• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jatvarðs ríma

 

Jatvarðs ríma

 

CCF 71 Aa

TSB E 40

 

1 Viljið tit nú lýða á,

ljóð geva mær,

jallin ráddi for Noregi,

tvey onkarbørn átti sær.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið í ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

2 Einki gjørdi Niklas

uttan sang av síni bók,

tað var hin ungi Jatvarð,

ið salttunnur sló.

 

3 Tað var ungi Jatvarð,

ið salttunnur sló,

møtti honum føgur fylgismoy,

áðrenn upp rann sól.

 

4 “Hví  vakir tú so árla,

hví vakir tú so snimma?”

“Míni eygu vatn at taka,

tað eru ørindini.”

 

5 Svaraði ungi Jatvarð

í glentari sín:

“Mong er føgur *skikkjan,

men falskt býr undir lín.”

 

6 “Tú kanst ongar *skikkjur spotta,

ei hvat undir býr,

líkari var tær, Jatvarð,

at hevnt faðir tín.

 

7 Tú kanst ongar *skikkjur spotta,

ei hvat undir slár,

líkari var tær, Jatvarð, at vita,

hvør tín faðir vá.

 

8 Líkari var tær, Jatvarð, at vita,

hvør tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

9 “Hoyr tú, føgur fylgismoy,

sig mær satt ífrá,

hvøssu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

10 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var reystur Spaniakongur,

ið tín faðir vá.”

 

11 “Hoyr tað, føgur fylgismoy,

tú kanst mítt mál væl skilja,

eg eigi hvørki vinir ei frændur,

mær til kongin fylgja!

 

12 Honum gevi eg míni

silvdragin skinn,

mær vil bera boðini

for Ívar hólmin inn.”

 

13 “Hav tú sjálvur tíni

silvdragin skinn,

eg skal bera boðini

for Ívar hólmin inn!

 

14 Tú kemur at tí fyrsta portri,

býst tær ei við frið,

liggja har tólv hvítabjarnir

bundnar við.

 

15 Higar at tær hvítabjarnir

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

16 Tá ið tær síggja

svørðseggjar við,

allar detta hvítabjarnir

steindeyðar niður.

 

17 Tú kemur at tí øðrum portri,

hellir inn á gólv,

liggja har í bondunum

úlvhundarnir tólv.

 

18 Higar ið teir úlvhundarnir

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

19 Tá ið teir síggja

svørðseggjar við,

allir detta úlvhundarnir

steindeyðir niður.

 

20 Har sært tú Spaniakongins

fyrsta eyð,

har stendur manshøvur

á hvørji jarnsteyg.”

 

21 So læt ungi Jatvarð

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

22 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

23 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

stavn og stýri av reyðargulli

har skín sólin í.

 

24 Letur laða í bæði borð

virtur og so bjór,

um enn hann siglir fimtan vetur,

ei kortar hann stórt.

 

25 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Spanialand.

 

26 Sigldu upp tann boðafart,

so tann breiða fjørð,

vistu ikki, hvar teir yóru,

á himli ella á jørð.

 

27 Sigldu upp tann boðafart,

so tað breiða hav,

tá ið teir drukku ervi

eftir faðir Jatvarð.

 

28 Smaludrongur í líðum situr,

goymir smalugeit,

hann sær skip av havi koma,

havnir vilja leita.

 

29 Allar rekur hann smalurnar

út á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

30 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

31 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

32 “Sært tú skip av havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man ungi Jatvarð

at hevna faðir sín.”

 

33 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

34 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Jatvarð

sínum fótum á land.

 

35 Fyrstur stígur Jatvarð

sínum fótum á land,

so hin ungi Ívar hólm

undir hans høgru hand.

 

36 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

37 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Spaniakongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

38 Hann kom at tí fyrsta portri,

búddist ei við frið,

stóðu har tólv hvítabjarnir

bundnar við.

 

39 Higar ið tær hvítabjarnir

vildu at honum leggja,

brádliga mundi hann vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

40 Higar ið tær sóu

svørðseggjar við,

allar duttu hvítabjarnir

steindeyðar niður.

 

41 Hann kom at tí øðrum portri,

heldi inn á gólv,

lógu har í bondunum

úlvhundarnir tólv.

 

42 Higar ið teir úlvhundarnir

vildu at honum leggja,

brádliga mundi hann vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

43 Hann sá Spaniakongins

fyrsta eyð,

hann sá standa manshøvur

á hvørji jarnsteyg.

 

44 Tá ið hann loysti

sítt faðirs høvur niður,

tað var hansara fagra kinn,

hon bliknaði við.

 

45 “Vælkomin, ungi Jatvarð,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

46 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindi

higar í dag til tín.

 

47 Onnur havi eg ørindi

higar í dag til tín,

eg havi ongar bøtur tikið

eftir faðir mín.

 

48 Tá eg fór av Noregi,

búddisl eg ei við frið,

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

49 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Spaniakongur

[brynjað] út hundrað tólv.

 

50 Tá hevði reystur Spaniakongur

brynjað út hundrað tólv,

Jatvarð og hann Ívar hólm

riðu har ímót.

 

51 So ríða teir frændur tveir

beinan vegin fram,

klúgva hvønn um tvøra,

móti teimum rann.

 

52 Klúgva hvønn av um tvøra,

móti teimum rann,

eftir stóð tá Spaniakongur

við sín triðja mann.

 

53 Tað var reystur Spaniakongur,

kreyp undir borgarlið:

“Mín keri Jatvarð,

gev mær grið!”

 

54 “Slíkan skalt tú griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi gá.

 

55 Slíkan skalt tú griðin

av mær liggja,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi byggja.”

 

56 Tað var ungi Jatvarð,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Spaniakong

sundur í lutir tvá.

 

57 Hann kleyv sjálvan Spaniakong

sundur í lutir tvá,

báðar hansara sveinarnar

legði hann honum hjá.

 

58 Tað var ungi Jatvarð,

smílist undir lín:

“Nú havi eg nakrar bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

59 Tað var ungi Jatvarð,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hann

for Spaniadrotning inn.

 

60 Drotningin hon blandar honum

eitur út í vín,

enntá hugdi Jatvarð

at fingurgulli sín.

 

61 Enntá hugdi Jatvarð

at fingurgulli góð,

sveitkast hansara fingurgull,

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

62 Drotningin hon blandar

eitur út í vín,

ber so inn fyri Jatvarð,

læt hann drekka til sín.

 

63 Tað er ungi Jatvarð,

svarar so frá sær,

sjálva bað hann ríku frú

skálum drekka av.

 

64 Tað var Spaniadrotningin

av skálunum drakk,

sundur gekk lindin,

og hennara hjarta sprakk.

 

65 Tað var ungi Jatvarð,

sínum svørði brá,

hann kleyv Spaniadrotningina

sundur í lutir tvá.

 

66 Hann kleyv Spaniadrotningina

sundur í lutir tvá,

allar hennara moyggjarnar

legði hann henni hjá.

 

67 Tað var ungi Jatvarð,

smílist undir lín:

“Nú havi eg nógvar bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

68 So ríða teir frændur tveir

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir teim

heykur ella hund.

 

69 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

70 Tað var ungi Jatvarð,

fell pá síni knæ,

meðan hann frúnna fylgismoy

til ektar festir sær.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið í ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

CCF 71 Aa

TSB E 40

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, Nr. 43, s. 475.

 

Útgávur:

1. Rikard Long legði til rættis: Sandoyarbók II, 1982 s. 85.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 132.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 117.

 

Heimild: Úr Sandoy: Jens Jensen, Biritu-Janus  (1786-1868), Sandi, 1822.

 

E 40 Jatvarðs ríma (Man revenges his father’s death on the king of Spain)

Jatvarð hittir eina vakra gentu, sum sigur honum frá, hvussu pápi hansara hevur latið lív. Hon eggjar honum til at hevna og gevur honum ráð. Saman við einum vini fer Jatvarð til kongin í Spanialandi, drápsmann faðirs síns. Frábr. A: Jatvarð og menn hansara gera av við kongsins menn. Kongur biður um náði, men Jatvarð drepur hann. Drotningin roynir at eitra Jatvarð, men hann drepur hana við. Hann fer heim aftur og giftist við tí vøkru gentuni. Frábr. B: Kongur roynir at eitra hann, men Jatvarð drepur hann.

á føroyskum: CCF 71 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017