• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Heljars kvæði

 

Heljars kvæði

 

CCF 63 A

TSB E 65

 

1 Heljar situr á Heljaroy,

hann hevur átt so fagra moy.

 

Noregismenn,

dansið væl í friðum,           

stillið tykkum allar

riddarar, Noregismenn,

dansið væl í friðum!

 

2 Heljar situr á Heljarland,

átti s0 fagurt liljuvand.

 

3 Hann læt henni ein sal gera,

tílíkur skuldi eingin vera.

 

4 Hann læt henni ein sal byggja,

yvir Heljarlond so skuldi hon síggja.

 

5 Tað frætti hann Ásmundur kellingarson,

at Heljars frúva var vitur og von.

 

6 Ásmundur talar til skósvein sin:

“Tú saðla mær út gangara mín!”

 

7 Sveinur hann læt so orðum svara:

“Hvar skalt tú við tínum hesti fara?”

 

8 “Eg fari meg á Ríkaland

at biðja so fagurt liljuvand.

 

9 Eg fari meg á Ríkaoy

at skoða eina so fagra moy.”

 

10 Men Ásmundur kom til borgarlið,

sum hvítar bjarnir stóðu við.

 

11 Ásmundur upp sín brandin hevði,

hvítar bjarnir fullu deyðar.

 

12 Síðan mundi hann rúnir tala,

ormurin fell for honum í dvala.

 

13 Ásmundur glaður for uttan sorg

gongur nú inn í høgu borg.

 

14 Ásmundur hevur ei mong orð,

tá sat Heljar yvir sítt borð.

 

15 Ásmundur talar um sín vilja:

“Tygra dóttur vil eg gilja.”

 

16 Ásmundur snakkar um tann trega:

“Tygra dóttur vil eg biðja.”

 

17 Heljar svarar av miklum alvi:

“Silri hon vil svara sjálv.”

 

18 Heljar hann hyggur í brandin dýra:

“Silri er ei góð at stýra.”

 

19 Har drakk hann í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Silri at síggja.

 

20 Ásmundur aktar eitt annað spæl,

hann býður nú øllum kempum til.

 

21 Har kom meistarin Hildibrand,

gull bar seg á hvítu hond.

 

22 Tó helt Ásmundur vera skamm,

tá ið inn kom Grím, son Hildibrands.

 

23 Hartil reið hann Virgar sterki,

gull so hevði hann til merki.

 

24 Allir mundu rúnir tala,

ormurin fell fyri teim í dvala.

 

25 Teir drukku har í dagar tvá,

ikki fingu teir Silri at sjá.

 

26 Teir drukku har í dagar tríggjar,

ikki fingu teir Silri at síggja.

 

27 Men Ásmundur læt tað orðið siga:

“Nú skal bjóða Sjúrða higar.”

 

28 So snart sum Sjúrður boðið fekk,

leysur hann á sessi gekk.

 

29 Sjúrður talar til Nornagest:

“Tú saðla mær Grana, mín góða hest!”

 

30 Gestur hann letur so orðum svara:

“Hvar skalt tú á Grana fara?”

 

31 “Eg fari meg á Ríkaoy

at skoða so fagra moy.

 

32 Eg fari meg á Ríkaland

at skoða so fagurt liljuvand.”

 

33 “Fert tú teg á Ríkaland,

tá vilt tú hava ein bitran brand.

 

34 Tak tín gylta hjálmin reyð,

hann tú fekst eftir Dagmors deyða!

 

35 Tak títt besta bitra svørð,

hetta verður ein illgerðsferð!”

 

36 Gestur hann sigur í sama sinni:

“Har drekka mangar kempur inni.

 

37 Har drekkur hann Ásmundur kellingarson,

hann er komin at biðja sær konu.

 

38 Har drekkur meistarin Hildibrand,

ið gull ber seg á hvítan hand.

 

39 Tá helt Ásmundur vera stand,

tá ið inn kom Grím, son Hildibrand.

 

40 Har drekkur hann Virgar sterki,

gull so hevur hann til merki.”

 

41 So reið hann á skógvin fram,

har møtti teimum gamal mann.

 

42 “Til hvør stevnir tú tína ferð?

Eg veit yvri ráðagerð.”

 

43 “Eg fari meg á Ríkaland

at skoða so fagurt liljuvand.”

 

44 “Fert tú teg á Ríkaland,

tá vilt tú hava ein bitran brand.

 

45 Hoyr tú, Sjúrður, hvat eg sigi tær,

tú skalt fáa svørð frá mær!”

 

46 Sjúrður hann gjørdist í kinnar reyður,

at skifta svørð tað var hann treyður.

 

47 Sjúrður sigur av góðum treysti:

“Hatta svørð man sundur bresta.”

 

48 Sjúrður glaður for uttan mein

høggur nú til í harðan stein.

 

49 Ein leysur steinur av heygnum hvøkk,

svørðið hvørki røkk ei hvøkk.

 

50 “Tá ið tú kemur til borgarlið,

hvítar bjarnir standa har við.

 

51 Ber tú væl títt svørð í hendi,

tá ið tú tínum hesti vendir!

 

52 Tá ið tú kemur í grasagarð,

frænur ormur liggur har.

 

53 Sjúrður, vent títt svørðið við,

so frænur ormur fellur niður!

 

54 Minst nú á míni orð í dag,

ríð so fullvæl glaður av stað!”

 

55 Árla um morgun, sól skín víða,

nú sær Ásmundur Sjúrða ríða.

 

56 Ásmundur er nú glaður í sinni

at síggja, hvussu Sjúrður lá har inni.

 

57 Gestur sigur for munni sínum:

“Vent nú brádliga svørði tínum!”

 

58 Sjúrður hann reið til borgarlið,

sum hvítar bjarnir stóðu við.

 

59 Sjúrður vendi svørði við,

so hvítar bjarnir fullu niður.

 

60 Tað fyrsta Sjúrður ormin sær,

bæði bøkslini uppi bar.

 

61 Tá tókti Sjúrður vera í vanda,

buktir javnt við saðil standa.

 

62 Svaraði snarpur Nornagestur:

“Sit nú væl á tínum hesti!

 

63 Tú gev tínum hesti so góða ferð,

svørðið yvir høvdi ber!”

 

64 Hann rendi igjøgnum borgargarð,

sum frænur ormur fyri var.

 

65 Tá tókti øllum vera undur,

hann kvettir nú ormin um miðju sundur.

 

66 Sjúrður glaður for uttan sorg

gongur nú inn í høgu borg.

 

67 Sjúrður hann hevði ei mong orð,

tá sat Heljar yvir sítt borð.

 

68 Ásmundur sigur, hann sat hjá Grím:

“Bið hann geva tær dóttur sína!”

 

69 Heljar svarar av miklum alvi:

“Silri hon vil svara sjálv.”

 

70 Heljar hann hyggur í brandin dýra:

“Silri er ikki góð at stýra.”

 

71 Teir drukku har í dagar tríggjar,

ikki fingu teir Silri at síggja.

 

72 Teir drukku har í dagar fimm,

nú kom Heljars frúva inn.

 

73 Stillisliga hon tá gongur,

gull og perlur í hári hongur.

 

74 Ásmundur svarar so for seg:

“Silri, vilt tú hava meg?”

 

75 “Ásmundur, tú fært ongan tokka,

tú hevur manga jomfrú lokkað.”

 

76 Silri hon spælir við reyðum ringi:

“Tú hevði betri í gálga hingið.”

 

77 Teir drukku har í dagar fýra,

burtur hvarv tá sprundið dýra.

 

78 Ásmundur finnur nú onnur ráð:

“Nú skulu allir út at sláast.

 

79 Virgar skal mót Grími fara,

fella hann brádliga niður til jarðar.

 

80 Hoyr tú, Sjúrður, hvat eg sigi tær,

tú skalt koma mót sjálvum mær!

 

81 Skalt tú, Sjúrður, ímót mær stríða,

statt mær nú ein dyst at ríða!”

 

82 Ásmundur høgg av góðum treysti,

ikki vikaði Sjúrður av hesti.

 

83 “Skalt tú, Ásmundur, mót mær stríða,

statt mær aftur ein dyst at ríða! "

 

84 Sjúrður hann høgg av góðum treysti,

Ásmundur støkk so langt av hesti.

 

85 Ásmundur stoyttist í jørðina niður,

Sjúrður situr á hesti við friði.

 

86 Ásmundur mundi undan jørðini springa,

hann ætlaði Sjúrð bakleiðis at stinga.

 

87 Snart bar hann sín brand í hendi,

Nornagestur mót honum rendi.

 

88 Ásmundur høgg av góðum treysti,

ikki beit svørð á Nornagesti.

 

89 Tá lysti kempur at halda gaman,

Virgar og Grímur rendu saman.

 

90 Grímur tók Virgar á sítt svørð,

hann sipar hann burt á grøna jørð.

 

91 Ásmundur finnur nú onnur ráð,

her býr ein dvørgur so skamt ífrá.

 

92 Hann tonkti teim verða øllum at deyða:

“Vit skulu taka hans gullið reyða.”

 

93 Ríða teir til dvørgin fram,

sum stórur eldur inni brann.

 

94 Ásmundur vil ikki longur bíða,

hann býður nú dvørginum út at stríða.

 

95 Tá var dvørgurin ikki blíður,

tá Ásmundur beyð honum út at stríða.

 

96 Men dvørgur tók bitra svørð í hand,

hann rendi ímóti Hildibrand.

 

97 Tá var Hildibrand ikki blíður,

hann sipaði dvørgin í grasið niður.

 

98 Men dvørgurin hevur nú mangt í veldi,

hann leggur nú Virgar út á eldin.

 

99 Hildibrand var ein edil mann,

hann rykti Virgar av báli fram.

 

100 Tá tók dvørgur brynju tunga,

rendi ímóti Grími unga.

 

101 Grímur hann sipar nú til so fast,

beltið av dvørgins lendum brast.

 

102 Tá fingu kempur virðið full,

teir tóku dvørgins reyðargull.

 

103 Árla um morgunin, sólin skín,

tá fóru kempur hvør til sín.

 

104 Onga jomfrú Ásmundur vann,

hann helt so aftur á Suðurland.

 

105 Sjúrður í Hólmgarðar ríður,

fylgir honum Nornagestur fríður.

 

106 Virgar glaður for uttan sorg

ríður aftur á Gullborg.

 

107 Hildibrand og Grímur við vovin tong

ríða aftur á Selgjalond.

 

Noregismenn,

dansið væl í friðum,

stillið tykkum allar

riddarar, Noregismenn,

dansið væl í friðum!

 

CCF 63 A

TSB E 65

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 35.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 93

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Joensen, Óli í Kirkjugerði (1810-1899), Skálavík.

 

E 65 Heljars kvæði (Rejected suitor is engaged in fighting contest and gives up proposal)

Ásmundur fer til Heljar at biðja um dóttur hansara, Silri, sum Heljar hevur bygt stásiliga høll.

Heljar sigur við Ásmund, at Silri má svara fyri seg, men har kemur eingin Silri. Ásmundur sendir boð eftir fleiri víðagitnum riddarum, men framvegis eingin Silri. At enda sendir Ásmundur boð eftir Sjúrði, sum kemur á hesti sínum Grana, og sum fylgist við Nornagesti. Tá ið hann kemur, drepur hann ein stóran orm.

At enda kemur Silri. Hon noktar at taka við Ásmundi og sigur, at hann átti at verið hongdur. Allir riddararnir royna styrki sína í bardaga hvør móti øðrum, og ein dvørgur kemur eisini uppí. Riddararnir taka gullið hjá dvørginum. Síðani fara teir heim hvør til sín, og Ásmundur fær ikki Silri.

á føroyskum: CCF 63 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017