• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

CCF 62 A

TSB E 84

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

frøðið er um ein jall,

kongur ræður fyri Miklagarði,

nevndur er Haraldskjøld.

 

2 Haraldskjøld á Miklagarði,

eðilsveinur sterki,

gullið og so eðilsteinar

hann býr sítt ærligt merki.

 

3 Haraldskjøld á Miklagarði,

ein er hann fyri ráðum,

bøndur og so búkallar

teir biður hann sita í náðum.

 

4 Saman búgvast kongar tólv,

hvør í síni høll,

fullgóðan hava teir vilja sín

at herja á Haraldskjøld.

 

5 Saman búgvast kongar tólv,

hvør í sínum skildri,

ætla Harald á Miklagarði,

høgg teir skifta vildu.

 

6 Svaraði ein fyri tí ráði,

eftir ræður at fregna:

“Hví  eruð tær so herklæddir,

á hvønn viljið tær herja?”

 

7 “Vær vilja herja á Haraldskjøld,

hann av lívi taka,

vær vita ongan í verðini

at vera hans ovurmaka.”

 

8 “Hvat hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt tygur helst til saka,

tær vilja hann skattar lúka,

hann av lívi taka?”

 

9 “Tað hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt os helst til mein,

hann ber alla prýði tá,

her ganga í heim.

 

10 Tað hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt os helst til sút,

hann kann allar listir tær,

sum mann kann prýða út.”

 

11 Svaraði ein tann lítli svein,

eftir ræður at fregna:

“Visti tað Haraldur á Miklagarði,

so frægur mundi hann seg verja.”

 

12 Vinda upp síni silkisegl,

so er greint fyri mær,

strykaðu ikki seglið niður

fyrr enn við Miklagarð.

 

13 Ganga inn for Haraldskjøld,

siga honum frá:

“So er inntakin Miklagarður,

ei koma tølur á.”

 

14 Ganga inn for Haraldskjøld,

spenna búgvin brand:

“So er inntakin Miklagarður,

ei nár helvt á land.”

 

15 Út reið Haraldur á Miklagarði,

reiður var hann tá,

sjey hevði hann gilmarkongar,

í eini atreið vá.

 

16 Út reið Haraldur á Miklagarði

eina morgunstund,

feldi niður átjan hundrað

í grønari lund.

 

17 Út reið Haraldur á Miklagarði,

eðilsveinurin sterki,

vigið hevur hann kongar tólv

og brotið buðlungs merki.

 

18 Vigið hevur hann kongar tólv

glaður fyri uttan sorg,

kátur snúðist Haraldskjøld

aftur í sína borg.

 

19 Haraldur situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

20 Sveinur svarar sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

21 Vær kunnum ikki sannari

siga tær ífrá,

keisarin í Frankaríki

væna dóttur ár.

 

22 Keisarin í Frankaríki

eigur sær dóttur mæta,

bæði von og eigilig

til góðs og landa at gæta.”

 

23 “Er hon seg so eigilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað standist hvat av ið má.”

 

24 Svaraði ein tann lítli svein,

so var lagt í minni:

“Tú fært ikki, Haraldskjøld,

sigur í fyrsta sinni.”

 

25 So letur hann Haraldskjøld

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

26 So letur hann Haraldskjøld

byggja skipin sín,

letur laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

27 So letur hann Haraldskjøld

byggja skipin stór,

letur laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

28 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

bari toppur av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

29 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

gyltir leika veðurringar

upp í miðjan ský.

 

30 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnar og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

31 Haraldur letur skipin gera,

flest øll mundu tað vita,

silvur vóru mastrarnar,

av gulli vóru bitar.

 

32 Haraldur legði skipin saman,

legði tey út í hav,

hirti ikki, hvørt tað var

nátt ella ljósur dagur.

 

33 Millum teirra borðanna

skín so fagur litur,

sum hann Haraldur á Miklagarði

í lyftingini situr.

 

34 Haraldur setst í lyftingina,

eðilsveinurin sterki,

av silki vóru handskar hans,

av gulli vovið merki.

 

35 Haraldur setst í lyftingina,

suður á tanga dreiv,

sigldi nátt sum ljósan dag,

nálin vísti honum leið.

 

36 Vindur upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frakland.

 

37 Haraldskjøld á Miklagarði,

frægur í huga full,

plantaðir vóru hans víngarðar

og stroyddir við reyðargull.

 

38 Smaludrongur á heiði

goymir smalugeit,

hann sá skip eftir havi fara,

havn at vilja leita.

 

39 Allar rekur hann smalur saman

upp á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í keisarans høll.

 

40 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í keisarans høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

41 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi fara,

seglini hvít sum mjøll.”

 

42 “Sært tú skip eftir havi fara,

seglini hvít sum lín,

vera man onkur høvdingin

at biðja dóttur mín.”

 

43 Higar ið tann snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

44 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldskjøld

sínum fótum á land.

 

45 Fyrstur stígur Haraldskjøld

sínum fótum á land,

tólv brynjaðar herkempur

undir hans høgru hand.

 

46 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

47 Ganga teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

vóru á ongum ræddir.

 

48 Uppi í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

mær tóktist, sum reyður logi

læk á riddarans kinn.

 

49 Mær tóktist, sum reyður logi

læk á riddarans kinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

50 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum keisarin yvir borði sat

við manna hundrað fimm.

 

51 Haraldur gongur í hallina inn

í silkikneptari húgvu,

kinnin er reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

52 Haraldur stendur á hallargólvi,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

53 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit nú reystur, Valindur keisar,

gev mær dóttur tína!”

 

54 Haraldur stendur á hallargólvi,

væl er um hann stálið:

“Keisarin, gev mær dóttur tína,

stár mín hugur á!”

 

55 Tí svaraði keisarin,

gyrdur sat hann við brandi:

“Siga skalt tú eiti títt,

og hvaðan tú ert av landi.”

 

56 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Geyti kongur av Onglandi

er sannur faðir vár.

 

57 Sjálvur eiti eg Haraldskjøld,

væl kann beita brandi,

Ringur kongur er bróðir mín,

hann býr á Íralandi.”

 

58 “Hoyrt havi eg um Ring kongin,

men kappan havi eg ei sæð;

hoyr tað, Haraldur av Miklagarði,

væl troystar tú tær!”

 

59 Keisarin sínum svørði brá,

lystir ei á at hoyra,

ætlar hinum banasár,

sín odd í hjálma royna.

 

60 Keisarin sínum svørði brá

alt fyri uttan vanda,

hann kleyv sundur búgvið borð,

mitt á gólvi standa.

 

61 Høgga títt og líva lítið

bæði av ilsku og bræði,

brandar brustu, brynjur stukku,

tað rivnar buðlungs klæði.

 

62 Høgga títt og líva lítið,

lætt er at síggja gaman,

eldur reyk av svørðunum,

oddar bóru saman.

 

63 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

64 Mangari elvdu teir móðurini

bæði angist og sorg,

øvutur bardist Haraldskjøld

út úr glæstriborg.

 

65 Mangari elvdu teir móðurini

bæði angist og sút,

øvutur bardist Haraldskjøld

av høgum borgum út.

 

66 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur keisarin

brynjað út hundrað tólv.

 

67 Tá hevði reystur keisarin

brynjað út hundrað tólv,

einsamallur Haraldskjøld

reið har ein ímót.

 

68 Hann hevur felt for Haraldskjøld

væl fimm hundrað tólv,

einsamallur Haraldskjøld

á grønum vølli stóð.

 

69 Tí svaraði Haraldskjøld

alt fyri uttan vanda:

“Lovið mær nú, mínir menn,

fremst í her at standa!”

 

70 Keisarin rópar í herin fram,

hann oyðir Haralds menn,

høggur so títt á báðar hendur,

hann vá væl fýra í senn.

 

71 Haraldur ríður í herin fram,

mátturin við honum veks,

høggur so títt á báðar hendur,

hann vá væl fimm og seks.

 

72 Haraldur ríður í herin fram,

veksur við honum mót,

høggur so títt á báðar hendur,

fellir menn sum grót.

 

73 Tað var ein av Verlands monnum,

honum gekst til hand,

feldi niður átjan hundrað,

ruddi fyri sær gongd.

 

74 Haraldskjøld á Miklagarði,

staddur var hann í vanda,

sundur gekk hans búgvin brand

millum hans tveggja handa.

 

75 Tí svaraði keisarin

við sítt valda meingi:

“Sláið ein garð um reystu kempu,

her hevur staðið leingi!”

 

76 Haraldskjøld á Miklagarði

ruddi fyri sær gongd,

átjan vá hann herkempur,

áðrenn hann tókst í band.

 

77 Átjan vóru herkempur,

sár bar undir skinn,

áðrenn teir høvdu Haraldskjøld

í myrkastovu inn.

 

78 Settu Harald í myrkastovu,

mangir at honum vóru,

tá vóru færri vinir hans,

enn hann frá alvi bóru.

 

79 Settu Harald í myrkastovu,

fingu honum annað at gera,

hann hevur so mangan óvinin

um sítt lív at bera.

 

80 Tað var svinna Silkieik,

gár for faðir sín,

barføtt og í náttserki

og med eitt høvuðlín.

 

81 Tað var svinna Silkieik,

fellur á síni knæ:

“Ger tað fyri manndóm tín,

tú gev tann riddara mær!”

 

82 Reiða rendi hann hana burtur,

lystir ei á at hoyra:

“Sámir ei mínum bitra brandi

at blóðga í kvinnu droyra.”

 

83 Keisarin og *hirðin øll

snimma lystir at sova,

tað gár ein mann av hallini út,

hann festi hurð í klova.

 

84 Hann gekk seg í moynnasal,

hann visti sær einki til sakar:

“Hoyr tað, væna Valinds dóttir,

vit skulum talvið taka!

 

85 Deydligt er í ríkinum

onga gleði at elva,

hoyr tað, svinna Silkieik,

vit skulu fara og telva!

 

86 Hoyr tað, svinna Silkieik,

sig mær sannheit frá,

hvønn skuldi tú kongin kosið,

hevði tú valdið á?”

 

87 “Mín faðir ræður fyri Frankaríki,

væl er greint for tær,

Haraldskjøld á Miklagarði

vildi eg kosið mær.

 

88 Mín faðir vekir orrustu

so hátt á Hildar rín,

Haraldur situr í myrkastovu,

tolir ta miklu pínu.

 

89 Mín faðir vekir orrustu

so hátt á Hildar val,

hvør nátt hongur hans búgvin brand

út í mín tegnasal.

 

90 Eg vildi givið mítt fingurgull

av mín høgra hand,

Haraldskjøld á Miklagarði

var loyst úr *fjøturband.”

 

91 Sveinur gekk at myrkastovudurum,

roynir harða stál,

so fell fyri hans bitra brandi

rætt sum streymur í á.

 

92 Sveinur gekk at myrkastovudurum

alt fyri uttan vanda,

klývur upp hurðar av seigum jarni,

loysir út reystan fanga.

 

93 Sveinur gekk at myrkastovudurum,

gull bar seg á hand:

“Ert tú her inni, Haraldskjøld,

tú loys títt fjøturband!”

 

94 “Eg loysi ei mítt *fjøturband,

tí mær er so harður vandi,

fyrr enn tú sigur mær, góði garpi,

hvaðan ert tú av landi?

 

95 Eg loysi ei mítt *fjøturband,

tí mær er so harð ein pína,

fyrr enn tú sigur mær, góði garpi,

allar ættir tínar.”

 

96 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Geyti kongur av Onglandi

er móðurfaðir vár.”

 

97 “Nú skal eg loysa mítt *fjøturband

alt fyri uttan vanda.”

Upp stóð svinna Silkieik,

hon bar honum vín til handar.

 

98 “Hoyr tað, Haraldur á Miklagarði,

eg sigi tær sannheit frá,

Hilda býr fyri handan á,

hon grøðir tíni sár.”

 

99 “Hilda býr fyri handan á,

hon grøðir ei míni sár,

fyrr skal svinna Silkieik

sova mínum armi hjá!”

 

100 Hann var sær í moynnasal

henda vetur í gamni,

tá varð svinna Silkieik,

keisarans dóttir, við barni.

 

101 Tað var á ein árla morgun,

hon gekk for Harald at standa:

“Eg veit tær ikki betri kor,

tú sigl burt hiðan av landi!

 

102 Mín faðir er so grummur maður,

letur ei reiði renna,

*salin og sjálvan meg

hann biður á báli brenna.

 

103 Haki býr fyri handan á,

fosturfaðir mín,

hann man liðið læna tær

at sløkkja mína pínu.

 

104 Haki býr fyri handan á,

vil eg fyri tær greina,

tjenar ei minna for hans borð

enn væl sjú hundrað sveinar.”

 

105 Haraldur sigldi av landi út

á tann sama dag,

aftur gekk hann keisarin

í sín dóttur sal.

 

106 Aftur gekk hann keisarin,

setst á frúnnar seingi:

“Hoyr tað, svinna Silkieik,

hví svevur tú so leingi?

 

107 Tín er allur blómin fallin,

talar av tungum treysti,

sum tú hevði serkjararm

og blíant borið for brósti.

 

108 Tín er allur blómin fallin,

talar av tungum harmi,

sum tú hevði serkjararm

og sovið á kallmans armi.”

 

109 Svara hennar moyggjarnar

alt fyri uttan vanda:

“Hon hevur fingið so undarliga ilt,

seint man burtur ganga.”

 

110 Sveinar fóru á skógin burtur,

kyndu eld við harmi,

heldur vildu reystar kempur

látið lív í gamni.

 

111 Tá bað fyri henni barn og mann,

alt ið tala kann,

tá bóðu fyri henni prestar

og Gunnar løgmann.

 

112 “Eg vil geva tygur gull og fæ,

mangar aðrar greinir,

tær fáið ikki foldafrítt

fyri allan vørildarheim!”

 

113 Hilda kom seg handan á,

fellur á síni knæ:

“Ger tað fyri manndóm tín,

tú gev tað flóðið mær!”

 

114 Reiða rendi hann hana burtur,

lystir ei á at hoyra:

“Sámir ei mínum bitra brandi

at blóðga í kvinnudroyra!”

 

115 “Eg vil geva tær góðs og fæ,

mangar tunnur gull.”

“Tú fært ikki foldafrítt,

tað biði fyri verðin øll!”

 

116 “Fái eg ikki foldafrítt

her for vørildar meingi,

ikki skalt tú, keisarin,

stýra títt ríki leingi.

 

117 Fái eg ikki foldafrítt

her for verðinarheim,

tað skal verða tína ævi,

onkur fellir gleim.

 

118 Eg skal siga *tað mundi* tað,

tær líkar ikki betur,

tú hevur sovið hjá konu kals

í allan henda vetur.

 

119 Tú hevur sovið hjá konu kals

og sagt honum ikki frá,

harfyri skalt tú, keisarin,

missa lív og ráð.

 

120 Tú hevur sovið hjá konu kals

og sagt honum ikki til,

harfyri skalt tú, keisarin,

missa lív og lið.”

 

121 Hann studdist niður á blóman tann,

allur í gulli skín:

“Ótøkk havi tú, Hilda,

for higarkoming tín!”

 

122 Sveinar fóru at sløkkja bál,

prestar at lesa lestur,

tóku svinnu Silkieik

og gjørdu við sum best.

 

123 Frúin gat seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennar stundum leið,

hon føddi ein svein so valdan.

 

124 Tað var tá, sum ofta er nú,

duld eru deyðilig mein,

frúin er gingin í høgaloft,

hon føddi ein ungan svein.

 

125 Tað var sveipt í klæðini væl,

gott var at taka til evna,

síðan bað hon presti bera,

Hilmar bað hon nevna.

 

126 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur fyri móður sína,

meira læt hon vokta hann

enn alt sítt gull í skrini.

 

127 Barnið varð borið frá kirkjuni,

sett á móður knæ,

meira læt hon vokta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

128 Møttust í miðjum Írlandshavi,

væl kundu beita brandi,

Haraldskjøld á Miklagarði,

Ringur av Íralandi.

 

129 “Tú vart staddur í orrustum

so hátt á Hildar rín,

tí komi eg av Írlandi

so frægur at hevna tín.”

 

130 Snakkast teir í havinum

bæði gleði og gleim,

glaðir sigla brøður tveir

til Miklagarðar heim.

 

131 Valdu út av Miklagarði

tólvhundrað í skara,

eru búnir í randarný

at vita, hvat hin vil svara.

 

132 Valdu út av Miklagarði,

so er greint fyri mær,

Ringur kongur sjey hundrað,

annaðslíkt hin við sær.

 

133 Vinda upp síni silkisegl,

fái finnast slíki,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn í Frankaríki.

 

134 Haraldskjøld á Miklagarði,

frægur í huga full,

plantaðir vóru hans víngarðar

og stroyddir við reyðargull.

 

135 Smaludrongur á heiði

goymir smalugeit,

hann sá skip eftir havi koma,

havn at vilja leita.

 

136 Allar rekur hann smalur saman,

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í keisarans høll.

 

137 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í keisarans høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

138 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi fara,

seglini hvít sum mjøll.”

 

139 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man Haraldur á Miklagarði

at vitja brúður sín.”

 

140 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

kastar sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

141 Fyrstur stígur Haraldskjøld

sínum fótum á land,

og so Ringur, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

142 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

143 Ganga teir frá strondum niðan

bæði við spott og spei:

“Nú skal hann gifta sína dóttur,

hvørt hann vil ella ei.”

 

144 Ganga teir frá strondum niðan,

skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

teir vóru á ongan ræddir.

 

145 Uppi í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

146 Haraldur gongur í hallina inn

í silkikneptari húgvu,

kinnin er reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

147 Haraldur stendur á hallargólvi,

forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

148 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit nú reystur, keisarin,

gev mær dóttur tína!”

 

149 Tí svaraði keisarin,

gyrðin sat hann við brandi:

“Siga skalt tú eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

150 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Geyti kongur av Onglandi

er sannur faðir vár.

 

151 Sjálvur eiti eg Haraldskjøld,

eg sigi tær sannheit frá,

hetta er Ringur, bróðir mín,

hann stendur mær skamt ífrá.”

 

152 Tí svaraði Ringur kongur:

“Nú skal ikki longur *fresta,

antin skalt tú lata lív

ella tína dóttur festa.”

 

153 “Vilt tú mær ikki tína dóttur

bæði geva og gifta,

eg bjóði tær eitt annað kor,

lív skal hondum skifta.”

 

154 Tí svaraði keisarin,

nógv hevði gull at skifta:

“Eg kann ikki mætari manni

mína dóttur gifta.”

 

155 Haraldur hann rætti fram

sína hand ovur borð,

lystiligt er at lýða á

teirra *fastnarorð.

 

156 Tað var Haraldur á Miklagarði,

fellur á síni knæ,

meðan hann svinnu Silkieik

til ektar festi sær.

 

157 Drukkið varð teirra brúdleyp,

ikki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

158 Drukkið varð teirra brúdleyp

skjótt og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

159 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

160 Fjøruti silvursteyp,

annaðslíkt í skálum,

tað leyp av av keisarans borði,

alt var sett av málum.

 

161 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so var svinna Silkieik

niður til strandar leidd.

 

162 Silki og so perlur

eftir vegnum lá,

ikki mátti ríka frúgv

á berum jørðum gá.

 

163 Millum teirra borðanna

skín so fagur litur,

sum hon svinna Silkieik

í lyftingini situr.

 

164 Millum teirra borða

skín so litur á,

sum hann Haraldur á Miklagarði

henni situr hjá.

 

165 Vinda upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand.

Haraldur siglir til Miklagarð,

Ringur til Íraland.

 

CCF 62 A

TSB E 84

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 2, s. 587.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter s. 238.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 5.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 18.

 

Heimild: Úr Vágum:  Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017