• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Torkils døtur

 

CCF 176 A

TSB B 21

 

1 Torkil eigur sær døtur tvær,

- at dansa -

leingi á morgni sova tær.

- Væl er mær ansað,

[har vil eg á gólvið fram at dansa,

hóast tú vilt mær vívil vanda,

væl er mær ansað].

 

2 Tær sova sær so leingi,

til sól skín á teirra seingir.

 

3 Tær sova sær so leingi á dag,

til sól skín á teirra seingjarstað.

 

4 Torkil gongur til búðar,

hann vekir upp døtur prúðar.

 

5 “Statt upp, Katrin, dóttir mín,

kirkjumaðurin bíðar tín.”

 

6 Katrin setst á seingir,

hon klæðist væl og leingi.

 

7 Hon fór í ein silkiserk,

níggju moyggja handaverk.

 

8 Uttanyvir møttulin blá,

gull eftir hvørjum seymi lá.

 

9 Katrin setst á seingjarstokk,

so fór hon í skarlakssokk.

 

10 Skarlakssokk og búgvin skógv,

hvítar hendur við herðar tvá.

 

11 Katrin tekur sín góða gullkamb,

hon kembir sítt hár, við silkiband.

 

12 Hon kembir sítt hár, við silki smá,

gullkrúnuna setir hon omaná.

 

13 Katrin gongur í rossahús,

grá gangara hon loysir út.

 

14 Hon loysir út ein, hon loysir út tvá,

tann besta legði hon saðilin á.

 

15 Har var eingin knektur hjá,

sjálv legði Katrin bokslið á.

 

16 Har var eingin knektur í lund,

sjálv legði Katrin bokslið í munn.

 

17 So reið hon á gøtuna fram,

tað glymdi, sum hennara gangari rann.

 

18 Tá ið hon kom har suður í líð,

møttu henni vallarar ‘trujg’.

 

19 Tá ið hon kom har skamt ífrá,

møttu henni vallarar tvá.

 

20 Tá ið hon kom har mitt á leið,

møtti henni vallari ein.

 

21 “Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín,

vilt tú vera mítt kvøldarvív?”

 

22 “Fyrr vil eg láta mítt unga hv,

enn eg vil vera títt kvøldarvív.”

 

23 “Hvat vilt tú láta títt unga lív,

heldur enn vera mítt kvøldarvív?”

 

24 Vallarin sínum svørði brá,

hann hjó Katrinu í lutir tvá.

 

25 Har sum hennara blóðið dreiv,

tendraðist ljós á hvørji leið.

 

26 Har sum hennara høvdið lá,

sprakk ein kelda við heilivág.

 

27 Har sum hennara bulurin lá,

reistist ein kirkja og krossur á.

 

28 Vallarin heim í garðin fór,

úti er Torkil, fyri honum stóð.

 

29 “Hoyr tú, vallarin, eg tali til tín,

sást tú ikki Katrinu, dóttur mín?”

 

30 “Jú so menn, eg hana sá,

í Mariukirkju var hon í gjár.

 

31 Torkil, Torkil, læna mær hús,

eg eri mær so sára sjúk!”

 

32 “Nógv eru hús til reiðar,

um enn vallararnir vóru fleiri.

 

33 Ása lítla, tendra ljós,

vallarin er til seingjar fúsur!”

 

34 Ása gongur til seingjar,

reiðir undir sjúkum dreingi.

 

35 “Ása lítla, sov hjá mær,

ein silkiserk gevi eg tær!”

 

36 “Lat meg fyrst serkin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.”

 

37 Tá ið hon tann serkin sá,

systurmerkið kendi hon á.

 

38 “Ása lítla, sov hjá mær,

møttulin blá gevi eg tær.”

 

39 “Lat meg fyrst møttulin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.”

 

40 Tá ið hon tann møttulin sá,

systurmerkið kendi hon á.

 

41 “Ása lítla, sov hjá mær,

eina gullkrúnu gevi eg tær.”

 

42 “Lat meg fyrst gullkrúnuna sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.”

 

43 Tá ið hon gullkrúnuna sá,

systurmerkið kendi hon á.

 

44 Ása kastaði hurð til gátt:

“Vallarin, hav nú ein[a] góða nátt!”

 

45 Ása gongur fyri faðir sín:

“Vallarin hevur dripið dóttur tín.”

 

46 “Hvør torir mær tey boð at bera,

ella hvør tordi tann gerning at gera?”

 

47 “Eg tori tær tey boð at bera,

vallarin tordi tann gerning at gera.”

 

48 Torkil heitir á sveinar tvá:

“Gangið á skógv og kyndið bál!

 

49 Gangið á skógv og kyndið bál,

har skal vallarin brenna á!”

 

50 Tað var um ein morgun ný,

- at dansa -

vallarin brann í grønari líð.

- Væl er mær ansað,

[har vil eg á gólvið fram at dansa,

hóast tú vilt mær vívil vanda,

væl er mær ansað].

 

CCF 176 A

TSB B 21

 

Uppruni: H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder (1822), s. 534

 

Útgávur:

1. H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder, 1822 s. 534

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 254.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 59.

 

Heimild: Hans Christian Lyngbye (1782-1837), 1817.

 

B 21 Torkils døtur (Sisters’ murder by brothers avenged by father)

(Ránsmenn hava stolið synir harra Torkils [cD] ella [cS] Torkil hevur sent teir burtur, tí teimum er sagt, at teir fara at gera seg inn á systrar sínar). Ein morgunin sova Torkils døtur (tvær ella tríggjar) yvir seg. Tær (F, Í, N: ein teirra) lata seg í stásklæðini og skunda sær í kirkju. Í skóginum møta tær ránsmonnum (einum, tveimum ella trimum). Tá ið genturnar vísa frá sær girndarfjeppan teirra, gera ránsmenninir av við tær (cD, cS: eftir at teir hava neyðtikið tær). (F, N, cS: Undur henda har, sum tær lótu lív). Ránsmenninir fara til Torkils hús og sýna fram ognirnar hjá myrdu gentunum. Torkil skilir, hvat ið hent er. cD, F, Í: Torkil fær ránsmenninar avrættaðar ella drepur teir sjálvur. cD, cN, S: Torkil skilir so við og við, at ránsmenninir vóru egnu synir hansara. cS: Hann forger sær, ella (cD, cS) byggir eina kirkju sum iðranarverk.

á føroyskum: CCF 176 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017