• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sjúrður konungsson

 

Sjúrður konungsson

 

CCF 88 Aa

TSB E 69

 

1 Sjúrður situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

Konungssons snekkjan

hon gár væl og fram,

hon vil hava ein høviskan

stýrimann.

 

2 Sjúrður situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

3 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

4 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Bragdar kongur

væna dóttur ár.

 

5 Bragdar kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

6 Bragdar kongur dóttur eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

7 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja mínum

bønarorðnm á.

 

8 Hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á,

biðja dóttur Bragdar kong,

tað stendst hvat av ið má.”

 

9 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

10 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Sjúrður skuldi á ríða.

 

11 Sjúrður leyp í saðilin upp

yvir leysan luga,

studdi seg hvørki við skjøld ei svørð

og ei við saðilbuga.

 

12 So ríður Sjúrður konungsson

víðan vegin fram,

forgyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

13 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

14 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Bragdar kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

15 Ungur maður í hallina gekk,

bæði vænur og fríður,

øllum tókti, at kappin var

vreiður og ikki blíður.

 

16 Sjúrður stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Bragdar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

17 Tí svaraði  Bragdar kongur

fyrsta orðið tá:

“Fáa skal Sjúrði sterkar húðir

at royna roysni á.”

 

18 Sjúrður hann tók sterkar húðir,

vóks honum av tí *grimd,

á tí sama kvøldinuni

tá lógu á gólvi fimm.

 

19 Sjúrður hann tók sterkar húðir,

mátturin við honum veks,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi seks.

 

20 Sjúrður hann tók sterkar húðir,

er mær ei á tí *hól,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi tólv.

 

21 Sjúrður gekk í hallina inn,

sum Bragdar kongur sat,

tók sær bæði mat og drekka,

tømdi fullvæl fat.

 

22 Sjúrður stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Bragdar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

23 Tí svaraði  Bragdar kongur

annað orðið tá:

“Fáa skal Sjúrði dýrsknútur

at royna roysni á!”

 

24 Sjúrður hann tók dýrsknútur,

vóks honum av tí grimd,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi fimm.

 

25 Sjúrður hann tók dýrsknútur,

mátturin við honum veks,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi seks.

 

26 Sjúrður hann tók dýrsknútur,

er mær ei á tí hól,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi tólv.

 

27 Tað var Sjúrður konungsson,

ræð við eldi at ganga,

sótu fyri honum vættrar tvær,

snúðist til vinstru handa.

 

28 Sjúrður hann tók dýrsknútur

uttan nakað prál,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann brendi báðar á bál.

 

29 Sjúrður gekk í hallina inn,

sum Bragdar kongur sat,

tók sær bæði mat og drekka,

tømdi fullvæl fat.

 

30 Sjúrður stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Bragdar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

31 “Eg man tær ikki mína dóttur

hvørki geva ei gifta,

fyrr enn tú talv frá Tór í Heyg

mær til handa skiftir.”

 

32 Ikki fattaðist hornaknútur,

dreingir og drykki tølur,

taka skal stórar dýrsknútur

hilmir á at føra.

 

33 Ikki fattaðist hornaknútur,

rymur í borgum víða,

Sjúrður og hann Bregin skvaldur

báðir saman hvíla.

 

34 Tí svaraði  Bregin skvaldur,

alting vil hann royna:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

ger ikki tað at loyna!”

 

35 “Sjúrða skalt tú nevna meg,

óloynt er mítt navn,

Blíin hevur fostrað meg,

Tróndheims konu barn.”

 

36 Tí svaraði  Bregin skvaldur,

flestøllum vil hann stýra:

“Lat ikki kongin frætta heim,

ikki hans dreingir dýrar!”

 

37 Sællur er hann í verðini,

ikki kemur í vanda,

Sjúrður ræð ein jólamorgun

fram á heyggin ganga.

 

38 Sællur er hann í verðini,

ikki kemur í treyt,

opnar stóðu jarnfastar dyr,

dreygurin var av breyt.

 

39 Sællur er hann í verðini,

ikki kemur í vanda,

Sjúrður sat við jarnfastar dyr,

dreygurin ræð at ganga.

 

40 “Situr tú, Sjúrður konungsson,

fáur man tær líva,

eg skal teg við mínum  greivum

kykan sundur ríva!”

 

41 “Skalt tú meg við tínum greivum

kykan sundur ríva,

tá skal eg royna Bentuna,

vita hvat hon man bíta.”

 

42 “Hoyr tað, Sjúrður konungsson,

hevur tú vald á vívi,

játta mær tað væna vív,

ansa tínum lívi!”

 

43 Svaraði Sjúrður konungsson,

nú er um tað at vátta:

“Lova mær av heygnum út,

mína skal eg tær játta!”

 

44 Tað var hesin Áki risi,

stórur og sterkur av alvi,

hann gav Sjúrði til morgungávu

borg við búnum talvi.

 

45 “Hoyr tú, Sjúrður konungsson,

nú er um tað at inna,

níggjunda náttin hon er nevnd,

skulu vit aftur finnast.”

 

46 Sjúrður gekk í hallina inn,

hann setir talv á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

47 Sjúrður gekk í kamarið inn,

kvaðst við frúvur at velja:

“Staddur var eg hjá Tór í heyg,

tá kvaðst eg teg selja.

 

48 Staddur var eg hjá Tór í heyg

og talaði við Tóri hund,

eingin letur lívið sítt

fyrr enn komin er evsta stund.

 

49 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

nú er um tað at inna,

níggjunda náttin er í nátt,

nú skulu vit aftur finnast!”

 

50 Frúgvin gekk í kamarið inn

alt fyri uttan vanda,

hon tók upp ein sigurstein,

Sjúrði fekk til handa.

 

51 Hon tók upp ein lindarsaks,

sín faðirs kálv hon spretti,

hon tók upp ein sigurstein,

og annan legði hon eftir.

 

52 Eg gekk meg á heyggin fram,

eg skuldi liðið kanna,

tá lá undir heygnum deytt

væl sjey hundrað manna.

 

53 Sjúrður sat undir heygnum,

leikar við búnum talvi,

dreygurin kom úr jørðini upp,

stórur og sterkur av alvi.

 

54 “Hoyr tað, Sjúrður konungsson,

fáum má tær granda,

hevur tú ein sigurstein,

fá hann mær til handa!”

 

55 “Tú fært ikki mín sigurstein,

tí honum fylgir gifta,

fyrr enn tú berjist við Tóri hund,

høggum við hann skifta.”

 

56 “Hoyr tað, Sjúrður konungsson,

hví eykar tú mær tann kvída,

hvussu skal eg berjast mót Tóri hund,

einki svørð kann bíta?

 

57 Hoyr tað, Sjúrður konungsson,

hví eykar tú mær tann vanda,

hvussu skal eg berjast við Tóri hund,

einki svørð kann granda?

 

58 Tú læna mær hina sterku brynju

og svørðið, Bentan eitur,

meðan eg berjist við Tóri hund,

og dugnað tú mær veitir!”

 

59 “Eg læni tær mína sterku brynju

og svørðið, Bentan eitur,

meðan tú berjist við Tóri hund,

eg longur ei dugnað veiti.”

 

60 Sjúrður sat undir heyginum,

tykist í tí undur,

sær nú, hvar tveir risar berjast,

verøldin rivnar sundur.

 

61 Teir høgga títt og líva lítt,

av dró barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá eggjar bórust saman.

 

62 Teir høgga títt og líva lítt,

teir troða jørð við kálva,

bjargamál sang í hvørjum hamri,

verøldin tók at skelva.

 

63 Sjúrður treiv um Bentuna,

tá risarnir flutu í blóði,

hann kleyv teirra beggja búkar

sundur av miklum móði.

 

64 Sjúrður treiv um Bentuna,

tá risunum tók at halla,

setti spjót for hellisdyr,

nú man ríman falla.

 

Konungssons snekkjan

hon gár væl og fram,

hon vil hava ein høviskan

stýrimann.

 

CCF 88 Aa

TSB E 69

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 73, s. 708.

 

Útgávur:

1. Jóannis í Króki: Sandoyarbók II, 1982 s. 232. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 347

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 8

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu (1779-1864), Sandi 1823

 

E 69 Sjúrður konungsson (Man accomplishes difficult tasks in order to gain a bride)

Sjúrður frættir, hvussu vøkur dóttir Bragdar kongs er, og ger av at biðja um hana. Men pápi hennara leggur fleiri torførar setningar á hann. Hann fullger teir.

At enda verður hann biðin at fáa eina spælifjøl frá risanum Tóri. Hann hittir Tór og fær fjølina frá honum. Sjúrður fer aftur til kong og gevur honum fjølina.

Kongsdóttirin gevur Sjúrði ein gandastein, og hann fær ein annan risa at berjast við Tór, tá ið hann lovar honum steinin. Meðan teir berjast, nýtir Sjúrður høvi at drepa báðar risarnar. Frábr.C: Hann tekur gull teirra.

á føroyskum: CCF 88 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017