• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sankta Jákup

 

CCF 140 A

TSB B 7

 

1 Sankta Jákup tekur í Várharras hond:

— við liði man hann draga —

“Lovið mær at kristna Garsialand!”

- Við æru sigla teir,

tað glymur yvir allan skógvin.

 

2 “Hvussu skalt tú tað kristnað fá?

tú hevur einki skip at sigla á.”

 

3 “Størri er nú miskunnheit tín,

tú kanst skapa skipin mín.”

 

4 “Tú gakk tær oman til sjóvarstrand,

har stendur ein lítil stein fyri land.”

 

5 Sankta Jákup tekur sær bók í hand,

so gongur hann niður til sjóvarstrand.

 

6 Sankta Jákup ristir kross yvir stein,

steinurin út frá landi dreiv.

 

7 Steinurin tók at ganga

út fyri Garsiatanga.

 

8 Steinurin tók at líða,

fimm hundrað mílir at skríða.

 

9 Inn kemur lítil smádrongur og sigur frá:

“Her kemur ein steinur, og maður situr á.”

 

10 Inn koma kvinnur, hava tváað seg rein:

“Her kemur ein maður, hann situr á stein.”

 

11 Garsia kongur tekur sær øks í hand,

so gongur hann niður til sjóvarstrand.

 

12 “Hoyr tú, sankta Jákup, eg tali til tín,

hvat vilt tú á landið higar til mín?”

 

13 “Tað vil eg á landið higar til tín,

at mín skapari er mætari enn tín.”

 

14 “Hvat er tín skapari mætari enn mín?

mín drekkur hvønn dag mjøð og vín.”

 

15 “Tað er mín skapari mætari enn tín,

mín kann venda vatn til vín.

 

16 Mín kann venda mold til breyð,

kann geva teimum lív, sum áður eru deyð.”

 

17 “Fái eg aftur sonin mín,

so skal eg trúgva á skapara tín.

 

18 Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann fór fyri fimtan ár.

 

19 Fái eg hann aftur við heyk og hund,

sum hann fór fyri sjóvargrund.

 

20 Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt banasár.”

 

21 Sankta Jákup niður í bókina sá:

“Hann er ikki góður aftur at fá.”

 

22 Tá ið hann hevði staðið eina lítla stund,

tá manaði hann mann frá vítinis grund.

 

23 “Nú hevur tú fingið hann aftur við hold og hár,

sum hann fór fyri fimtan ár.

 

24 Nú hevur tú fingið hann aftur við heyk og hund,

sum hann fór fyri sjóvargrund.

 

25        Nú hevur tú fingið hann aftur við

hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt

banasár.”

 

26 “Hoyr tú, sæli sonur mín,

hvat er títt í ferðum tín?”

 

27 “Tað er títt í øðrum heim,

eingin kennir ei annans mein.

 

28 Tað er tann konan, sum bømini hevur hatað,

hon kemur ikki av ormagata.

 

29 Tað er tann konan, sum bømini hevur myrt,

hon gongur sær altíð við eitursvørð gyrt.

 

30 Tað eru teir keypmenninir ríku,

teir skríða í ormalíki.

 

31 Tað eru teir sýslumenninir hørðu,

teir skríða í ormagørðum.

 

32 Og tað er fútin við sín breiða hatt,

hann situr í helviti og krevur skatt.”

 

33 “Nú havi eg aftur fingið sonin mín,

tí vil eg trúgva á skapara tín.”

 

34 Tað gjørdi sankta Jákup, meðan hann var har,

- við liði man hann draga -

hann kristnaði Garsia konung og alt, har var.

- Við æru sigla teir,

tað glymur yvir allan skógvin.

 

CCF 140 A

TSB B 7

 

Handrit: H.C. Lyngbye: Færøisker Qvæder, 1822.

 

Útgávur:

1. H. C. Lyngbye: Færøiske Qvæder (1822), s. 520.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 113.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 17.

 

Heimild: Helst úr Streymoy, har uppskrivarin ferðaðist í 1817. Hans Christian Lyngbye (1782-1837), f. í Aalborg.

 

B 7 Jólavísan (St. James converts pagans with a miracle)

Jákup (dýrlingur) fer í heiðið land (cD, F, cN, cS: Kristus hevur sent hann). Hann siglir hagar á einum steini. Jákup fer til heidna kongin, sum sigur, at hann fer at trúgva upp á Kristus, um Jákup fær son hansara, sum er druknaður, aftur til lívs. Jákup lesur og syngur, til deyði, ungi maðurin rísur úr havi. Sonurin sigur frá lukkuni í himli og sigur gjølla frá revsingunum í helviti. F, N: Kongur og fólk hansara verða kristnað.

á føroyskum: CCF 140 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017