• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy V Kvørfinns táttur

 

Dvørgamoy V - Kvørfinns táttur

 

CCF 9 Aa

TSB E 165

 

1 Tíðrikur situr á Brattingsborg,

hann skín sum reyðargull,

nú skal ríma eitt dvørgafrøði,

nú gerst mín ríma full.

 

2 Tíðrikur situr á Brattingsborg,

hann sær seg út so víða:

“Nú lystir meg á Birtingsskóg

á heiðinmark at ríða.”

 

3 Svaraði Virgar Valintsson

fyrsta orðið tá:

“Ríður tú á Birtingsskóg,

tú kemur har ikki frá.”

 

4 Út varð loystur gangarin,

Tíðrikur skuldi at ríða,

heima sat Virgar Valintsson

eina so lítla tíð.

 

5 Heima sat Virgar Valintsson

eina so lítla stund,

hann læt saðla Skemming tá,

reið á sín harras fund.

 

6 Virgar steig á Skemmings bak

við Mimaring í hendi.

Skemmingur stóð á grønum vølli,

á Birtingsskóg hann rendi.

 

7 Tað var Virgar Valintsson,

á Skemmings bak hann steig,

Skemminig rendi á Birtingsskóg,

hann kongin aftur reið.

 

8 Tað svaraði hann Tíðrikur,

tá ið hann Virgar kendi:

“Hvør er hesin av Tíðriks gørpum,

ið meg aftur rendi?”

 

9 Svaraði Virgar Valintsson,

hann sá yvir skógin fríða:

“Eg læt saðla mær Skemming tá,

eg vildi ikki heima bíða.”

 

10 Ríða teir á Birtingsskóg,

søgur ganga frá,

Tíðrikur biður hestar hvíla:

“Vit skulu á skógin gá!”

 

11 Lógu teir á Birtingsskóg

eina so lítla stund,

vaknaði Virgar Valintsson,

hann hoyrdi hestadund.

 

12 Virgar leyp á Skemmings bak,

einki óttast hann tá,

hann sær eina so mikla kempu

ríða sær skamt ífrá.

 

13 Virgar leyp á Skemmings bak,

á sítt svørð hann lítur:

“Nú skal taka til Mimaring,

og vita, hvussu bítur.”

 

14 Tað var Virgar Valintsson,

læt at skógum standa,

møtti eina mikla kempu,

fátt kundi henni granda.

 

15 Svaraði Virgar Valintsson,

hann sá tann mikla mann:

“Hví ríður tú í Birtigsskóg

í mín harras land?”

 

16 Yvrið dró at Sjúrða unga,

søgur ganga frá,

hann hevði upp sítt búgvið svørð,

hann tað í loftið brá.

 

17 Sjúrður brá sínum bitra brandi,

hann royndi góðar gripir,

Virgar situr á Skemmings baki

loftaði hvørja sipu.

 

18 Tá vaknaði hann Tíðrikur,

hann hoyrir brandar falla,

tekur hann til sítt góða svørð,

hann letur á Virgar kalla.

 

19 Enntá óttast Tíðrikur,

hann hoyrir brandar syngja,

burtur var Virgar Valintsson

við hesti og Mimaringi.

 

20 Sjúrður høgdi ógvuliga,

væl mundi Grammur duga,

flýgur so eldur úr Virgars brynju,

at skógurin stóð í loga.

 

21 Tíðrikur læt til hallar standa,

heim av skógnum fer,

gloymdi eftir á Birtingsskóg

bæði skjøld og svørð.

 

22 Sjúrður høgdi ógvuliga,

inntil hann var móður,

settist niður á grønan vøll,

men ikki vóru dreingir fróir.

 

23 Svaraði Virgar Valintsson,

í víggi hevði staðið:

“Siga skalt tú mær, mikli maður,

hvar ert tú av frænda ræði? "

 

24 “Sjúrða skalt tú nevna meg,

eg sigi tær satt ífrá,

næsti maður Hjalprek kongi

bæði í gulli og ráði.

 

25 Grani eitur gangari mín,

Sjúrða skalt tú meg nevna,

næsti maður Hjalprek kongi

bæði til guls og evna.”

 

26 Svaraði Virgar Valintsson

av so tungum bræði:

“Hevði tú høgt við Mimaringi,

eg hevði tær ikki bestaðið.”

 

27 Svaraði Sjúrður Sigmundarsonur,

tá ið hann Virgar kendi:

“Hvar er sjálvur Tíðrikur,

ið teg higar sendi?”

 

28 Svaraði Virgar Valintsson,

hann kann væl orðum greina:

“Tíðrikur er á skógnum burtur

við allar sínar sveinar.”

 

29 Svaraði Virgar Valintsson,

hann læt so orðum byrja:

“Nú skal ríða for Tíðrik heim,

og fleiri sømdir spyrja.”

 

30 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann skeyt tann leik av hendi:

“Tað er eingin á Brattingsborg,

mínum gangara torir at venda.”

 

31 Sjáldan skiljast leikir væl,

geri tað ei at loyna:

Sjúrður og Virgar Valintsson

teir mundu hvør annan royna.

 

32 So eru orð við ráðum greind,

tó ei er um at røða:

Sjúrður og Virgar Valintsson

hvør mundi annan møða.

 

33 So eru orð við ráðum greind,

tó ei er um at dylja,

ríða dyst við ókendar menn,

og sjáldan væl at skilja.

 

34 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann mælir á sama sinni:

“Vit skulu ríða á skógi fram

og fleiri roysni vinna.”

 

35 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða.

Sjúrður og Virgar Valintsson

á heidnar markir ríða.

 

36 Sterkir royna stinna alva,

ei man teimum bella,

hestar leypa, garpar flytast,

jørð um bógvar fella.

 

37 Sterkir royna stinna alva,

svørð við sporum draga,

hestar leypa, garpar flytast,

jørð um bógvar vaða.

 

38 Hestar leypa, garpar flytast,

svørð við sporum ringja,

*hjálmar skína, grímur stýra,

gyltir hjálmar syngja.

 

39 Ríða yvir Birtingsskóg

á tí sama sinni,

ei var annað tílíkt lið,

dreingir leggja í minni.

 

40 Ríða yvir Birtingsskóg

yvir mark og bleyta mýri,

ei var annað tílíkt lið

at sita til saðla dýra.

 

41 Ríða yvir Birtingsskóg,

sum risar í homrum byggja,

dvørgar klæða fríðan sal,

og trøll for fótum liggja.

 

42 Síðla var um aftanin,

dagurin tók at kvølda,

drekar taka at ýla hátt,

og úlvar taka at gella.

 

43 Úlvar taka at ýla hátt,

tað dregur at myrkum æli,

sóu hvørki hinmal ella jørð,

og neppa stig fyri saðli.

 

44 Sóu hvørki himmal ella jørð,

og neppa stig fyri saðli,

ei høvdu fleiri tílíkir garpar

verið í verri vali.

 

45 At syngja tók í homrum hátt,

risar halgir njóta,

heitan eld við fótum troða,

harðar málmar at bróta.

 

46 Harðir steinar sundur sprungu,

málmur við eitri rennur,

drekar hamra stórar stengur,

eldur í smiðju brennur.

 

47 Drekar hamra stórar stengur,

gyltar brandar sleggja,

óttast Virgar Valintsson,

ilt var um at eggja.

 

48 Svaraði Virgar Valintsson:

“Nú er aftur at venda.”

So var svørð í slíðrum heitt,

teir kundu tað ikki henda.

 

49 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann læt so orðum byrja:

“Latið tað ikki frættast heim,

for Tíðriks garpar spyrjast!”

 

50 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann heldur á búnum stáli:

“Minni sigist for Tíðriks garpum,

dreingir gita við máli.”

 

51 Svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Vit skulu á skógvin ríða,

hoyra fáa vit annan sang,

tá ið náttin tekur at liða.”

 

52 Ríða teir á skógvin fram,

myrkt var teimum fyri eyga,

komu at tí húsinum,

tað skín sum gullið reyða.

 

53 Svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Vit skulu hjá konum gista,

morgin skulu vit føra heim

alt tað, ið lív kann lysta!”

 

54 Svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Vit fara ikki úti at standa,

vit skulu gista her í nátt,

í morgin royna branda!”

 

55 Svaraði Virgar Valintsson,

hann tók tá til at tala:

“Nú skal leggja hjálmar av,

í morgin hestar saðla!”

 

56 Gingu teir í húsið inn,

tað skein sum gullið reyða,

sóu fyri borði standa

mangar brandar beygar.

 

57 Sóu fyri borði standa

mangar brandar beygar,

sótu fyri moyar tvær,

tær skína sum gullið reyða.

 

58 Sótu fyri moyar tvær,

klæddar í silki smá,

dýrur drykkur á borði stendur,

søgur ganga frá.

 

59 Sjúrður tók teir dýru drykkir,

hann mundi ikki mangan biðja,

stillar sótu moyar tvær,

tað tókti teim best at tiga.

 

60 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann læt so orðum byrja:

“Hvør ræður fyri hesi borg?

tað ráði eg fyrst at spyrja.”

 

61 Svaraði Virgar Valintsson:

“Vit skulu í borgum byggja,

vilja tit ikki aftur svara,

tit skulu fyri brondum liggja.”

 

62 Svaraði onnur dvørgamoyin,

øll í gulli skín:

“Harri ræður fyri hesi borg

er Kvørfinn, faðir mín.”

 

63 Svaraði Sjurður Sigmundarson,

ei var drongur ræddur:

“Er tín faðir á skógnum burtur,

ella er bann heima staddur?”

 

64 “Faðir mín er á skógnum burtur,”

moyin tekur at telja,

“hvørja nátt við risar berjist,

málm úr homrum at velja.”

 

65 Svaraði Virgar Valintsson,

hann sló tað upp í gleim:

“Nú skulu vit taka dvørgamoyar

og føra til hallar heim!”

 

66 Svaraði Virgar Valintsson,

hann læt síni orð so falla:

“Nú skal taka moyar tvær

og føra tær heim til halla! "

 

67 Virgar tók tær moyar tvær,

setti á Skemming fríða,

Sjúrður tók tað besta svørð,

sum dvørgurin hevði smíðað.

 

68 Sjúrður tók tað besta svørð,

sum dvørgurin hevði smíðað,

síðan allar aðrar brandar

støkkir av um miðju.

 

69 Sjúrður tók tað gull og silvur,

alt tað, ið Grani bar,

síðan skundar hann síni ferð

av dvørgaborg avstað.

 

70 Ríða teir eftir skógnum fram,

teir spara ei fljótar hestar,

tá skalv bæði himmal og jørð,

og dagurin tók at bresta.

 

71 Tað lýsir yvir heidna skóg,

sólin tekur at branda,

drekar taka at ýla hátt,

tá ið risar í hallir ganga.

 

72 Kvørfinn kom av skógnum heim,

hann tykist vera komin í vanda,

hann sær opnar hallisdyr

fyri sær tá standa.

 

73 Dvørgurin gekk í hallina inn,

einki ið hann sigur,

hann sær liggja á breiðum borði

brandar, av um miðju.

 

74 Kvørfinn gekk í hallina inn,

ilt var um at eggja,

sá seg um til moyar tvær,

hann kundi tær ikki síggja.

 

75 Dvørgurin leyp um hallargólv,

ilt er um at eggja,

kyndi eld í stóru smiðju,

brandar aftur at sleggja.

 

76 Dvørgurin leyp um hallargólv,

ilt var um at eggja:

“Nú skal ganga at stóran stiðja,

brandar aftur at sleggja.”

 

77 Dvørgurin leyp um hallargólv,

ei var til góðs at bera:

“Hevndar skulu moyar tvær

við hørðum sømdum verða.”

 

78 Sjúrður og Virgar Valintsson

heim í garðin fóru,

úti sjálvur Hjalprek kongur

fyri teimum stóð.

 

79 “Ver vælkomin, Sjúrður,

heim av hesari ferð,

tú hevur vunnið á heiðinmark

gull og búgvið svørð.”

 

80 Tá svaraði Hjalprek kongur,

mælir fyri munni á sær:

“Hvat er hetta fyri mikla kempa,

ið førir moyar tvær?”

 

81 Svaraði Sjúrður Sigmundarson

fyrsta orðið tá:

“Hetta er Virgar Valintsson,

Tíðriki kongi frá.

 

82 Hetta er Virgar Valintsson,

ið førir moyar tvær,

hann hevur verið í hesari ferð

á heiðinmark við mær.”

 

83 Tí svaraði Hjalprek kongur,

hann mælir fyri munni sínum:

“Virgar, gakk í hallina inn

við dvørgamoyum tínum!”

 

84 So var hann av ferðum móður,

søgur ganga av,

tríggjar nætur Virgar sterki

hjá Hjalprek kongi svav.

 

85 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

Virgar klæðist for síni song,

hann favnar moyar fríðar.

 

86 Virgar gongur for Hjalprek kong,

biður hann dugnað gera:

“Læna mær skútu av landi út,

moyar um sund at føra!”

 

87 Tí svaraði Hjalprek kongur:

“Skútu skalt tú fá,

flyta yvir Singarfjørð

dvørgamoyar báðar.”

 

88 Tí svaraði Hjalprek kongur:

“Skútu læni eg tær,

flyta yvir Singarfjørð

dvørgamoyar tvær.”

 

89 Virgar læt av lunni skura

eina forgylta skeið,

sigldi yvir Singarfjørð,

so føgur var tann leið.

 

90 Tað var Virgar Valintsson,

søgur ganga frá,

flutti moyar á Selgjarland,

har læt hann borgir slá.

 

91 Hann læt gyltar borgir gera,

gitið man verða leingi,

síðan fór Virgar Valintsson

aftur for Tíðriks dreingir.

 

92 Virgar læt á Selgjarlandi

gyltar borgir gera,

setti inni moyar tvær,

tær skuldu silki bera.

 

93 Setti inni moyar tvær,

tær skuldu silki virka,

síðan fór Virgar Valintsson

aftur for Tíðrik sterka.

 

CCF 9 Aa

TSB E 165

 

Handrit: Handrit Schrøters av Sjúrðar kvæði. Ny kgl. Samling 345, 8vo. Nr. 8. s. 143.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3), 1953, s. 59.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 297.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 236

 

Heimild: Úr Suðuroy. Johan Henrik Schrøter (1771-1851), Hvalba 1818

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017