• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Stulku táttur

 

Stulku táttur

 

CCF 94 A 

TSB E 117 

 

1 Tað var Vismar Gismar kappi,  

studdi seg fram á brandar:  

"Vilt tú nakað, Torstein ungi,  

í dag í heiðinland?" 

 

Orlov um biðjum vær!  

Ærligir menn,  

dans skulum vær fremja; 

er ikki dagur enn.  

Orlov um biðjum vær! 

 

2 "Eg havi hvørki skjøld, ei svørð 

elv mær eingi undur, 

tað eru ódjór á heiðinskóg, 

tey ríva teg kykan sundur." 

 

3 "Tú tarvt ikki kallast avrekskappi, 

tú torir ei vekja droyra, 

mælir tú, kappin, agnarorð, 

tað man mangur hoyra." 

 

4 Riðu tíðliga á morgni burtur  

reystar kempur tvær,  

tá ið teir komu á heiðinskóg,  

tá skjúlti Vismar sær. 

 

5 Torstein gekk eftir vegnum fram  

millum tveggja elda,  

drekar tóku at ýla hart,  

og dagurin tók at kvølda. 

 

6 Drekin rópar á stulkuna,  

bað hana sita inni:  

"Eg sá tógva summarmenn  

her í fyrsta sinni. 

 

7 Send teim ikki ómála mín 

so síðla út á kvøldi, 

eg skal heldur ganga sjálvur, 

eg eri við hóttri eldri!" 

 

8 Torstein gekk eftir vegnum fram  

millum tógvar hurðar,  

skeyt sítt svørð í skálan inn,  

og slíkt var mikil furða. 

 

9 Torstein gekk í skálan inn  

at leita eftir svørði sínum,  

Skjáldgerð seg í songini lá  

so svárt í hvílu síni. 

 

10 Hon var í svørtum silkiserki,  

skrivaður við mannablóði,  

saksalssvørð yvir høvdi hekk,  

og tá var svøvnur á flóði. 

 

11 Tveir ganga dreingir á gólvinum, 

teir eita Híki og Haki: 

"Gangið tykkum at blóðseingini 

og vitið, um Skjáldgerð vakir!" 

 

12 Drekin leyp eftir hallargólvi,  

'stytnar' í mannablóði,  

tá ið hann kom at blóðseingini,  

deyð var hansara móðir. 

 

13 "Tú hevur dripið móður mína 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

14 Ryktust bæði hart og skarpt,  

ei var blítt til verka,  

Torstein fekk hon undir seg  

og meinti at bíta hans barka. 

 

15 Ryktust bæði hart og skarpt  

av so tungari neyð,  

Torstein kom á hurðarásir,  

tá brotnaðu rivini sjey. 

 

16 "Eg skal tæna tær, Ólavur kongur, 

so leingi eg eri á lívi, 

fái eg basað stulkuni 

við hvøssum slíðraknívi. 

 

17 Eg skal tæna tær, Ólavur kongur,  

ævi og allan aldur,  

um enn eg verði hiðan leysur,"  

segði tann *menjarbaldur. 

 

18 So fekk hann basað stulkuni  

við hvøssum slíðraknívi,  

síðan var hann tvíhamaður  

alla ævi sína 

 

Orlov um biðjum vær!  

Ærligir menn,  

dans skulum vær fremja;  

er ikki dagur enn.  

Orlov um biðjum vær! 

 

CCF 94 A 

TSB E 117 

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos. Gl. Kgl. Samling 2894 III, nr. 7. 

 

Útgávur:   

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter ved Chr. Matras 1937-1939, s. 457  

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 154. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 104. 

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824),  Miðvági, 1781-82. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017