• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sankta Niklas

 

Sankta Niklas

 

CCF 152 A

TSB B 11

 

1 Tveir fóru klerkar suður um land

at bøta synd og sálargrand.

 

Hjálpi mær Gud og ríki harrin, sankta Niklas.

 

2 Gistu teir hjá bónda á eini nátt,

hann læt teir av lívi taka skjótt og brátt.

 

3 Stoytti hann teirra ‘ivstøð’ eftir eini á,

stríður streymur bar teir londum frá.

 

4 Stríður streymur bar teir londum frá,

tá kom sankta Niklas og bankaði á.

 

5 “Hoyr tað, ríki bóndi, eg tali til tín,

vart tú nakað varur við klerkar mínar?”

 

6 “Jú so menn, eg teir væl sá,

tá ið teir fóru eftir Rínará.”

 

7 Niklas tekur sær bók í hond,

so gongur hann at sjóvarstrond.

 

8 Tá ið hann hevði staðið eina lítla stund,

loysti hann teirra ‘ivstøð’ frá havsins grund.

 

9 Grøddi hann teir til hold og hár,

sum teir ei høvdu fingið banasár.

 

Hjálpi mær Gud og ríki harrin, sankta Niklas.

 

CCF 152 A

TSB B 11

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 38

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 149.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 38.

 

Heimild: Úr Sandoy: Jon Danielsen, Jógvan á Oyri, ungi  (1824-1903), Skálavík, 1847.

 

B 11 Sankta Niklas (St.Nicholas restores murdered men to life)

Tveir (frábr. B: tríggir) klerkar fara vallaraferð. Eina náttina gista teir hjá einum bónda, sum ger av við teir. Líkini tveitir hann í ánna. Sankta Niklas kemur framvið og spyr eftir klerkum sínum. (Frábr. B: Bóndin viðgongur gerð sína). Niklas fer oman í fjøruna og lesur líkini upp úr sjónum. Hann lekir sár teirra og fær teir aftur til lívs.

á føroyskum: CCF 152 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017