• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllið í Áradal

 

Trøllið í Áradal

 

CCF 101 A 

TSB A 75 

 

1 Hava tit hoyrt frá Áradal,  
har rennur ein føgur á,  
har kom frúgvin Margreta,  
hon kembur sítt hár og tvár.  
 

Burt skal eg ørind ríða,  
hvør er mær betri? 
Blanki ella Brúni, Brúni ella Reyði?  
Burt skal eg ørind ríða.  
 

2 Har kom frúgvin Margreta,  
kembur sær og tvár,  
hon var føst við jørðina,  
har hon settist á.  
 
3 Hon var føst við jørðina,  
har hon settist á,  
gullkambur í hárinum,  
og hondin omaná.  
 
4 Svaraði tað hitt ljóta trøll  
í vatni, har tað var,  
"Mangari havi eg neyðir veitt  
og heystað har einki av.  
 
5 Hvussu mikið reyðargull  
vilt tú mær til veita,  
eg loysi teg frá jørðini  
gullkamb úr hári at greiða?"  
 
6 "Hvørki gull ella aðrar gávur  
vil eg tær til veita:  
eg gevið tær tað fyrstu kind,  
ið mær er lagað at eiga."  
 
7 "Nú gavt tú mær gávuna,  
sum mær tókti mun:  
tað býr undir lindini  
bæði dóttir og son."  
 
8 Frúgvin læt sær við barni ganga  
níggju mánaðir taldar,  
til at teirri stundini leið,  
hon føðir ein son so baldan.  
 
9 Kongur situr í hásæti,  
mikið um tað tókti:  
frúgvin fell á tiljubekk,  
hon føðir son og dóttur.  
 
10 Hon læt tey til kirkju bera,  
teimum geva navn:  
hana kallar hon Gullborg,  
hin unga Eirik hann.  
 
11 Tey vóru borin frá kirkju heim  
aftur fyri móður sín,  
meira læt hon røkta tey,  
enn alt sítt gull í skrín.  
 
12 Tey vóru borin frá kirkju heim,  
sett á móður knæ,  
meira læt hon røkta tey  
enn alt sítt gull og fæ.  
 
13 Margreta kemur út árla morgun,  
tykist komin í vanda,  
hon sá tað hitt ljóta trøll  
fyri kirkjuhyrni standa.  
 
14 Svaraði tað hitt ljóta trøll,  
komið fyri hallardyr:  
"Margreta, halt nú gávuna,  
ið tú hevur lovað fyrr!"  
 
15 Svaraði frúgvin Margreta,  
fellir møðig tár:  
"Tú fært ikki, títt ljóta trøll,  
míni børnini smá."  
 
16 "Lovi eg tær at fostra tey  
væl í fimtan ár,  
bæði skalt tú missa tá  
og fella fyri tey tár.  
 
17 Lovi eg tær at fostra tey  
væl í fimtan vetur,  
bæði skalt tú missa tá,  
tað líkar tær ikki betur."  
 
18 Eitt kom æl av útnorðri,  
rapar í fjalli sum stein,  
burt hvurvu systkin tvey  
faðir og móður til mein.  
 
19 Eitt kom æl av útnorðri,  
rapar í fjalli sum grót,  
burtur hvurvu systkin tvey  
faðir og móður ímót.  
 
20 Hann læt teimum seingir smíða  
á so mangan hátt,  
hann legði tá yngstu Gullborg  
við tað ytstu gátt. 

Burt skal eg ørind ríða,  
hvør er mær betri? 
Blanki ella Brúni, Brúni ella Reyði?  
Burt skal eg ørind ríða. 

 

CCF 101 A 

TSB A 75 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [4]. 

 

Útgávur:  

 1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 309. 

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 16 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Peder Poulsen, Pætur við Á  (1803-1867), Ørðavík, 1848.  

 

A 75 Trøllið í Áradal (Gnome claims children promised him as reward)

Ein drotning fer oman í ánna at vaska sær, tá varnast hon alt í einum, at hon fær ikki rørt seg. Eitt trøll kemur upp úr ánni og biður hana um gull, skal hon verða loyst úr gandinum. Í staðin fyri lovar hon tí tað fyrsta barnið, hon fer at eiga. Tá ið hon eigur son og dóttur, kemur trøllið at krevja samsýningina. Hon sýtir. Børnini hvørva í bráðkomnum ódnarstormi.

á føroyskum: CCF 101 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017