• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

A

 

CCF 91-II A-I

TSB E 62

 

I. [Golmars  táttur]

 

1 Árla var um morgunin,

ið sól tók fagurt at branda, 

tað var ungi Ásmundur, 

hann lystir út at ganga.

 

Gyltan spora við mítt fótaspenni, 

so temji eg mín gangara góða, 

lætur renna.

 

2 Ásmundur gisti Golmar heim, 

neyðugt honum tað var, 

so var mær av sonnum sagt, 

hjá konu hans hann svav.

 

3 Ásmundur steig í seingina upp, 

fremur hug á leið, 

Golmar varð á durum koyrdur, 

kinn bar hann so bleik.

 

4 Golmar grætur heitan grát, 

tár á kinnar ljóðar:

“Aldri verði lagað tær 

frú Ingibjørg at njóta!”

 

5 Tað var frúgvin Ingibjørg, 

grætur hon ikki minni:

”Kalli tað einki roysnisverk 

at taka annans kvinnu!”

 

6 Tí svaraði Ásmundur, 

lystir ei á at hoyra:

”Kalli tað vera kempusið 

tann veika av durum koyra!”

 

7 Golmar so til orða tók, 

elvist her illur vandi, 

visti sær ikki *svinri ráð 

enn rýma burt av landi.

 

8 Ásmundur talar til sínar menn, 

tríggjar ella tógva:

”Golmar, vilt tú fylgja mær? 

í dag vil eg útrógva!”

 

9 Gingu teir til strandar oman, 

ríkir menn og reystir, 

lunnar brustu, jørðin skalv, 

tá knørrur varð loystur úr neysti.

 

10 Tá ið teir komu á havið út, 

Ásmundur ræð at svara:

”Hvør eigur hesi bitru vákn, 

ið her við grunni fara!”

 

11 Golmar so til orða tók:

”Elvast her illur siður, 

tó frá eg frá Hildibrand, 

hann søkti svørðið niður!”

 

12 Ásmundur steig for borðið út, 

leingi kavar hann, 

so kom hann frá grunni upp, 

hann ikki svørðið fann.

 

13 ”Sigur tú mær ei sannari, 

hvar svørð við grunni liggur, 

tú skalt harðan deyðan tola, 

snart skalt tú hann tiggja!”

 

14 Golmar læt tá 'Kjertuven' skera, 

tá læt alt til vera, 

neyðugt, tó hann vildi ei, 

hann læt frá svørði siga.

 

15 Ásmundur leyp frá borði út, 

leingi kavar hann, 

so kom hann frá grunni upp, 

og hann tað svørðið fann.

 

16 ”Tú hevur nú fingið svørðið tað, 

ið tú hevur eftir stundað, 

lova nú mær til hallar heim, 

frú Ingibjørg á fund!”

 

17 Ásmundur so til orða tók, 

leit seg upp í eið:

”Hvat man hasum ljóta trølli 

skilja so væna moyggj!”

 

18 Golmar so til orða tók, 

mælir móti honum:

”Ofta hevur lakur maður 

átt so væna konu!”

 

19 Ásmundur so til orða tók, 

ræður fyri londum:

”Tú kemur ikki livandi 

her av mínum hondum!”

 

20 Golmar so til orða tekur, 

mælir móti honum:

”Eg eri borin ein hertugi 

bæði til kals og konu!”

 

21 Tað var Ásmundur reysta kempa, 

sínum  svørði brá, 

og so hjó hann Golmar 

sundur í lutir tvá.

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82). Gl.  kgl. Saml. 2894, vol. I, No. 20, p. 417.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 165.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 1.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 96

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

 

II. [Sniolvs táttur]

 

CCF 91-III A-II

TSB E 75

 

22 Nú skal falla niður um stund, 

viljið tær dømir trúgva, 

um hann Sniolv av Upplondum, 

hagar vil eg snúgva.

 

23 Sniolvur býr á Upplondum, 

hans líki kann ikki fá, 

so *líkar honum at stríða, 

sum leika við streym í á.

 

24 Sniolvur býr á Upplondum, 

hans líki kann ikki finnast, 

so lystir honum at stríða, 

sum leika við streymin stinna.

 

25 So lystir honum at stríða, 

sum leika við streymin stinna, 

sá kemur eingin riddari,

ið Sniolv torir finna.

 

26 Sniolvur gár for sína móður, 

leitar við henni ráð:

“Hvar veitst tú so skjøn ein junfrú, 

sum mær er sámi at fá!”

 

27 Svaraði hansara sæla móðir 

fyrsta orðið tá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær, 

hvat tær er sámi at fá!”

 

28 “Skuldi mær sá hugurin 

leggja lívið á, 

hertugans dóttur í Brunsvík norð, 

kundi eg hana fá!”

 

29 Svaraði hansara sæla móðir 

bæði av tukt og sinni:

“Hertugans dóttur í Brunsvík norð 

ert tú ikki maður at vinna!”

 

30 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir, 

lítið man eg hann varða, 

tólv hundrað av valdum liði 

tað skal við mær fara!”

 

31 “Mangur reystur riddari, 

ið frúnna vildi hava, 

hann hevur teir í tornið sett 

og allar á lívi taka.

 

32 Mangur reystur riddari, 

frúnna vildi fá, 

hann hevur teir í tornið sett 

og allar á lívi gá!”

 

33 Sniolvur stendur á hallargólvi, 

tók tey orð í reiði:

“Tó skal eg til Brunsvík norð, 

eg komi ei aftur meiri!”

 

34 So letur hann Sniolvur 

byggja skipini síni, 

bæði letur hann á tey laða 

virtur og so vín.

 

35 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull við vovin brand, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Brunsland.

 

36 Inn kom ein so lítil svein, 

sigur teimum frá:

“Eg sær skip á havi fara, 

ovur seglin blá!”

 

37 “Sært tú skip á havi fara, 

ovur seglin blá, 

vera man onkur høvdingin 

at biðja dóttur vár!”

 

38 “Eg sær skip á havi fara, 

eru stórharrar pá, 

teir vilja hvørki lúta ella stryka, 

skotini bresta á!”

 

39 Svaraði hertug í Brunsvík norð 

bæði av tukt og viti:

“Tað man vera mætur kongur, 

hvørki vil lúta ella stryka!”

 

40 Svaraði hertugin í Brunsvík norð, 

begynti at blása í horn:

“Tær skuluð fara til strandar oman 

at seta hann í torn!”

 

41 Svaraði Sjúrður hertugans son, 

reyðargull bar á hond:

“Fyrst kunnuð tær frætta til, 

hvar kempan er av land!”

 

42 Svaraði hertug í Brunsvík norð, 

við gulli sínum  at gæta:

“Tær skuluð fara til strandar oman 

at finna tann kongin mæta!”

 

43 Eingin, sá í Brunsvík var, 

tordi kongin finna, 

uttan Sjúrður hertugans son, 

hann reið til strandar niður.

 

44 Hildu inn for Brunsvík, 

sum hertugin fyri var, 

har vóru strætin silvurmerki, 

broddað alt við stál.

 

45 Higar teirra snekkja 

kendi fagurt land, 

kastar síni akkeri 

á so hvítan sand.

 

46 Spurdi Sjúrður hertugans son, 

reyðargull bar á hand:

“Hvaðan er henda fremmanda kempa,

her er komin á land!”

 

47 “Sniolv skalt tú nevna meg, 

væl í víggi stár, 

Álvur kongur á Upplondum 

var sæli faðir vár!”

 

48 “Álvur kongur á Upplondum 

var ein kempa í ætt, 

ei minna frá Sniolvi

tað havum vær hoyrt og frætt!”

 

49 Svaraði Sjúrður hertugans son, 

væl kann tungu skilja:

“Hvat eru tygara ørindi, 

hvat tykist tær vilja!”

 

50 Sniolvur so til orða tók, 

ilt er forlag at kvíða:

“Til tess eri eg higar komin 

tína systur at biðja!”

 

51 Svaraði Sjúrður hertugans son, 

væl kann tungu skilja:

“Hon eigur bæði faðir og móður, 

henni ráða vilja!”

 

52 Sniolvur so til orða tók

við sínar gulmar garðar:

“Ikki stendur tín sæli faðir 

mær meir enn ein gásasnara.

 

53 Vil hann mær ikki sína dóttur 

her til handar gifta, 

eg bjóði honum eitt annað boð,

lív skal hondum skifta.

 

54 Vil hann mær ikki sína dóttur 

geva í mín haga, 

tað skal verða deyði hans, 

og fleiri dreingjum at skaða!”

 

55 Sjúrður stendur á grønum vølli, 

teinkir pá tey orð, 

hvussu hann skuldi viðurbera, 

tað skuldi ikki vera morð.

 

56 “Hoyr nú tað, tú Sniolvur, 

tú bíða eina lítla stund, 

meðan eg gangi í hallina inn 

at finna tað væna sprund!”

 

57 Sjúrður gár í hallina inn, 

læt sær orðum fúka:

“Nú er komin kongur sá, 

ið tú manst undan lúta!”

 

58 Svaraði Sjúrður hertugans son, 

ið læt sær orðum víkja:

“Nú er hann komin Sniolvur, 

frú Adalín fár sín líka!”

 

59 Svaraði hertug í Brunsvík norður 

bæði av tukt og viti:

“Skal ikki Brunsvík móti standa 

einum orlogsskipi!”

 

60 Svaraði Sjúrður hertugans son, 

hann heldur á búnum knívi:

“Tú verður tann fyrsti í Brunsvík norð,

hann tekur teg sjálvan av lívi!”

 

61 Sniolvur gekk frá strondum niðan

í tann mannamúgva, 

kinnurin reyður sum hummarklógv 

og eygað sum í dúgvu.

 

62 Uppi í miðjum grasagarði 

akslar hann sítt skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn.

 

63 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum hertugin yvir borði sat 

við trý túshundrað fimm.

 

64 Sniolvur stendur á hallargólvi, 

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, ríkur hertugi, 

gev mær dóttur tína!”

 

65 Leingi sat tá hertugin 

og hugsaði um tey ráð, 

hvussu hann skuldi Sniolvi 

so háðiligt andsvar fá.

 

66 “Sit væl, ríkur hertugi, 

tú legg tað væl í minni, 

sig mær antin nei ella ja, 

eg spyrji ei triðja sinni!

 

67 Vilt tú ikki tína dóttur 

mær til handar gifta, 

eg bjóði tær eitt annað boð,

lív skal hondum skifta!”

 

68 Tað var hertugin í Brunsvík norð, 

tyktist vera í vanda, 

tá ið hann sá tær reystu kempur 

sær fyri eygum standa.

 

69 Svaraði hertug í Brunsvík norð, 

sortnaði sum ein mold:

“Gangið til frúnna Adalín 

og leiðið hana fram á fold!”

 

70 Inn kom frúgvin Adalín

við silkikneptari húgvu, 

kinnurin reyður sum hummarklógv 

og eygað sum í dúgvu.

 

71 Kinnur var reyður sum hummarklógv

niður á ljósum enni, 

eingin sá í Brunsvík var,

ið líkaðist aftur at henni.

 

72 “Hoyr tað, frúgvin Adalín, 

sæla dóttir mín,

vilt tú henda riddara lova, 

komin at biðja tín!”

 

73 Svaraði frúgvin Adalín 

fyrsta orðið tá:

“Eg hevði hug á Sniolvi, 

fyrr enn eg hann sá!”

 

74 Svaraði hertug í Brunsvík norð 

alt fyri uttan ekka:

“Tær gevi eg nú mína dóttur 

her til brúdleyp drekka!”

 

75 Tað var hann ungi Sniolvur, 

fellur á síni knæ, 

meðan hann frúnna Adalín 

til ektar festi sær.

 

76 Drukkið varð tað brúdleypið, 

kátt var teirra lív, 

gingu bæði í eina song 

Sniolvur og hans vív.

 

77 Drukkið varð teirra brúdleypið 

alt fyri uttan trega, 

hertugin lætur síni dóttur 

fimmti merkur geva.

 

78 Silki og so perlur 

var eftir vegnum breitt, 

so varð hon frúgvin Adalín 

niður til strandar leidd.

 

79 So varð hon frúgvin Adalín 

niður til strandar leidd, 

hertugin fylgdi síni dóttur 

ytst á flóðarstein.

 

80 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull við vovin brand, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Uppland.

 

81 Kastar hann síni akkeri 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig tá Sniolvur 

av sínum  monnum á land.

 

82 Fyrstur steig tá Sniolvur 

av sínum  monnum á land, 

og hon frúgvin Adalín 

undir hans høgru hond.

 

83 Sniolvur gekk frá strondum niðan, 

til tess var ei sein:

“Sit í frið, mín sæla móðir, 

eg komi væl glaður heim!”

 

84 Svaraði hansara sæla móðir, 

helt á gullinum bjarta:

“Góðan stund so bar eg teg 

undir mínum hjarta!”

 

85 Sniolvur so til orða tók 

fyrsta orðið tá:

“Móðir, her er junfrú tann, 

tær segðið, eg mundi ikki fá!”

 

86 Drukku teir á Upplondum 

bæði úti og inni 

mjøðin og tann klára vín, 

og glaðir á hvørjum sinni.

 

87 Sniolvur gár innan høgaloft, 

ræður fyri frúnni at telva:

“Nógv er gullið á Upplondum 

sjálva tygur at gleða!”

 

88 Frá Adalín vaknar um miðju nátt, 

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borist 

alla hesa nátt.

 

89 Mær tókti, tú reiðst á grønum vølli 

við tínar gulmar garðar, 

har kom ríðandi riddarin tann,

ið sló teg niður til jarðar!”

 

90 Sniolvur so til orða tók 

við sínar gulmar garðar:

“Sá er eingin í vørildini, 

meg kann sláa til jarðar!”

 

91 Svaraði frúgvin Adalín, 

læt sær orðum víkja:

“Eingin hevur so reystur verið, 

hann hevur ikki fingið líka!”

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82). Gl.  kgl. Saml. 2894, vol. I, Nr. 20, s. 417.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 168.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 2.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 99.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

 

III Ásmundar táttur

 

CCF 91-VII A-III

TSB E 63

 

92 Árla var um morgunin, 

sól tók fagurt at skína, 

tað var ungi Ásmundur, 

hann lystir út at ríða.

 

93 Tað var ungi Ásmundur, 

hann lystir út at ríða, 

hann kom niður á Upplondum, 

sum vegir liggja víða.

 

94 Hann kom niður á Upplondum, 

eingin sá hann enn, 

hann feldi av Sniolvs monnum 

hundrað um í senn.

 

95 Sniolvur so til orða tók:

"Hví gár her so skarpt, 

ofta veit eg mín búgvin brand, 

eg gesti 'a val' glatt?"

 

96 Svaraði Sniolvs høvuðsmann, 

gull bar seg á hand:

"Her er komin ein fremmanda kempa

av eitt annað land."

 

97 Sniolvur so til orða tók, 

maðurin er hann blíður:

"Lítið man eg spara hann, 

tó ið hann er fríður."

 

98 Teknar so til orða tók, 

leit seg upp til bíggjar:

"Tú vinnur einki á hesi kempu, 

tað kann eg væl síggja."

 

99 Sniolvur so til orða tók,

heldur á brúnum knívi:

"Eg skal ríða í herin fram 

og taka hann burtur av lívi."

 

100 Ásmundur ríður á grønum vølli, 

mælir av tungum inna, 

Sniolvur ríður honum ímóti, 

her munnu tveir reystir finnast.

 

101 Ásmundur situr á sínum  hesti, 

talar nú um sín vilja:

"Nú lystir meg til hallar heim 

frú Adalín at gilja."

 

102 Sniolvur so til orða tók, 

heldur á gullinum bjarta:

"Eingin giljar Adalín, 

fyrr enn brostið er í mær hjartað."

 

103 "Eg tók konu Golmars, 

rópti tað ei so hátt, 

annað skalt tú fáa at finna, 

áðrenn úti er nátt."

 

104 "Hoyrt havi eg frá Golmar gitið, 

greint frá hvørjum orði, 

hann var ikki til víggja *førur, 

hann vardi ei sína konu."

 

105 Sniolvur ríður á grønum vølli, 

mælir av tungum inna, 

Ásmundur ríður honum ímót, 

nú munnu tveir reystir finnast.

 

106 Riðu teir á grønum vølli, 

hvørgin vildi lúta, 

so stóð roykur av teirra hjálmum, 

sum neistar av eldi fúka.

 

107 Riðu teir á grønum vølli, 

hvørgin vildi víkja, 

so fell teimum høggin tung, 

í hjarta tókti níta.

 

108 Riðu teir á grønum vølli, 

einki mundi hvørgum bella, 

hoyrast mátti langa leið, 

hvussu svørð í brynjum gella.

 

109 Sniolvur situr á sínum  hesti, 

hann er riddarin besti, 

so høgg hann til Ásmundar, 

hann svímaði á sínum  hesti.

 

110 Ásmundur kastar svørð umkring, 

frálíkur var hann monnum, 

hann kleyv Sniolvs gylta hjálma, 

at svørðið stóð í tonnum.

 

111 Blóð sprakk undan naglarót, 

Ásmundur spenti álva, 

hann kleyv Sniolvs gylta hjálm 

og búkin niður í nalva.

 

112 Ásmundur stendur á grønum vølli, 

talar nú í tey verka:

"Væl mátti tú bera títt navn, 

Sniolv, kempan sterka.

 

113 Mangan havi eg niður felt 

her og í øðrum londum, 

ongan havi eg tílíkan funnið 

fyri mínum hondum."

 

114 Ásmundur stendur á grønum vølli, 

síni roysni lovar, 

hann tók Sniolvs høvur upp, 

hann bant til saðilbuga.

 

115 Teir skjóta sín skjøld á grøna mark 

við orð og hyggju full, 

høgar síggja teir borgir standa, 

slagnar við reyðargull.

 

116 Inn kom ein so lítil svein, 

sigur teim frá:

"Eg sær mann at borgum ríða 

í miklari brynju blá."

 

117 Upp stóð frúgvin Adalín, 

glað fyri uttan vanda, 

so gekk hon av hallini út 

fyri Sniolvi at standa.

 

118 Svaraði frúgvin Adalín, 

leit seg upp til bíggjar:

"Hetta er ikki Sniolvur, 

tað kann eg væl síggja."

 

119 Ásmundur situr á sínum  hesti, 

talar um sín vilja:

"Hoyr tað, frúgvin Adalín, 

meg lystir tygur at gilja!"

 

120 Svaraði frúgvin Adalín, 

læt sær orðum víkja:

"Tað verður ikki, meðan eg livi, 

eg fái Sniolvs líka."

 

121 Ásmundur so til orða tók 

við sínar gulmar garðar:

"Eg havi vigið tann sterka Sniolv, 

sligið hann niður til jarðar."

 

122 "Sniolvur var ein kempa so sterk, 

hans líki kundi ei finnast, 

tað var alt við illgerningar, 

tú mundi sigur vinna.

 

123 Tú átti tær móður tá, 

ið verst var ein í landi, 

mangari hevur hon reystari kempu 

lagt við eiturbrand."

 

124 Ásmundur situr á sínum hesti, 

heldur sær á gaman:

"Hoyr tað, frúgvin Adalín, 

eg sovi í títt kamar."

 

125 Svaraði frúgvin Adalín, 

helt á vænum spøni:

"Hevði tú verið út í mín bú, 

tú skuldi har illa útkomið."

 

126 Ásmundur vendi sínum  hesti frá, 

leit seg upp til bíggjar, 

tá fekk frúgvin Adalín 

Sniolvs høvur at síggja.

 

127 Tað var frúgvin Adalín, 

helt á gullinum reyða, 

beltið brast, og hjartað sprakk 

eftir Sniolvs deyða.

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82). Gl.  kgl. Saml. 2894, vol. I, Nr. 20, s. 417.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 176.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 6.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 108.

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

 

IV. Gríms táttur

 

CCF 91-VIII A-IV

TSB E 36

 

128 Árla var um morgunin, 

sól tók fagurt at skína, 

tað var hin illi Ásmundur, 

hann lystir út at ríða.

 

129 Tað var ungi Ásmundur, 

hann lystir út at ríða, 

hann kom niður undir loynioyggj, 

sum vegir liggja víða.

 

130 Hann kom niður undir loynioyggj, 

av dró barnagaman, 

hvørt tað skip, í havinum var, 

tað lætur hann hekta saman.

 

131 Ásmundur gongur skipa millum, 

fram gekk hann so fast, 

allir teir, ið fyri vóru, 

høvur á bunka brast.

 

132 Ásmundur leyp for borðið út, 

hugdi sær til frama, 

tá var snúgvið navnið hans, 

teir kalla hann Kappabana.

 

133 Ásmundur so til orða tók 

av so tungum stríði:

"Vitið tær nakra kempu í dag, 

sum eftir er á lívi?"

 

134 "Her býr ein kempa skamt ífrá, 

hans líki kann ei fá, 

so lystir honum at stríða, 

sum leika við streym í á.

 

135 So lystir honum at stríða, 

sum leika við streymin stinna, 

sá kemur eingin riddari,

ið Grím torir finna."

 

136 Ásmundur so til orða tók, 

leingi hevði bíðað:

"Tær skuluð fara til hallar heim 

og biðja hann mót mær stríða."

 

137 Sveinur fór sum skjótast var, 

hann goymdi væl at orði, 

kom ikki fyrr í hallina inn, 

enn Grímur sat yvir borði.

 

138 "Vert vælkomin, sendisvein, 

higar nú til mín,

drekk nú, hvørt tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!"

 

139 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálvu minni um vín,

her er komin ein fremmanda kempa,

sendi meg til tín."

 

140 Grímur so til orða tók, 

maðurin er hann blíður:

"Lítið man eg spara hann, 

tó ið hann er fríður."

 

141 Sendisvein so til orða tók 

við sínar gulmar garðar:

"Hann hevur vigið Sniolv sterka, 

sligið hann niður til jarðar."

 

142 Grímur tagdi langa stund 

við so lítið veldi, 

tá ið hann hoyrdi orðini tey:

hann sterka Sniolv feldi.

 

143 "Sniolvur var mín móðurbróðir, 

hans líki kundi ei finnast, 

tað var alt við illgerningar, 

hann mundi sigur vinna.

 

144 Hann átti sær móður tá, 

ið ein [er] verst í landi, 

mangari hevur hon reystari kempu 

lagt for eiturbland.

 

145 Tú bið hann brynja út fimmti kempur,

bestar í sítt land, 

eg vil ei móti honum berjast, 

hann illgerning kann."

 

146 Ásmundur situr í skógnum burtur, 

leingist honum at bíða, 

inntil hann sá sín sendisvein 

aftur til sín at ríða.

 

147 Ásmundur so til orða tók, 

ið leingi hevði bíðað:

"Hvat man kempan siga til, 

vil hann mót mær ríða?"

 

148 "Kempan tagdi langa stund

við so lítið veldi, 

tá ið hann hoyrdi orðini tey:

hann sterka Sniolv feldi.

 

149 Hann bað teg brynja út fimmti kempur,

bestar í títt land, 

hann vil ikki móti tær berjast, 

tú illgerning kann.

150 Sniolvur var hans móðurbróðir, 

hans líki kundi ei finnast, 

tað var alt við illgerningar, 

tú mundi sigur vinna.

 

151 Hann segði, tú átti móður tá, 

ið ein var verst í landi, 

mangari hevur hon reystari kempu 

lagt for eiturbrand."

 

152 Grímur ríður á markina út 

við so fullgott mót, 

hann sló allar fimmti kempur 

niður for sín fót.

 

153 Grímur ríður á grønum vølli, 

mælir av tungum inna, 

Ásmundur ríður honum ímót, 

nú munnu tveir reystir finnast.

 

154 "Eg bað teg brynja út fimmti kempur,

bestar í títt land,

eg vil ei ímót tær berjast, 

tú illgerning kann.

 

155 Sniolvur var mín móðurbróðir, 

hans líki kundi ei finnast, 

tað var alt við illgerningar, 

tú mundi sigur vinna.

 

156 Tú átti tær móður tá, 

ið ein var verst í landi, 

mangari hevur hon reystari kempu 

lagt for eiturbrand.

 

157 Far tú teg til hallar heim, 

kempur saman at søkja, 

eg skal sita í skógnum burtur, 

skal ímóti møta!"

 

158 Hildibrand vaknar á miðjari nátt, 

hann sigur sín dreym so brátt:

"Undarligt hevur fyri meg borist 

alla hesa nátt."

 

159 Hildibrand so til orða tók,

í læt sær víkja:

"Mær tókti, sum mítt hitt góða svørð

var komið frá havsins dýpi.

 

160 Mær tókti, eg reið á grønum vølli

við so lítið trá, 

har kom Grímur, sonur mín,

eg høgg hans høvur frá."

 

161 Svaraði svinna Silkieik, 

bæði við sorg og sút:

"Óttist eg um teir dreymarnar, 

við sorgum ganga teir út."

 

162 "Hoyr tað, svinna Silkieik, 

syrg tað ei av monnum, 

sá er eingin í vørildini, 

tað søkir frá havsins botn."

 

163 Tað er ungi Ásmundur 

av eitt annað land, 

ríkur maður, søgunevndur,

við sín teknarbrand.

 

164 Ríkur maður, søgunevndur, 

við sín teknarbrand, 

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið hans bar svørð í hand.

 

165 "Her situr ein kempa í skógnum burtur,

leingist honum at bíða, 

eg kann ikki fá tann riddara, 

mót honum torir stríða."

 

166 Hildibrand so til orða tók, 

mikil er brynjugjálvur:

"Hvat feilar tær, Ásmundur, 

tú fert ikki mót honum sjálvur?"

 

167 "Hann bað meg brynja út fimmti kempur,

bestar í mítt land, 

hann vil ikki móti mær berjast, 

eg illgerning kann.

 

168 Hann segði, eg átti mær móður tá,

ið ein var verst í landi, 

mangari hevur hon reystari kempu 

lagt for eiturbrand."

 

169 Hildibrand so til orða tók,

gull bar seg á hand:

"Læna mær títt hitt góða svørð 

út av tín egin hand!"

 

170 Ásmundur so til orða tók, 

gull bar seg á hond:

"Tú skalt fáa mítt góða svørð 

út av mín egin hond."

 

171 Teir stigu á sínar hestarnar 

í so fullgott mak, 

riðu so í skógin fram, 

sum Grímur fyri sat.

 

172 "Her situr tú, kempan reysta, 

leingi hevur bíðað, 

nú havi eg fingið riddaran tann,

ið mót tær torir stríða."

 

173 "Tú fórt teg til hallar heim 

kempur saman at kalla, 

tað er ei so undarligt, 

eg má tá seinast falla."

 

174 Grímur ríður á grønum vølli, 

mælir av tungum inna, 

Hildibrand ríður honum ímót, 

nú munnu tveir reystir finnast.

 

175 Riðu teir á grønum vølli, 

hvørgin vildi lúta, 

so stóð roykur av teirra hjálmum, 

sum neistar av eldi fúka.

 

176 Riðu teir á grønum vølli, 

einki mundi hvørgum bella, 

hoyrast mátti langa leið, 

hvussu svørð í brynjum gella.

 

177 Riðu teir á grønum vølli, 

hvørgin vildi víkja, 

so fell teimum høggin tung, 

í beinið tókti níta.

 

178 Grímur situr á sínum  hesti, 

hann er riddarin besti, 

so høgg hann til Hildibrand, 

hann svímaði á sínum hesti.

 

179 Hildibrand kastar svørð umkring, 

frálíkur var hann monnum,

hann kleyv Gríms forgylta hjálm, 

at svørðið stóð í tonnum.

 

180 Blóð sprakk undan naglarót, 

Hildibrand spenti kálva, 

hann kleyv Gríms forgylta hjálm, 

búkin niður í nalva.

 

181 Ásmundur stendur á grønum vølli, 

talar nú um tey verka:

"Ongan havi eg tílíkan sætt 

uttan Sniolv sterka."

 

182 Hildibrand so til orða tók 

við so lítið teiti:

"Hoyr tað, reysti Ásmundur,

hvussu mundi kempan eita?

 

183 "Grím læt kempan kalla seg, 

sum eingin plagar at vinna, 

Hildibrand var faðir hans, 

og móðir Silkieik svinna."

 

184 Hildibrand so til orða tók, 

læt sær orðum víkja:

"Bannaður verði búkur og bein, 

teg søkti frá havsins dýpi!"

 

185 Hildibrand so til orða tók 

av so tungum stríði:

"Hatta er mín hin sæli son, 

eg havi tikið av lívi."

 

186 Hann vá sín hin sæla son 

við so lítið trá, 

eingin gitur forðað tað,

ið nornur leggja á.

 

187 Hann vá sín hin sæla son, 

ei var lítt av gavni, 

síðan lá hann á grønum vølli, 

tá sprakk hann av harmi.

 

Gyltan spora við mítt fótaspenni, 

so temji eg mín gangara góða, 

lætur renna.

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82). Gl.  kgl. Saml. 2894, vol. I, Nr. 20, s. 417.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 180.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 7.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 112.

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

E 36 Gríms táttur (Prophecy is fulfilled when man kills his own son)

Ásmundur bjóðar Grími av í bardaga, men Grímur sýtir, tí Ásmundur við svikum hevur dripið Sniálv, farbróður Gríms. Hann biður Ásmund senda boð eftir fimmti riddarum, og hann skal stríðast ímóti teimum í staðin fyri.

Grímur drepur allar riddararnar og sýtir framvegis at berjast við Ásmund. (Frábr.: B, I, K: Síðani sendir Ásmundur tveir riddarar afturat at berjast, og Grímur drepur teir við.) At enda lumpar Ásmundur Hildibrand at berjast við Grím. Hann lænir Hildibrandi svørð sítt til bardagan uttan at siga fyri honum, at svørðið av røttum er ogn Hildibrands, og at mótstøðumaðurin er sonur hansara.

Hildibrandur drepur Grím. Tá sigur Ásmundur fyri honum, hvør deyði maðurin var. Hildibrandi hevur verið spátt, at hann fer at drepa egna son sín við einum serligum svørði, sum hann helt liggja við havsins botn. Tá ið hann skilir, at spádómurin er gingin út, doyr hann av sorg.

á føroyskum: CCF 91 A: IV, B: VII, D Gríms táttur, I, K Gríms táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 62 Golmars táttur (Man forces another to reveal secret and then kills him)

Ásmundur kemur til hús Golmars, rekur hann út og neyðtekur konu hansara.

Dagin eftir hevur Ásmundur Golmar við sær á báti og noyðir hann at vísa sær, hvar ið Hildibrandur tveitti svørð sítt á bláman. Ásmundur kavar eftir svørðinum og finnur tað. Golmar vil sleppa aftur til lands, men Ásmundur drepur hann og tekur síðani konu Golmars við sær heim.

á føroyskum: CCF 91, A: I, B: III, D Golmars táttur, L Golmars táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 75 Sniolvs táttur (Man gets a bride in spite of her father’s hostility)

Sniolvur fer til Brunsvíkar at biðja um hertogadóttrina. Hertogin sær skip hansara koma og vil hava ókunumannin handtiknan. Men hertogasonurin vil fyrst vita, hvør ið tann fremmandi er, og fer oman á sjóvarstrond ímóti honum. Hann verður bergtikin av Sniolvi og stuðlar søk hansara hjá pápanum.

Hertogin óttast Sniolv og menn hansara og sendir boð eftir dóttrini. Hon fær benanvegin tokka til Sniolv, og tey giftast. Saman fara tey til land Sniolvs.

Stutt aftaná droymir hon, at ein fremmandur riddari drepur mannin.

á føroyskum: CCF 91 A: II, B: II, E: I, F: I, N ør. 1-63 (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017