• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sella ríma

 

CCF 86 Aa

TSB E 11

 

1 Viljið tær nú lýða

mínum orðum á,

Eyland nevni eg kongin tann,

ið hevur for Uppland ráð.

 

2 Eyland nevni eg kongin tann,

for Upplondum ræður,

hann eigur sær meiri gull og fæ,

enn aðrir menn eiga sær.

 

3 Hann eigur sær ein ungan son,

góður at taka til evna,

bæði vænur og vøksturligur,

Sella kann eg hann nevna.

 

4 Hann var ikki meiri enn tólv vetra,

hann beyð sær út at ríða,

keypti svørð og brynju blá

ímóti kempum at stríða.

 

5 Hann var ikki meiri enn tólv vetra,

tá ið hann bygdi skip,

ætlar at sigla í ókunn lond

at elva góðan grip.

 

6 Svaraði Eyland kongurin:

“Brátt brýtur sævarbylgja,

eg skal tær, mín sæli son,

til hesar ferðir fylgja.

 

7 Betri var tær heimi at vera,

goyma góðs og landa,

enn at fara í hernað út

og standa for stórum vanda.

 

8 Betri var tær heimi at vera,

goyma guls og eyð,

enn at fara í hernað út

og standa í stórari neyð.”

 

9 So letur Selli, kongins son,

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

10 So letur Selli, kongins son,

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

við reyðargulli vera.

 

11 Selli legðist í havið út

mánaðirnar tríggjar,

ongar vættrar máttu teir

til nøkur lond at síggja.

 

12 Ongar vættrar máttu teir

til nøkur lond at sjá,

fyri tann høga boðaslóð

so fell tann bylgjan blá.

 

13 Hálvdan siglir av Danaríki

við hundraði fimm,

báran breyt av útnorðri

í báðum borðum inn.

 

14 Hálvdan siglir av Danaríki

við hundraði tólv,

hann stýrir einum randarskipi,

gylt var upp frá  sjó

 

15 Hálvdan siglir av Danaríki

ta hina longu leið,

eingin stýrir av Suðurlondum

høviskligari skeið.

 

16 Selli so til orða tekur,

maður var hann fróður:

“Hvør stýrir hesum randarskipi,

gylt er upp frá sjó?”

 

17 Svaraði Sella merkismaður,

maðurin var hann fróður:

“Hálvdan stýrir hesum skipi,

Danakongurin góður.”

 

18 “Vitið tað allir høviskir sveinar,

í lundum tar teir drekka,

eg skal stýra hesum skipi

glaður og uttan ekka!

 

19 Vitið tað allir høviskir sveinar,

í lundum drekka vín,

eg skal stýra hesum skipi

ella lata lív!”

 

20 Svaraði Sella merkismaður,

gott er honum at hevna:

“Hálvdan eigur tógva synir,

báðar kann eg væl nevna.

 

21 Hákun er sá eldri bróðir,

havi eg hoyrt so nevna,

hann er sær bæði fimur og snarur,

kann væl dreingir stevna.

 

22 Høgnar er sá yngri nevndur,

tar ið hann situr á hesti,

mjáur um miðju og herðabreiður,

so er hann Høgni reysti.

 

23 Høgnar er sá yngri nevndur,

eingin veit hans megi,

hann gevur gull á báðar hendur,

tí er hirðin fegin.”

 

24 Selli so til orða tekur,

væl kann randar gnýggja:

“Tó at hann eigur fimtan synir,

eg vil for ongum flýggja.”

 

25 Løgdu sínum skipum saman

skamt frá Oyrarsund,

har kom Selli sunnan at,

saman bar seggja fund.

 

26 “Hoyr tað, Hálvdan danakongur,

sel mær góðan grip,

sámir tað ikki gomlum kalli

gull og búgvið skip!”

 

27 Svaraði Hálvdan danakongur,

mestan var hann vreiður:

“So hevur frøðið forna sagt:

Sámir sær best, ið eigur.”

 

28 “Vita tað allir høviskir sveinar,

í lundi tar teir drekka,

eg skyldi stýra hesum skipi

glaður og uttan ekka.

 

29 Vita tað allir høviskir sveinar,

í lundi drukku vín,

eg skyldi stýra hesum skipi

ella lata lív.”

 

30 “Betri er at bíða

enn brádliga ríða,

eg selji ongum mína skeið,

meðan eg eri á lívi.”

 

31 Løgdu sínum skipum saman,

rætt sum brandar rúka,

har vóru eingi onnur kor

enn stíga á mannabúkar.

 

32 Tað var Selli, kempan sterka,

tokar í herin fram,

mannahøvur og kempublóð

eftir bunka rann.

 

33 Selli tokar í fylking fram,

goystar girndar gera,

so sló hann til Hálvdan kong

deyðan niður til jarðar.

 

34 Selli hevði sínum brandi upp

so blóðigan uppi á lofti:

“Her skalt tú, Hákun, síggja tað blóð,

ið teg man ryggja ofta.”

 

35 Hákun tokar í fylking fram,

goystar girndar gera,

so sló hann til Eyland kong

og deyðan niður til jarðar.

 

36 Hákun hevði sínum brandi upp

so blóðigan uppi á lofti:

“Her skalt tú, Selli, síggja tað blóð,

ið teg man ryggja ofta.”

 

37 “Eg síggi so mangan høviskan drong

standa her for fall,

eg kalli tað lítið roysni vera

at vega ein gamlan kall.”

 

38 Selli tokar í fylking fram,

so goystar girndar gera,

so sló hann til Hákun unga

og deyðan niður til jarðar.

 

39 Selli hevði sínum brandi upp

so blóðigan uppi á lofti:

“Her skalt tú, Høgni, síggja tað blóð,

ið teg man ryggja ofta.”

 

40 Tað var reysti Høgnar ungi,

tokar í herin fram,

mannahøvur og kempublóð

eftir bunka rann.

 

41 Høgnar loypur á skipið fram,

hann treiv um miðjan seggja:

“Tú tarvt ikki, Selli, kempan sterka,

til hesa sipan eggja!

           

42 Hvat heldur vilt tú á skipum berjast,

eg leggi í korið við teg,

ella vilt tú á landið upp

at royna roysni við meg?”

 

43 “Farið okkur á landið upp,

væl skal tað mær líka,

eg vil eira mínum  liði,

oyða ei brandar slíkar.”

 

44 Gingu teir í landið upp

reystar kempur tvær,

tað sá eingins lívandi,

at nakað blúgdist har.

 

45 Teir bardust fullar *tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól *til viðar rann

 

46 Inntil tann hin triðja,

ið sól *til viðar rann,

tá fell Selli, kempan sterka,

tann hin raska mann.

 

47 Høgnar so til orða tekur:

“Tað skal eg nú valda,

hóast vit hava roysni roynt,

hvørgin skal nú gjalda.”

 

48 Høgnar so til orða tekur:

“Lætta skalt tú vanda,

eg visti ongan tólvvetraðan

betur móti mær standa.

 

49 Tú vart ikki meiri enn tólvvetraður,

tá ið tú bygdi skip,

aktaði at sigla í ókunnig lond

at elva góðan grip.

 

50 Tú vart ikki meiri enn tólvvetraður,

tá beyðst tær út at ríða,

keypti svørð og brynju blá

móti kempum at stríða.”

 

51 Selli so til orða tekur:

“Lat meg tað nú valda,

hóast vit hava roysni gjørt,

lat nú hvønngan gjalda!”

 

52 Tað var upp á ein helgan dag,

tað fell so væl í lag,

báðir svóru buðlungs synir

seg í stalbrøðralag.

 

53 Teir svóru seg í stalbrøðralag,

løgdu væl í minni,

mátti ikki annar úti vera,

tá ið annar hann var inni.

 

CCF 86 Aa

TSB E 11

 

Handrit: Søvn hjá J. H. Schrøters. Ny Kongelig Samling 346, 8to. Nr. 2, s. 33.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 316.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 127

 

Heimild: Úr Suðuroy:  J.H. Schrøter (1771-1851), Vági, 1825

 

E 11 Sella ríma (Twelve-year-old warrior kills king and swears brotherhood to his son)

Tólv ára gamalur fer Selli prinsur av stað á ránsferð. Teir møta danakongi og báðum sonum hansara, Hákuni og Høgna, í Oyrarsundi. Selli vil sleppa at keypa kongsins skip, men kongur vil ikki, og bardagi brestur á.

Selli drepur kong. Síðani drepur Hákun pápa Sella, og Selli drepur Hákun. So berjist hann við yngra sonin, Høgna. Teir enda í einstaklingsvíggi uppi á landi. Selli verður særdur, men tá ið hann raknar við aftur, svørja hann og Høgni hvørjum øðrum brøðralag.

á føroyskum: CCF 86 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017