• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hernilds kvæði

 

Hernilds kvæði

 

CCF 67

TSB E 33

 

1 Sigurlund og Atil jall

eru tað brøður tveir,

tað var mær av sonnum sagt,

for Atland ráddu teir.

 

Har var leikur, og har var troðið,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútland og Rípur.

 

2 Sigurlund og Atil jall

eru tað brøður tvá,

tað var mær av sonnum sagt,

for Atland vildu teir ráða.

 

3 Atil jall eigur synir tveir,

gitnir í gullsal,

annar eitur Hernild,

og annar eitur Aksal.

 

4 Atil jall eigur synir tveir,

gitnir í góðum gildi,

annar hann eitur Aksal,

og annar eitur Hernild.

 

5 Aksal eitur tann eldri,

ræddur var hann blant manna,

hann torir ikki á víðan vøll,

og aldri við váknum kanna.

 

6 Tað var hildi Aksal,

sum einki so vildi hann,

hann var so ræddur í sín hug,

hann tordi ikki at blógva mann.

 

7 Aksal var so ræddur í hug,

sum so ganga søgur frá,

hann torir ikki við svørði leika,

ei bera brynju blá.

 

8 Hernild eitur tann yngri,

eitt sterkt megi hevði hann pá,

tá ið hann var fjúrtan ár,

drap hann, hvat hann sá.

 

9 Hernild eitur tann yngri,

og sterkari var hann,

tá ið hann var fjúrtan ár,

tá drap hann, hvat hann fann.

 

10 Tann yngri hann eitur Hernildur,

sum væl kann við at fara,

hvat sum hann fyri eygum sær,

tað fellir hann niður til jarðar.

 

11 Tá ið hann var fjúrtan ár,

tá gav hann mongum knekk,

tá ið hann var fimtan ár,

tá drap hann, hvat hann fekk.

 

12 Hernild ríður í gatuni

beinan vegin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

sum ímóti honum rann.

 

13 Hernild ríður í gatuni

við blóðutum svørði í hendi,

høggur niður, hvat hann sá,

og mangan deyðan rendi.

 

14 Frú Elin situr á høgalofti,

sær hon út so víða:

“Hatta man vera herr Hernildur,

sum reikar um seg at stríða.”

 

15 Frú Elin gár for faðir sín

av so tungari neyð:

“Hernild ríður um gatuna,

hann gevur so mongum deyð.”

 

16 Svaraði frúgvin Elin,

hon hevur tað at rempa:

“Hernild ríður um gatuna,

hann vegur so mangar kempur.”

 

17 Tað var frúgvin Elin,

hon rópar tað pá hann:

“Hernild gongur um gatuna,

hann vegur so mangan mann.”

 

18 Svaraði greivin á Hergarði

av so tungum vanda:

“Samla fólk úr mínum ríki

í móti honum at standa!”

 

19 Frú Elin gjørdist so skundilig

og rópar yvir allan bý:

“Takið mær hilda Hernild,

og hann má láta sítt lív!”

 

20 Tóku teir hilda Hernild

og løgdu hann so í bond,

teir spardu hvørki línur ei leinkjur

um hans hvítu hand.

 

21 Tað var hildi Hernild,

sterkur var hann og knáur,

hann sleit sundur línurnar

sum tað hevði verið ein tráður.

 

22 Leysur gekk hann Hernildur,

sum so man sigast frá,

aftur koma teir sterkari

ímóti honum at ráða.

 

23 Fýrsinnstjúgu var valdar kempur

við svørði undir skinn,

áðrenn teir høvdu Hernild

í myrkastovuna inn.

 

24 Fýrsinnstjúgu var valdar kempur

við svørði undir hond,

áðrenn teir høvdu Hernild

í myrkastovuband.

 

25 Vunnu teir Hernild í myrkastovu

av so tungari ekka,

hvørki lótu til hagar føra

matin ella drekka.

 

26 “Sit væl, Hernild, í myrkastovu

festur av hesum ráð,

hetta bil at øðrum ári

tá legst tær lív í váða!”

 

27 Hetta frætti Atil jall

higar heim til sín,

at Hernild var settur í myrkastovuna

av so mikli pínu.

 

28 Atil jall gongur í høgaloft

av so tungari ekka,

Hernild situr í myrkastovuni,

fær hvørki mat ei drekka.

 

29 “Hoyr tú nú, mín sæli sonur,

loysir tú ikki nú,

aldrin væri tú til verðina borin,

betur tú hevði verið frú!”

 

30 Aksal reisist úr sessi upp,

hann hoyrir tað spottarorð,

tekur upp tann búgvin brand

og so tað bitra svørð.

 

31 Tað var hildi Aksal,

hann gat ikki hoyrt tað orð,

sleit seg so á vøllin út

vestur um greivans garð.

 

32 Aksal hann høggur niður for hond,

einki vildi hann spara,

hvør sum móti honum kom,

tað feldi hann niður til jarðar.

 

33 Aksal fekk tá mót í hjarta,

mælir eitt orð so brátt:

“Hernild loysist úr myrkastovuni

nú á hesari nátt.”

 

34 Aksal gongur at myrkastovuni,

rópar til bróður sín:

“Statt upp, hildi Hernildur,

og kom á vøll til mín!”

 

35 “Vælkomin, Aksal, bróðir  mín,

so glaður [eri] eg tín komu,

væl má eg, mín erpin jallur,

bera mítt svørð og brynju!

 

36 Vælkomin, Aksal, bróðir mín,

so glaður eg teg kendi,

væl má eg, mín erpin jallur,

bera mítt svørð í hendi!”

 

37 Hernild leyp úr myrkastovuni

út á grønan vøll,

hann vildi seg við váknum finnast

inn á greivans høll.

 

38 “Hoyr tað, Hernild, bróðir mín,

ver teg ei so bráð,

gangið til vár sæla faðir

og leggið tey bestu ráð!”

 

39 Tað var hildi Aksal,

hann gár for faðir sín:

“Eg havi verið í myrkastovuni,

loyst út bróður mín.

 

40 Eg havi loyst út bróður mín

av tí tungu neyð,

hann er so av holdi komin,

næstum er hann deyður.”

 

41 Svaraði reysti Atil jall,

tekur til at stevna:

“Vit skulum okkum í moynnasal

Hernilds neyð at hevna.”

 

42 Tað var greivans smádrong,

lýddi hann har uppá,

so gár hann í greivans høll

og sigur honum frá.

 

43 “Sit væl, reysti greivin,

drekk bæði mjøð og vín,

Aksal var í myrkastovuni,

loysti út bróður sín!”

 

44 Tað var greivin á Hergarði,

reiður borðum skeyt,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

45 Tað var greivin á Hergarði,

sínum borðum vendi,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi rendi.

 

46 Svaraði greivin á Hergarði,

var grimur og harður til víga:

“Eg skal samla alt mítt fólk

ímóti honum at stríða.”

 

47 Fóru teir á leikvøllin,

so er tað [at] siga,

tað var hildi Hernild,

hann var væl sjálvur triði.

 

48 Árla var um morgunin,

sólin víða rann,

út reið reysti Hernildur

við sín triðja mann.

 

49 Fóru teir á leikvøllin

av so miklari ferð,

greivin hevði við sína lið

ein so stóran her.

 

50 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu teir sínum bardøgum

skamt fyri greivans høll.

 

51 So reið hann Hernild

beinan vegin fram,

hann kleyv [hvønn] um tvørar herðar,

sum ímót honum rann.

 

52 So reið hann Aksal

eftir vegnum fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

sum ímót honum rann.

 

53 Og so ríður hann Atil jall

eftir vegnum fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

sum ímót honum rann.

 

54 Teir kluvu hvønn um tvørar herðar,

sum ímót teimum rann,

eftir stóð greivin á Hergarði

við sín triðja mann.

 

55 Svaraði reysti Hernildur,

tekur á reiði renna:

“Takið greivan á Hergarði,

hann skal á báli brenna!”

 

56 Brendu so greivan á Hergarði,

sum gitið má verða enn,

vunnið høvdu teir herin allan

og dripið greivans menn.

 

57 Tað var reysti Atil jall,

rópar á sæla son:

“Greivans dóttur á Hergarði

skalt tá hava til konu.”

 

58 Hernild tekur sær svørð í hond:

“Nú er eftir tað versta,

eg skal fara í greivans høll

Elin frú at festa.”

 

59 So fór hann í hvítum hjálma

inn í greivans garð,

hann hevði bæði brynju og hjálm,

hartil svørð við sær.

 

60 Hernild reið í greivans høll

inn á hallargólv,

fyri stóð ein gandakelling,

hon kundi rúnir tólv.

 

61 Hernild møtti kellingini

av so miklum vanda,

dregur út tað búgvið svørð

ímóti henni at ganga.

 

62 Eymkiligt var at lýða á,

vil eg fyri tær siga,

tey løgdu sínum bardøgum

í greivans borgarliði.

 

63 Hernild brá tá svørðinum

av so ilskum vreiði,

gevur høgg av miklum alvi,

aktar so hana at doyva.

 

64 Hernild reiggjar høggi tungt,

vil eg fyri tær greina,

ikki bítur á hennara skalla

enn knív á hørðum steini.

 

65 Hernild hugsar við sær sjálvum:

“Nú gerst fyri mær hart,

vitast nú eingi nýfunnin ráð,

so doyr hon ikki snart.”

 

66 Tað var frægur Hernildur,

hann gerst um kinnar reyður:

“Hjálpi nú, faðir, av hallarveggi,

hon verður mær at deyða!”

 

67 Atil jall stendur [á] hallarveggi

við ymsar litir reyðar:

“Hjálp nú, faðir av himmiríki,

hon verður tær ikki at deyða.”

 

68 Atil jall stendur á hallarveggi,

tekur til at gráta:

“Hjálp nú, faðir av himmiríki,

lív skalt tá ikki láta!

 

69 Hoyr tú tað, mín sæli sonur,

lat ikki røður falla,

rist nú kross í svørðið,

so bítur á hennara skalla!”

 

70 So risti hann kross í svørðið,

upp í veðrið setti,

høgdi so til hennara skalla,

kleyv hana niður á belti.

 

71 “Takk havi tú, sæli faðir,

segði mær tí frá,

deyðan hevði hon ikki fingið,

tú legði mær bestu ráð!”

 

72 Hernild fór í hallina inn

við sítt svørð og skjøld,

festi skjoldfrúnna Elina

og tók so hana við vold.

 

73 Hernild festi sær Elin frú,

sum hann tað fullvæl mátti,

setti seg í stólin tann,

sum sjálvur greivin átti.

 

74 Tikin varð hon Elin frúgv

við vold og stóra makt,

tað kundi hvørki vísur ei lærdur

taka tað í akt.

 

75 Hernild festi Elin frúgv

av so miklum meingi,

Aksal var hans ráðgevari,

ráddu so yvir tí leingi.

 

76 Hernild festi Elin frúgv,

so er tað at venda,

Aksal var hans ráðgevari

teirra ævi til enda.

 

Har var leikur, og har var troðið,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútland og Rípur.

 

CCF 67

TSB E 33

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 38, s. 186.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 89.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 8.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson,  Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík

 

E 33 Hernilds kvæði (Champion is released from prison by reputedly cowardly brother)

Atil jallur eigur tveir synir. Eldri teirra, Aksal, er eitt neyðardýr, men tann yngri, Hernild, er dugnaligur stríðsmaður. Hann ger av við nógvar, og Elin, greivadóttir, sær hetta. Hon eggjar pápa sínum til at fáa hendur á Hernildi og gera av við hann.

Hernild berjist av øllum alvi, men at enda verður hann tveittur í fongsul.

Atil jallur sigur við Aksal, at hóast tann rædduskítur, hann er, so má hann í minsta lagi fría bróður sín. Aksal heldur av stað, drepur fleiri av monnum greivans, fríar beiggjan og fer heim við honum.

Atil jallur og báðir synir hansara halda av stað ímóti greivanum. Teir gera av við hann og menn hansara. Hernild drepur eisini eina gívur. Síðani neyðtekur hann Elina og noyðir hana at giftast við sær.

á føroyskum: CCF 67 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017