• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tíðriks kongs ríma

 

Tíðriks kongs ríma

 

CCF 97a 

TSB E 104 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling  68, Nr. 16, s. 228. 

 

Útgávur:  

 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, s. 125. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1968. 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 179. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 168. 

 

Heimild: Úr Sandoy: J. Michael Widerø, Mikal á Reyni (1787-1870), Sandi, 1822. 

 

1 Eina veit eg rímuna, 

mæla kann eg brátt, 

mangur hendir ta óndu stund, 

honum er lagað hátt. 

 

2 Kongurin situr í hásæti, 

frá man frættast víða:  

"Nú skal krevja mínnar menn  

í dag á skógin ríða." 

 

3 Kongurin kemur í hallina inn  

eftir fornum vanda:  

"Sveinar, ríðið á skógin burt  

at samla gull til landa!" 

 

4 So varð ungi Ásmundur 

glaður við tað orð, 

hann breyt sundur mjaðarker 

yvir sítt breiða borð. 

 

5 Teir saðla sínar hestarnar, 

ríða út av veldi, 

Ásmundur gongur for Halga fagru, 

mælir við hana á kvøldi. 

 

6 Ásmundur stendur á hallargálvi, 

mælir við Halgu brátt: 

"Eg ríði meg á skógin burt, 

tá úti er henda nátt." 

 

7 Svaraði jomfrú Halga 

bæði við gleði og gleim: 

"Harra Krist lati meg liva tann dag, 

at tú kemur glaður heim." 

 

8 Teir ríða út av Brattingsborg  

eina morgunstund,  

drukku bæði mjøð og vín  

ígjøgnum grøna lund. 

 

9 Teir ríða út av Brattingsborg 

við albrynjaðar hestar, 

tá mátti jørðin rivna við, 

og steinar undir teim bresta. 

 

10 Síðla var um aftanin,  

skotnar vóru pílir,  

lótu sláa eina telt,  

har vildu sveinar hvíla. 

 

11 Ásmundur vaknar upp árla morgun,  

telur sín dreym so brátt:  

"Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt." 

 

12 Tað er ungi Ásmundur 

mælir um dreymin sín: 

"Er hann nakar av mínum monnum, 

týða kann dreymin mín? 

 

13 Er hann nakar av mínum monnum, 

henda dreym kann týða, 

hann skal eftir deyða mín 

bera teir ringar fríðar." 

 

14 Svarði ein av sveinunum, 

svarar honum and: 

"Ásmundur, akta ikki dreymin tín, 

men ríð á skógin fram!" 

 

15 Tað er ungi Ásmundur 

lítur á brandin sín: 

"Eg ríði ikki á skógin burt, 

fyrr enn taldur er dreymur mín. 

 

16 Meg droymdi, eg reið á grønum vølli, 

treiv um brandin bjarta, 

ein fleyg ørvin mær í munn, 

hon stóð fyri mínum hjarta. 

 

17 Meg droymdi, eg treiv um brandin tann, 

eftir fornum vanda, 

hann fleyg úr míni høgru hond 

og vildi mær sjálvum granda. 

 

18 Meg droymdi, eg treiv um brandin tann, 

eg var vanur at bera, 

hann fell úr míni høgru hond 

og vildi mínar sporar skera." 

 

19 "Tað ið tú droymdi um brandin tann, 

tú var vanur at bera, 

tað verður fyri sjálvum tær, 

tú letur hann brynjur skera. 

 

20 Tað ið tú droymdi um ørvina,  

ið vildi títt hjarta meina,  

tað er fyri tínum vívi,  

spælir í borgum heima." 

 

21 Svaraði lítin smásvein, 

sló so upp í gleim: 

"Svikið verður tað væna vív, 

tú kemur til hallar heim." 

 

22 Tað er ungi Ásmundur  

sínum svørði brá,  

hann kleyv lítin smásvein  

sundur í lutir tvá. 

 

23 Kongurin stendur í glasgluggum 

heima í sínum veldi, 

skoðar hann tað garpaliðið, 

tá tað kemur heim á kvøldi. 

 

24 Kongurin stendur í glasgluggum  

glaður í huga gleim,  

skoðar hann tað garpalið,  

tað kemur til hallar heim. 

 

25 Teir loystu sínar sporarnar  

undir gangara sín,  

gingu so aftur at borðinum  

so glaðir at drekka vín. 

 

26 Síðla var um aftanin, 

alt gekk fólk at sova, 

Einfinn snúðist av durum út, 

hann festi hurð í klova. 

 

27 Tað var ungi Einfinn jall  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hann  

for jomfrú Halgu inn. 

 

28 Einfinn stendur á hallargólvi,  

heldur á brýndum knívi:  

"Ásmundur ríður í gullborgum,  

spælir við øðrum vívi." 

 

29 "Gakk tú burtur, Einfinn jall,  

ei man tað so vera!  

Ásmundur ríður á grønum vølli,  

fornar leikir fremur." 

 

30 Tí svaraði Einfinn jall: 

"Tað sigi eg av sonnum, 

í gjár kom hann av skógnum heim 

við øllum kongins monnum." 

 

31 Hon vendi sær aftur at borðinum, 

vildi ei aftur svara, 

trívur um tað mjaðarker, 

drykkin ikki spara. 

 

32 Tá komu brøv frá Íslands kongi 

alt fyri uttan vanda, 

sendi hann tey til Brattingsborg, 

skattin vildi hann heimta. 

 

33 Tíðrikur kongur svaraði til, 

tá hann brævið sá: 

"Ei gongur skattur av Brattingsborg, 

tað stendur hvat av ið má." 

 

34 Tíðrikur gongur í hallina inn,  

talar við sínar sveinar:  

"Hvat vilja tit landið skatta  

ella berjast eina?" 

 

35 Svaraðu allir sveinarnir:  

"Tað er ikki yvir at loyna,  

vit vilja ríða til Íslanda,  

har vilja vit brandar royna." 

 

36 Svarði ein av sveinunum, 

hann æt Sjúrður sterki: 

"Ásmundur hann skal fremstur ríða, 

føra várt skjøldarmerki." 

 

37 Ásmundur stendur á hallargólvi,  

gyrðir hann seg við stáli:  

"Fyrst fari eg til hallar heim  

at finna Halgu á máli." 

 

38 Hon tók upp eitt mjaðarker,  

Ásmundi fekk til handa,  

snarliga bar for sveinin tá,  

tað var við eitur blandað. 

 

39 Tað var ungi Ásmundur,  

ið drukkið hevði á,  

allur hansara fagri litur  

burtur úr kinnum brá. 

 

40 Ásmundur [gekk] av durunum  

við svørð og brynju fríða,  

aktaði ikki drykkin tann,  

hann vildi til Íslands ríða. 

 

41 So riðu teir fyrsta dag, 

ei mundu gangara spara, 

Ásmundur seig úr saðli niður, 

deyður fell hann til jarðar. 

 

42 Teir vendu sínum hestunum 

av so tungari sorg, 

sóu, hin ungi Ásmundur 

fell teim deyður frá. 

 

43 Kongurin so til orða tekur 

eftir fornum vanda: 

"Ein fell maður av hundrað tólv, 

tað kundi ei herin granda." 

 

44 So riðu teir annan dag, 

fáir finnast slíkir, 

síggja borg við sterkum stólpum 

standa í Íslands ríki. 

 

45 Mítt í miðjum grasagarði 

aksla síni skinn, 

og so báðir ganga teir 

í høgar hallir inn. 

 

46 Og so búnir ganga teir 

í høgar hallir inn,  

sum Íslands kongur við borðið sat  

við monnum hundrað fimm. 

 

47 Sjúrður stendur for breiða borði,  

við báðum svørð í hendi:  

"Her skalt tú síggja skattin tann,  

ið Tíðrikur kongur sendi." 

 

48 Kongurin upp frá borði steig, 

vreiður var hann tá: 

"Tit skulu ikki gista Brattingsborg, 

har riðu út í gjár." 

 

49 Tað var Sjúrður Sigmundarson 

sínum svørði brá, 

vá hann sjálvan Íslands kong 

sundur í lutir tvá. 

 

50 Hann kleyv sjálvan Íslands kong 

sundur í lutir tvá, 

fimtan reystar herkempur 

legði hann honum hjá. 

 

51 Inn kom ein tann grimma gívur,  

glógvar sum sótið svarta,  

mangar garpar av lívi tók,  

áðrenn henni stóð svørð for hjarta. 

 

52 Hon brá seg leys frá borgini,  

við búgvið svørð í hendi,  

Virgar treiv um Mimaring,  

aftur mót henni rendi. 

 

53 Virgar treiv um Mimaring,  

aftur mót henni brá,  

kleyv so hesa grimmu gívur  

sundur í lutir tvá. 

 

54 Teir feldu niður á Íslandi 

alt tað valdra lið, 

tóku bæði gull og silvur, 

riðu so heim við frið. 

 

CCF 97a 

TSB E 104 

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017