• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sjúrður av Nøríki

 

Sjúrður av Nøríki

 

CCF 89

TSB E 95

 

(I)

 

1 Vilja tit nú lýða á

av tí 'brøvune sum saatte',

Kviginsprá av Nøríki,

tríggjar synir hann átti.

 

Glymur dansur í høll,

sláið ring!

Ríða glaðir Norðanmenn

til elvarting.

 

2 Tríggjar eigur hann synirnar

og allir líka sterkir,

allir eru líka raskir,

og allir kallast kempur.

 

3 Tað var hildi Sjúrður,

var vaksin í kongins høll,

tá ið hann var fimtan ár,

og tá bestóð hann øll.

 

4 Sjúrður kastar vákn á vøll,

hann lystir ei longur at leika,

hann gár fyri sín sæla faðir

við reyðar kinnur og bleikar.

 

5 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

legg mær tað til ráð,

hvørja frúgv í vørildini,

ið er mær sámi at fá!”

 

6 Til svaraði hann Kviginsprá,

so tók hann uppá:

“Best mást tú, mín sæli sonur,

at vita um slíkum at ráða.”

 

7 Tað vóru báðir hansara brøður,

mæltu eitt orð so bráð,

snakka um ta somu frúgv,

sum Sjúrður hann skuldi fáa.

 

8 “Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,

hann eigur dóttur svá,

hana tykir mær títt javnling vera,

kanst tú hana fá.

 

9 Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,

hann eigur dóttur vísa,

bæði klók og kynsturlig,

hon kann sítt lív væl prísa.

 

10 Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,

hann eigur dóttur mæta,

hon er klók og kynsturlig

til góðs og landa at gæta.

 

11 Onglands kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.

 

12 Onglands kongur dóttur eigur,

føgur er hon í litum,

hon kann allar rúnarlistir,

sum í høga torni situr.

 

13 Henni buðust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond

og segði burtur allar.

 

14 Henni buðust mangir menn,

riddarar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond

og bað teir sita heima.”

 

15 “Er hon seg so vitur og von,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg eitið mítt,

tað stendur mær hugur á.

 

16 Hagar skal eg streingja mínum 

bønarorðum á,

biðja dóttur Onglands kong,

tað standist hvat av ið má!”

 

17 So læt Sjúrður av Nøríki

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

18 So letur Sjúrður av Nøríki

búgva skipini stór,

bæði letur hann *á tey laða*

virtur og so bjór.

 

19 Bæði letur hann *á tey laða*

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

20 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr varð drigið úr neysti.

 

21 Bræddir reyðir brandar,

borðini vóru blá,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

22 Bræddir reyðir brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í toppin.

 

23 Vant hann upp síni silkisegl

bæði væl og leingi,

sigldi so til Onglanda,

tað klingaði í hvørjum streingi.

 

24 Møttust teir á miðjum havi,

størsta stríð og vanda:

Sjúrður av Nøríki

og Gion av Íralandi.

 

25 Higar teirra snekkjur

tær kendu so fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan ein sand.

 

26 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan ein sand,

Sjúrður og Gion av Írlandi,

men báðir fyrstir á land.

 

27 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høga hallina inn.

 

28 Og so búnir ganga teir

í høga hallina inn,

sum kongurin yvir borði sat

við manna hundrað fimm.

 

29 Sjúrður stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðuna sína:

“Sit væl, reysti kongurin,

tú gev mær tá dóttur tína!”

 

30 Gion stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti kongurin,

tú gev mær dóttur tína!”

 

31 Leingi tagdi kongurin

av so tungum vanda:

“Sigið mær navn og eiti tykkara,

hvaðan eru tit av land?”

 

32 Tað var Sjúrður av Nøríki,

hann segði sítt landamerki:

“Sjálvur eiti eg Sjúrður kongur,

mín faðir æt Kviginsprá sterki.”

 

33 Tað var Gion av Írlandi,

hann segði sítt landamerki:

“Sjálvur eiti eg Gion kongur,

mín faðir æt Ívin sterki.”

 

34 Tað var kongurin frægi,

tonkti seg um til ráð,

hvøssu hann skuldi teim høviskum monnum

eitt vinligt andsvar fá.

 

35 Kongurin so til orða tekur:

“Ei skal slíkum spara,

heintið mær frúnna í hallina inn,

sjálv má fyri seg svara!”

 

36 Frúgvin varð bæði studd og leidd

inn á sítt faðirsveldi,

so skein hennara gula hár,

sum skygdi av tignareldi.

 

37 Frúgvin varð leidd í hallina inn

fram fyri faðir sín,

so skein hennara gula hár,

sum gullið glógvar í skrín.

 

38 “Vert vælkomin, mín sæla dóttir,

tú skalt væl biðlar svara,

Sjúrður og Gion av Írlandi

vilja teg til ektar hava.

 

39 Báðir eru kongasynir,

teir vilja hava tína  trú,

annan at lova og annan at lasta

og svarið at siga nú!

 

40 Korini skjóti eg til tín,

sum eg man nú sjálvur lova,

øðrum skalt tú burtur siga,

men annar skal hjá tær sova.”

 

41 “Takk havi tú, sæli faðir,

eg fekk tey ráð frá tær,

Sjúrður av Nøríki

hann skal eg kjósa mær.

 

42 Sjúrður kongur av Nøríki

hann stendur mær hugur á,

gakk teg nú burtur, Gion kongur,

meg kanst tú ikki fá!”

 

43 “Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,

tær man ognast vív,

kom á vøll og berst við meg

í eina so lítla tíð!

 

44 Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,

tær man ognast sprund,

kom á vøll og berst við meg

í eina so lítla stund!”

 

45 Sjúrður mælir títt og hart

av so bráðum sinni:

“Førum vit á leikvøllin,

hvør sum sigur kann vinna!

 

46 Vit skulum ráðast hondum saman,

síggja tá, hvøssu gongur,

hvør, sum dettur á jørðina niður,

hann livir tá ikki longur.”

 

47 Fóru teir á leikvøllin

út á tí sama sinni,

frúgvin fell pá síni beru knø,

hon bað Gud Sjúrð at vinna.

 

48 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu teir sínum bardøgum

so skamt fyri kongins høll.

 

49 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil dagin hin fjórða,

sól til viðar gekk.

 

50 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil dagin fjórða,

tá sól til viðar rann.

 

51 Inntil dagin fjórða,

sól til viðar rann,

tá fell Gion av Írlandi,

tann hin raski mann.

 

52 Tað var Sjúrður av Nøríki,

hann legði hann [á] grønan vøll,

øllum tykti undur um,

hann vá tað sterka trøll.

 

53 Sjúrður hugsar við sjálvum sær:

“Nú er av tað versta.

Júli frúgv at festa mær,

tí hon er moyggin tann besta.”

 

54 So fór hann til hallar heim,

tá hann vann trøllið versta:

“Hvar er frúgvin Júli,

sum mær líkst á at festa?”

 

55 Inn kom tá frúgvin Júli,

var klædd í skarlak reyð,

ríður hann tá snart ímót,

tá hesum saman beyð.

 

56 Tað var Sjúrður av Nøríki,

tekur sær frúnna at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

57 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

58 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var *einki at tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað á hvørji.

 

59 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Sjúrður og hans vív.

 

60 Gingu so bæði í eina song,

Sjúrður og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

61 Tað var frúgvin Júli,

hon klæðist árla uppá,

gerst so tá til ferðar fús,

mót Nøríkis ríki at sjá.

 

62 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ikki mátti frúgvin Júli

á berari jørðini ganga.

 

63 Perlur og so reyðsilki

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Júli

oman til strondina leidd.

 

64 Har var mikil gleði

alt fyri uttan mein,

kongurin fylgdi síni sælu dóttur

á ytsta sjóvarstein.

 

65 Vant hann upp síni silkisegl,

gul og vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Nøríkis land.

 

66 Føgur var tann snekkjan,

hon kendi so fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

67 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Sjúrður av Nøríki

sínum fótum á land.

 

68 Fyrstur steig Sjúrður av Nøríki

sínum fótum á land,

og so frúgvin Júli

undir hans høgru hand.

 

69 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki mátti frúgvin Júli

á berari jørðini ganga.

 

70 Perlur og so reyðsilki

tað var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Júli

niðan frá strondini leidd.

 

71 Sjúrður festi Júli frúgv,

lukkan var tann hans,

Ívar fór so skammfullur

eftir í Írland.

 

72 Sjúrður festi Júli frúgv

bæði við gleði og gaman,

Grimmar ungi og Kviginsprá

nevndir synir báðir.

 

73 Sjúrður feldi Gion

og festi tað væna vív,

hann var so í Nøríki

við sítt káta lív.

 

74 Tógvar synir áttu teir,

vóru gitnir av góðum evni,

nevndir Grimmar og Kviginsprá,

sum ei má um teir nevna.

 

(II)

 

75 Hetta frætti Ívar kongur

higar til Írlands ríki,

deyður er hann Gion frægi

av Sjúrðar 'voldens' svíkja.

 

76 Hetta frætti Ívar kongur,

heldur á ringinum reyða:

“Nú skal eg standa í stríð í dag

og hevna mín sonar deyða!”

 

77 Ívar situr í gyltum stóli,

ekur sína frúgv at fevna:

“Nú lystir meg til Nøríkis

mín sonar deyða at hevna.

 

78 Eg skal lata knørrin virka,

spenna tar við streingir,

sigla so til Nøríkis

at royna raskar dreingir.”

 

79 So letur hann Ívar kongur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

80 So letur hann Ívar kongur

búgva skipini stór,

bæði letur hann *á tey laða*

virtur og so bjór.

 

81 Bæði letur hann *á tey laða*

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ei fóður.

 

82 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá [knørr] varð drigið úr neysti.

 

83 Bræddir reyðir brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðal ský.

 

84 Bræddir reyðir brandar,

skorin var hvør stokk,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

85 Vant hann upp síni silkisegl,

gul og 'glaskar' blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Nøríkis vág.

 

86 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ívar kongur

sínum [fótum] á land.

 

87 Fyrstur stígur Ívar kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

88 Ívar sendi sendiboð niðan,

letur tað so gera,

sendi tað til Sjúrða kong

'hevnans' boð at bera.

 

89 Sendisveinur í hallina gekk,

hevði tað fagra orð,

Sjúrður drekkur tann brúna mjøð

yvir sítt breiða borð.

 

90 “Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,

tú lat ikki um frúar fevna,

komin er Ívar av Írlandi

sín sonar deyða at hevna.”

 

91 “Er til sodan gerning at gera,

eg skal standa ímót,

tá skal mangur reystur maður

deyður falla for fót.

 

92 Kom hann her við mannaliði

við skjøldri út at føra,

eg skal samla alt mítt fólk,

meg sjálvan skal eg røra.”

 

93 Sendisvein gekk til strandar oman,

sigur Ívari frá:

“Sjúrður er á vøllin riðin,

hann ber sín skjøldin blá.”

 

94 “Er hann Sjúrður á vøllin riðin

út við sínum heri,

eg fram(!) teir avreksmenn,

so ill verður hans gerð.”

 

95 Ívar gekk frá strondum niðan,

dvaldist ikki leingi,

møtir hann Sjúrð av Nøríki

við øllum sínum dreingjum.

 

96 Tað var Sjúrður av Nøríki,

honum 'atnaiest' hart,

hann læt biðja yvir alt sítt land

bæði vísar og lærdar.

 

97 Hann læt biðja yvir alt sítt land

bæði vísar og svinnar,

leitar í tí heila ríki

mót Ívar kongi at vinna.

 

98 Har var 'man o aidra lia'

foruttan gleði og gaman,

átjan hundrað við hvørja lið,

sum tá var komið saman.

 

99 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu sínum bardøgum

skamt fyri Sjúrðar høll.

 

100 Stríddust fullar tríggjar dagar

undir Sjúrðar høll,

gnýggjurin hoyrdist átjan mílir

yvir dalar og fjøll.

 

101 Ívar rópar á sínar menn,

hann biður teir ikki spara:

“Høggið dúgliga pá Sjúrða sterka,

sum sonar deyði var!”

 

102 So høgdu teir Ívars menn

allan vegin tá fram,

kluvu hvønn um tvørar herðar,

sum ímót teimum rann.

 

103 Teir klúgva hvønn um tvørar herðar,

sum ímót teimum rann,

tað var Sjúrður av Nøríki,

hann stóð við sjeynda mann.

 

104 Svaraði ein av Írlandi:

“Nú høvum vær vunnið sigur,

Sjúrður hevur slagið fingið hart,

so hann er næstan deyður.”

 

105 “Hvør er hesin Írlands garpi,

sum hasi orðini segði?

Kemur hann fyri skjøldin mín,

hann skal snart vera deyður.”

 

106 Tað var Sjúrður av Nøríki,

tyktist av at valda:

“Ikki skulum vær lívið láta,

um enn svørðið má halda.”

 

107 Tað var Sjúrður av Nøríki,

illa gekk honum til handa,

sjálvur fimti mundi hann tá

eftir í stríðnum standa.

 

108 Sjúrður stendur so manniliga,

letur ikki á sær síggja,

rópar hart á sínar brøður,

biður teir høgga í víggi.

 

109 So góvu teir høggini tung

av so miklum móði,

gingu tá til kníggja upp

í tí mannablóði.

 

110 Gingu so til kníggja upp

í tí mannablóði,

maktaleysir vóru Ívars menn,

sum tá eftir stóðu.

 

111 Tað var Sjúrður av Nøríki

tekur til at kvetta,

høgdi so til Ívars menn,

at eingin livdi eftir.

 

112 Tað var Sjúrður av Nøríki,

við svørðinum mundi villa,

høgdi so til Ívars menn,

eingin tá eftir livdi.

 

113 Tað var Sjúrður av Nøríki,

hann dregur svørð í blóð,

høgdi so til Ívars menn,

at eingin eftir stóð.

 

114 Sjúrður brá so snart á føtur,

svørðið av sær rendi,

hann tók fatt pá Ívar kong

og reiv ímillum hendur.

 

115 Tað var Sjúrður av Nøríki,

hann kastar svørðið langa,

hann tók fatt pá Ívar kong

og reiv í stykkir mangar.

 

116 Sjúrður lítur til ymsar liðir,

hevur nú tað at venda:

“Komið heim í mína borg

mjøðin út at renda!”

 

117 Hartil svaraði Sjúrður,

og hann hevur tað á máli:

“Komið heim í mína borg

og drekkið mjøð úr skála!”

 

118 Tað var Sjúrður av Nøríki,

hann rópar á sæla soni:

“Ívars dóttur av Írlandi

skalt tú [hava] til konu.”

 

119 So læt Sjúrður liðið samla,

at virka til knørrin fríða,

gera sínum sæla syni,

so er nú frá at siga.

 

120 Hann læt honum skipin gera,

gitið má verða leingi,

setir tey so í havið út

við spenni av gyltum streingi.

 

121 Grimmar heldur í havið út,

ongum vildi hann fíra,

sigldi so til Írlanda,

við beinum knørrum stýra.

 

122 Vinda upp tey silkisegl,

gul í 'glaskara' blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Írlands vág.

 

123 Kastar síni akkerini

á tann hvíta sand,

fyrstur steig hann Grimmar ungi

sínum fótum á land.

 

124 Fyrstur steig hann Grinimar ungi

sínum fótum á land,

tað var bæði faðir [og] bróðir,

teir fylgdu honum frá strand.

 

125 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høga hallina inn.

 

126 Og so búgvin gongur hann

í høga hallina inn,

sum Herga frúgv við borðið sat,

bar gullperlur á kinn.

 

127 Grimmar stendur á hallargólvi

í sín silvurskrúður:

“Hoyr tú, frúgvin Herga,

tú gev mær tína  trú!

 

128 Hoyr tú, frúgvin Herga,

her kanst tú meg ikki gloyma,

sig nú svar á somu stund,

her skal eg teg royna!

 

129 Hoyr tú, frúgvin Herga,

kann eg teg ikki vinna,

tá skal mangur lívið láta,

tú skalt brenna inni.

 

130 Vit hava dripið faðir tín,

tín bróður á fyrru stund,

komið tær aftur á triðja sinni,

so leggjum vær alt í grund.”

 

131 Svaraði frúgvin Herga

fyrsta orðið tá:

“Eg eigi bæði vinir og frændur,

sum hava her í at ráða.

 

132 Hoyr tú, Grimmar ungi,

tú kanst meg ikki fá,

eg eigi vinir í skógum burtur,

eg taki av teimum ráð.

 

133 Ríð tú teg í skógin burtur

andsvarið har at fá,

við mínum  vilja skal tað vera,

tað er mítt egið ráð.

 

134 Rið tú teg í skógin burt,

so ofta sum tú vil,

gjarna gevi eg mína trú,

tær sjálvum ja til.”

 

135 Grimmar reið í skógin burt,

eftir sat frúgvin eina,

tók sær ráð um frúarfestið

og manndómsverk at royna.

 

136 Væl gekk ferðin í skógum burt,

hvar ið hann kom at gesta,

Grimmar skuldi Hergu frúgv

taka sær at festa.

 

137 Jallurin búði í ríkinum,

alt við frúar óvilja,

hann fór seg til frúnna tá,

tók sær hana at gilja.

 

138 Jallurin búði í ríkinum,

alt við frúar versta,

hann fór seg til frúnna

tá, tók sær hana at festa.

 

139 Jallurin letur sær liðið samla,

bjóða manna skara,

tá skuldi hann við Hergu frúgv

at kirkjudurum fara.

 

140 Grimmar var í skógnum

í mánarnar tveir,

síðan longdist honum heim

aftur á sína leið.

 

141 Grimmar kemur av skógnum heim,

langa leið at ganga,

hann sær hesi brúðarfólk fyri

kirkjudurum standa.

 

142 Jallurin stendur fyri kirkjudurum,

fevnir brúður bjarta,

Grimmar kemur av skógnum heim,

sorgarfullur í hjarta.

 

143 Tað var jomfrú Herga,

tað fyrsta hon Grimmar sá,

allur hennara fagri litur

burtur úr kinnum brá.

 

144 Tað var jomfrú Herga,

tað fyrsti hon sá hann,

allur hennara fagri litur

burtur úr kinnum rann.

 

145 Til svaraði Grimmar ungi,

svaraði so for seg:

“Hoyr tú, frúgvin Herga,

so illa sveikst tú meg!”

 

146 Jallurin stendur fyri kirkjudurum,

fevnir brúður blíða,

Grimmar tekur sítt nýggja svørðið

og loysir niður frá síðu.

 

147 Tað var ið hann Grimmar ungi,

svørðið í veðrið dró,

høgdi so til ríkisjall,

fyri kirkjudurum stóð.

 

148 Tað var ið hann Grimmar ungi,

høgdi, ikki høtti,

høgdi so til ríkisjall,

oddurin í gáttina møtti.

 

149 Tað var reysti Grimmar ungi

sínum svørði brá,

høgdi so til ríkisjall,

hann gav honum banasár.

 

150 Glað varð jomfrú Herga,

tá jallurin fleyt í blóð:

“Hoyr tú, Grimmar ungi,

her hevur tú mína tró!”

 

151 Glað varð jomfrú Herga,

tá jallurin flýddi frá:

“Hoyr tú, Grimmar ungi,

her hevur tú mítt ja!”

 

152 “Skamm fái tú, Herga frúgv,

fyri títt lyfti og já,

tað hevði verið tann besta gerð

at lagt teg omaná!”

 

153 Frúgvin varð leidd frá kirkju heim,

breitt skarlak undir fót,

henni fylgdi Grimmar ungi,

teim *var einki ímót.

 

154 Frúgvin varð leidd frá kirkju heim,

breitt skarlak undir skinn,

henni fylgdi Grimmar ungi

líka í hallina inn.

 

155 Tað var reysti Grimmar ungi

tók sær frúnna at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

156 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

157 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var *einki at tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað á hvørji.

 

158 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Grimmar og hans vív.

 

159 Gingu so bæði í eina song

Grimmar og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

160 Kviginsprá til Nøríkis fór

í sítt kongariki,

Grimmar ræður fyri Írlandi,

fáur er teirra líki.

 

(III)

 

161 Hetta frætti Háldar kongur

hagar til Svøríkis land,

deyður er hann ríkisjallur

for Grimmars unga hond.

 

162 “Ríkisjallur hevur lívið mist,

sum mangir um tað nevna,

eg skal samla eitt átjan hundrað,

herja á at hevna.”

 

163 Háldar heldur í havið út

upp á tann sama dag,

so sigidi hann til Írlanda,

tað fell so væl í lag.

 

164 Grimmar vitjar út síðla dags,

tá myrknaðu toppar og túvur,

komin var Háldar, Svøríkis kong,

við skip og mannamúga.

 

165 Grimmar vitjar út síðla dags,

tá myrknaðu toppar og garðar,

komin var Háldar, Svøríkis kong,

við skip og manna skara.

 

166 Grimmar vitjar út síðla dags

alt for uttan sans,

komin var Háldar, Svøríkis kongur,

bæði til sjós og lands.

 

167 Grimmar læt vápna so mangan mann

ímóti honum at stríða,

komin var Háldar, Svøríkis kongur,

grimmur og *harður til víga.

 

168 Maður var har til ríkið komin,

Hilmir ungi æt hann,

so hevði hann verið í hondum hagur,

hann blóðgaði mangan mann.

 

169 Har var komin Svøríkis kongur

við tá síni lið,

Hilmir ungi, tann yngsti maður,

fimur var hann til stríð.

 

170 Hilmir ungi so reystiliga

svór tá eiðin dýra:

“Ikki skal eg fyri Háldar kongi

hansara liði stýra.”

 

171 Kongurin so til orða tekur,

so øllum tóktist tað við,

hann forbeyð Hilmir unga

ímóti Háldar at stríða.

 

172 Kongur ræður for ferðum fram

av so gott eitt mót,

og ríður for Háldar kong,

hann fellir snart for fót.

 

173 Hilmir so til orða tekur,

við svørði tonkti hann at empa:

“Ikki at stúra fyri Háldar kongi,

hann er ikki frægari kempa.”

 

174 “Hav tú ikki, Hilmir ungi,

reikan fyri títt hól,

mangur tykist líki tín,

sum situr í ein høgum stól.”

 

175 Hilmir gat tað orð ikki hoyrt,

vildi ei 'leadun fraa stiftun':

“Hvussu vær skulum við vápnum gera,

fólkið sundur skiftum?”

 

176 Grimmar talar til Hilmir unga

kátt av slíkum sinni:

“Fyrsta dag í vígginum

skalt tú væl vakta inni.

 

177 Vakta skalt tú mína frúgv,

hon situr heima í høll,

ríð so út ein annan dag

og berst ímót Háldars trøll.”

 

178 “Tá er seint at ríða út,

sum tú her heitir á,

hevur sjálvur Háldar kongur

felt alt títt liðið frá.

 

179 Eg skal akta slotið væl,

so mikið sum eg kann,

statt teg væl í vígginum

sum ein kongamann.”

 

180 Riðu teir saman í vígginum

við mann og hestareið,

so fast høgg Háldar, Svøríkis kongur,

av so miklum vreiði.

 

181 Háldar rópar á sínar menn,

tá hann sær blóðið reyða:

“Standið nú so manniliga

og hevnið ríkisjalls deyða!”

 

182 Háldar rópar á sínar menn,

biður teir høgga fast:

“Ikki at eira Grimmar unga,

hann hevur so harðan háls.”

 

183 So høggur hann Háldar kongur,

tá skulvu hægstu fjøll,

tað fell so mangur av Grimmars helt

deyður niður á vøll.

 

184 So høggur hann Háldar kongur,

tað skalv alt Grimmars slot,

tí fell so mangur av Grimmars helt

deyður niður for fót.

 

185 Hilmir víkur út árla morgun

for uttan gleði og gaman,

Grimmar kongur hevði tá tapt,

tríggir vóru til saman.

 

186 Hilmir rópar á Grimmar unga

av so miklum ræði:

“Illa hevur tú, Grimmar ungi,

her í víggjum staðið.”

 

187 Hilmir ungi vreiði fekk,

og hann læt saðla sín hest,

so reið hann mót herinum,

og alt sum hann kundi best.

 

188 Hilmir spenti í herin fram,

og har var manna trongd,

høgdi frá sær við báðar síður

og ruddi fyri sær gongd.

 

189 So høggur hann Hilmir ungi,

blóðið spruttar umkring,

fellir niður av Svøríkis kongi

hundrað í ein ring.

 

190 So høggur hann Hilmir ungi,

oddurin rann í hjartað,

blóðið dreiv í himmalin upp,

tá sortnaði sólin bjarta.

 

191 Hilmir stendur fyri mangan mann,

høggur fast í víggjum,

ikki vildi Háldar kongur

lata seg undan flýggja.

 

192 Hilmir stendur í vígginum,

ongan læt hann spara,

mangan mundi hann reystan riddar

fella niður til jarðar.

 

193 Hilmir stendur í vígginum

og sær so frægan skara,

hann sær reystan Grimmar unga

deyðan falla til jarðar.

 

194 Grimmar datt deyður á vøll,

og sorg fekk Hilmir ungi,

hann vá reysti Háldar kongur

við sínum skjøldi tunga.

 

195 Hilmir læt ikki røður falla,

fram í herin spenti,

hundrað feldi hann um í senn,

og væl mundi svørðið renta.

 

196 Hilmir gevur høggini tung,

ei leikar við barnagaman,

Hilmir ungi og Háldar kongur

tá barst teimum saman.

 

197 Háldar kongur vreiði fekk

og snarliga svørðið brá,

ætlaði at klúva Hilmir unga

sundur í lutir tvá.

 

198 Væl kundi Hilmir fyri høgginum akta,

kvikur fram hann brá,

ætlaði at klúva Hilmir unga

væl í lutir tvá.

 

199 Hilmir ungi so reystiliga

skjøldið í veðrið brá,

Háldar kleyv hann í helvtina sundur

og hestin í lutir tvá.

 

200 Nú liggur Háldar, Svøríkis kongur,

deyður á grønum vølli,

eftir er tann avrekskempan,

er vaksin sum eitt trøll.

 

201 Fram kom ein av svenskinum,

var øgiligur at síggja,

átta alin hann strekti út,

tá røkk ikki upp til kníggja.

 

202 Tað var svøríkiskempan,

reiggjar høgg við alvi,

ætlaði at raka Hilmir fast,

hann vendi tí burt frá galvi.

 

203 Hilmir brá sínum bitra brandi

við allari sínari makt,

ikki beit á brynju sterka,

væl í miðju rakti.

 

204 Hilmir lesur rúnir í egg

tað mesta, sum hann kundi,

hann kleyv hann sundur í partar fimm

og skildi hann víðum sundur.

 

205 Nú liggur Svøríkiskempa

deyð á víðum vølli,

eftir eru herir tveir

og spenna høgt í fjølli.

 

206 So ríður hann Hilmir ungi

beinan vegin fram,

klývur so hvønn um tvørar herðar,

sum ímót honum rann.

 

207 Hilmir ríður í herinum,

blóðið upp til kníggja,

tá fell mangur deyður niður,

og mangur mundi flýggja.

 

208 So reið hann Hilmir ungi

í blóðinum fram,

tað hevði runnið í grønan dal

sum stríðasti streym.

 

209 So reið hann Hilmir ungi,

mongum mundi hann gloypa,

tað hann ikki við svørðinum fekk,

tað mátti í havið loypa.

 

210 So reið hann Hilmir ungi,

mongum gav hann nógv,

sumt leyp í hagan burtur,

sumt leyp út á sjógv.

 

211 So reið Hilmir ungi

ígjøgnum grønan lund,

einki gól eftir av svenskinum

hvørki heyk ei hund.

 

212 So hevði Háldar kongur

bart við svørðum á,

tað var meir enn átta hundrað,

deytt á vøllum lá.

 

213 So hevði Hilmir ungi

bart við svørðum á,

tað var meir enn átjan hundrað,

deytt á vølli lá.

 

214 Hilmir stóð og sá tann leik,

tað fell so mangur deyð,

tók hann allar teir deyu kroppar,

kastar í djúpan heyg.

 

215 Hann gjørdi so væl við sínar menn,

fekk teim gull og fæ,

so fór hvør til landa aftur,

sum eftir í stríðnum var.

 

216 Hilmir hugsar við sjálvum sær:

“Nú er av tað versta,

nú skal fara á slotið *upp

Grimmars konu at festa.”

 

217 Hilmir reið á slotið upp

við sín fríða fót,

kastar frá sær vákn og svørð,

tá hann steig frúgv ímót.

 

218 “Hoyr tú, frúgvin Herga,

vit skulum nú eina gesta,

Grimmar er í víggjum deyður,

sum var tín allarbesti.

 

219 Vunnið hava vær sigur nú,

sum søgur ganga frá,

Grimmar er í víggjum deyður,

sum var títt besta ráð.”

 

220 “Er hann Grimmar í víggjum deyður,

tað er mær sorgin full,

hann bar ring á hvørjum fingri,

skein sum reyðargull.

 

221 Er hann Grimmar í víggjum deyður,

tað gongur hart ímót,

hann hevði staðið í mongum stríði,

fallið meg til fót.”

 

222 So sat frúgvin Herga

bæði við sorg og sút,

smakkar hvørki vatn ei vín,

hon heldur ikki lívið út.

 

223 “Syrg ikki, tú Herga frúgv,

um títt besta ráð,

tú kanst nú á skemri stund

ein annan aftur fá.

 

224 Hoyr tú, frúgvin Herga,

sig mær satt ífrá,

hvat kong vilt tú kjósa tær

til títt veldi og ráð?”

 

225 “Væl vil eg í ríki ráða,

eina sita í búi,

tað verður innan ár og dag,

eg gevi ikki mína trú.”

 

226 Tá ið eitt ár forgingið var,

sum gitið má verða víða,

so fór reysti Hilmir ungi

Hergu frúgv at biðja.

 

227 “Nú skalt tú mær andsvar geva

skjótt og ikki leingi,

um enn tú vilt gifta teg

við ungum Hilmirs dreingi.”

 

228 Svaraði frúgvin Herga

við gull og 'dealivee':

“Ongan annan biðil eg kjósi

uttan sjálvan teg.”

 

229 Frúgvin situr í salinum

við sítt gull og krans:

“Ongan annan biðil eg kjósi,

fyri stríð tú vanst.”

 

230 Hilmir tekur Hergu frúgv

sjálvum sær til festi,

snarliga læt til brúdleyps ætla

og læt ikki longur fresta.

 

231 So læt hann Hilmir ungi

til sítt brúdleyp reiða,

bjóða læt hann víðan um

og mest ta longu leið.

 

232 So læt hann Hilmir ungi

til sítt brúdleyp kalla,

gloymdi ikki Sjúrða av Nøríki,

sum kann sømdir falla.

 

233 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur ein hovmaður

sum fjøður á fuglaveingi.

 

234 Lótu tá til brúdleyps ætla,

har var *einki at tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað á hvørji.

 

235 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Hilmir og hans vív.

 

236 Gingu so bæði í eina song

Hilmir og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

237 Hilmir ræður fyri Írlandi,

og væl stóð land og ríki,

so tá allir Sjúrðar brøður,

neppa finnast slíkir.

 

238 Kviginsprá til Svøríkis fór,

sum hann tað fullmátti,

setti seg í stólin tann,

sum Háldar kongur átti.

 

239 So gekk til í hesum stríði

um Háldar kong at venda,

einki var eftir í ríkinum,

sum har kundi út at senda.

 

240 Hilmir ráddi fyri Írlandi,

hevur mikið á hendi,

Sjúrður situr á Nøríkis landi

sína ævi til enda.

 

Glymur dansur í høll,

sláið ring!

Ríða glaðir Norðanmenn

til elvarting.

 

CCF 89

TSB E 95

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 47, s. 206.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 355

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 29

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík fyri 1854

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017