• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rudisar vísa

 

CCF 167 A

TSB B 8

 

1 Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan,

- og tað sigi eg á sanni -

ovarlaga glógvar tann stjørnan reysta.

- Med øllum Guds heiligum monnum.

 

2 Inn kom Steffan, hann sigur ífrá:

“Eg sær sól á himli og stjømu hjá.

 

3 Eg sær sól á himli og stjømu standa hjá,

mætur er sá konungur, ið føddur var í gjár.

 

4 Mætur er sá konungur, ið borin er í heim,

tí eg sær sól á himli og stjørnu rein.”

 

5 Rudis heitir á sveinar tvá:

“Tit biðið hann Steffan for meg inngá!

 

6 Tit bindið so á honum hond og fót,

vita um tann konungur ræður honum bót!

 

7 Tit stingið mær Steffans eygun út, vitið um so hjálpir tann konungur so

prúð!”

 

8 Bundu teir Steffans hond og fót,

mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.

 

9 Stungu út hans eygun, fell so væl í lag,

tó sá hann nátt sum ljósan dag.

 

10 Í tríati stykki varð hanin skorin,

so varð hann inn fyri Rudis borin.

 

11 “Tá skuldi eg trúð Steffans tali,

um upp stóð hanin og fór at gala.”

 

12 Rudis hann stóð og sá tar á,

at saman førdist hanin, á diskinum lá.

 

13 Hann fleyg upp á reyðargullstól,

hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.

 

14 Hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól,

við hvørjari messu tað syngur hann í kór.

 

15 Rudis heitir á sveinar tvá:

“Tit leggið mær saðil á gangara grá!

 

16 Saðlið mær tann besta ein,

tí eg vil ríða í Betlaheim!

 

17 Eg vil ríða í Betlaheim

at skoða har tann unga svein.”

 

18 Rudis átti ein rumpuhvítan hest,

hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best.

 

19 Rudis heim í garðin fór,

úti hon Maria fyri honum stóð.

 

20 “Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,

nógvur er blandaður mjøður og vín.”

 

21 “Tú tarvt einki, Maria, fagna meg,

eg vil hava tín son at negla á træ.

 

22 Tú tarvt einki, Maria, fagna os,

eg vil hava tín son at negla á kross.”

 

23 “Vilt tú mín hin sæla son hava,

upp til himla tá mást tú fara.”

 

24 Rudis hann skuldi til himmiríkis fara,

tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan.

 

25 Rudis hann stoyttist til jørðina niður,

og øll hans *indur á vinstru síðu við.

 

26 Øll hans *indur á vinstru síðu niður,

- og tað sigi eg á sanni –

sjálvur hin útskotni tók honum við.

- Med øllum Guds heiligum monnum.

 

CCF 167 A

TSB B 8

 

Handrit: Kvæðasavnið hjá Ole Jespersen, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Dansk Kirketidende 1852, nr. 344.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 39

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 199.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 30. bind, s. 30.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Óli Jespersen (1810-1882), Hovi, f. í Vági.

 

B 8 Rudisar vísa (St.Stephen convinces king Herod that the Savior has been born)

cD, cS: Høvuðseingilin Gabriel hevur sagt jomfrúnni, at hon gongur við heilaga barninum, og hon eigur tað jólanátt. D, cNd, cS: Dýrlingurin Stefan fer við hesti sínum til brunnin og (D, F, cNd, cS) sær eina nýggja skínandi stjørnu á himmalinum. cD, F, cNd, cS: Stefan sigur Heródesi kongi frá, at frelsarin er føddur. Heródes sigur, at hesum trýr hann ikki, fyrr enn stokti hanin á borði hansara loypur upp og flákrar við veingjunum. cD, F, cNd, cS: Heródes roynir at finna Kristus, tí hann ætlar at drepa hann, men royndir hansara eru til fánýtis. (cD: tí Maria er flýdd til Egyptalands við soninum).

á føroyskum: CCF 167 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017