• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Raðals kvæði

 

Raðals kvæði

 

CCF 82 A

TSB E 87

 

1 Raðal kongur á Miklagarði

letur sær moyggjum kjósa,

hann vil ikki aðra frúgv,

enn væl kann ráðum loysa.

 

Troðum lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin á hægsta summarið.

 

2 Raðal kongur á Miklagarði

letur sær moyggjar biðja,

hann vil ikki aðra frúgv,

enn væl kann skera og sýa.

 

3 Raðal kongur á Miklagarði

letur sær moyggjum kjøra,

hann vil ikki aðra frúgv,

enn hansara klæði kann skera.

 

4 Raðal kongur á Miklagarði

gjørdi tað aleina,

setti hann seg í hásæti

við øllum sínum sveinum.

 

5 Setti hann seg í hásæti

við øllum sínum sveinum:

“Vitið tær nakra skjønna jomfrú,

tað ikki fyri mær loynið!”

 

6 Svaraði ein av sveinunum,

sum reyðargull bar á hond:

“Væna veit eg frúnna tá,

hon er biðlavond.

 

7 Eg veit um ta væna frúgv,

til biðil er hon vond,

Hakil kongur av Spania,

sum dóttur hevur í hond.

 

8 Hakil kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.

 

9 Hakil kongur dóttur eigur

væna og so vísa,

bæði klók og *kynsturlig,

hon kann sítt lív væl prísa.

 

10 Hon má vera vond og vitug,

so er frá at siga,

henni kann ikki sól pá skína

uttan um páskatíðir.

 

11 Hon má vera vond og vitug,

satt at siga frá,

henni kann ikki sól pá skína

[uttan] um páskadag.

 

12 Skarlak hon á jørðini dregur,

so er við at fara,

ikki skínur á henni sól

meir enn tríggjar ferðir um árið.

 

13 Tá ið hon ríður á víðan sal,

henni fylgja tretivu moyggjar,

reytt skarlak undir føtur breitt,

silki sum av nýggjum.

 

14 Henni buðust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

segði tá burtur allar.

 

15 Henni buðust mangir menn,

riddarar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

bað teir sita heima.”

 

16 Svaraði reysti Raðal kongur,

so tók hann uppá:

“Hana streingi eg eiti mítt,

tað stendur mær hugur á.

 

17 Hana skal eg biðja,

tað stendur mær hugur á,

biðja dóttur Hakil kong,

tað standist hvat av ið má!”

 

18 So letur hann reysti Raðal kong

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

19 So letur hann Raðal kong

búgva skipin stór,

bæði letur hann *á tey* laða

virtur og so bjór.

 

20 Bæði letur hann *á tey* laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetur,

fattast hann ei fóður.

 

21 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigið úr neysti.

 

22 Bræddu reyðar brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðal ský.

 

23 Bræddu reyðar brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

24 Vant hann upp síni silkisegl,

gull og 'glaskar' brandar;

strykar ei á bunkan niður

fyrr [enn] við Spania land.

 

25 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Raðal kongur

sínum fótum á land.

 

26 Raðal kongur fagur og fúsur

stígur fyrstur á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hond.

 

27 Raðal kongur á Miklagarði

hevur tann ótta og vanda,

hann sær Stól á Upplandi

við hallarslotið standa.

 

28 Stól rópar á Raðal kong:

“Hvat vilt tú her at landi?

Hevur tú nøkur 'Refectiv' ørindi,

tá sig mær satt frá sonnum!”

 

29 “Tí eri eg her at landi komin

at eggja gyltum spjóti,

sita vil eg frúnni næst,

hvør tann Silborg njóta.”

 

30 Svaraði Stól á Upplandi,

tyktist tó at gesta:

“Fyrr skal rivna garð og grund,

enn tú skalt frúnna festa.”

 

31 Tað var Raðal á Miklagarði,

gav tí ódnar mál:

“Mangan havi eg saltan sjó

givið 'gialda' skál.”

 

32 Svaraði Stól á Upplandi,

hann óttast ongan vanda:

“Við aðri míni hendini

vil eg móti tí standa.

 

33 Við aðri míni hendini

tað skal eg móti tí standa,

so skulu vit við búnum skjøldi

upp á slotið ganga.”

 

34 Svaraði Raðal á Miklagarði,

grimmur og *harður til víggja*:

“Ikki kann eg vákn og svørð,

fyrr enn eg fái frúnna at síggja. “

 

35 Frúgvin situr í høgalofti,

gull um hárið flettað,

tað er eingin so listilærdur,

á hennara sal kann sleppa.

 

36 Frúgvin situr í høgalofti,

gullið glimrar á kníggja,

tað er eingin so listilærdur,

hana við eygum kann síggja.

 

37 Svaraði Raðal á Miklagarði:

“*Ei tú* lúta skal,

takið báðir vápn í hond

og brótið so inn á sal!”

 

38 “Hoyr tað, Raðal á Miklagarði,

har skulum vit royna verk,

har fyri hallini standa vektir tríggjar,

hundrað í hvønn herin sterk.

 

39 Búgvið ei við friðum har

og gangið at tí vekt,

fyrr skal rapla kongins slot,

enn vit sleppa ikki inn í telt.”

 

40 Fyrsta teir at vektu komu,

og blikna tók at víggja,

tróðu so í herin fram,

ei óttaðist teim at síggja.

 

41 Tróðu so í herin fram,

hvør um annan gekk,

blóðið dreiv um slotið,

men Raðal sigur fekk.

 

42 Tá ið teir høvdu vektina vunnið,

eftir var meiri vandi,

garpar tveir fyri hallardurum,

búnir við rúnir at ganga.

 

43 Raðal brá sín bitra brand

av so miklum vreiði,

høgdi so til garpar tveir,

fyri hallardurum stóðu.

 

44 Raðal brá sín bitra brand,

so er tað at siga,

høgdi so til garpar tveir

og kleyv teir av um miðju.

 

45 Garpar duttu á vøllin niður

undan brynju nýggja;

snarliga svaraði Raðal kongur:

“Nú fáa vit frúnna at síggja.”

 

46 Hartil svaraði Stól sterki

av so góðum sinni:

“Deyðir eru garpar tveir,

nú munnu vit frúnna vinna.”

 

47 Garpar ganga í hallina inn,

sum fyrr hevur verið siður,

hava nú alt í einum orði,

heilsa og teir biðja.

 

48 Tað var frúgvin Silborg,

letur so orðini falla:

“Hvat vilja hesir garpar tveir

inn á mínar hallar?”

 

49 Tað vóru hesir garpar tveir,

ei mundu leingi tiga:

“Tað eru okkara sinna ørindi

sjálvan teg at biðja.”

 

50 Til svaraðu garpar tveir,

og so tóku teir uppá:

“Hetta eru vára sinna ørindi

sjálva teg at fá.”

 

51 Svaraði frúgvin Silborg,

tyktist hart at standa:

“Sigið mær navn og eiti tykkara

hvar eru tit av landi?”

 

52 “Raðal er av Miklagarði,

kongasonur bold,

Stól er kongur frá Upplandi,

við hørðum ristir skjøld.”

 

53 Leingi tagdi Silborg frúgv

av tí stóra váða,

hvøssu hon skuldi høviskum monnum

andsvarið aftur fá.

 

54 “Farið tit av hallini út,

kátum bjóðast elva,

heintið inn eitt skákgulltalv,

vilja tit um meg telva!

 

55 Heintið inn eitt skákgulltalv

bæði við gleði og gleim,

hvør, sum sigur í talvi fær,

hann vinnur sigur heim.”

 

56 Stól førdi fót í gólv,

hart á bergið strongdi,

salurin raplaði tíggju alin,

tá bivaðust Raðals dreingir.

 

57 Svaraði reysti Stól sterki,

sá, salurin tók at skelva:

“Setum nú upp tann káta leik,

vit skulum um frúnna telva!

 

58 Setum okkum at telva talv,

ei verður av tí kátt,

síðstir verða bardagar,

vit skiljast ikki betur brátt!”

 

59 So lótu teir leika talv,

tað stóð tímar seks,

Raðal kongur á Miklagarði

sigur á talvborð fekk.

 

60 “Standi eg betur í øðrum stríð,

verður mær nakað tá lovað,

annaðhvørt at láta lív

ella hjá Silborg at sova.”

 

61 Stól tekur talv í hand

og kastar á hallargólv:

“Ikki akti eg megi títt,

eg berjist mót tær sum tólv.”

 

62 Raðal kongur á Miklagarði,

fer hann um við gavni:

“Haldið okkum so gudiliga,

vit eru hvør annans javni.”

 

63 “Vit eru eingir javnlíkar tveir,

snart at bregda frá,

ikki skalt tú frúnna njóta,

um lívið geldur á.

 

64 Førum vit í markina burt

við gyltum skjøld at kanna,

setum í veður tað væna vív,

tá likst mær at vinna!”

 

65 Frúgvin fór í høgaloft

av tungari sorg at sova,

henni lá hugur á Raðal kongi,

tordi hann ikki at lova.

 

66 So sat frúgvin í høgum sal,

sorg var mesta 'krousa',

ikki tordi hon Raðal kong

í nøkrum stykki at rósa.

 

67 So sat frúgv í høgum sal

bæði við sorg og ekka,

ikki kundi fatna nakað

til brúnan mjøð at drekka.

 

68 “Mangan havi eg biðil havt,

snarpan 'treckier' víggja,

tungt er at hava í hjarta ker,

ikki við eygum síggja.

 

69 Raðal legst mær hugur á,

og hann kann eg ikki nýta,

Stól rekkir svørðið út,

harav býðst sorgin 'qvuida'.”

 

70 Árla var um morgunin,

tá ið sólin roðar í fjøllum,

løgdu teir sínum bardøgum

skamt fyri kongins høllum.

 

71 Høgga títt, teir líva lítt,

dreingir leikaðu á vølli,

har hoyrdist høgg og harða ljóð,

hvør vildi annan fella.

 

72 Høgga títt, teir líva lítt,

tá maktast teirra megi tunga:

“Nú stendur hart um harðan leik,

vit eru tó báðir ungir.”

 

73 Høgga títt, teir líva lítt

av makt og frægum sinni,

tá leikar sum knívur á hørðum steini,

hvørgin kann annan vinna.

 

74 “Takið nú okkara breiðu skjøldir,

leggið saman í vond,

snarpir eru garpar tveir,

nú skal ráðast á hondum!

 

75 Kastið frá okkum vákn og svørð,

spjót og hartil verju,

nú skulum vit á grønan vøll

hondum saman at berjast!”

 

76 Kastaðu frá sær vákn og svørð,

tyktist einki at bella,

ryktust hart og mikið skarpt,

hvør vildi annan fella.

 

77 Bardust teir á grønum vølli

við ilsku og grummum bræði,

rivu av sær stálbjálvar

rætt sum brent klæði.

 

78 So bardust teir á grønum vølli,

braka tók í beini,

lótu so sterkar rúnir lesa,

sundur brustu steinar.

 

79 Stríddust hart og stríddust skarpt

ei varð skemtað við gaman,

ikki bóðu teir Gud til hjálpar,

sjálvan hin svarta traman.

 

80 Lystiligt at lýða var,

mangar vóru tungur snjallar,

løgdu sínum bardøgum

skamt fyri kongins hallar.

 

81 Bardust teir í dagar,

og bardust teir í tvá,

ljóðaði hart av hørðum leiki,

hvørgin vinna má.

 

82 Bardust teir í dagar,

og bardust teir í tríggjar,

hart gekk [í] teirra harða leiki,

hvørgin vildi flýggja.

 

83 Bardust teir í dagar,

og bardust teir í fýra,

tá varð [ei] skemtað við barnagaman,

hvør vildi annan hýra.

 

84 Bardust teir í dagar,

og bardust teir í fimm,

formaktaðir vóru av hitanum,

sum sveittin dreiv um skinn.

 

85 Bardust teir í dagar,

og bardust teir í seks,

tá gekk kálvi um miðjum bein,

báðum við hørðum gekst.

 

86 Bardust teir tann sjeynda dag,

og har var mikið at valda,

tá vann Stól á Upplandi

Raðal kongin hin balda.

 

87 Raðal datt á vøllin niður,

tað mundi honum baga:

“Flytið meg burtur av hesum landi,

og latið meg einki skaða!

 

88 Hoyr tú, Stól á Upplandi,

slepp mær úr hesum vanda,

eg skal svørja tær trygdareið,

frá frúnni skal eg ganga!”

 

89 Stól sterki á Upplandi,

sum ei vildi mannin spara,

slerdi so til Raðal kong,

at hann fell niður í dvala.

 

90 “Nú liggur tú, Raðal kongur,

deyður av mínari hond,

ikki havi eg frægari kempu

fyrr lagt niður í bond.

 

91 Nú liggur tú, Raðal kongur

deyður á grønum vøll,

eg skal meg á slotið fara,

inn á kongins høll.

 

92 Stól reikar á slotið upp

við sítt breiða skjøld,

brúkti eingi linfeld orð,

men tók tá frúnna við vold.

 

93 Hvørki spurdi faðir ei móður,

hann læt tað burtur sovna,

hann tyktist hará at hava góð ráð,

sum tað hevði verið hans kona.

 

94 Stól sterki av Upplandi

tók vonu slíka frúvu,

so læt hann til brúdleyps reiða,

mikin mannamúga.

 

95 Upp tá reisist tann deyði maður,

á grønum vølli lá,

fer at hinka so saktiliga

burtur av garði frá.

 

96 Raðal hinkar í skógin burt

við sorg og onga gleði;

so var Stól av frúnni kátur

sum fuglur á ljósum degi.

 

97 Raðal hinkar við annað bein,

sjúkur og illa sárur,

Stól læt til brúdleyps reiða

stórari mannaskara.

 

98 Stól sær á vøllin út,

sum bardagar hildust á,

burtur er tann deyði kroppur,

á grønum vølli lá.

 

99 “Burtur er hvorvin Raðal kongur,

sum eg feldi niður til jarðar,

ongan av teim móðurfrændunum

skal eg longur spara.”

 

100 “Hoyr tú, Stól á Upplandi,

ger tá ei tað vold,

Raðal er grivin í djúpan heyg

fimtan favnar í mold!”

 

101 Ei var satt, sum frá var sagt,

Stól til at trúgva,

Raðal hinkar í skógin burt,

hann kom til risan at búgva.

 

102 Raðal kemur fyri hellisdyr

at tí stóru reiði,

fimtan favnar og átjan alin

vóru tær høgar og breiðar.

 

103 “Mangan havi eg harðan møtt,

snarpan og stóran skara,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal í hellið fara!”

 

104 Raðal gekk í hellið inn

av so miklum veldi,

inni sat ein bjarnarisi,

hann stokti sær krás á eldi.

 

105 Inni sat ein bjarnarisi

við stoktum krás í hendi,

so leyp hann á gólvið upp

og sær mót honum vendi.

 

106 “Vælkomin, tú vesæligi drongur,

sjálvum mær til handa,

eg skal tó við mínum megi

seta teg út á brandar.

 

107 Vælkomin, tú vesæligi drongur,

her av so miklum meini,

eg skal nú við mínum  megi

sprita teg upp pá teinar.”

 

108 “Hoyr tú, breiði bjarnin,

tú tak meg nú ikki við bræði,

eg eri keri sonur tín,

tú mín søtasti faðir!”

 

109 “Ert tú keri sonur mín,

sprettur av mínum  bjálva,

Rádnagapa er móðir tín,

eg havi teg við henni álvað.”

 

110 “Rádnagapa er móðir mín,

tað kann ikki dylja,

tú ert keri faðir mín,

nú munnu vit betri skiljast.”

 

111 So runnu tár av risans kinn,

sum fossur súgar úr streymi:

“Ei visti eg, tú vart sonur mín,

hvørki av huga ei dreymi.”

 

112 Risin tekur í Raðal kong

við teim hørðum ríði,

strýkur hann um lendar hart,

tá brotnaðu riv í síðu.

 

113 Við blíðum tók hann Raðal kong

og strýkur hann við rappa:

“Fáum kanst tú hondum hógv,

so ómjúkliga at klappa.

 

114 Hoyr tú, breiði bjarnafaðir,

klapp ikki av megi tínum,

Stól bardi meg sjúkan og sáran,

grøð mær hesa pínu !

 

115 Eg bardist við Stól í dagar sjey

um ta frúgv í vali,

hann slerdi meg við síni høgru hond,

so eg fell niður í dvala.

 

116 Grøð meg, grøð meg, bjarnafaðir,

við tínum kunstri so vísa,

eg fekk sár av Stóls hond,

tað skal aftur neisa.”

 

117 Risin tekur Raðal kong

og setir á síni kníggja,

og klæðir hann so úr bjálvanum,

valdan drong at síggja.

 

118 So smurdi hann Raðal kong

við tí besta, hann hevði,

gav honum at drekka úr svørtum horni,

tá fekk hann litir reyðar.

 

119 Upp tá rekkist Raðal kongur

úr sínum sessi, hann sat,

tykist at fáa sær megi aftur,

sum risin í hann læt.

 

120 Upp tá rekkist Raðal kongur,

úr sínum sessi hann vendi,

tykist at fáa sær megi aftur,

sum risin í hann sendi.

 

121 Sterkar setir hann rúnirnar

inn í Raðals sinni:

“Aldrin komi tú livandi heim

uttan tá Stól vinnur!”

 

122 Sterkar lesur hann rúnirnar

í sín sæla son:

“Eg havi tó við hondum grøtt,

tí seti eg góða vón.

 

123 Hav tú hjá tær hornið svarta

við tað gullið alt,

ótøkk fær hvør bjarnafaðir

við *alri síni hjálp.

 

124 Tú skalt hava tann svarta hest,

gull á gangara laða,

royna tá títt egið skjøld,

teg man einki skaða.”

 

125 So runnu tár av risans kinn

sum roykur av heitum eldi,

við hondini leiddi hann sæla søta,

heim at garði fylgdi.

 

126 Hann kom á ta somu leið,

sum vant var fyrr at byggja,

gekk so risin í herbúð sítt,

sum sámi hansara at liggja.

 

127 Tað var Stól á Upplandi

varð seg so illa við,

fyrsta hann sá Raðal kong,

hann fell í óvit niður.

 

128 “Eg man tó við ódnum gapa

og seta so góða vón,

nú tykir mær fyri eygum síggja

eina so ríka sjón.

 

129 Gjølliga kenni eg henda træl,

eg vil tó um hann vita,

hann er líkur svarta brúsa,

vil meg gloypa og bita.”

 

130 'Feagne' læt hann orðini tá

ljóða av fornum vana:

“Sjálvur hin svarti fányti

hann hevur teg aftur manað.”

 

131 “Eg eri eingin fányti,

tó komi eg tær aftur um bak,

nú skal hevna síðstu stund

fyri títt meina tak.”

 

132 “Tú ríður og rennur um landanna,

eg havi teg harðan kent,

sjálvur hann hin fányti

hann hevur nú aftur sent.”

 

133 “Meg hevur eingin fani sent,

um enn tú tykist bráð,

aftur amast tann deyði maður,

sum síðst á vølli lá.

 

134 Nú skulu okkara bardagar halda

á tí somu leið,

ei verður nú sum ognast strítt,

tí 'gierst man huivan vraii'.”

 

135 Lystiligt var at lýða á,

hvøssu mong var tungan snjøll,

løgdu teir sínum bardøgum

skamt fyri kongins høll.

 

136 Raðal kongur av Miklagarði

hann spenti sínum alva,

hann kleyv Stóls breiða bak

miðjan av um nalva.

 

137 Glað var jomfrú Silborg,

tá ið Stól spruttar í blóði:

“Nú legst mær á Raðal kongi,

hann var mær 'bleckna' góða.”

 

138 So tók hann tann deyða kropp,

ei var hond við hógv,

varpar hann við hørðum alvi

út á saltan sjógv.

 

139 “Takka má eg bjarnafaðir

fyri hansara rúnir sterkar,

eg fekk aftur megi tólv,

gott skal hann av mær merkja.”

 

140 Raðal slaktar *neyt og seyð*,

feitar oksar og hestar,

so læt hann at skógum reiða

bjarnafaðir til kostar.

 

141 Hann læt tríggjar ammur laða

við alskyns besta velli,

letur sterkt so á stongum ríða

burt í risans helli.

 

142 Hann fekk tá frá risanum

væl fimtan merkur gull,

í hvør var tríggir edilsteinar,

inni vóru við full.

 

143 Hann læt honum til laga føra

*bollaskál og vín,

ikki gloymdi hann bjarnafaðir,

alt hann var í lívi.

 

144 Raðal kongur av Miklagarði

læt ikki longur fresta,

tók sær frúgv í blíðan favn,

aftur hana festi.

 

145 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

146 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var ei at tvørra,

átjan borgum boðið var,

og tólv hundrað á hvørjum.

 

147 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Raðal og hans vív.

 

148 Gingu so bæði í eina song

Raðal og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

149 Fór so aftur til Miklagarð

við fagur brúð og meingi,

hevði slíkt ráð og kongaveldi,

sømdi væl tí dreingi.

 

150 Frúgvin fór frá Spania

við fylgismoyggjaskara,

síðan varð hon drotning

for ríka Miklagarði.

 

Troðum lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin á hægsta summarið.

 

CCF 82 A

TSB E 87

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 51, s. 227.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 254.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 132

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017