• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jaltriks kvæði

 

Jaltriks kvæði

 

CCF  70a

TSB E 67

 

1 Eg vil nú á hesum sinni

ríða mær út um garð,

fáa so fríða festarmoy,

tað álva og væna par.

 

Latum dans dynja dreingir,

stoltsliga stígum í ring!

Stendur hon væl frúva.

 

2 Eg vil nú á hesum sinni

ríða mær út um bý,

fáa so fríða festarmoy,

sum ei finst vænari moy.

 

3 Jaltrikur situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Tær skuluð fara til Íslanda

at finna raskar moyggjar!”

 

4 Jaltrikur letur liðið samla,

biður sær heim í garð:

“Farið tær til Íslanda

frúvur at biðja mær!

 

5 Farið tær til Íslanda

frúvur at biðja mær,

her hevur tú tey brøvini,

sum Jaltrikur sendir við tær!”

 

6 Sveinar teir lova sum best at gera,

íhvat teim býðst at vinna,

draga so knør úr neysti oman,

*tær reystu moyggjar at finna.

 

7 Vinda teir upp silkisegl

við gull og glaskaraband,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

8 Kastaðu teir sínum akkerum

á tann hvíta sand,

sendisveinur við fagurt orð

gongur tá fyrstur á land.

 

9 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

10 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

Atil kongur á borði sat,

hann drakk bæði mjøð og vín.

 

11 Hann rendi mjøð á gólvið niður

av so miklum móði,

tá ið hann sá teir miklu menn,

á hallargólvi stóðu.

 

12 Sveinar standa á hallargólvi,

bera upp kvøðu sína:

“Jaltrikur av Atlandi

hevur sent tær kvøðu sína.

 

13 Sit væl, reystur Atil kongur,

ger tær einki far,

her hevur tú tey brøvini,

sum Jaltrikur sendi tær!”

 

14 Tað var reystur sendisveinur,

kastar brøvini á borð:

“Her hevur tú, Atil kongur,

Jaltriks bønarorð!”

 

15 Atil kong tók við brøvunum,

hann las tey í tíman hálv:

“Er hann ikki so hugadjarvur,

um hann kann koma sjálvur?”

 

16 “Væl er hann so hugadjarvur,

ei man tað hann bella,

hann hevur verið í mongum stríð,

reystar dreingir at fella,

 

17 Væl er hann so hugadjarvur,

ei má tað hann baga,

hann hevur mangar reystar menn

komið í stóran skaða.

 

18 Væl er hann so hugadjarvur,

tað ber hann yvir allar,

hann hevur mangar risar dripið,

sum búgva í hægsta fjalli.”

 

19 Svaraði reysti Atil kongur,

hann biður ei siga meiri:

“Hvat ið hann hevur dripið fyrr,

her drepur hann ei fleiri.

 

20 Hvat er hann av álvum borin,

hvussu nevnist hann enn,

so gerst hann væl [í] høggum tungur

at stríðast við slíkar menn.”

 

21 Svaraði hesin sendisveinur,

á hallargólvinum stóð:

“Hann hevur oftum heidnar menn

jagað í saltan sjó.”

 

22 Svaraði hesin sendisveinur,

á hallargólvi at standa:

“Hvør sum fyri hans hendur kemur,

hann er í stórum vanda.”

 

23 “Farið nú aftur til landanna

og berið honum tað orð,

hann festir ikki mína sælu dóttur,

um hann setir seg her við borð!

 

24 Farið aftur til landanna

og berið honum tað mál,

hann festir ikki mína sælu dóttur

og drekkur so við henni skál!”

 

25 Svaraði hesin sendisveinur,

tekur at ríða og renna:

“Komi eg aftur á øðrum sinni,

tá skulu vit betur kenna.”

 

26 Sendisvein sigldi av Eyðlandi

við óforrættari gerð,

úti stóð reystur Jaltrikur,

hann fagnar væl hansara ferð.

 

27 “Ver vælkomin, sendisveinur,

higar heim til mín,

hvøssu tók hann Atil kong

við bønarorðum mín?”

 

28 “So tók hann við orðum mín,

illa sum verri hálvur:

Her fær eingin mína sælu dóttur,

sum torir ei koma sjálvur.”

 

29 Svaraði hesin sendisveinur,

hann heldur tá av tí minna:

“Tað munnu eingir biðlarar vera,

ikki tora sína frúgv at finna.

 

30 “Eg eri tó væl av álvum borin,

um eg eri heima staddur,

tað er og eingin Atil kongur,

sum eg eri fyri ræddur.

 

31 Eg eri tó væl á álvum borin,

um enn eg liggi heima,

mangan slíkan riddara

sum Atil kong at royna.”

 

32 Tí svaraði Jaltrikur

tað fyrsta orðið tá:

“Eg skal finna at Atil kongi,

tað standist hvat av ið má.”

 

33 So letur hann Jaltrikur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðum gulli snúgva.

 

34 So letur hann Jaltrikur

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

35 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóð'r.

 

36 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knør var tikið úr neysti.

 

37 Hann læt samla sær liðið alt,

sum brynju kundi bera,

sjálvur skuldi Jaltrikur

hovbanarin vera.

 

38 Hann læt samla sær liðið alt,

sum so ganga søgur frá,

bæði heilt og týðuligt lið,

sum bera kann brynju blá.

 

39 Átta letur hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undan tí loynitanga.

 

40 Átta letur hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við skjøldir og brynju blá.

 

41 Teir skutu síni skipini

í tað myrka hav,

líka kertu teir seg eftir

um náttina ella dag.

 

42 Bræddir reyðir brandar,

og skorin var hvør stokk,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

43 Bræddir reyðir brandar,

borðini tey vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðal ský.

 

44 Vant hann upp síni silkisegl,

gul og vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

45 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Jaltrikur

sínum fótum á land.

 

46 Fyrstur steig hann Jaltrikur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

47 Tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand,

teir slerdu sínar herbúðir

so skamt við sjóvarstrand.

 

48 Svaraði frúgvin Varlina,

hon talar til faðir sín:

“Send nú mann til strandar oman

at skoða biðil mín!

 

49 Send nú mann til strandar oman,

lat so orðini hyggja,

bjóð tú út tín friðarskjøld,

og friðin vilt tú tiggja.

 

50 Bjóð tú út tín friðarskjøld,

av tí háttum minna,

um tit vilja halda frið

og ongar neisur vinna.”

 

51 Sveinur gekk til strandar oman

við tí reyða skildri:

“Hvat eru tygara ørindi,

og hvat man gestur vilja?”

 

52 Svaraði reysti Jaltrikur

tað fyrsta orðið tá:

“Tað eru míni ørindi

at royna mítt skjøldið blá.

 

53 Tað eru míni ørindi

at royna mítt skjøldið blá

ella at festa frú Varlinu,

um eg kann hana fá.”

 

54 “Eg varð sendur til strandar oman

frá Atil kongi ryggja,

hann býður út sín friðarskjøld,

friðin vil hann tiggja.

 

55 Hann beyð út sín friðarskjøld

av teim manni minna,

um teir vilja halda frið

og ongar neisur vinna.”

 

56 “Gjarna vilja vit halda frið,

ongar neisur at vinna,

býðst os nakað óljóð her,

so mæli eg um tað minna.”

 

57 Jaltrikur biður sínar menn

klæðast í brynju bjarta,

standa so væl og manniliga,

hava gott mót í hjarta.

 

58 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

59 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Atil kongur á borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

60 Allar setir hann sínar menn

út á *hyggjubekk,

fyrstur sjálvur Jaltrikur

inn á hallina gekk.

 

61 Fyrstur sjálvur Jaltrikur

inn á hallina gekk;

kongurin sat í hásæti,

hann ymsar litir fekk.

 

62 Jaltrikur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Atil kongur,

tú gev mær dóttur tína!”

 

63 Leingi tagdi Atil kongur,

hann tyktist vera í vanda,

hvøssu hann skuldi høviskum manni

svarið geva til handa.

 

64 Svaraði reysti Jaltrikur

tað annað orðið tá:

“Hevur tú spottað og hánað meg,

tí tonk teg væl til ráð!

 

65 Hevur tú spottað og hánað meg,

tí legg tær betur í minni,

sig mær antin nei ella ja,

eg biði ikki triðja sinni!”

 

66 Svaraði *hansara sæla dóttir,

*hon er vant til slíkt:

“Vit koma ei á einum máli,

tí verður ikki undan víkt.”

 

67 Fram leyp Jaltriks sendisvein,

hann óttaðist ei tess minni:

“Illa ljóðaði vísan tín,

tá ið vit hittust á sinni.

 

68 Tá [tú] spottaði Jaltrik kong,

tann høga harran mín,

eg vil halda hann at vera

yvirmaðurin tín.”

 

69 Tí svaraði hann Jaltrikur,

hann búddist ei við frið:

“Vilt tú ikki mær lyfti lova,

so brynja út alt títt lið!”

 

70 Svaraði hansara sendisveinur:

“Tað gerst minni vandi,

takið kongin á hondum her,

*akið hann so av landi!”

 

71 Snarliga tóku teir Atil kong,

bundu hann tá so fast,

ikki kundi hann bøta seg

fyri tað harða kast.

 

72 Tóku teir reysta Atil kong,

bundu við línur og bond,

spardu hvørki línur ei leinkjur

um hans hvítu hond.

 

73 Snart fór [boð] av hallini út

at siga teim øllum frá:

“So er hann bundin, Atil kongur,

har vinst ikki nakað á.

 

74 So er hann bundin, Atil kongur,

ikki kann brandur á bíta,

hann hevur mann og sterka lið,

vær torum ei mót at stíga.”

 

75 Tá ið frúgvin Varlina

hon hetta fekk at vita,

hon kundi ei í gyltum stóli

longur við friðum sita.

 

76 Árla var um morgunin,

tá ið sólin roðar í høll,

tá hevði frúgv fyri faðir sín

brynjað út hundrað øll.

 

77 Tá hevði frúgv fyri faðir sín

brynjað út hundrað øll,

løgdu sínum bardøgum

so skamt fyri kongins høll.

 

78 Jaltrikur og hansara menn

vildu ei longur bíða,

fúsir teir á leikvøllum

á *heidna mark í stríði.

 

79 Rendu saman fyrsta leik,

ei var tá barnagaman,

við eitri stukku hjálmarnir,

tá ið svørðini bóru saman

 

80 Rendu saman annan dyst,

har var leikur á vøll,

tá var loystur Atil kongur

út av borgarhøll.

 

81 Kongurin kom av borgini út,

vreiður var hann tá,

tað tordi eingin kallmaður

hann fyri eygum sjá.

 

82 So var staðið í stríði fast,

sum sigast mátti frá,

fallið var liðið hjá Atil kongi,

og eftir livdu fá.

 

83 Tá ið kongurin hetta nú

fekk har tá at síggja,

snarliga biður hann sínar menn

undan fara at flýggja.

 

84 “Vendið nú undan, mínir menn,

tað eru míni ráð,

eg skal mínum orðum skifta,

tá varð hvat vera má!”

 

85 “Nú skal brúka ráðini,

sum eg havi sjáldan brúkað,

tá skalt tú her, Atil kongur,

snarliga undan lúta.”

 

86 Tí svaraði Atil kongur,

hann sá sítt falna lið:

“Nú eri eg av tær biðjandi

lív og tann góða frið.”

 

87 Tí svaraði Jaltrikur,

hann heldur um tað ráð:

“Gjarna skalt tú fáa frið,

um tú meg spottaði og háð[aði].”

 

88 Kongurin og hinir allir

fylgdu hann í salin at sita,

fremstur gekk hann Jaltrikur

kongin aftur at vitja.

 

89 Kongurin setist í hásæti

í eina morgun *snimma:

“Vil hann ikki Jaltrikur

sjálvan meg nú finna?”

 

90 Jaltrikur gongur fyri kongin inn,

sum ofta var til siður,

hevði tá alt í einum orði,

heilsar, meðan hann biður.

 

91 “Vilt tú ikki tína dóttur

geva mær nú í festi,

ella kostar tað lívið títt

og so tínar dreingir reystar.”

 

92 Svaraði hann Atil kongur,

heldur á ringinum reyða:

“Nú skal sanna orðini,

sum sendisveinur segði.”

 

93 Kongurin so til orða tekur:

“Latum ei slíkum spara,

heintum nú frúnna í hallina inn,

sjálv má fyri seg svara!”

 

94 Frúgvin varð leidd í hallina

inn á sítt faðirs veldi,

ljómurin skein av *akslargrein,

sum skygdi av tignareldi.

 

95 Frúgvin varð leidd í hallina inn

fyri sæla faðir sín,

hon dró gull eftir jørðini

og var klædd við hvíta lín.

 

96 Gullið hon eftir jørðini dró

og so við tí perlur hvítar,

væl so kundi hann Jaltrikur

upp á kongins dóttur at líta.

 

97 “Vert vælkomin, mín sæla dóttir,

tú skalt væl biðilinum svara,

Jaltrikur av Atland,

sum okkum hevur varað!”

 

98 Svaraði frúgvin við álvi stórt,

henni var ikki mikið ímóti:

“Her er ein í ríkinum,

sum vinna vil teg við spjóti.

 

99 Her er ein í ríkinum,

sum tykist einki at bella,

kanst tú hann við búnum svørði

niður til jarðar fella?”

 

100 Svaraði reystur Jaltrikur

tað fyrsta orðið tá:

“Leiðið hann nú á banan út,

og latið so meg hann sjá!”

 

101 Svaraði reysti Jaltrikur,

í reyðum hjálma stendur:

“Sig nú mær, tú fremmanda frúgv,

hvussu er hann nevndur?”

 

102 “Hann situr uppi í Gullgørðum,

sum rekkir niður til strand,

nevndur er hann Jalladrongur,

men kallast Svarti Brand.

 

103 Kanst tú hann til jarðar fella

og so av lívi taka,

tað er eingin í verðini,

kann vera tín yvirmaka.”

 

104 Árla var um morgunin,

tað tók fyri degi at tynna,

tá lystir hann Jaltrikur

tann Svarta Brand at finna.

 

105 Jaltrikur reið í Gullgarðar

upp á tann sama dag,

hevði við sær búgvið svørð

og gloymdi ikki tað.

 

106 Jaltrikur gongur at hallardurum,

sum dreingir leggja í minni:

“Ert tú inni, Svarti Brandur?

Eg bjóði tær út á sinni.

 

107 Ert tú inni, Svarti Brandur?

Eg bjóði tær út at ríða

á tann sama leikvøllin,

sum riddarar plaga at stríða.”

 

108 “Tú gerst einki, Jaltrikur,

at elva mær slíka ferð,

tó skal eg á vøllin út

at royna mítt skjøld og svørð.”

 

109 Svaraði hann Svarti Brandur,

sum heldur á 'dugnun' knívi:

“Tó skal eg á vøllin út

at taka teg snart av lívi.”

 

110 Har reið út tann Svarti Brandur,

hann óttaðist ei tess minna,

Jaltrikur ímót honum tók,

tá mundu tveir reystir finnast.

 

111 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu sínum bardøgum

tá fyri Gullgarðarhøll.

 

112 Tað var reysti Jaltrikur,

sínum svørði brá,

meðan høgg hann Svarta Brand

av um miðju tá.

 

113 “Nú liggur tú, Svarti Brandur,

teg rennur so mikið blóð,

eg skal meg til hallar heim

at festa tað væna fljóð.”

 

114 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tað var *ei at tvørra,

átjan *borgum boðið var,

og tólv hundrað av hvørji.

 

115 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Jaltrikur og hans vív.

 

116 Gingu so bæði í eina song

Jaltrikur og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

Latum dans dynja dreingir,

stoltsliga stígum í ring!

Stendur hon væl frúva.

 

CCF  70a

TSB E 67

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, no. 16, s. 94.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 125.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 101.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

E 67 Jaltriks kvæði (Man defeats intended father-in-law in battle and kills warrior before he can get his bride)

Jaltrikur sendir menn sínar til Íslands at finna sær brúður. Teir bera upp bønarorð hjá kongsins dóttur, Varlinu, men kongur sýtir at geva manni, sum ikki torir at koma sjálvur, dóttur sína.

Tá ið Jaltrikur frættir hetta, heldur hann við einum heri til Íslands. Tá ið hann kemur, bresta hann og kongsins menn saman at berjast. Jaltrikur sigrar og spyr kong, sum hann hevur vunnið á, um hann nú vil geva sær Varlinu. Kongur letur dóttrina ráða fyri tí. Hon sigur, at vinnur Jaltrikur á stríðsmanninum Svarta Brandi, ber eingin yvir hann.

Hetta megnar Jaltrikur og giftist síðani við Varlinu.

á føroyskum: CCF 70 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017