• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Jólavísan

 

CCF 140* A

Einki TSB-nr.

 

1 Jesus var føddur á jólanátt

í tí heilaga húsi,

sankta Jóhannis baptista

hann tann Harran doypti,

tá kom ein dúgva av himli niður,

hon setti seg á Harrans knæ,

tí hann var kongurin mæti.

 

2 Teir vísu menn teir ríða sær av land

við gleði foruttan kvíðu,

riðu so í eystur og riðu so í vestur,

já haðan upp á suðursíðu,

gistu teir hjá kong Rudis á nátt,

tí hann vildi vita teirra ferð so brátt,

já hvar teir skuldu fara.

 

3 “Vit vilja ríða í Betlaheim,

tí vit vilja skoða tann hægsta svein,

sum skapt hevur vørildin allan.”

“Tit komið aftur og sigið os frá,

tí vit vilja allir tann Harran sjá,

vit vilja honum offra allir!”

 

4 Riðu teir frá Rudisi tá,

teir vildu sína ferð útinna,

stjarnan fyri teimum gekk,

tí mundu teir vegin finna,

men tá ið teir komu í Betlaheim,

tá stóð hon yvir húsi ein,

hon kundi ikki har um líða.

 

5 Gingu teir sær í húsið inn

við ást í hjartarótum,

offraðu gull, roykilsi, myrra til,

já fullu tann Harra til fóta,

skeggið fall av kalli tá,

á tann yngsta, sum mundi fyrstur inngá,

tí Harrin vildi tað so hava.

 

6 Harrin sendi sín eingil frá sær

og til teir heilagu tríggjar kongar,

bað teir allar fara væl,

hvør heim til sína landa,

hann bað teir ikki til Rudis gá,

tí allar man hann svíkja tá,

hann hevur har fyri ein ‘grudi’.

 

7 Rudisi líkar tað ikki væl,

hann fekk ikki teir vísu menn at finna,

reið hann sær í Betlaheim

og myrdi øll børn har inni,

men ikki kundi hann Jesus fá,

tí hann var við síni móður tá

hjá Gyptalands konginum á sinni.

 

8 Henda sama vísa, sum tit hava hoyrt,

hon hevur nú fingið ein enda,

hana hevur sankta Jóhannis gjørt

og niður á jarðarríkið sendi,

tí hvør hana kvøður og gevur gott ljóð,

hans sjel skal fáa í himmiríki ró

og frygðast fyri uttan enda.

 

CCF 140* A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) Schrøters Blandinger, Nr. 2.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 119.

2. Varðin 15. bind, 1935 s. 239.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 11.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

B 7 Jólavísan (St. James converts pagans with a miracle)

Jákup (dýrlingur) fer í heiðið land (cD, F, cN, cS: Kristus hevur sent hann). Hann siglir hagar á einum steini. Jákup fer til heidna kongin, sum sigur, at hann fer at trúgva upp á Kristus, um Jákup fær son hansara, sum er druknaður, aftur til lívs. Jákup lesur og syngur, til deyði, ungi maðurin rísur úr havi. Sonurin sigur frá lukkuni í himli og sigur gjølla frá revsingunum í helviti. F, N: Kongur og fólk hansara verða kristnað.

á føroyskum: CCF 140 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017