• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Svein av Miklagarði

 

Harra Svein av Miklagarði

 

CCF 95A 

TSB E 76 

 

1 Eg veit eina rímuna,  

ið søgur ganga frá,  

gjørd er um hann Ervin jall,  

ið væna dóttur ár. 

 

Trøðum lættligan dansin! 

 

2 Hann letur henni salin gera,  

slíkir eru færri,  

leyvið blakar á himnum hátt,  

hann stendur borgum nærri. 

 

3 Hann letur henni salin gera  

av teirri grønu eik,  

síðan allur við silki stroyddur,  

leyv á liljuleik. 

 

4 Hann læt hana í salin  

við ellivu fylgismoyggjar  

og so mikið reyðargull,  

ið væl mátti jomfrú noya. 

 

5 Tá ið hon hevði í sali verið  

eina mánaðstund,  

Margata sendi sína ternu  

á sín faðirs fund. 

 

6 Tað var reystur Ervin jallur,  

heim í garðin fór,  

úti hansara sæla dóttir  

fyri honum stóð. 

 

7 Tað var frúgvin Margata,  

ristir upp høgindi blá:  

"Ver vælkomin, mín sæli faðir,  

hvíl her omaná!" 

 

8 Svaraði frúgvin Margata,  

nógv hevði gull at skifta:  

"Lítið havið tær áræði,  

tær viljið meg ongum gifta." 

 

9 "Hoyr tað, mín hin sæla dóttir, 

hugsað havi eg leingi, 

eg skal teg til nunnu gera, 

giftast ongum dreingi!" 

 

10 Tað var frúgvin Margata,  

hon svør á sína trúgv.  

"Tað verður ikki, meðan eg livi,  

eg verði kleystrafrúgv." 

 

11 Reiður varð tá Ervin jall,  

hann vildi hana einki hoyra.  

Harra Svein skrivar eitt loyniligt bræv,  

nú minnir meg meira. 

 

12 Harra Svein av Miklagarði  

talar til smásvein sín:  

"Tú skalt fara til Ervin jall  

við bønarorðum mín." 

 

13 Út varð loystur gangarin,  

sendisvein skuldi á  ríða,  

hann var stroyddur við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

14 Uppi í miðjum grasagarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

15 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum jallurin yvir borði sat 

við manna hundrað fimm. 

 

16 "Sit væl, reystur jallurin,  

yvir edars breiða borð  

harra Svein av Miklagarði  

sendir tær kvøðuorð" 

 

17 "Tað síggi eg á tí brævinum, 

og so skalt tú fyri honum lista, 

tær skuluð finnast við váknum vigin 

og hanga hátt við kvistar. 

 

18 Tað sær eg á tí brævinum,  

sum mær sámir væl at ráða,  

harra Svein av Miklagarði  

sámir ei mær til mág." 

 

19 Sendisvein stendur á hallargólvi,  

skeyt sær upp við gavni:  

"Harra Svein á Miklagarði  

tykist at vera tín javni." 

 

20 Fimmti mans frá borði kreyp  

og skuldi tann sveinin gripið,  

hann var seg so fimur og snarur,  

teir *gótu hann ikki lítið. 

 

21 Fimmti mans frá borði leyp, 

skuldi tann svein at fá, 

hann var seg so fimur og snarur, 

teir gótu hann ikki sjá. 

 

22 Tað var hesin sendisvein,  

heim í garðin fór,  

úti Sveinur av Miklagarði  

fyri honum stóð. 

 

23 "Ver vælkomin, sendisvein, 

higar nú til mín, 

hvussu tók hann Ervin jall 

mót bønarorðum tín?" 

 

24 "Tað sá hann á tí brævinum,  

sum sær sámir væl at ráða:  

Harra Svein á Miklagarði  

sámir ei mær til mág. 

 

25 Tað sá hann á tí brævinum,  

og so bað hann fyri tygur lista,  

tær skulduð finnast við váknum vigin  

og hanga hátt við kvistar." 

 

26 Út varð loystur gangarin  

undir hallarvegg,  

hann var stroyddur við skarlak  

niður á hóvarskegg. 

 

27 Út varð loystur gangarin,  

harra Svein skuldi á  ríða,  

hann var stroyddur við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

28 Harra Svein ríður í allan dag 

skóg og tjúkkar viðir, 

hann sá gívur styðjast við fjall, 

hon etur mann um miðju. 

 

29 Harra Svein ríður í allan dag 

við so lítið veldi, 

fýra sá hann trøllkellingar, 

hvønn sín mann á eldi. 

 

30 Harra Svein ríður í allan dag 

langa leið og drúgva, 

eld sá hann í fjalli brenna, 

blankar neistar flúgva. 

 

31 Harra Svein hugsar við sjálvum sær: 

"Eg skal her ikki standa, 

hvørt her búgva trøll ella menn, 

eg skal í hellið ganga." 

 

32 Svaraði ein, við eldin sat, 

fátt er henni á vási: 

"Ver vælkomin, harra Svein, 

øllum os til krás!" 

 

33 Harra Svein situr í gyltum stóli,  

tóktist minka prís,  

tær kyndu upp tann báleldin,  

tær bóru av *runn og rís. 

 

34 Harra Svein situr í gyltum stóli,  

tóktist lítið duga,  

hann sá innan um hellið leika  

reyðan rúnarloga. 

 

35 Upp kreyp ein, við eldin sat,  

sterk var hon í treiski,  

trívur hon so í sveinsins brynju,  

stálið stakk fyri bróstið. 

 

36 Harra Svein leyp úr gyltum stóli,  

bæði fimur og snarur,  

brýtur rygg í grummu gívru,  

nú eru deyðar tvær. 

 

37 Harra Svein leyp úr gyltum stóli, 

glaður í hjartarót, 

høvdini flugu um hellisdyr, 

tann fjórða misti fót. 

 

38 Harra Svein og allir hans menn, 

teir óttast onga sorg, 

laða nú gull á gangara sín  

og riðu so glaðir í borg. 

 

39 Fyrst vá hann tann, ið duranna goymdi,  

harav ókst teim sorg,  

lítin gleddist Ervin jall,  

at Sveinur var komin í borg. 

 

40 Legði nú svørð for jalsins tenn:  

"Nú er av at kvitta,  

antin er at lata lív  

ella tína dóttur at gifta." 

 

41 Tí svaraði Ervin jall, 

ið nógv hevði gull at skifta: 

"Eg man ikki mætari manni 

mína dóttur gifta." 

 

42 Av silki var hans troyggja,  

av gulli var hans band,  

so gár hann for sína dóttur,  

fingurgull á hand. 

 

43 "Hoyr tað, frúgvin Margata, 

sæla dóttir mín, 

vilt tú henda riddara lova, 

komin at biðja tín?" 

 

44 Svaraði frúgvin Margata  

fyrsta orðið tá:  

"Best manst tú, mín sæli faðir,  

slíkum hava at ráða." 

 

45 Lótu tá til brúdleyp ætla,  

har var ei at tvørra,  

átjan borgum boðið var,  

tólv hundrað í hvørji. 

 

46 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu so bæði í eina song  

harra Svein og hans vív. 

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið  

bæði væl og leingi,  

kom so mangur hovmann til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

48 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

so lati eg at venda,  

livdu so í frið hos Gud  

aldur og ævi til enda. 

 

Trøðum lættligan dansin! 

 

CCF 95A 

TSB E 76 

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 11, s. 805. 

 

Útgávur:   

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 322. 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 157. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 112. 

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824),  Miðvági, 1781-82. 

 

E 76 Harra Svein av Miklagarði (Rejected suitor forces man to give him his daughter after he has killed ogres)

Ervin jallur byggir dóttur síni hús, sum ikki slepst inní (frábr. A, D: hann vil hava hana at fara í kleystur).

Svein av Miklagarði sendir jallinum bræv og biður um dóttur hansara.

Jallurin svarar honum háðandi aftur og hóttir við at drepa Svein.

Svein heldur av stað til góðs jalsins.

Á vegnum hittir hann fýra konufólkamannátaraskrímsl. Hann fer inn í holu teirra og drepur tey. Hann fermir alt gull teirra á hestin og fer til jallin, sum hann noyðir at geva sær dóttrina til konu.

á føroyskum: CCF 95 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017