• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Risin á Tinnuborg

 

Risin á Tinnuborg

 

CCF 85a

TSB E 163

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg gangi at kvøða,

risin situr á Tinnuborg,

sum nú er um at røða.

 

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar at springa,

hoyrast mátti langa leið,

hvussu teirra sporar ringja,

vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

 

2 Risin gongur at borðinum,

biður so dreingir tala:

“Hvørja frúgv í vørildini

sámir mær at hava?”

 

3 Allir droyptu høvur niður,

eingin tordi tala

uttan Valin franski,

hann kundi væl aftur svara.

 

4 “Tú hevur sitið í Tinnuborg,

frætt er út av høll,

ikki kanst tú frúvur festa,

tú hitt ljóta trøll.”

 

5 Valin stendur á Tinnuborg,

leikar við brandi bjarta:

“Hvøssu kanst tú festa frúgv?

Tú ert sum sótið svarta.

 

6 Tú kanst ikki festa frúgv,

ei við moyjum spæla,

tá ið tær teg við eygum síggja,

falla tær niður í dvala.”

 

7 Vreiður gjørdist risin tá,

seg frá hallini vendi:

“Hvar er nú mítt blanka spjót?

Eg skal nú við tí henda.”

 

8 Spjótið stendur við Tinnuborg

og fimtan sveinar hjá:

“Ert tú nakað so hugadjarvur,

um tú kanst herja á?”

 

9 Risin loypur av Tinnuborg,

hann tykist væl at duga,

sær hann fimtan riddarar standa

við breiðan skjøld og boga.

 

10 Risin leyp at borgini,

tað var við eitt spring,

hann tók ein í hondina

og slerdi so hinar í ring.

 

11 Risin um ta borgina leyp

við fagrar litir reyðar,

hann tók ein í hondina,

slerdi so hinar deyðar.

 

12 Hann tekur sítt spjót í hond,

fimtan hevði hann í vali,

so reið hann í keisarans garð

rætt sum junkari sæli.

 

13 Risin gongur í hallina inn,

sum dreingir hava til sið,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

14 Ristir hann skegg fyri keisarans eygum,

so var havt við orði,

tólv sótu teir riddararnir,

drukku mjøð við borðið.

 

15 Risin stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, Fraklands keisari,

gev mær dóttur tína!”

 

16 Keisarin situr í gyltum stóli,

elvast við tungum vanda,

hvat hann skuldi honum geva

svarið aftur til handa.

 

17 “Ert tú komin av Tinnuborg

keisarans dóttur at biðja,

hoyr tú tað, íhvør tú ert,

snart mást tú burt ríða!”

 

18 Svaraði risin á Tinnuborg,

grimmur og harður til víga:

“Áðrenn eg fari av borgini út,

skulum vit saman stríða.”

 

19 Tókust teir tá hondum saman

innan keisarans høll,

niður skulvu borgarlið,

áðrenn teir sluppu av høll.

 

20 Borgir, bæði svigta og skelva,

so gingu kossir á:

“Hvar er sæla dóttir tín?

Nú vil eg hana sjá.”

 

21 Tað var keisarans sæla dóttir,

hon kom at borgarlið,

fyrsta hon tann risan sá,

í óvit fell hon niður.

 

22 Tá ið hon risan at síggja fekk,

fell hon niður í dvala,

tað vóru fullir tímar seks,

áðrenn hon kundi tala.

 

23 “Hoyr, tað, keisarin, faðir mín,

eyka mær ei tann vanda,

eg giftist ei við hasum risa,

hann gongur mær ei til handa!

 

24 Tú gift meg ei við slíkum risa,

ger tú mær tað hindur,

nertir hann meg við fingrinum,

so fari eg sundur í splindur!”

 

25 Frúgvin stendur bleik og følin

við sítt bangna hjarta,

sær hon hansara ljóta skort,

ið hongur við skeggið svarta.

 

26 Skeggið er sum sótið svart,

tað hongur niður á belti,

so er tonn í heysi hans

rætt sum [á] villini *gelti.

 

27 Skeggið er sum sótið svart,

tað hongur niður á bringu,

neglur eru sum bukkahorn,

alin framman av fingri.

 

28 Ógvuligur er kjaftur hans,

málir fetið tvinna,

so ringla tenn í kjafti hans,

rætt sum skeiðir dynja.

 

29 So ringla tenn í heysi hans,

rætt sum skeiðir dynja. -

“Hvør vil vera mín loysnari,

sum risan torir vinna?”

 

30 Álvur leyp úr sessi upp,

stóð í brynju tvinna:

“Eg vil vera tín loysnari,

tann ljóta risa finna.”

 

31 Risin tekur í Álvin kappa,

rívur hans brynju frá,

kastar hann so á grønan vøll,

skar hann í lutir tvá.

 

32 Kastar hann so á grønan vøll

og skar hann í lutir tvá,

tað stóðu so mangir reystir riddarar,

sum tað sóu upp á.

 

33 Risin rópar alvæl hátt,

biður ikki longur bíða:

“Eru nú nakrir av kongins monnum,

mót mær lysta at stríða?”

 

34 Allir droyptu høvur niður,

eingin tordi svara

uttan keisarin franski,

hann ræður so at svara.

 

35 “Hoyr tað, risin av Tinnuborg,

tað sigi eg tær av sonnum,

eg havi staðið í stríði fyrr,

helst móti heidnum monnum!

 

36 Hevði eg verið so ungur sum tú,

havt mín breiða skjøld,

tá skuldi tú sætt mítt merki stórt

her á grønari fold.”

 

37 “Hoyr tú, keisarin franski,

eg sigi tær tað satt,

fái eg ikki tína  dóttur,

tú fært ein annan rætt!”

 

38 “Hoyr tú, risin av Tinnuborg,

hon kann teg ikki líta,

uttan tú bustar skeggið av

og tváar teg so hvítan!”

 

39 Risin snúðist av hallini út,

hann gjørdist næstan vreiður,

møtti hann einum lamnum manni

mítt á sínari leið.

 

40 “Hoyr tú, gamli lamni maður,

legg mær tað til ráð,

kanst tú nakað smyrslið gera

hvítan meg at fá?”

 

41 “Gakk tú tær til bartskerahús,

eg skal tær sjálvur fylgja,

har sita bæði vísir og lærdir,

teir kunnu tað væl uppfylla!”

 

42 Tá ið teir komu í húsið inn,

so var sagt av sonnum,

har var mangt at síggja pá,

helst av dýrum monnum.

 

43 Svaraði ein av hallarsveinum,

hann bar yvir øllum:

“Hvaðan eru tit miklu menn,

sum líkari eru trøllum?”

 

44 “Hetta er risin av Tinnuborg,

eg søki mær skegg at raka,

við hvítari salvu og kerti í hond

skuluð tær tað av taka.”

 

45 “Set teg nú í gyltan stól,

sprett so av tær klæði,

so skalt tú síggja míni ráð,

vita hvat man baga!”

 

46 Hann klæddi seg úr klæðunum,

sum álva var hann borin,

lamni maður á gólvi stóð,

hann hevði tað fyrst á orði.

 

47 Hann skein sum gullið reyða,

nú hann upp á hann leit,

so tók hann hans skeggið av,

sum tað so alvæl beit.

 

48 Hann tók dýra drykkjukrús,

gav honum tað at drekka:

“Drekk nú væl og djarvliga,

ei skal maktin svekka!”

 

49 Tá ið hann hevði drukkið

tann dýra drykkin hvíta,

tá stóð hann so fagurligur,

fekk tá aðrar litir.

 

50 Tá stóð hann so fagurligur,

vænt var á at líta,

svartur hevði hann verið fyrr,

nú sóu teir hann hvítan.

 

51 Skeggið fell av honum burtur

út av tí *buðlung nýggja,

tá kundi ikki bjartari maður

í nøkrum landi síggjast.

 

52 “Hoyr tað, risin av Tinnuborg,

tær býst tá meiri vandi,

tá ið tú kemur í keisarans høll,

tá sært tú vaktir standa!

 

53 Tú renn so á og óttast ei,

tí einki skal teg skaða,

síðan skalt tú keisarans dóttur

í borgarlundina klæða!

 

54 Hoyr tað, risin av Tinnuborg,

tú ger eftir mínum vilja,

tonk teg væl og hyggjuliga,

meðan vil skulu skiljast!”

 

55 Risin fór fyri keisaran

av so stórum vanda,

hann sær hesar stórar herir

fyri borgum standa.

 

56 Loypur hann á tann fyrsta her,

tað bar væl í lagi,

á annan rendi hann spjótið til,

tað var mest av bræði.

 

57 Niður høgdi hann vaktirnar,

so har kundi eingin standa,

so ræður hann á keisarans høll

við svørði gyrdur langa.

 

58 Risin loypur á keisarans borg,

hann hevur ei fleiri orð,

tekur kongin úr gyltum  stóli,

varpar yvir borð.

 

59 Setir hann niður á hallargólv,

hevur so mikið á máli,

eingin tordi, ið inni vóru,

hvørki hyggja ei tala.

 

60 “Hoyr tú, franski keisarin,

eg lovi tær nú tað besta:

antin her at lata lív

ella kongins dóttur at festa!”

 

61 Tað var franski keisarin,

hann upp á risan lítur:

“Nú síggi eg á sjálvum tær,

at tú ert vorðin hvítur.

 

62 Hoyr tú, risin av Tinnuborg,

ger nú ongan skaða,

sjálv skal mín hin sæla dóttir,

festarmoyin, ráða!”

 

63 Tá kom maður í hallina inn,

sum høviskur var í sinni:

“Hvar er risin á Tinnuborg?

Nú vil eg hann finna.

 

64 Hevur tú keisarans dóttur fest,

tikið tær at gifta,

koma vit báðir á vøllin út,

eg lovi tær annað lyfti.”

 

65 Báðir tókust hondum saman

innan keisarans høll,

borgin bæði risti og skalv,

áðrenn teir sluppu á vøll.

 

66 Stórur maður at stríða fór

mót risa [av] Tinnuborg,

frúgvin sat í gullstóli

við trega og tunga sorg.

 

67 Fyrstu ferð teir saman riðu,

tað var ferðin vond,

brutu sundur búnar brandar,

hvør í síni hond.

 

68 Slerdust teir við stubbum hart,

ei var mjúkt á ferð,

risin biður tá keisaran

søkja sær eitt annað svørð.

 

69 Keisarin kemur við svørðinum,

fekk honum tað í hendur:

“Statt nú væl og manniliga,

tú ert mín besti frændi!”

 

70 Tá ið hann hevði svørðið fingið,

góður var dugur í alvi,

brá tað tá í loftið upp,

hann kleyv hann av um nalva.

 

71 “Ligg nú deyður á grønum vøll,

renn so mikið blóð,

tó skal eg til hallar heim

at festa tað væna flóð!”

 

72 Risin dró fyri keisaran,

var klæddur í brynju nýggja:

“Hvar er sæla dóttir tín?

Nú vil eg hana síggja.”

 

73 So bleiv leidd inn keisarans dóttir,

hon skein av perlur og gull,

setir hana í gyltan stól,

og tá var stovan full.

 

74 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

eg spyrji teg enn á sinni,

vilt tú henda riddara lova,

[í] hallini situr inni?”

 

75 Tað var Margreta, kongins dóttir,

hon var so bráð at svara:

“Fyrst má hann nú kristna seg,

fyrr enn eg hann kann hava.”

 

76 Risin svarar so brádliga:

“Eg skjóti tann leik á hendur,

hvar er hann, ið kristna skal,

hvat er hann tá nevndur?”

 

77 Svaraði ein av kongins monnum,

væl kundi við tungu tala:

“Tað eri keisarans besti bispur,

teg skal kristni læra.”

 

78 Sendiboð fór so snarliga

inn fyri bispin fram:

“Nú er boð frá keisaranum

at kristna risan mann.”

 

79 Bispurin tekur tann halga lest,

seg fyri keisaran dró,

sjálvur risin av Tinnubong

fyri honum stóð.

 

80 “Statt nú væl og statt nú sæl,

fyri tú gjøndist so hvítur,

tak nú væl við kristnitnúgv,

áðrenn eg lati teg doypa!”

 

81 “Hoyr tað, bispur, og hvør tú ert,

eg kann ei undan bera,

gjarna kanst tú kristna meg,

til keisaran boð at bera.”

 

82 Gevur so honum teir drykkir væl,

sum mikið var í blandað,

sjálvur mátti keisarin

við risans liðir standa.

 

83 Har stóðu allir keisarans menn,

so væl teir lýddu tað,

Margreta fyri altari stóð,

hon fell á bara knæ.

 

84 Bispurin lesur halgan lest,

sum hann hevði lagt í minni,

tá kundi ikki betri maður

í keisarans ríki finnast.

 

85 Síðan læt hann doypa hann

og geva honum konganavn,

kalla hann Gudbrand Hákunsson

bæði við gleði og gavn.

 

86 “Nú skal festa keisarans dóttur,

tað við hennara ræði,

ikki vit annað slíta

enn gull og vovin klæði.”

 

87 Gudbrandur festi keisarans dóttur,

sum hann tað formátti,

setir seg upp á Tinnuborg,

sum hann sjálvur átti.

 

88 Síðan hevði hann frúnna fest

bæði við gleði og gaman,

tríggjar valdrar høviskar synir

áttu tey tilsaman.

 

89 Síðan læt hann kirkjur byggja

har í sínum ríki,

ræður so fyri borgum heim,

ei kundu finnast slíkir.

 

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar at springa,

hoyrast mátti langa leið,

hvussu teirra sporar ringja.

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

 

CCF 85a

TSB E 163

 

Handrit: Savn hjá Napoleoni Nolsøe. Føroya Lndsbókasavn  F IV vol. III, Nr. 96, s. 52.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 311.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 114

 

Heimild: Úr Streymoy:  Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1851

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017