur, og teir svørja hvør øðrum brøðralag.

á føroyskum: CCF 61 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017