• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Magnus kongur av Fraklandi

 

Magnus kongur av Fraklandi

 

CCF 76 A

TSB E 47

 

1 Maður býr við Oyrarsund,

er nevndur Harra jall,

hvønn [dag] letur hann liðið

samla inn á sína hall.

 

Ríða Teir út av Fraklandi

við dýrum rósinsaðl',

Gulbrandur feldi Magnus kong,

so sterkur hann var.

 

2 Maður býr við Oyrarsund,

er nevndur Harra jall sterki,

har vóru mangir riddarar komnir

at búgva bú og verki.

 

3 Nevndur er hann fyrsti

Harra jallur so bold,

hvønn dag letur hann liðið samla

inn á sína hall.

 

4 Hann hevði gjørt ta nýggju borg,

takt við marmorsteinar,

innar í skein sum reyðargull,

har sótu so valdir sveinar.

 

5 “Nú eru tíggju kongar komnir

inn á mína hall,

eg forsømi ikki mín faðir,

tann hin gamla kall.

 

6 Senda skal boð til Onglanda

við skip og mannamúga,

forsømið ei tað gestaboð,

tann gamla kalli at bjóða!”

 

7 Sendiboð fór til Onglanda

við skip og góðari frakt,

til at bjóða tí gamla kalli,

tað var til teirra akt.

 

8 Sendisveinur er viðgitin,

og Fýrfótur er hann nevndur,

av øllum er hann lovaður,

og aldri verður hann skemdur.

 

9 Vant upp segl av Oyrarsund

alt for reyðargullband,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

10 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann sendisveinur

sínum fótum á land.

 

11 Gingu teir frá strondum niðan

av so fullgóð huga,

síðan aksla teir kápan blá,

tann gamla kall at bjóða.

 

12 Mitt út í tann borgargarð

har akslar hann sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høga hallina inn.

 

13 Sendisvein stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Harra jallur við Oyrarsund

hevur sent tær kvøðu sína.”

 

14 “Hevur hann reysti Harra jall

sent mær kvøðu sína,

gjarna vil eg hartil fara

við eittans skipi mínum.”

 

15 Harra jall gongur á slotið upp

til Malfrú sína skjønu:

“Nú lystir meg til Oyrarsund

mín fostur[son] at finna.

 

16 Nú lystir meg til Oyrarsund

mín fosturson at finna,

Gud náði teg, tú Malfrú skjøna,

entin tú meg finnur.”

 

17 Vant hann upp síni silkisegl,

gull skein av teirri lund,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Oyrarsund.

 

18 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann gamli kallur

sínum fótum á land.

 

19 Fyrstur steig hann gamli kallur

sínum fótum á land,

so akslar hann sær kápan blá

og ríður *niðan frá strand.

 

20 Gingu teir frá strondum niðan,

alt var sum tað vildi,

Harra jallur fyri bæði stóð,

so fróur og kátur av gildi.

 

21 “Ver vælkomin, fosturfaðir,

higar nú heim til mín,

hvøssu stendur til í Onglands ríki

um kalar og skattar tínar?”

 

22 “Væl stendur til í mínum ríki,

salar eru so fríðir,

hví hevur tú slíkt reik og sták,

og hvat er fyri, tú býður?”

 

23 “Eg havi boðið vinir og frændur,

kongasynir og jallar,

at halda leik og lystimet,

eg gloymdi ikki gamlan kall.”

 

24 “Hoyr tú, fagri fostursonur,

míni ráð ikki ljúga,

akta tú teg væl fyri føgrum gestum,

sum tú heima býður!”

 

25 “Hoyr tú, fagri fosturfaðir,

tíni ráð ikki ljúga,

tó skal eg væl akta meg

teim gestum eg heima bjóða.

 

26 “Hevur tú boðið vinir og frændur

higar 'ead Raiiun Reiia',

sannað fært tú orðið mítt,

teir verða tær sjálvum at deyða.”

 

27 Drukkið varð teirra gestaboð,

so *gløgt er *gestins eyga,

Harra jallur við borðið sat,

hann aktaði so eftir neya.

 

28 Drukkið varð teirra gestaboð,

sum satt er frá at siga,

drukkin varð hann Harra jallur,

Kallur og Randur fríði.

 

29 So fór hvør av hallini út

aftur til garðar og børn,

for uttan Magnus av Fraklandi,

hann legði seg eftir av øllum.

 

30 For uttan Magnus av Fraklandi,

hann legði seg eftir heima

at drepa reysta Harra jall

og vinna so frúnna eina.

 

31 Magnus gongur av Fraklandi fróð,

hugsar hann eftir vónum,

hvøssu hann skuldi til vega bringa

Adalín, Harra *jalls konu.

 

32 Magnus gongur á slotið upp

alt við ongar sveinar,

so gár hann for Harra jall inn,

hann sat har inni eina.

 

33 Magnus kongur av Fraklandi

sítt svørð dró hann av spani,

vá so reysta Harra jall

og gav honum bráðan bana.

 

34 So skundaði hann sær av hallini út

at siga frúnni frá:

“Nú er hann deyður, Harra jallur,

sum var títt besta ráð.”

 

35 “Er hann deyður, Harra jallur,

sorgarfull so má eg sita,

hoyr tú, reysti Magnus kongur,

lat meg tað fá at vita!”

 

36 “Hoyr tú, frúgvin Adalín,

eg sigi tær av tí sanna,

eg reið meg á slotið upp,

og deyðan eg hann har fann.”

 

37 “Er hann deyður, Harra jallur,

sum eg tað havi nú frætt,

eg gifti meg ikki í árini sjey,

tað sigi eg nú fyri satt.”

 

38 Adalín gongur á slotið upp

við sítt sorgarfult hjarta,

tá ið hon sá Harra jals lík,

tá myrknaði sólin bjarta.

 

39 Blóðið fleyt á hallargólvi

rætt sum streymur í á,

so hon frúgvin Adalín

har legðist honum hjá.

 

40 Frúgvin datt við ungum

sæla syni á armi;

tungt má vera at síggja slíkt,

og doyggja so av harmi!

 

41 Frúgvin datt á hallargólv

við ungum syni á hand,

seks orðini talaði hon tá,

áðrenn sum hon gav upp and.

 

42 “Takið mær henda unga son

og fostrið hann upp so væl,

inntil vit finnast aftur igen,

og hann [verður] væl til tal!

 

43 Takið mær henda unga son

og fostrið hann so leingi,

fáið hann so manniliga

at vinna so reystar dreingir!

 

44 Nú er deyður Harri jallur

við Magnus svørði í hendi,

tá ið tú segði mær boð í bý,

sjálv eg teg tá kendi.

 

45 Tá ið tú segði mær boð í bý,

har rann mær tár ímóti,

sjálv eg teg mundi kenna tá

við tínum blóðuta fóti.

 

46 Takið mær henda unga son

og fostrið hann upp í hand,

havið tær ikki hans navn hoyrt gitið?

Hann eitur Gulbrand.

 

47 Kallast skal hann Gulbrandur,

tí ráði eg fyri at svara,

nú skal eg av sorgum doyggja,

eg vil ikki longur spara.”

 

48 Tá fagnaði hon sín unga son,

Gulbrand nevndur av navni,

síðan gav hon ondina upp,

befalaði *seg Gud í hond.

 

49 Tóku tá tey ljósu lík

og bóru í kirkjuna inn,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini fimm.

 

50 Tóku tá tey ljósu lík

og settu á kirkjugátt,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini átta.

 

51 Tóku tá tey ljósu lík

og bóru kirkju á gólv,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini tólv.

 

52 Saknaðist eftir Magnus kongi

alt for uttan vanda,

Magnus skundar síni ferð

aftur til Fraklanda.

 

53 Leitaðu úti, tey leitaðu inni,

tey leitaðu niður til strand,

ikki kundi finnast tann maður,

sum burtur fleyg av landi.

 

54 Fostraðu upp tann Gulbrand unga,

lótu honum klæði skera og sýja,

áðrenn hann gekk á fimta ári,

tey lótu honum svørðið smíða.

 

55 Áðrenn hann nam á gólvi ganga,

lótu honum harniskir gera,

ætlaðu honum ein stinnan hest,

sum Gulbrand skuldi bera.

 

56 Tað stóð so í trettan ár,

hvørgin av øðrum tá visti,

inntil reysti Gulbrandur

tá Magnus kongin tvisti.

 

57 Inntil reysti Gulbrandur

tá Magnus kongin tvisti,

fór at gerast í høgginum tungur,

at læra tær rúnarlistir.

 

58 So spælir svørðið í Gulbrands hendi,

sum klinga í spora kelvi,

nu skal lata stríðið ný

til Fraklanda út at elva.

 

59 Valdi út av sínum ríki

tann heila her so bráð,

skutu knørr í havið út

til Fraklands at storma á.

 

60 Magnus situr í Fraklandi

við fríðum og róligum huga,

har kom Gulbrandur uttan at

við einum alspentum boga.

 

61 Kastaðu teir sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Gulbrandur

sínum fótum á land.

 

62 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

63 So gingu teir í hallina inn

við svørði undir skinn,

settu spjót fyri hallardyr,

so eingin sleppur har inn.

 

64 Ikki visti Magnus kongur

av fyrr enn sum tá,

á hallargólvi stóð Gulbrandur

við skjøldur og brynju blá.

 

65 “Sit væl, reysti Magnus kongur,

so glaður í títt hjarta,

nú skalt tú síggja tann mannaskara,

sum væl kann til at skarta.”

 

66 Leggur hann svørðið á Magnus háls

og skegglð av honum risti:

“Nú skal títt høvur fyri faðir mín

av frá herðum kvista.”

 

67 So risti hann Magnus skegg,

so blóðið tað fleyt í barmi,

tá losnaði húð við skegginum út

og fall niður á hans armar.

 

68 “Hoyr tú, Gulbrandur, søti mín,

tú lat meg lívið halda,

eg havi dripið faðir tín,

og tað kann eg væl valda!

 

69 Eg havi dripið faðir tín,

nú er mær sorgin full,

eg vil skatta til títt land

væl trýsinnstjúgu tunnur gull.”

 

70 “Um enn tú skattar títt heila ríki,

tað skatteri eg einki,

lítið veitst tú, Magnus kongur,

í hvat eg má teinkja.

 

71 Hevði eg ikki verið so góðartin,

tá skuldi tú látið lív,

nú má eg venda mær aftur um bak,

tað geri eg á vilja mín.”

 

72 Gulbrandur skundar sínari ferð

oman aftur til strandar:

“Skemri tíð skal hann Magnus kongur

koma tá aftur í vanda.”

 

73 Gulbrandur til strandar gekk

og við sítt valdra lið,

setir seg við hovmenn góðar

at drekka mjøð *og vín.

 

74 Setir seg við hovmenn góðar,

tann brúna mjøðin blandar:

“Síðan skulum vær manniliga

móti Magnus kongi standa.”

 

75 Magnus situr í hásæti

í eina morgun *snimma:

“Heintið mær aftur Gulbrand,

enn vil eg hann finna.”

 

76 Magnus talar til sínar menn,

hann biður teir ikki grúa:

“Eg ræðist ikki Gulbrand,

vilja tær dreingir duga.”

 

77 Gulbrand gongur til hallardyr

bæði við ilsku og vreiði:

“Nú skal sláa Magnus kong,

um enn teir væri tá fleiri.”

 

78 Gulbrandur gekk at borðinum,

hann gjørdi sum fyrri vildi,

annað tonkti Magnus kongur

at vinna við hørðum snildi.

 

79 “Hoyr tú, Gulbrandur, søti mín,

nú skal tær laga vív,

eg vil geva tær góðs og garðar

og alt mítt heila ríki.”

 

80 Fylgdu teir tá Gulbrand unga

upp á høgalofts slot,

borgin gekk við kvikum hjólum,

sum skein fyri eygum *brátt.

 

81 Magnus skeinkir mjøð og vín,

tað var reytt sum blóð,

Gulbrandur visti ikki av,

fyrr enn hann í myrkastovuni stóð.

 

82 Gulbrandur settist í myrkastovuna

av so tungum ekka,

lótu honum hvørki til laga føra

matin ella drekka.

 

83 Sviku teir Gulbrand í myrkastovuna,

so tunga sorg hann bar:

“Hevði eg vitað av svikunum fyrr,

eg skuldi ikki inni verið.”

 

84 Gulbrandur situr í myrkastovuni

við fimmti síni menn:

“Hevði eg havt svørðið 'Rajun blaa',

eg skuldi ikki sitið enn.”

 

85 Gulbrandur loysir teir armu fangar

við so gott eitt mót,

førdi so á myrkastovuna

bæði við skjøld og spjót.

 

86 Niður brutu teir eikibjálkar,

allir sum har sótu inni,

skelva tekur tann myrka borg,

og so vóru dreingir stinnir.

 

87 Gulbrandur tekur í sporabjálkar

av so vreiðum huga,

braka tók í myrkastovu,

so væl má dreingir duga.

 

88 Niður brutu teir myrkastovuna,

tá ið dagurin tók at halla,

gingu so á grønan vøll,

teir loystu gangarar allar.

 

89 Gingu teir at slotinum

og tóku so hart at kvetta,

tá vógu teir fimm hundrað kongins menn,

tá 'ljukai' borgir eftir.

 

90 Allir flýddu kongins menn

burtur av Fraklands ríki,

tá var eingin av kongins monnum,

sum Gulbrand tordi síggja.

 

91 Gulbrandur gekk at slotsdurum,

so hart hará hann strongdi,

niður skulvu slottar og borgar,

tá óttaðust kongins dreingir.

 

92 Kongurin svaraði í hásæti,

av sorgini klemtur hart:

“Hetta er líkt við trøllaljóð

at láta so í á nátt.”

 

93 Gulbrandur so til orða tekur

av so vreiðum huga:

“Nú skal høgga títt høvur av

ella í lutir klúva.

 

94 Tú hevur dripið faðir mín,

tað kann ikki frá mær víkja,

tú deyðaði móður mína,

og meg vildi tú svíkja.”

 

95 Tað var Gulbrandur ungi,

sínum svørði brá,

so høgg hann til Magnus kong,

hann hevði hans høvur frá.

 

96 “Her liggur tú, Magnus kongur,

við allar tínar menn,

nú skal goysa eld í alt

og myrkastovuna brenna!”

 

97 Gulbrandur tekur kongins dóttur,

hon æt Gullborg fríða,

so læt hann til brúdleyps ætla,

og læt ikki longur bíða .

 

98 Tað var Gulbrandur ungi,

tekur sær frúnna at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

99 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

100 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var *einki at tvørra,

átjan *borgum biðin* var

og tólv hundrað á hvørji.

 

101 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Gulbrandur og hans vív.

 

102 Gingu so bæði í eina song

Gulbrandur og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

103 Gulbrandur festi kongins dóttur,

sum hann tað fullmátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Magnus kongur átti.

 

104 Gulbrandur var til konga borin

yvir Fraklands ríka lund,

hans móðurbróðir var fyri Harra jall

har aftur í Oyrarsund.

 

105 Kvøðið havi eg kvæði mítt

um Harra jallin fína,

ljóðað hevur um Magnus kong

og Gulbrand reystum trína.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum rósinsaðl,

Gulbrandur feldi Magnus kong,

so sterkur hann var.

 

CCF 76 A

TSB E 47

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 14, p. 80.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 183.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 54.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson,  Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854

 

E 47 Magnus kongur av Fraklandi (Son revenges the death of his parents)

Jallurin Harra býður gestum í veitslu. Hann býður eisini fosturfaðir sínum, sum ávarar hann ímóti svikaráðum. Tá ið veitslan er av, fara øll uttan Magnus kongur av Fraklandi. Hann vil hava konu Harra og myrðir hann.

Magnus sigur konu jalsins, at hann fann hann deyðan, men hon skilir, at Magnus hevur myrt hann. Áðrenn hon doyr av sorg, biður hon vinir sínar ansa væl eftir soni sínum Gullbrandi.

Tá ið hann er tilkomin, fer hann til Fraklands at hevna faðir sín. Við svikum fær Magnus Gullbrand settan fastan, men hann brýtur út, drepur Magnus og giftist við dóttur Magnus.

á føroyskum: CCF 76 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017