• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kongurin út í Spann

 

Kongurin út í Spann

 

CCF 93 A 

TSB E 45 

 

(“Kongurin út í Spann”). 

 

1 Tað var kongurin út í Spann, 

tapti gleði og lyst: 

"Eg fái ikki javnan tann, 

ið eg havi mist." 

 

2 Tað var kongurin út í Spann,  

tapt hevði gleði og teiti:  

"Eg fái ikki javnan tann,  

ið eg nú eftir leiti." 

 

3 Kongurin stendur á leikvøllum,  

snakkar við sínar dreingir:  

"Hvønn tykjast tit vera mín javnlíka?  

Tað havi eg hugsað leingi." 

 

4 Allir drýptu høvdi niður,  

eingin tordi svara  

uttan lítin smásvein,  

hann kvaðst ikki við at tala. 

 

5 Svaraði lítin smásvein:  

"Hví spyr tú os so?  

Best manst tú vita við sjálvum tær,  

hvør tín stár hugur á. 

 

6 Best manst tú vita við sjálvum tær,  

til hvørja tín hugur stár,  

gitið man vera, at Danmarkar jallur  

væna dóttur ár. 

 

7 Hoyrt er gitið, at Danmarkar jallur  

eigur sær dóttur vísa,  

bæði av kyni og kynsturlig,  

hon kann títt lív væl prísa. 

 

8 Hoyrt havi eg gitið Danmarkar jall  

eiga sær dóttur tá,  

hana tókti mær sámiliga,  

kundi eg hana fá." 

 

9 "Veri tað so satt, 

sum tú segði frá, 

hagar streingi eg eiti mítt, 

og hana skal eg fá. 

 

10 Var nú tað so satt,  

sum tú sigur her,  

hagar streingi eg eiti mítt,  

og hana lovi eg mær." 

 

11 Út varð leiddur gangarin 

undir hallarvegg, 

hann var klæddur við skarlak, 

og niður á hóvskegg. 

 

12 Hann var klæddur við skarlak,  

og niður á miðal síðu,  

gyltur var allur saðilin,  

ið kongurin skyldi á ríða. 

 

13 Tað var kongurin út í Spann,  

stígur tá til sín hest,  

so ríður hann til Danmarkar,  

sum føtur bera best. 

 

14 So ríður hann Spanialands kongur  

víðan vegin fram,  

gyltir leika ringarnir,  

meðan hans gangari rann. 

 

15 Tá ið hann kom í grønan skóg,  

møtti honum ungarsvein,  

spyr hann eftir Pætur danska,  

um at hann var í heim. 

 

16 Tí svaraði sveinurin,  

heldur sær á lógv:  

"Jallin er í miðjari stovu,  

Pætur er burtur á skógv." 

 

17 Úti í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

tær høgu hallir inn. 

 

18 Og so búgvin gongur hann 

tær høgu hallir inn, 

sum Danmarkar jallur á borði situr 

við manna hundrað fimm. 

 

19 Kongurin stendur á hallargólvi, 

í forðum var so siður,  

hevur nú alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

20 Kongurin stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðu sína:  

"Sit væl, reysti Danmarkar jallur,  

gev mær dóttur tína!" 

 

21 "Vit skulu leggja ráðini saman, 

faðir og hennara móðir, 

til hann heim av skógnum kemur, 

Pætur, moynnar bróðir." 

 

22 "Eg akti ei um Pætur 

at eiga daglanga frykt, 

gev mær frúnna Ingibjørg, 

gev mær hana skjótt! 

 

23 Vilt tú mær ikki tína dóttur geva,  

í huga hava,  

tað skal verða deyði tín  

og fleiri dreingjum at skaða. 

 

24 Vilt tú mær ikki tína dóttur geva,  

í mína gifta,  

bjóðast tær ei onnur kor  

enn lív frá londum skifta." 

 

25 "Vit skulu leggja ráðini saman, 

faðir og hennara móðir, 

til hann heim av skógnum kemur 

Pætur, moynnar bróðir." 

 

26 Kongurin stendur á hallargólvi  

við øllum sínum monnum,  

ikki visti jallurin av,  

fyrr enn svørðið stóð í tonnum. 

 

27 Tað var kongurin út í Spann,  

sínum svørði brá,  

hann kleyv raskan Danmarks jall  

sundur í lutir tvá. 

 

28 Ingibjørg stár innan høgaloft,  

kembir sítt gula hár,  

hon sær faðir við váknum vigin,  

nú gerst leikur sár. 

 

29 Síðla var um aftanin,  

hon gár eftir høgalofts brú: 

 "Heintið mær Pætur, bróður mín,  

eg sær ikki verri enn nú!" 

 

30 Ingibjørg stár innan høgaloft,  

klæðist í brynju nýggja:  

"Svørji tann eið á mína trúgv,  

eg skal ikki undan flýggja." 

 

31 Klývur hon niður strætið alt, 

í víggi tar hon stendur,  

sparir ei sín gylta lúður,  

hon vegur á ymsar hendur. 

 

32 Klývur hon niður strætið alt,  

í víggi tar hon stóð,  

feldi fyri Spanialands konga  

væl hundraði tólv, 

 

33 Klývur hon niður stræti alt,  

í víggi tar hon stendur,  

feldi niður hundrað og tólv,  

áðrenn av lóti vendir. 

 

34 Tí svaraði Spanialands kongur,  

tung man sorgin trega:  

"Vit skulu frúgv á hondum taka,  

ikki við váknum vega." 

 

35. Síðla var um aftanin,  

frúgvin tekur oman sín hatt,  

tá var hennara gula hár,  

sum tað var við reyðargull lagt. 

 

36 Síðla var um aftanin,  

teir tóku hana tólv,  

førdi hana so í ókunn lond,  

hon mátti ikki ráða sær sjálv. 

 

37 Gullið og so tølur  

vóru eftir veginum breitt,  

so varð frúgvin Ingibjørg  

niður til strandar leidd. 

 

38 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við ráum brann,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Spanialand. 

 

39 Amaldis stendur innan høgaloft,  

kembir sítt gula hár:  

"Tað síggi eg á mín faðirs ferð,  

hann lýddi ei míni ráð." 

 

40 Amaldis stendur innan høgaloft,  

klæðist í brynju nýggja:  

"Eg skal mær til strandar oman  

frú Ingibjørg at síggja." 

 

41 Hon reið so til strandar oman, 

ræður við frú til máls: 

"Hvat vilt tú sova í faðir míns song 

ella búgva hjá mín sjálvs?" 

 

42 Svaraði frúgvin Ingibjørg  

av so tungari sprongd:  

"Tað verður ikki, meðan eg livi,  

eg sovi hjá honum í song." 

 

43 Svaraði frúgvin Ingibjørg  

av so tungari neyð:  

" Eg sovi ikki hjá honum í song, 

hann voldi mín faðirs deyð." 

 

44 "Tú skalt eta av fati hjá mær 

og sova hjá mær í song,  

hvør sum okur órógv ger,  

skal roynast for nýtin drong. 

 

45 Vit skulu taka várt góða svørð,  

heingja for loftisdyr,  

vit skulu ongum andsvar veita,  

hvør okur eftir spyr." 

 

46 "Hoyr tað, Amaldis, dóttir mín,  

elva mær ongan vanda,  

meðan eg flutti frúnna heim  

sjálvum mær til handa! 

 

47 Hoyr tað, Amaldis, dóttir mín,  

elva mær ongan váða,  

meðan eg flutti frúnna heim,  

sjálvur vil eg hana ráða! 

 

48 "Tú flutti hana við svikum heim, 

ei við frúnnar ráðum, 

hon skal ikki fyri tíni eygun koma 

sær okur fyri okur báðum. 

 

49 Tú flutti hana við svikum heim,  

ei við frúnnar ráði,  

hon skal ikki fyri tíni eygun koma,  

so síggjast tit ikki bæði." 

 

50 Tá ið tann snekkjan  

hon kendi fagurt land,  

letur hann síni akker falla  

á tann hvíta sand. 

 

51 Fyrstur steig hann Spanialands kongur  

sínum fótum á land,  

og hon frúgvin Ingibjørg  

undir hans høgru hond. 

 

52 Gullið og so tølur  

var eftir veginum breitt,  

so varð hon frúgvin Ingibjørg  

upp í høgaloft leidd. 

 

53 "Nú skal bjóða oman í høll  

borgarar, bøndur og greivar,  

prestar og so lærdar menn,  

eingin skal eftir leivast." 

 

54 "Hoyr tað, mín hin sæli faðir, 

tað tali eg til tín, 

bjóð teim ongum higar í dag, 

sum skyldur er frændi mín! 

 

55 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,  

eg sigi tær satt ífrá,  

bjóð teim ongum higar í dag,  

ið skyldur er frændi vár!" 

 

56 "Lidnir vóru fimtan vetur,  

eg spenti mín hest við svørð."  

Amaldis leyp á gangara sín  

og fimmti fet frá jørð. 

 

57 Amaldis stendur á grønum vølli,  

loypur hon til sín hest,  

so ríður hon á borgarlið,  

hon gav ikki vívið leyst. 

 

58 Hon reið seg á borgarlið  

á tí sama sinni,  

hon drap alt tað brúdleypsfólk,  

og har náddi eingin inn. 

 

59 Pætur kemur av skógnum heim,  

reyðargull bar á hand,  

hann sær faðir við váknum vignan  

og systur flutta av land. 

 

60 Pætur kemur av skógnum heim,  

sær tey merki stór:  

"Hvør er higar til hallar komin,  

síðan eg heiman fór?" 

 

61 "Tú manst ongar sømdirnar 

eftir faðir tín gera, 

aðrir skuldu svørðið sítt 

í tínum blóði herða. 

 

62 Tú manst ongar sømdirnar  

eftir tín faðir vita,  

aðrir skuldu svørðið sítt  

í tínum blóði lita. 

 

63 Hoyr tað, mín hin sæli sonur,  

eg sigi tær satt ífrá,  

tað var raski Spanialands kongur,  

ið tín faðir, vá! 

 

64 Tað var raski Spanialands kongur,  

ið tín faðir vá,  

tú manst ikki, meðan tú livir,  

sømdir av honum fá." 

 

65 Pætur ríður um Danimørk,  

hann eigur sær vinir og frændur,  

allir teir, ið frættu tað,  

teir gingu honum í hendur. 

 

66 Allir teir, ið frættu tað,  

gingu honum í hond,  

so siglir hann við átjan hundrað 

glaður til Spanialand. 

 

67 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Spanialand. 

 

68 Tá ið hansara snekkja  

kendi fagurt land,  

letur hann síni akker falla 

á tann hvíta sand. 

 

69 Fyrstur steig hann Pætur hin danski  

sínum fótum á land,  

og tólv brynjaðar herkempur  

undir hans hvørji hand. 

 

70 Loynliga gekk hann frá strondum niðan,  

eingin varð tað var,  

brendi inni konur og børn,  

tar ið hann kom í garð. 

 

71 Enntá mintist Pætur hin danski,  

hvat verið hevði fyrr,  

legði eld í borgina  

og stokkar fyri dyr. 

 

72 Legði eld í borgina  

og stokkar fyri gátt  

at brenna inni Spanialands kong  

á teirri somu nátt. 

 

73 Tí svaraði Spanialands kongur,  

login leikar so hátt:  

"Hvat havi eg til sakar gjørt,  

hví eri eg brendur á nátt?" 

 

74 Tað var so hann Pætur hin danski  

fór um bálið fram:  

"Tú vást mín hin sæla faðir,  

hann var betri mann." 

 

75 Út koma frúvur árla morgun,  

síggja út yvir beit:  

"Nú er tann høga borgin fallin,  

áður hevur staðið við neit." 

 

76 Út koma frúgvar árla morgun,  

síggja út yvir tún:  

"Nú er tann høga borgin fallin,  

áður hevur staðið rúm." 

 

77 Út koma frúgvar árla morgun,  

síggja eldar brenna,  

Amaldis leyp á gangara sín,  

sparir hann ei at renna. 

 

78 "Honum vil eg geva saðilin  

og hestin sjálvan við,  

tann ið vil mín sæla faðir  

geva úr eldinum grið. 

 

79 Tann vil eg geva saðilin  

og sjálva meg at eiga,  

tann ið vil mín sæla faðir  

úr eldinum greiða." 

 

80 "Slíkan skal hann griðin 

av mær tiggja, 

sum hann læt mín sæla faðir 

úr eldinum byggja. 

 

81 Slíkan skal hann griðin 

av mær fá, 

sum hann læt mín sæla faðir 

við sínum lívi gá." 

 

82 Amaldis stendur á grønum vølli,  

loypur hon av sín hest,  

Pætur stóð og sá hará,  

hann tyktist hennara versti. 

 

83 Amaldis stendur á grønum vølli,  

vendi sínum hesti frá, 

síðan stígur Amaldis  

í tað brennandi bál. 

 

84 Pætur stendur á grønum vølli,  

loypur frá sín hest:  

"Brennið ei frúnna Amaldis,  

tó hon var alvæl treyst!" 

 

85 Tað var so hann Pætur hin danski,  

treiv fram á Amaldis klæði,  

gløðandi tað gingu tey  

úr eldinum bæði. 

 

86 Tað var mitt um hásummar,  

sólin roðar í brún,  

tað var hin ungi Eirikur  

hann sigldi upp undir tún. 

 

87 Pætur festi Amaldis,  

tað var við teirra ráði,  

Eirikur festi Ingibjørg,  

teir gjørdu so brúdleyp báðir. 

 

88 Pætur festi Amaldis,  

tað var eingin vandi,  

Eirikur festi Ingibjørg,  

teir gjørdu so skil fyri landi. 

 

89 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

gott var teirra geingi,  

komu so mangir hovmenn til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

90 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

hirðin var so fegin  

sum tann fuglur, á viði situr,  

er á ljósum degi. 

 

91 Drukkið varð teirra brúdlevpið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Pætur og hans vív. 

 

92 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði eina song  

Eirikur og hans vív. 

 

93 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

so er komi til mín,  

síðan fór hvør, sum boðin var,  

haðan heim til sín. 

 

CCF 93 A 

TSB E 45 

 

Handrit: Savn J. H. Schrøters. Ny Kgl. Samling 346, 8to. Nr. 3, s. 47. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 141. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 71. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Henrik Schrøter (1771-1851), Hvalba. 

 

E 45 Kongurin út í Spann (Man revenges father’s death and saves sister from unwanted marriage)

Kongurin út í Spann ber upp bønarorð fyri Ingibjørg. Pápi hennara, ein danskur jallur, sigur seg ikki vilja svara, fyrr enn sonur hansara, Pætur, kemur heim. Kongur vil hava svar í stundini og drepur pápan.

Ingibjørg fer í hernað og drepur fleiri av kongsins monnum. At enda er hon við undirlutan og verður førd til Spania. Hon fær hjálp frá kongsdóttrini Amaldis, sum fer heim við henni og verjir hana. Kongur ger til reiðar til brúdleypið, men tá kemur Pætur óvæntað til kongsborgina og brennir kong inni. Hann giftist við Amaldis.

á føroyskum: CCF 93 A (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017