• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy III - Ása Dvørgamoy

 

Dvørgamoy III - Ása Dvørgamoy

 

CCF 8 Aa

TSB E 151

 

1 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

Sjúrður klæðist for síni song,

hann býr seg út at ríða.

 

2 Sjúrður reið á skógvin fram

eystur um heyggin brúna,

opnan sá hann gullsal,

og gullið læk í túni.

 

3 Túnið var av marmorsteini,

hurðar av fílabeini,

hongslini vóru [av] syfrisviði,

bjálkar av sildarteini.

 

4 Har vóru hurðar av syfrisvið,

málar við ídningshorni,

glógvar so gull í gøtum har,

sum ljómur av havrakorni.

 

5 Sjúrður hugsar við sjálvum sær:

“Úti skal eg ikki standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

her fari eg inn at ganga.”

 

6 Sjúrður gekk í hallina inn,

skín sum fonnin hvíta,

dvørgamoyggin fyri sat,

innilig at líta.

 

7 Svaraði Ása dvørgamoyggj:

“Tú ert ikki borin at standa,”

snúgvuliga úr sessi brá,

bar honum stól til handa.

 

8 “Mangur hevur á skógvin riðið

frúur at biðja sær,

higar er eingin komin tann,

líknast hevur at tær.”

 

9 Hon fylgdi honum í gullsal,

hildust tey um hendur:

“Her kanst tú við eygum sjá,

hvør vítt mín sal er rendur.

 

10 Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

tú ert so nýtur drongur,

her kanst tú við eygum sjá,

hvør vítt mín salin gongur.”

 

11 “Hoyr tú, Ása dvørgamoyggin,

fagra og so fríða,

hvussu eita teir garpar tveir,

á henda skógvin ríða?”

 

12 “Hálvdan og hann Eirikur

her hava riðið leingi,

ríða seg í Ásgarðar

at royna Óðins dreingir.

 

13 Hálvdan og hann Eirikur

her hava riðið á sinni,

ríða seg í Ásgarðar

at hitta Óðin inni.

 

14 Tað er so vant í tygara landi,

har blæs vindur og kavi,

ríður so mangur einsamallur,

hann rænar tygara fæ.

 

15 Tað er so vant í tygara landi,

har blæs veður og vindur,

betri er í gullborgum

ást við meg at binda.”

 

16 “Hoyr tú, Ása dvørgamoyggin,

tað mást tú ei stunda,

eg gifti ikki óðal mítt

burtur á heidnar grundir.

 

17 Hoyr tað, Ása dvørgamoyggin,

tað mást tú ei vænta,

eg gifti ikki óðal mítt

burt á heidna landa.”

 

18 Tað var Ása dvørgamoyggin,

øll í gulli glæsti,

hon gekk seg at gullkistu,

upp við mentum læsti.

 

19 Hon sendi honum klæðini,

glógva sum gullið reyða:

“Ei man *nakar í tygara landi

tílíkar mentir eiga.

 

20 So væl mást tú tey klæði slíta,

glógva sum gullið reyða,

leingi hava ligið á kistubotni

eftir tann Dagmors deyða.”

 

21 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

gull ber seg á hand:

“Eg føri ikki heiðin klæði

aftur í vára land.”

 

22 Hon gav honum brynjuna,

gjørd var av silvuri hvíta:

“Tak við, Sjúrður Sigmundarson,

vita um tú mant nýta!”

 

23 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

gull ber seg á hand:

“Eg føri ikki heidna brynju

aftur í vára land.”

 

24 Svaraði Ása dvørgamoyggin,

fagra og hin fríða:

“Dvølst í nátt og ver hjá mær,

í morgin skalt tú ríða.”

 

25 “Eg dvøljist ikki longur hjá tær,

enn drekka skal moyggja minni,

skunda lati eg míni ferð,

vit hittast annað sinni.”

 

26 Sjúrður svav í heygnum,

tað var alt so brátt,

hann gat barn við dvørgamoynni

á teirri somu nátt.

 

27 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

Sjúrður klæðist for síni song,

hann býr seg út at ríða.

 

28 “Nær skal eg bryggja,

nær skal eg blanda vín,

nær skal eg tín aftur vænta,

Sjúrður, at vitja mín?”

 

29 “Væl mást tú bryggja,

væl mást tú mjøðin blanda,

tá triði máni úti er,

skalt tú meg aftur vænta.”

 

30 Sjúrður fór av høllini út,

heldur sær á gleim,

tá var Grani burtur lopin,

hann skuldi ríða heim.

 

31 Sjúrður aftur í heyggin fór,

segði frúnni frá:

“Burtur er Grani, folin mín,

eg skuldi ríða á.”

 

32 “Eg skal læna tær hestin tann,

inniligur at ríða,

so loypur hann yvir dalir og fjøll,

sum aðrir í grøna líða.

 

33 Ríð honum heilur og happadrúgvur,

tað er ikki vandi,

sjáldan loysti faðir mín

falkan tann úr bandi.

 

34 Ríð honum heilur og happadrúgvur,

bæði við gleði og gleim,

tá tú kemur úr skógnum út,

tú sært tín fola ein.”

 

35 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Far væl, heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl!”

 

36 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Far væl, heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við!”

 

37 Sjúrður reið eftir vegnum fram,

bæði við gleði og gleim,

tá hann kom úr skógnum út,

hann sá sín fola ein.

 

38 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

tungu ber hann snjalla:

“Eg veit mær eingi *sviðri ráð

enn ríða heim til halla.”

 

39 Sjúrður skuldi til hallar ríða,

frá man frættast víða,

hann sær mann úr fjalli koma,

brádliga mót sær líða.

 

40 Har kom ein so grimmur risi,

Sjúrður ikki kendi,

hann hevði eygað eitt í heysi,

finskan boga í hendi.

 

41 Sjúrður skuldi til hallar ríða,

mátti aftur venda,

risin skeyt sína stong í vøll,

tá mátti kappin standa.

 

42 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

mælir á tungu inna:

“Lova mær til hallar heim,

vit hittast annað sinni.”

 

43 Risin so til veitslu tekur,

mælir í fyrsta orði:

“Tú nært ikki til hallar heim,

og ikki av einum spori.

 

44 Tí tú hevur sovið hjá dvørgamoynni,

ikki sagt mær frá,

har for skalt tú, Sjúrður,

ikki til hallar ná!”

 

45 Risin gevur høggini tung,

sum tey varpa grót,

stundum flýddi kappin undan,

stundum helt ímót.

 

46 Sjúrður skuldi til hallar ganga,

tykist komin í treyt,

tað var tann svarti fjallatussi,

stongina á hann skeyt.

 

47 Sjúrður skuldi til hallar ganga,

mátti venda aftur,

tá kom Grani leypandi,

varð honum við tað lætt.

 

48 Tá kom Grani leypandi,

jørð við hógvar tróð,

gæsar uppi við høvdinum,

aftur á herðar stóð.

 

49 Tá kom Grani leypandi,

hansara sporar ringja,

snarliga vendi síðu til,

Sjúrður í saðil springa.

 

50 Sjúrður leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjøld ei svørð,

ei við saðilbuga.

 

51 “Tú gert einki at brigða mær

dvørgamoynna at gifta,

nú skal eg, tín fjallatussi,

høggum við teg skifta!”

 

52 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða gekk.

 

53 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða rann.

 

54 Risin sipar jarnstongina,

tað var alt so fast,

Grani kundi skáka væl,

hann misti fyrsta kast.

 

55 Sjúrður rendi mót risanum,

øllum tókti undur,

høgg so tann hin grimma risa

í miðjum kníggjum sundur.

 

56 Tað var tann svarti fjallatussi,

læt ikki á sær finna,

stubbarnar setti hann niður í jørð,

hann bardist ikki minna.

 

57 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv tann hin grimma risa

sundur í lutir tvá.

 

58 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

heldur sær á gleim,

síðani tað ríður hann

aftur til hallar heim.

 

59 Sjúrður gekk í hallina inn,

var so síðla á kvøldi,

Hjalprekur fyri borði situr

við sítt dreingjaveldi.

 

60 Hjalprekur kongur til orða tekur

við sítt dreingjaveldi:

“Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

hvar hevur tú verið á kvøldi?”

 

61 Sjúrður svarar honum aftur,

frá man frættast víða:

“Møtti mær ein fjallatussi,

hann beyð mær at stríða.”

 

62 Sjúrður svarar honum aftur

við alskyns makt og meingi:

“Møtti mær ein fjallatussi,

hann dvaldi meg so leingi.”

 

63 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

Sjúrður klæðist for síni song,

hann býr seg út at ríða.

 

64 Sjúrður reið á skógvin fram

eystur um heyggin brúna,

opnan sá hann gullsal,

gullið læk í túni.

 

65 Sjúrður gekk í hallina inn

aftur í sama heyg,

tá sá hann, hvar dvørgamoyggin

lá har inni deyð.

 

66 Gróv hann hana í heyggin niður,

so er greint ífrá,

mikið gull og mentarsnót

legði hann henni hjá.

 

67 Og so mundi hann hjá henni grava

moybarnið tað hitt fríða,

síðan mundi Sjúrður

aftur til hallar ríða.

 

CCF 8 Aa

TSB E 151

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 57, s. 592.

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 157.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 283.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 194

 

Heimild: Úr Sandoy. Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840),  1822

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017