• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mariu vísa fyrra

 

oder

Barnavísan

 

CCF 149 A

TSB B 2

 

1 Tað var jomfrú Maria,

hon gongur eftir veginum fram,

møtir henni eingilin Gabriel,

hann heilsar henni við navn.

 

Nú er Jesus vár skjøldur í hvørjum vanda.

 

2 “Hoyr tú, jomfrú Maria,

tú ert ein liljuvand,

I skal føde det velsignede barn,

lovet være den hellig ånd.

 

3 Hoyr tú, jomfrú Maria,

I er et liljekvist,

I skal føde det velsignede barn,

lovet være du, Jesus Krist.”

 

4 Tað var jomfrú Maria,

hon svarar eitt orð dertil:

“Jeg er Herrens tjenerinde,

mig ske, som Jesus vil.”

 

5 Jólanátt tey sótu,

føddur var Harrin so rein,

tá stóð alt í stilli,

bæði sól og máni skein.

 

6 Jólanátt tey sótu,

føddur var Harrin so góð,

tá stóð alt í stilli,

bæði veður og vatn og flóð.

 

7 Hvør ið hesa vísuna syngur,

tá ið hann fer til sjó,

óræddur skal hann tann sama dag

bæði sigla og ró.

 

8 Hvør ið hesa vísuna syngur,

tá ið hann leggur seg at sova,

hann verður ei í svøvni svikin,

tað hevur sjálvur Jesus lovað.

 

Nú er Jesus vár skjøldur í hvørjum vanda.

 

CCF 149 A

TSB B 2

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  III, Udgivet af Svend Grundtvig 1858-63, s. 881

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 144.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 44.

 

Heimild: Úr Streymoy: Jakob Mikkeisen (1793 -1879), Leynum, f. í Hvalvík, uppskrivað í 1858.

 

B 2 Mariu vísa fyrra (The annunciation)

Maria hittir høvuðseingilin Gabriel, sum sigur henni, at hon fer at eiga heilaga barnið. Hon svarar, at alt fer at laga seg, sum Harrin vil. Burðarstundina er alt kvirt, og sólin og mánin skína.

á føroyskum: CCF 149; DgF III p. 881-882 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017