• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hilmars tættir

 

Hilmars tættir

 

CCF 68 A

TSB E 78

 

(I)

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

so taki eg til orða,

Hilmar nevni eg kongin tann,

ið ræður for Botni norður.

 

2 Hilmar situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Sveinar svara sínum harra:

“Hví  spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.”

 

4 Hilmar so til orða tekur,

gull ber seg á hand:

“Hann er eingin í heimi til,

ið er mín ovurmann.”

 

5 Svaraði Hilmars merkismaður:

“Tala ikki slíkt,

tað er einki í heimi til,

ið annað er ikki líkt!”

 

6 Hilmar letur snekkjur smíða,

djúpar og so langar,

hvíta fjøður við kinn á sær,

ringdan seym til ranga.

 

7 Hilmar letur snekkjur smíða,

djúpar og so stórar,

hvíta fjøður við kinn á sær,

ringdan seym til róðra.

 

8 Summir bóru mat í skip,

summir bóru vákn,

vóru so snart til byrjar búnir

á teirri somu nátt.

 

9 Hilmar skundar síni ferð,

segl vant hann í topp,

sigldi so á Suðurlond

ta døkku vetrarnátt.

 

10 Hilmar skundar síni ferð,

segl vant hann í ský,

sigldi so á Suðurlond

ta høgu vetrartíð.

 

11 Føgur var tann snekkjan,

har hon fleyt á sundi,

lótu síni ankør falla

á so slættum grunni.

 

12 Føgur var tann snekkjan,

har hon fleyt á fjørð,

lótu síni ankør falla

fast í bæði borð.

 

13 Hilmar stendur á skipabunka,

heldur stálið stinna:

“Sjálvur skal eg til hallar fara

kongin á máli finna.

 

14 Helvtin hon skal eftir vera

her av mínum liði,

meðan eg fari til hallar heim

og kongins dóttur biði.”

 

15 Gingu teir frá strondum niðan,

herin vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru for ongum ræddir.

 

16 Hilmar gekk frá strondum niðan

eina so beina leið,

hann sá tann hin ljóta orm,

í grasi tar hann skreið.

 

17 Hilmar gekk eftir vegnum fram

fremstur av sínum liði,

dró hann út sín búgvin brand

og hjó hann av um miðju.

 

18 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

19 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Gunnar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

20 Hilmar stendur á hallargólvi,

forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður

 

21 Hilmar stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Gunnar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

22 Leingi sat hann Gunnar kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Hilmari

eitt hániligt andsvar fá.

 

23 Hilmar stendur á hallargólvi,

blítt bar hann fyri bróst,

snarliga gekk at borðinum:

“Kongur, veit mær svar!”

 

24 Tí svaraði Gunnar kongur,

gull ber seg á hendi:

“Eg gevi ikki mína dóttur burt

tann mann, eg ikki kenni.”

 

25 Hilmar so til orða tekur,

var ei til tess sein:

“Eg skal tær, frægur Gunnar kongur,

frá øllum ættum greina.

 

26 Ásmund kalla teir faðir mín,

tað sigi eg tær av sonnum,

so er nevnd mín sæla móðir,

eitur frúgvin Anna.

 

27 Ásmundur eitur faðir mín,

menskur maður á sonnum,

hann var tann fyrsti, ið Botnar vann,

av øllum kristnum monnum.”

 

28 Tá svaraði Gunnar kongur

bæði av ilsku og bræði:

“Far teg aftur í Botnar norður,

so vanur í sveina ráði!”

 

29 Svaraði Hilmars merkismaður,

so tók hann uppá:

“Svara kappanum høviskliga,

á moynni hevur tú ráð.”

 

30 Tá svaraði Gunnar kongur:

“Slíkt er mikið undur,

far tú aftur í Botnar norður

verri enn nakar hundur!”

 

31 “Vilt tú ikki tína dóttur

geva mær og gifta,

eg bjóði tær eitt annað boð,

hevnd skal heimin skifta.

 

32 Eg kom meg úr Botnum norðan,

búddist eg við frið,

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

33 Hilmar stendur á hallargólvi,

gull ber seg á hand,

síðan skundar hann síni ferð

aftur til sjóvarstrand.

 

34 Hilmar gekk frá strondum niðan,

Gunnar út av høll,

hann hevði samlað liðið saman

bæði um dalir og fjøll.

 

35 Hilmar gekk frá strondum niðan,

Gunnar honum møtti,

síggjast mátti blóðismerki,

hvør tann gang hann høtti.

 

36 Hilmar gekk frá strondum niðan,

Gunnar honum mót,

síggjast mátti blóðismerki,

hvør tann gang hann hjó.

 

37 Høgga títt og líva lítt,

hvørgin vildi víkja,

høggini geva teir mong og tung,

sýnast í hjarta níta.

 

38 Hilmar stendur á foldini

fast blant sínar menn,

feldi niður Kurtlands kappar,

tríggjar um í senn.

 

39 Hilmar stendur á foldini

blant sínar kempur fríðar,

hann var eingin av Kurtlands kappum,

tordi honum høgg at bíða.

 

40 Gunnar gongur í grasagarð,

hugsar lítið um frið,

allar oyðir hann Kurtlands bragdir,

heldur hann longur við.

 

41 Gunnar gongur í grasagarði,

úr skjúrtu vindur hann sveita,

visti sær eingi *svinnari ráð,

enn tá var á Óðin at heita.

 

42 Eitt kom æl av útnorðri

við hagl og harðar nøtur,

niður fullu Hilmars menn,

sum leyv fellur mest um vetur.

 

43 Hilmar stendur á hallarvølli,

tykist komin til neyða,

fallið er hans valdra lið,

sjálvur staddur í deyða.

 

44 Tynnir í tað myrka æl,

lýsir á fjøllum harða,

Hilmar hevði sín brand á loft,

vildi ikki spara.

 

45 Hilmar gav so vænt eitt høgg,

við báðum hondum vá,

sundur gekk hans góða svørð,

tað brast í lutir tvá.

 

46 Hilmar sá á lindir blá,

hann gekk við eggini fram,

tað er mær av sonnum sagt,

hann var í hug so gramm.

 

47 Hilmar steig á lindir blá,

hann hevði so frítt eitt mót,

trívur um eina stóra eik,

reiv hana upp við rót.

 

48 Hilmar tók ta stóru eik,

hon var ikki lætt at flyta,

feldi niður av Kurtlands monnum

tíggju for hvørja sipan.

 

49 Gunnar stendur á grønum vølli

í ein kyrtil blá:

“Hjálp nú, Óðin, tað ið kann,

tí nú er hann verri enn áður!”

 

50 Óðin kom úr jørðini upp

við hvøssum svørð í munni,

Hilmar stóð á foldini fast

og møtti við eikirunni.

 

51 Heiðin hvarv úr stríðnum burt,

har var ikki at bíða,

Hilmar oyðir kongins bragdir,

tekur nú fast at stríða.

 

52 Gunnar stendur á grønum vølli,

heldur á gyltum hjálmi,

nú skal taka upp annan tátt

og heita á Óðin sjálvan.

 

(II)

 

53 Ein kom maður á víðan vøll,

spjót bar hann á nakka,

tekur at fella Hilmars menn

sum villini djór for rakka.

 

54 Ein kom maður á víðan vøll,

fáur er hans javni,

tekur at fella Hilmars menn

sum dúgvur fyri ravni.

 

55 Hilmar stendur á grønum vølli,

bað til himla við orðum,

tað er mær á sonnum sagt,

so gjørdi hans faðir í forðum.

 

56 Tað er mær á sonnum sagt,

so gjørdi hans faðir í forðum,

tá hann vá tey leiðu trøll,

sum bygdu í Botnum norður.

 

57 Hilmar gav so vænt eitt høgg,

tað mundu dreingir valda,

Óðins brynja sundur brast,

so væl mundi eikin halda.

 

58 Óðin fór í jørðina niður,

tonn og tungu feldi:

“Tær gevi eg nú, Fávnisbani,

fagran sigur í hendi.”

 

59 Óðin fór í jørðina niður,

tonn og tunga lá:

“Tær gevi eg nú, Fávnisbani,

fagran sigur í dag.”

 

60 Kongurin gongur í grasagarði,

svør á sína sann:

“Nú er einki til ráða at taka,

eingin dugna kann.”

 

61 Kongurin gongur í grasagarði,

heldur á stáli stinna:

“Nú skal taka listir upp,

Hilmar á máli finna.

 

62 Hoyr tú, reystur Hilmar ungi,

gevið nú yvir hetta,

fylg tú mær til hallar heim

mína dóttur at ekta!”

 

63 Svaraði Hilmars merkismaður,

tann teir Torstein kalla:

“Latið hann ikki boðini bera

livandi heim til hallar!”

 

64 Hilmar so til orða tekur,

fáir finnast slíkir:

“Statt upp, frægur Gunnar kongur,

verj tíni lond og ríki!”

 

65 Kongurin tók sær mót í bróst,

høgg av reiðum huga,

høgg til Hilmars merkismann,

ei mátti svikum duga.

 

66 Torstein brá sín brand á loft,

frá man frættast víða,

Kurtlands kongur aftur vendi,

tordi ei høgg at bíða.

 

67 So rann blóð á Kurltandi

sum fossur av høgum fjalli,

Hilmar tokar í herin fram,

hann oyðir bragdir allar.

 

68 So rann blóð á Kurtlandi

sum streymur á slættum sandi,

kongurin tapti lív og lund,

sum fyrr kundi eingin granda.

 

69 Hilmar var bæði fimur og stór,

kempur feldi hann,

eftir stendur Kurtlands kongur

við sín triðja mann.

 

70 Gunnar stendur eikini hjá

við sínar tógva menn,

Torstein teim á vølli møtti,

hann vann teir allar í senn.

 

71 Hilmar fór til hallar heim

at festa fagurt vív,

mangur fremur hvíluna

lystiligari tíð.

 

72 Hilmar fór til hallar heim

at festa fagurt sprund,

mangur fremur hvíluna

lystiligari stund.

 

73 Hilmar festi Ingibjørg,

flutti til sína búð,

tað er mær av sonnum sagt,

hon var bæði von og prúð.

 

74 Hilmar festi Ingibjørg,

vænur var hann av dreingjum,

sigldi so í Botnar norður

og var har kongur leingi.

 

75 Týðað havi eg frøðið tað,

greint frá hvørjum orði,

Kurtlands krúna sútir ber,

tí oytt er fólk av borði.

 

76 Týðað havi eg frøðið tað

alt fyri uttan sorg,

Kurtlands krúna sútir ber,

tí oytt er fólk úr borg.

 

77 Týðað havi eg frøðið tað,

víða, sum eg kann gera,

Kurtlands krúna syrgir við,

tí hana vil eingin bera.

 

78 Torkil vitri á Oyri situr,

Hjálmar á Uppsakinni,

mangur ræður for heiminum,

tó er maður minni.

 

CCF 68 A

TSB E 78

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 80, s. 734.

 

Útgávur:

1. R. Long legði til rættis: Sandoyarbók II, 1982 s. 248.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 94.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 20.

 

Heimild: Úr Sandoy: Thomas Hansen, Tummas á Trøðini (1782-1867), Skálavík, 1824

 

E 78 Hilmars tættir (Christian suitor kills heathen king to get his daughter)

Hilmar byggir skip og siglir til Gunnar kongs at biðja um dóttur hansara. Gunnar sigur seg ikki vilja geva manni, sum hann ikki kennir, dóttrina, og síðani greiðir Hilmar frá, at pápi hansara er kristin.

Gunnar háðar hann, og Hilmar bjóðar Gunnari av at berjast. Har verður hart stríð, og Gunnar biður Óðin um hjálp.

Heglingsæl ger av við fleiri av Hilmars monnum. Hilmar biður til himmals við orðum, sum pápin hevur lært hann, og fær megi at sigra á Óðini. Hann drepur Gunnar og giftist við dóttur hansara.

á føroyskum: CCF 68 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017