• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Seyða ríma

 

CCF 87 Aa

TSB E 149

 

1 Gusti hann er seyðamaður,

tað er frá at greina,

nátt er hann á reikum norður,

aðra er hann heima.

 

Glymur dansur í høll,

*dans sláið í* ring!

Ríðið glaðir, Norðmenn,

til elvarting!

 

2 Gusti kemur á kvøldi heim

og sigur húsbónda sínum:

“Eg sær hvørki ær ei lamb,

ei nakað av seyði tínum.”

 

3 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur húsbónda frá:

“Eg sær einki av tínum seyði

uttan ærina grá.”

 

4 Gusti kemur á kvøldi heim,

telur av sínum neyðum:

“Mær vantar av tygra fæ

væl fimm hundrað seyðir.”

 

5 “Trøll hava vilt burt tygra fæ,”

Skeggi ræð at svara,

“tí tey vilja tygra synir,

reystar brøður, taka.”

 

6 Brøður klæðast árla morgun,

sóu lítið til veðra,

toka lá á dalar niður,

lukt var á homrum í erva.

 

7 Tórður titar títt og tungt

oman og niðan við á,

hann sær einki av sínum seyði

uttan ærina grá.

 

8 Tokan tók at lýsa upp,

tað var til góðs at tiggja,

Tórður sá í einum dali

alt sítt fæ at liggja.

 

9 Tokan tók at lýsa upp,

og sól tók fagurt at skína,

Tórður sá í einum dali

ganga eina moyggj so fríða.

 

10 Tórður tók ta bjørtu brúður

undir kápu sína,

har fekk hann so søtan koss,

av vørrum vætti vín.

 

11 Tórður tók ta bjørtu brúður

undir kápuskeyt,

har fekk hann so søtan koss,

at blomstur hvarv á breyt.

 

12 Tokan tók at lýsa upp

og lýsir leið so langa,

Tórður sá í einum dali

mann ímót sær ganga.

 

13 “Hoyr tað, ljótur Tórður mín,

sig mær av ið sanna,

hvat hevur tú á hesum fjøllum

sætt til aðra manna?”

 

14 “Eg havi ongum manni møtt

oman av hesum fjøllum

uttan tær, ljóti bjargatussi,

tú ert líkur trøllum.

 

15 Eg sá mær ímóti ganga

tað bjarta beygalín.”

“Hoyr tað, Tórður Torgilsson,

tað var dóttir mín!

 

16 Far tú teg í firðir oman

brúdleypsfólk at bjóða,

eg skal meg í hellið inn,

bæði steikja og sjóða!”

 

17 So er hesin stígamaður,

høvdið er sum bolli,

eitt er hár á hesum dára,

toppur á miðjum kolli.

 

18 “Bjóða tú ikki Hálvahala

higar í ferð við tær,

tó at tú biður hundrað mans,

væl líka skal tað mær!

 

19 Bjóð tú ikki Flagrar-Eiði,

hvørgum teirra beggja,

Torvaldi gevi eg og Torkil spaka,

hartil vil eg tær eggja!

 

20 Snatur býr í dølum eystur,

er ein mann so fróður,

so hann Torstein oksamegi,

teim skalt tú ikki bjóða.”

 

21 “Hoyr tað, Torvaldur, bróðir mín,

eg havi fest mær sprund,

vilt tú nakað fylgja mær

fram á flagdarfund?”

 

22 “Tú hevur giftst í trølla hendur,

eg sigi tær av ið sanna,

tað eg tær ráði,” Torvaldur segði,

“bjóð til manga manna!”

 

23 “Vítt havi eg um botnar farið,

søkt eftir keypi tínum,

Tórður, vilt tú bjóða mær

og øðrum neyti mínum?”

 

24 “Tú manst, ljótur bjargamaður,

firta ongan dára,

Gestur, eg vil bjóða tær

og gjarna tykkum báðum.”

 

25 Brøður klæðast árla morgun,

sigi tær av ið sanna,

gingu so tveir í Tungur burtur,

eingin við teim annar.

 

26 Brikki stórt á gólvum stóð,

var sett við alskyns veiði,

Tórður talar til bróður sín:

“Vit skulum úr køtlum sneiða.”

 

27 Hoyrast mátti dynur og dums

og skrekkjuláturin langi,

Torbjørn heilsar Geiru og Gapu,

hann ræð sjálvur fyri at ganga.

 

28 Kolbein so til orða tók,

hann ræður nú við at sita:

“Man hin gamli Glyvra-Geiri

til hesa veitslu vitja?”

 

29 Kolbein hugsar við sjálvum sær,

har sum hann mundi sita,

stórur kom maður í hellið inn

og kom tá veitslu at vitja.

 

30 “Eg bað teg ikki bjóða Hálvahala

higar í ferð við tær,

tó at tú beyðst til hundrað mans,

væl líkaði tað mær.

 

31 Eg bað teg ei bjóða Flagrar-Eiði

og hvørgum teirra beggja,

Torvaldi gevi og Torkili spaka,

hartil vildi eg tær eggja.

 

32 Snatur býr í dølum eystur,

hann var ein mann so fróður,

tað var hann Torstein oksamegi,

teim skyldi tú ikki bjóða.”

 

33 “Lítið er mær um bikkjuna,

ið her liggur við dyr,

eg havi onga tílíka sæð,

hon er mær ikki kyrr.

 

34 Lítið er mær um bikkjuna,

ið her liggur við vegg,

eg havi onga tílíka sæð,

hon er mær ikki tekk.”

 

35 Kolbein so til orða tók,

nú man leingjast ríma:

“Hvat skulum vær til skemtun hava,

knútukast ella glímast?”

 

36 Kolbein tók upp oksalegg,

á borði tá fyri sveini,

Gestur varð fyri knútukast,

og sá tók væl mót beini.

 

37 Aftur sendi hann oksalegg,

eg kvøði um brandin beyga,

Glámur treiv um glimri sítt,

og tá fekk tussi í eygað.

 

38 Aftur sendi hann oksalegg,

gera skal rímu langa,

tá mundi Vámur ella Sámar

kjálkin sundur ganga.

 

39 Kolbein so til orða tók,

hann tekur á loku lætta:

“Havið nú eingi fellig læti,

so firðir fáa ei at frætta!”

 

40 Sovnaðir vóru jallar tólv

fast av miklum móði;

Gestur talar til brøður tveir:

“Vær vendust um á ljóði!”

 

41 Gestur tók ta bjørtu brúður

undir kápu sína,

fylgdi Tórði langt av leið,

nú leingist ríma mín.

 

42 Gestur tók ta bjørtu brúður

undan kápu blá:

“Eg man aftur í hellið reika,

mong eru ørindi smá.

 

43 Sjálvur skal eg mót Glyvra-Geira

orku alvæl inna,

.......................

.......................

 

44 Gestur gár á Glyvra bak,

hann breyt hans rygg í flagdi,

stoytti honum fyri stríðan foss,

hann doyvdi honum av bragdi.

 

45 “Statt upp, skersa, móðir mín,

tú gakk á háls í erva,

kom so øllum óvart at,

og vær skulum út í neðra!”

 

46 Skrukkan skeytst av skálanum út

bæði av grimd og bræði,

ei var skersan skroypilig,

skinn hevði hon til klæða.

 

47 Kellingin er í homrunum,

roytir oman grót,

Sneita er í dølunum,

hon reikar niðan mót.

 

48 Snata reikar niðan mót

alt fyri uttan sút,

so treiv hon um kellingar kvið,

at indrini hingu út.

 

49 Kellingin liggur í homrunum

við síni longu bein,

glaður siglir Gestur

til Noregis heim.

 

50 Hoyrt havi eg gitið Ólav kong,

har hann siglir fyri landi,

tað er so frítt at sigla á,

at snekkjan stár brún á sandi.

 

Glymur dansur í høll,

*dans sláið í* ring!

Ríðið glaðir, Norðmenn,

til elvarting!

 

CCF 87 Aa

TSB E 149

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 3, s. 41.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 21.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 326.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 154

 

Heimild: Úr Vágum:  Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017